leygardagur 18. mai 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 92 — 18. maí 1991
Pauli í Sandagerði,
tónaskald og lærari: -
Slík framførsla sum
henda er ikki bert ein
arbeiðsuppgáva fyri
okkum øll, men eisini
ein lærdómur, sum vit
kunnu arbeiða víðari
ið í framtíðini
- sum tónleikur og ballettdansur, har umleið
90 fólk eru á og uttanfyri pallin
Mánadagin 2. hvístusunnu-
dag verður forvitnisligt
tónleika- og ballettverk,
eftir Paula Í Sandagerði,
tónaskald v.m. framført í
Norðurlandahúsinum.
Heitið er "Tónabrot úr
Havn," sum Pauli í Sanda-
gerði hevur gjørt í sam-
band við at Havnin í ár
fyllir 125 ár.
Bert tvær framførslur
verða - kl. 16 og 19.30,
sama dag í Norðurlanda-
húsinum, so áhugaði ið
ætla sær í Norðurlanda-
húsið henda dagin, noyðast
at bíleggja sær atgongu-
merki í góðari tíð.
Tá Sosialurin hitti Paula
í Sandagerði í gjár, hevði
hann úr at gera at fáa sein-
astu avtalurnar og annað í
samband við framførsluna
í rættlag.
Nógv er eisini umat fara,
tí umleið 90 fólk lut-taka í
framførsluni. Hetta eru 20
tónleikarar, 45 sangarar,
10 ballettfólk, koreografur,
umframt ljós- og ljóðfólk,
sang- og tónleikastjórar.
Fekk hugskot í 1987
Grundarlagið til hetta
tónaverk var longu lagt í
1987, tá Pauli í Sandagerði
fekk hugskotið at gera eitt-
hvort nýskapandi á hesum
øki, í samband við 125 ára
dagin hjá Havnini.
- Ætlanin var at gera eitt
søguligt og tonleikasøgu-
ligt yvirlit um Tórshavn
gjøgnum 100 år, har ætl-
anin var at søga og tónleik-
ur skuldi ganga saman i
eina heild.
Tað visti seg kortini, at
endaliga urslitid gjørdist
heilt ødrvisi.
- TaO var nevniliga 6-
gjørligt at fåa søguna og
tónleikin at virka sum ein
eind. Eisini tí tað ikki var
serliga spennandi heldur.
Ein orsøkin var eisini, at
slíkt stórverk kanska bert
fór at vera spælt eina ferð,
kanska aftur um 25 ár, og
so hevði tað verið gloymt.
Hinvegin, so eiga vit so
lítið føroyskt upprunatilfar
av tónleiki og tilfar til kór-
sang 0.3., og tí helt eg tað
vera munabetri at gera eitt
tónaverk í fleiri brotum,
sum kann nýtast hvør sær,
og sum fleiri tónleikarar
og sangarar kunnu fáa
gagn av.
10 yrkingar
- Urslitid gjørðist, at eg
valdi 10 yrkingar við til-
knýti til Havnina, úr yms-
um tíðarskeiðum, sum
grundarlag.
Síðani er tónleikurin
skrivaður, umframt ballett
dansur eisini er, sum
myndar frásøgnina í fram-
førsluni.
Yrkingin Gerandisdagur
i Havn, eftir H.A. Djur-
huus og brot úr skald-
søguni "Barbaru" er
ballettparturin. Her eru
tvær gerandisligar hend-
ingar, sum eru ógvuliga
fjøllbroyttar, tó at tey lýsa
ein vanligan dag í Havnini
í sínari tíð.
Brotið úr skaldsøguni hjá
Jørgen-Franz Jacobsen er
har wý skip koma inn á
Havnina, og fólk ikki vita
um hetta eru ófriðarkropp-
ar.
Tá fólk eru varug við, at
hetta ikki eru ófriðar-
kroppar, gerast tey fegin
og veitsluhugur setur dám
á gerandisdagin eitt bil,
sum síðani verður avloyst-
ur av tí vanliga gerandis-
degnum.
Góðan stuðul
Tað er Tórshavnar Býráð
og Norðurlandahúsið sum
seta tónaverkið upp, og
Pauli í Sandagerði hevur
fingið stuðul frá góðum
kreftum í Danmark, til tess
at úrslitið skal gerast so
fullfiggjad sum gjørligt.
Hetta hevur verid ein
krevjandi, men eisini spen-
nandi uppgåva, sum allir
luttakarmnir og eg pers6n-
liga hava lært nógv av.
Ténleikaumhvørvid i Før-
oyum er ikki so fjøltáttað,
og vit hava sjálvandi ikki
somu umstødur og serkøn
listafólk til at taka, sum
Ld. í Danmark og hinum
grannalondunum.
- Tí er slík framførsla
sum henda ikki bert ein
arbeidsuppgåva fyri okk-
um øll, men eisini ein lær-
dómur, sum vit kunnu ar-
beiða víðari við í fram-
tíðini, sigur Pauli í Sanda-
gerði.
Lærari í dagtímunum
Um stutta tíð stendur
summarfrítíðin fyri durum,
men áðrenn tað, skal Pauli
í Sandagerði føra fýra 10.
flokkar upp til próvtgku.
6. og 8. juni kemur Sissal
Kyrkjebø á konsertferð til
Føroya, og tå skal Pauli í
Sandagerði stjórna.
10. juni fer Danmarks
Radio Underholdningsor-
kester at framføra brot úr
"Jesus og Makadonarin,"
sum Pauli hevur skrivað
tónleikin til.
20. juni er konsert við hes-
um tónleiki í Orknoy, og
1.-5. juli er Pauli i Sanda-
gerði leiðari fyri Nordisk
Musikskolefestival í Nor-
egi, og 6. juli luttekur hann
á Norsk Musikfestival fyri
tonaskøld.
Nær hevur tú stundir at
vera lærari?
- Um dagin, sigur Pauli í
Sandagerði.
Dagny