týsdagur 30. mai 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 102 - 30. mai 2000
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 102 - 30. mai 2000
Viðmerking:
Fyri nøkrum døgum síðani
setti Manne Persson mær og
tveimum øðrum ”kammi-
ratum”
ein
”einfaldan
spurning” í bløðunum.
Hann spurdi m.a. um vit enn
stóðu á tí sama politiska
grundvølli, sum hann hevði
funnið orðaðan í eini 20 ára
gamlari lýsing í blaðnum
Framanum, sum vit høvdu
ábyrgdina av tá. Og hann
spurdi, hví vit nú høvdu valt
júst tann Javnaðarflokkin,
sum vit tá húðflettu í grein-
um og røðum.
Merkiligt at Manne spyr
umaftur, tí hann fekk væl
og virðiliga svar frá mær
uppá
nøkulunda
sama
spurningin fyri hálvumøðr-
um ári síðani. Men hann
hevur óivað gloymt tað, at
hetta er aðru ferð hann spyr.
Fyrstu ferð var í nov. 1998.
Tá hevði hann eisini verið
og grópað í gomlum Fram-
um, 20 ár afturi í tíðini. Tað
ferðina hevði hann funnið
eitt langt brot úr eini odda-
grein í Framanum, sum
hann helt var passaliga egn-
að at stempla meg sum
svíkjara móti egnum sosi-
alistiskum hugsjónum. Hes-
aferð hevur hann funnið
eina stuttorðaða parolu, sum
hann nú mundi halda vera
enn meira illavorðin at
slongja í skonina á mær.
Men hví spyr Manne ?
Hann kennir jú svarið
frammanundan, hvar íð eg
standi. Tað liggur í teirri
politisku avgerð, eg tók, táið
eg fór uppí Javnaðarflokkin
og stillaði upp til løgtings-
val út frá politisku stevnu-
skránni hjá flokkinum.
Eg trúgvi heldur ikki
Manne spyr av prinsipiell-
um áhuga fyri míni polit-
isku søgu. Enn minni trúgvi
eg, at hann spyr — sum
hann sigur — av umsorgan
fyri mínum veljarum í
Norðstreymi. Annars kundu
tey eisini lesa tað drúgva og
gjølliga svarið, sum eg gav
Manna hesum viðvíkjandi,
tá hann spurdi fyrstu ferð.
Nei, eg rokni tíverri við,
at Manne spyr út frá somu
skitnu motivum, sum vit so
ofta hoyra um í valstríði í
t.d. USA, har teir grava aftur
í fortíðina hjá politisku fígg-
indum eftir skandalum og
duldum misgerðum, sum
kann seta teir í ringt orð.
Tað stuttliga er tó, at tá
Manne fer í Javnaðarflokk-
in at grava gamlar politiskar
ekstremistar upp úr polit-
iska vinstravonginum í 70-
unum, so leitar hann í
skeivum flokki. Vit í felag-
num Føroyskir Sosialistar
løgdu okkum meir og meir
á eina politiska kós, sum
skuldi bróta tað sekterisku
innibyrgingina av vinstra-
vonginum, við at fáa eitt
ítøkiligt og politiskt sam-
starv við tær progressivu
ella framburðsinnaðu kreft-
irnar í fakligu og politisku
arbeiðararørsluni í Føroy-
um.
Fyri hetta vóru vit skýrdir
svíkjarar og revisionistar (t.
e. fráfalnir sosialistar) av
hinum meira víðgongdu
bólkunum, sum høvdu skilt
seg burtur úr okkara felag.
Tað var fyrst felagið Oyggj-
aframi, Marx-Leninistar,
sum mest gjørdi um seg í
Havn. OFml, sum tað
nevndist, gav blaðið Arbeið-
ið út, sum hevði mynd av
teirra andligu leiðarum í
blaðhøvdinum: Marx, Len-
in, Stalin og Mao! Teirra
strategi var m.a. ikki at sam-
starva við nakran men at
yvirtaka leiðslurnar í fakfel-
øgunum. Í fullum álvara tal-
aðu OFml’arnir um vápn-
aða kollvelting í Føroyum
(rætt skal vera rætt: longur
enn ti orð kom tað tó ikki).
Seinni fór eisini ein annar
bólkur burturúr okkara felag
og skipaði sítt egna, Komm-
unistiskir Útisetar, tí vit
høvdu svikið trúnna og vóru
farnir ov langt til høgru !.
Um Manne nú hevur ætl-
anir um at halda áfram við
síni inkvisitión yvir tey
vinstrahallu frá 70’unum, so
kundi kanska næsti spurn-
ingur hjá honum verið,
hvussu tað ber til, at ongin
av teimum, sum stílaðu fyri
í Oyggjaframa Marx-Len-
inistum ella Kommunistisk-
um Útisetum, fóru uppí
Javnaðarflokkin, og hví teir
heldur allir valdu ein annan
ávísan flokk framum ?
Sum Manne undrast á í
spurningi sínum í nov.
1998, undrast hann nú aftur
í mai 2000: hvussu ber tað
til at tit, sum funnist so
harðliga at Javnaðarflokki-
num tá, kortini valdu hann
framum? Tað kundi bara
verið ein annar flokkur sum
kom uppá tal, nevnliga
Tjóðveldisflokkurin. Men
svarið nú eins og tá er, at
vit høvdu ongar vónir til
Tjóðveldisflokkin. Hann
avnoktaði blankt at stilla seg
vinstrumegin ella høgru-
megin — at vera fyri eini
sosialistiskari ella kapital-
istiskari samfelagsskipan.
Tá, eins og nú, vóru tey nat-
ionalistisku sjónarmiðini so
einaráðandi, at vit roknaðu
ikki Tjóðveldisflokkin upp
í
vinstrakreftirnar.
Tað
gjørdu vit hinvegin við part-
ar av Javnaðarflokkinum —
hóast vit funnist so harðliga
at honum, men sum við ein
íð hóast alt stendur á somu
síðu sum ein sjálvur.
Hetta var annar aðalmun-
urin tá — og er tað enn —
at Javnaðarflokkurin stend-
ur vinstrumegin, hóast mis-
tøk og skeivar avgerðir hava
verið og fara at koma.
Hin aðalmunurin kom til
sjóndar í sjálvstýrispolitikk-
inum. Tá settu vit stríðið
fyri sosialum rættvísi og
solidariteti, fyri sosialismu,
fremst. Hetta var høvuðs-
málið - og stríðið fyri sjálv-
stýri var ein táttur í hesum.
Soleiðis var raðfestingin, og
ikki øvugt. Hetta gjørdi eis-
ini munin á Javnaðarflokk-
inum og Tjóðveldisflokki-
num. Hesin seinni hevði tá
og hevur enn, hóast mál-
brúkið er broytt, sum sítt
einaráðandi mál at skipa
Føroyar sum fullveldi — nú
beinanvegin — men hvørjar
tær búskaparligu og sosialu
fortreytirnar skulu verða
fyri tí, og hvussu samfelag-
ið so skal skipast, fyri at tað
skal ganga upp, ja tað skulu
vit berjast um, hvør móti
øðrum og stætt móti stætt,
aftaná at avgerðin er sett í
verk.
Javnaðarflokkurin hevur
hinvegin sum sítt avgjørda
fremsta mál at skapa and-
liga og tímiliga betri og rík-
ari lívskor hjá fólkinum, hjá
verkafólkinum á sjógvi og
landi, hjá børnum og ung-
um, hjá gomlum, og hjá øll-
um sum eru við skerdan lut.
Vit vilja verja og betra um
tær vælferðarskipanir, sum
gera Føroyar til eitt betri og
rættvísari samfelag enn tað,
sum tey fingu lut í, sum
stríddist undan okkum. Og
vit vilja støðugt vinna longri
framá í stríðnum fyri einum
samhaldsfastum samfelag,
sum vinnur á øllum mis-
muni millum einstaklingar
og stættir.
Ein sjálvsagdur táttur í
hesum stríðnum fyri sam-
felagsligum frælsi er at vit
tjóðskaparliga eisini vilja
standa á egnum beinum, at
vit gerast búskaparliga
sjálvbjargin og eisini ráða
okkum sjálvi til fulnar —
so vit sum búgva í hesum
landi, og ongin annar, skulu
ráða fyri, hvussu vit skipa
okkara samfelag.. Men vit
ásanna, at vit hava ídag ikki
allar tær búskaparligu og
fyrisitingarligu fortreytir
sum skulu til, og tí er fyrsta
stigið, at vit miðvíst fara
eftir at útvega okkum tær,
at vit nú fara at leggja
grundarlagið, sum einar
frælsar
Føroyar
kunnu
standa á. Javnaðarflokkurin
loypir ikki eftir einum full-
veldi, sum búskaparligt og
fyrisitingarligt grundarlag
ikki er undir, og sum vit
skulu gjalda fyri við skerd-
um samfelagsligum frælsi.
Jú, eg haldi tað er so nátt-
úrligt, at ein sosialistur og
sjálvstýrismaður
hoyrir
heima í Javnaðarflokkinum.
Tá eg svaraði Manna síðst,
vísti eg á, at tað hava verið
gjørdar fleiri royndir at
skipa politiskar flokkar
vinstrumegin
Javnaðar-
flokkin, sum tó allar eru so
syndarliga
miseydnaðar.
Mín niðurstøða av hesum
royndum var, at tað neyvan
fer at verða rúm og vónandi
heldur ikki neyðugt við
nýggjum vinstraflokki. Tað
er mín sannføring, at tey
vinstrahallu sjónarmiðini
skulu kunna rúmast í og
vera ein partur av tí før-
oyska Javnaðarflokkinum.
Tað var m.a. út frá hesi
greiðu fyritreyt at eg á vári
1998 játtaði at fara uppí og
stilla upp fyri Javnaðar-
flokkin.
Eg havi eisini sannað, nú
meir enn tvey ár eru farin,
at tað er hugsjónarliga rúm
í Javnaðarflokkinum, her er
vítt til veggja, ofta í sera lív-
ligum og hvassum orða-
skifti, um sosialismu og
sjálvstýri, um neyðsemjur í
gerandisdegnum og um pol-
itiskar hugsjónir. Men eg
skal viðganga, at eitt mál
hevur lagt seg tungt yvir alt
og troðkað øll onnur spenn-
andi mál til viks — tað er
hetta stríðið um fullveldi
ella sjálvstýri. Tí eri eg ein
teirra, sum gleði meg til vit
hava fingið lagt tað afturum,
og tað aftur verður møguligt
at viðgera verulig samfel-
agsmál, uttan at støðutak-
anin í hesum stríðnum skal
forða fyri samstarvi millum
teir flokkar, sum annars áttu
at staðið saman, nevnliga
Javnaðarflokkin og Tjóð-
veldisflokkin.
Hans Pauli Strøm,
javnaðarmaður
Javnaðarmaður — tað er sosialistur og sjálvstýrismaður
- við heilsu til inkvisitorin, Manna Persson
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo
Fagna›urin mundi
ongan enda tiki›,
tá Herfølge leik-
ararnir sunnudag-
in fóru á pallin í
Herfølge høllini
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
úr Herfølge
Ta› var prikkurin yvir væl-
kenda i’num, sum var› sett-
ur, tá leikarar, venjarar og
hjálparfólk undir gullveitsl-
uni trinu á pallin í Herfølge.
Naka› seinka›
Upprunaliga skuldi hetta
ver›a um níggju tí›ina, men
døgur›in
og
tilhoyrandi
rø›ur
vi›førdu,
at
tiltaki›
var›
naka›
seinka›.
Hetta tóktist tó ikki at
nerva
vi›haldsfólkini
hjá
felagnum.
Trúgv
stó›u tey og bí›a›u, og tá
stóra løtan so endaliga var
komin, dundu herrópini
oman yvir leikararnar.
Ein og ein vór›u nøvnini
á leikarunum rópt upp, og
tá hetta var› gjørt eftir
nummarrø›ini
á
leikarabúnunum, og tískil
var Jákup Mikkelsen fyrstur
á pallin.
So vi› og vi› gjørdist
rásarúmi› alsamt minni á
pallinum, og tá John Jensen
at enda kom rennandi, var
gle›in markleys.
Røddin hjá Freddy Merc-
ury,
sála,
vi› omanfyri-
nevnda sigurssagnir ljóma›i
úr hátalarunum, og bæ›i
spælarar og ásko›arar løgdu
alla orku í sangin.
Eftir hetta var diskoteks-
dansur á skránni, og har
var› dansa› náttina á
tamb.
We are the champions
Lesið eisini
ÍtróttaSosialin
á alnetinum:
www.sosialurin.fo
Sosialurin var einasti mi›il sum slapp
vi› í bussin hjá Herfølge spælarunum