leygardagur 18. mai 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 92 — 18. mai 1991
Flakavirkið í Skopun
Klettarnir leysir
av virkinum
—Vit hava keypt virkið fyri 21,6 milliónir krónur, og tað er
partafelagid Rødin í Skopun, sum eigur virkið, sigur Jógvan
Adolf Johannsen, reiðari
Í dag er tað einki
flakavirkið í Skopun, sum
eitur Sólarris. Nýggja
navnið er einfalt, "Flaka-
virkið í Skopun". Parta-
felagið Rødin í Skopun
keypu Sólarris frá Sjó-
vinnubankanum fyri 21,6
milliónir krónur hósdagin
Hetta skuldi verið ein
góður handil, tí virkið er
tryggjað fyri 46 mió.
krónur.
Hvat sigur stjórin í
felagnum, Jógvan Adolf
Johannsen til tað?
—Eg haldi ikki at eitt
flakavirkid í Sandoynni
eigur at kosta eitt oyra
meir enn hvat vit hava
keypt okkara fyri. Virkið
verður ivaleysa dýrt at
reka. Vit hava ikki tey
bestu havnaviðurskiftini,
og tað er ikki altíð, at vit
kunnu taka fisk orsakað
av veðri, sigur Jógvan
Adolf Johannesen.
Ognarviðurskiftini í
flakavirkinum eru soleiðis
í dag: P/F Rødin, Skopun
eigur virkið. Men tað eru |
tvey onnur feløg sum eiga
partapeningin í Rødini.
Tey eru P/F Flesjaberg,
sum eisini eigur trolaran
Stígaklett og P/F Dals-
nýpan, sum eigur trolaran
Hádegisklett. Tað vil siga,
at tað eru somu feløg, sum
eiga dalstrolararnar, sum í
dag eiga flakavirkið í
Skopun.
Tit hava við dalstrol-
arunum verið undan-
gongumenn fyri at selja,
har prísurin er hægstur.
Verða nú dalstrolararnir
knýttir at flakavirkinum í
Skopun, sum so mangin
aðrir trolarar í landinum
eru knýttir at flakavirk-
jum?
Góðan prís
--Nei, Klettarnir eru
leysir av virkinum. Men
vit rokna við at teir fara at
landa hjá okkum. Vit ætla
at geva góðan prís, vit
eiga ein part av æruni av,
at prisurin er so høgur í
løtuni, sigur Jógvan Adolf
Johannesen
Jógvan Adolf Johannesen, er stjóri í felagnum
Rødini, sum er nýggi eigarin av flakavirkinum í
Skopun.
—Vit rokna við, at virkið
má hava millum 4000-
4500 tons um árið fyri at
standa seg. Í fyrstu atløgu
verður virkið rikið sum
nú, men í framtíðini fara
vit at leggja okkum meir
eftir at góðska fiskin.
Hetta er neyðugt, tí
råvørugrundarlagid er
minkandi, sigur Jógvan
Adolf Johannesen.
--Vit hava roknað út, at
skiftisavlopið, sum jú skal
rinda rentur og avdrøg
helst ikki må fara nidur
um 1,65 kr. I dag eru tad
nógv virkir, sum bert klára
a. inda renturnar og
Sólarris hevði ongan
møguleika at klára seg,
áðrenn tað fór undir
hamaran, sigur Jógvan
Adolf Johannesen.
Regin Olsen í nevnd
Fráfarandi stjórin í Sjó-
vinnubankanum, Regin
Olsen, sum eisini starvast
hjá Marr á Co, situr í 5-
manna nevndini fyri
flakavirkinum í Skopun.
Um virkið fer at selja
gjøgnum Marr & Co hava
vit ikki fingid uppspurt
enn.
Annars situr Tórur
Johanssen, Sandur sum
nevndarformadur, hinir
neudarlimirnir eru Emil
Noisø skipar: Dalur,
Jógvan Pål: assen, ad-
vokuli : £ :-Ógvan
Adolf | 'n, sum
elsini í st;óri / felag-
nur
Partafc'agið ”ødin er
skrásett f Skonu
jústinus
Sólarris
Talan er um eitt flaka-
virkið, sum stendur á leig-
aðum gki á havnalagnum í
Skopum.
Flakavirkið er við mask-
inum og ødrum tryggjað
fyri 46.895.000 krónum.
Virkið er 1142 fermetrar í
eini dupulthædd og 275
fermetur í tveimum hædd-
um. Virkið er gjørt av
jambetong, partvíst klætt
við timbri og takt við
I stuttum
asfaltpappíri.
Flakavirkið er innrættað
við eini skerihøli, eitt
ráfiskarúm, saltfiskarúm,
frystirúm, pakkirúm,
goymslurúm, hagreiðing-
arrúm, reinskeringarhøll,
truckrúm, maskinrúm,
inniviðirúm og verkstaður.
Hetta er á fyrstu hædd.
Á aðru hædd er
umklæðingarrúm við
trimum toilettum, gangur,
handilsrúm,
umklæðingarrúm við
toilett-pissoir og brúsi-
kabinu. Skrivstova, kant-
ina, gangur við mynttele-
fon, tvey toilett og
goymsla.
Uttanfyri er slógvband,
pumpa og fiskavaski-
maskina. Tveir frysti-
kontainarar eru eisini
knýttir at virkinum. Talan
er um eitt ógvuliga
nýmótans virki, sum stutt
síðan er útbygt.
jústinus
Vit gittu rætt:
J&K Petersen
kappadust
um Sólarris
Sosialurin skrivaði, tá
Sjóvinnubankin hevði av-
gjørt at flakavirkini í
Sandoynni skuldu fara
undir hamaran, at ein
møguligur nýggjur eigari
var stóra byggifyritøkan í
Sandoynni, J&K Petersen.
Vit fingu hetta ongantíð
váttað, tí Sjóvinnubankin
var hvorki at høgga ella
stinga í, tá tað snúði seg
um hverjir keyparar vórðu
til virkið.
Nú hava vit fingið at
vita frá álítandi keldum, at
teir vóru við í fyrstuni,
saman við fleiri øðrum í
kappingini, um at keypa í
hvussu er Sólarris, helst
eisini Borgina, tí Sjó-
vinnubankin vildi helst
hava virkini undir sama
eigara.
Eisini fyrrverandi eig-
ararnir á Sólarris royndu
at fáa virkið aftur, men
teir vórðu ov veikir
peningaliga. Tá hetta er
skrivað má leggjast
afturat, at einki forgjørt er
i tí, at ein byggifyritøka í
Sandoynni hevur áhuga
fyri at eiga flakavirkir í
somu oyggj.
jústinus