týsdagur 18. mars 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 53 - 18. mars 2003
Nr. 53 - 18. mars 2003
13
Styrkja seg til at fara í verkfall
Føroya Arbeiðara-
felag vónar ikki, at
sáttmálasamráðingar
nar hesuferð fara at
føra til verkfall. Men
fyri at bøta um heilan
fingur, ætlar felagið
seg styrkja seg, verður
tað neyðugt at fara í
verkfall
AÐALFUNDUR Í
FØROYA ARBEIÐARA-
FELAG
Áki Bertholdsen
Føroya Arbeiðarafelag hev-
ur nú aftur tikið stig til at
styrkja seg, verður tað
neyðugt at fara í verkfall.
Samráðingar um nýggj-
an sáttmála verða í næsta
mánað,
men
Ingeborg
Vinther leggur dent á, at
hon vónar ikki, at tað verð-
ur neyðugt at fara í verkfall
fyri at fáa nýggjan sátt-
mála.
– Men verður tað neyð-
ugt, mugu vit eisini vera til
reiðar at fara í verkfall.
Men grundarlagið fyri at
fara í verkfall má eisini
vera til staðar og tí er tað al-
neyðugt, at vit vit styrkja
verkfallsgrunnarnar hjá fel-
agnum so nógv, at vit
kunnu fara í verkfall, uttan
ov stóran fíggjarligan miss
fyri limirnar, sigur Inge-
borg Vinther.
Hon sigur, at á aðalfund-
inum í ár var tískil aftur
gjørt av at styrkja verkfalls-
grunnin.
Hvussu nógv verkfalls-
grunnurin verður styrkur
við, vil hon ikki upplýsa og
hon vil heldur onki siga
um, hvussu stórir verkfalls-
grunnarnir eru.
Eitt nú samtykti aðalfund-
urin at hækka limagjaldið
15 krónur um árið fyri
hvønn lim í felagnum.
Limagjaldið hevur verið 10
krónur um árið fyri hvønn
lim, umframt ein prosent-
partur av lønini, men tað
fasta gjaldið er nú hækkað
upp í 25 krónur fyri hvønn
lim.
Hugaligari
Men samstundis ætlar Før-
oya Arbeiðarafelag eisini at
gera tað hugaligari at taka
lut í ymsum arbeiði fyri fel-
agið, tá ið verkfall er, eitt
nú at standa verkfallsvakt.
– Tað skerst ikki burtur
tað hevur verið ein fíggjar-
ligur missury fyri limirnar
at vera í verkfalli.
Men limirnir, sum hava
staðið verkfallsvakt, hava
fingið eina ávísa samsýn-
ing fyri tað.
Men Ingeborg Vinther
sigur, at verður verkfall
hesuferð, fer hendan sam-
sýningin til verkfallsvaktir-
nar at verða hækkað nokk
so fitt.
– Føroya Arbeiðarafelag
er væl fyri fíggjarliga, so
vit hava ráð til at lata lim-
unum størri samsýning og
tað fara vit at gera, sigur
Ingeborg Vinther.
Ongi undantøk
Annars leggur ingeborg
Vinther dent á, at verður
verkfall, skal verkfall vera
og tað merkir, at undantøk
verða ikki givin , uttan har
sum lív og heilsa er í vága.
Tað hevur annars fleiri
ferðir verið frammi um at
alivinnan skal hava undan-
taksloyvi, tá ið verkfall er,
so at arbeiðið har ikki verð-
ur lagt lamið. Tað standa so
stór virði í alivinnuni, at
arbeiðsgevarar meta, at tað
er ábyrgdarleyst at hon eis-
ini skal vera umfatað av
verkfalli, tí tá er vandi fyri
at stór, samfelagslig virði
fara fyri skeytið.
Men Ingeborg Vinther
vísir á, at verkfall er tað
síðsta vápnið hjá fakfeløg-
unum.
– Men tað er bara eitt
sterkt vápn, tá ið tað verður
hildið yvir alla linjuna. Fara
vit at geva undantøk her og
har, er so ómetaliga skjótt,
at verkfallið verður útholað
og so hevur tað onga ávirk-
an, sigur Ingeborg Vinther.
Tí legði hon enn einaferð
dent á, at verður verkfall, er
útgangsstøðið, at onki und-
antak verður giviðm hvørki
til alivinnu ella nakað ann-
að, uttan har sum lív og
heilsa eru í vanda.
Verður neyðugt at fara í
verkfall hesuferð, skulu
verkfallsvaktirnar hjá Føroya
Arbeiðarafelag faa hægri
samsýning, enn tær fingu
seinast
Vilja hava betri trygdarnet undir arbeiðsfólkið
– Tað kemur ferð eftir
ferð fyri, at arbeiðs-
fólk koma í klemmu
og tað má Løgtingið
broyta, sigur Føroya
Arbeiðarafelag
FØROYA ARBEIÐARA-
FELAG
Áki Bertholdsen
– Trygdargrunnurin er ikki
nóg góður. Og tað má Løg-
tingið bøta um.
Á aðalfundinum hjá Før-
oya Arbeiðarafelag um
vikuskiftið, varð tann al-
menni Trygdargrunnurin
til umrøðu.
– Tað var ein vanlukka, tá
ið løgtingið fyri nøkrum ár-
um síðani broytti Trygdar-
grunnin, sum skal tryggja
løntakarum løn, tá ið virkið
tey arbeiða á, fóru á húsa-
gang,
segði
Ingeborg
Vinther, formaður í Føroya
Arbeiðarafelag.
Hon segði, at áður var tað
so, at tá ið virki fóru á
húsagang, fingu verkfafólk
eisini løn í uppsagnartíðini
og tilsamans kundu teir fáa
upp í 70.000 krónur úr
grunninum.
Men tíverri hendi tað, at
arbeiðsgevarar fóru at gera
sær dælt av hesum við tað,
at teir høvdu virki gang-
andi, eftir at tey í veruleik-
anum vóru farin á heysin, tí
teir vitstu, at Trygdargrunn-
urin tók um endan og
betalti arbeiðsfólkinum løn.
– Tað endaði við, at
grunnurin varð tømdur, tí
fyrst í nítiárunum vóru
ógvuliga nógvir húsagang-
ir. Sostatt broytti Løgtingið
grunnin so at hann nú ikki
longur letur løn í uppsagn-
artíðini og í mesta lagi
kunnu arbeiðsfólk 20.000
krónur úr grunninum.
Ingeborg Vinther sigur, at
hetta gjørdi støðuna hjá
verkafólki nógv verri.
Tað vóru hvalbingar, sum
reisti málið á aðalfundinum
hjá Føroya Arbeiðarafelag
og teir hava merkt á sínum
egna kroppi, hvussu vána-
lig skipanin er nú.
– Tá ið flakavirkið í
Halba fór á húsagang sein-
ast, vóru tað nógv arbeiðs-
fólk, sum mistu túsundtals
krónur.
– Orsøkin er, at, at
Trygdargrunnurin letur ikki
løn í uppsagnartíðini. Men
tey kundu heldur ikki fáa
nakað úr ALS, tí Arbeiðs-
loysisskipanin letur heldur
onki í eini uppagnartíð.
Sostatt duttu tey niður
ímillum tvær skipanir, sum
júst eru gjørdar fyri at
tryggja arbeiðsfólki ímóti
at koma í fíggjarligt óføri í
sambandi við húsagang og
arbeiðsloysi.
Ingeborg Vinther sigur, at
Føryoa Arbeiðarafelag fer
tískil at heita á politisku
myndugleikarnar um at
broyta Trygdargrunnin aft-
ur, so at hann aftur tryggjar
fólkið løn í uppsagnar-
tíðini, tá ið eitt virkið fær á
húsagang.
– Hetta má Løgtingið
gera fyri at tryggja, at ar-
beiðsfólk ikki skulu detta
niður ímillum tær báðar
trygdarskipanirnar
og
koma liggja við ongari
krónu í upp til tríggjar
vikur, tá ið virki teirra fer á
húsagang.
Upplýst var, at hetta
kundi ikki vera ein fíggjar-
ligur spurningur hjá grunn-
inum, tí Landsstýrið hevur
avtikið gjaldið í grunnin,
so nógvur peningur er í
honum.
Arbeiðsfólk eru alt ov illa
tryggjað, tá ið virkið, tey
arbeiða á, fer á húsagang. Í
nógvum førum detta tey
niðurímillum tvær skipanir,
sum júst eru gjørdar fyri at
tryggjað, at tey ikki skulu
koma í fíggjarligt óføri
Skulu hava betri sømdir
Aðalfundur í Føroya
Arbeiðarafelag roynir
at seta tiltøk í verk
sum geva limunum
eina betri sosiala
trygd, tá ið illa vil til,
ella táið teir koma
upp í árini
AÐALFUNDUR Í
FØROYA ARBEIÐARA-
FELAG
Áki Bertholdsen
Føroya Arbeiðarafelag hev-
ur seinastu árini gjørt nógv
fyri at bøta um sosialu
trygdina hjá limum sínum.
Nýggjasta tiltakið í so máta
er eftirlønargrunnurin, sum
fór at virka 1. januar.
Men á aðalfundinum hjá
felagnum varð ásannað, at
tað fara at ganga nógv ár,
áðrenn grunnurin verður so
mikið stórur, at hann verður
førur fyri at veita limunum
eina hampiliga eftirløn.
Men tað eru eisini aðrar
loysnir og ein loysn er ein
serlig eftirlønartrygging,
sum Føroya Arbeiðarafelag
hevur.
Tað er ein trygging, sum
eftir ætlan skuldi vera í
gildi inntil eftirlønarskip-
anin fór at virka. Men nú
hon er farin at virka, verður
eftirlønartryggingin
ikki
avtikin kortini.
Aðalfundurin hjá Føroya
Arbeiðarafelag
samtykti
nevniliga, at tryggingin
skal halda fram.
Sostatt verður tað fram-
vegis so, at teir limir í Før-
oya Arbeiðarafelag, sum
røkka eftirlønaraldur, eisini
fara at fáa eitt hampiligt út-
gjald frá Føroya Arbeið-
arafelag, sum ger skiftið frá
arbeiðslívinum til eftir-
lønarlívið lættari.
Treytin fyri at fáa hetta
eftirlønargjaldið, er, at við-
komandi pensjonistur, hevur
verið virkin limur í Føroya
Arbeiðarafelag
seinastu
fimm árini, áðrenn hann ella
hon, fara frá við eftirløn.
Ingeborg Vinther upplýs-
ir eisini, at umhugsað verð-
ur at hækka tryggingarupp-
hæddina, men støða verður
ikki tikin til tað, fyrrenn
seinni og tað fer eisini at
kosta eyka.
Eisini sjúkragrunn
Eftirlønarskipan og eftir-
lønartrygging, eru ikki ein-
astu sosialu tiltøk hjá Før-
oya Arbeiðarafelag. Felagið
hevur eisini ein sjúkra-
grunn,
men
Ingeborg
Vinther hevur fatan av at
tað eru alt ov fá, sum vita
av honum, tí tað er ímillum
nakað og onki, sum fer úr
grunninum.
Men nú ætlar felagið sær
at royna at fáa grunnin at
virka betri.
Grunnurin veitir fíggjar-
ligan styrk, tá ið limur í
Føroya
Arbeiðarafelag
verður sjúkur. Hann veitir
eisini avvarðandi fíggjar-
ligan styrk, tá ið limur doyr.
Men hann veitir eisini
limum í Føroya Arbeiðara-
felag fíggjarligan stuðul, tá
ið børn teirra verða álvars-
liga sjúk og tað er neyðugt
hjá foreldrunum at fara úr
arbeiði fyri at vera um tey,
eitt nú á sjúkrahúsi.
Samastundis,
sum
ætlanin er at upplýsa meiri
um grunnin, hevur aðal-
fundurin hetta vikuskiftið
samtykt at gera hann betri
enn hann er.
Higartil hevur ikki borið
til at fingið útgjald úr
grunninum, fyrrenn ein
hevur verið sjúkur í níggju
mánaðir og tað ikki longur
ber til at fáa dagpening.
Men nú er samtykt, at tað
skal bera til at fáa úr grunn-
inum eftir sjúku í tríggjar
mánaðir.
Eftir 22 árum í for-
manssessinum hevur
Ingeborg Vinther
framvegis so stóran
stuðul í Føroya Ar-
beiðarafelag, at í
veruleikanum er onki
ivamál um, hvør skal
vera formaður fel-
agsins
AÐALFUNDUR Í
FØROYA ARBEIÐ-
ARAFELAG
Áki Bertholdsen
Limirnir í Føroya Arbeið-
arafelag hava enn einaferð
valt Ingeborg Vinther at
standa á odda fyri felagnum.
Á aðalfundinum í Føroya
Arbeiðarafelag um viku-
skiftið, var eisini nevndar-
val. Hesuferð stóðu tríggir
nevndarlimir fyri vali, Harry
Benjaminsen úr Gøtu, Karla
Einarsson úr Runavík og
formaðurin sjálvur, Inge-
borg Vinther úr Vági.
Ingeborg
Vinther
og
Karla
Einarsson
vórðu
afturvald, men Poul Juul
Festirstein av Eiði varð
valdur fyri Harry Benja-
minssen.
Eykalimir í Føroya Ar-
beiðarafelag eru Ásmund
Berg úr Skopun, Jógvan
Páll Johansen úr Haldars-
vík og Jan Nielsen úr Havn,
sum umboðar S& K.
Síðani skuldi ein av
nevndarlimunum veljast til
formann og har var ongin
ivi um, at Ingeborg Vinther
skuldi halda fram sum
formaður.
Hon fer sostatt nú undir
sítt 23. ár sum formaður í
Føroya Arbeiðarafelag.
Nevndin
í
Føroya
Arbeiðarafelag er nú hend-
an: Ingeborg Vinther úr
Vági er formaður og Georg
Hansen úr Miðvági er næst-
formaður.Hinir nevndar-
limirnir eru Karla Einars-
son úr Runavík, Poul Juul
Festirstein av Eiði Sunrid
Vang úr Froðba, Margretha
Rasmussen úr Fuglafirði og
Marius
Clementsen
av
Sandi.
Umboðsráðið víðkað
Samstundis varð samtykt at
víðka umboðsráðið hjá
Føroya
Arbeiðarafelag.
Umboðsráðið er mannað
við einum umboði fyri
hvørt av teimum økjum,
sum Føroya Arbeiðarafelag
hevur sersáttmálar við og
nú eru 10 limir í umboðs-
ráðnum.
Men summi øki hava
hildið, at tey hava verið ov
illa umboðað og tí hevur
aðalfundurin hjá Føroya
Arbeiðarafelag samtykt, at
tey øki, sum hava meiri enn
200 limir, hereftir skulu
hava tveir limir í umboðs-
ráðnum, eitt nú S & K.
Fyrr hevur tað verið so,
at Umboðsráðið hevur ver-
ið kallað saman til fundar
eftir boðum frá stjórnini í
Føroya
Arbeiðarafelag.
Men nú er tann broyting
gjørd, at nú kann eisini for-
maðurin í umboðsráðnum
kalla ráðið saman.
Umboðsráðið er bindilið
ímillum Føroya Arbeiðara-
felag og økini, sum sersátt-
málarnir fevna um og
broytingin er gjørd, tí
summi halda, at tað er nak-
að sjalvdan, at Umboðsráð-
ið hittist.
Formaður í umboðsráðn-
um er Hans Jacob Jensen
av Skála.
155 fólk
Aðalfundurin í Føroya Ar-
beiðarafelag hesuferð var
tann fjølmentasti nakrantíð.
Hvørt
lokalfelag
kann
senda umboð á aðalfundin
og hesuferð høvdu heili
155 fólk úr øllum landinum
leitað sær á aðalfund og tað
er væl meir enn vanligt, tí
hesi síðstu árini hevur
fundarfólkið ligið um 100
og gott tað.
Ingeborg Vinther heldur,
at yvirhøvur er tað vaks-
andi áhugi fyri fakfelagsar-
beiði, sum ger, at so nógv
fólk koma á aðalfund.
Føroya Arbeiðarafelag
ger eisini mangt og hvat
fyri at økja um áhugan fyri
felagnum.
Eitt er, at felagið hevur
sett ymsar sosialar skipanir
í verk fyri at bøta um korini
hjá limunum.
Men felagið hevur eisini
gjørt nógv fyri at halda
skeið av ymsum slagi fyri
limum, álitisfólkum og
nevndarlimum,
fyri
at
menna áhugan fyri fak-
felagsarbeiðnum.
– Tað vísir seg, at tá í fólk
hava verið á einum skeiði,
vekir
tað
beinanvegin
áhuga fyri at taka størri lut
í fakfelagsarbeiðnum og at
vera við á fleiri skeiðum,
sigur Ingeborg Vinther.
Tær sosialu skipanirnar hjá
limunum í Føroya Arbeið-
arafelag batna alsamt og
aftur á hesum aðalfundinum
vórðu ábøtur gjørdar
Gera tað
lættari
hjá
feløg-
unum
AÐALFUNDUR Í
FØROYA
ARBEIÐARAFELAG
Áki Bertholdsen
Føroya Arbeiðarafelag
er samansett av nógvum
lokalfeløgum, sum øll
hava hvør sínar lógir.
Og tað kemur fyri, at tað
ikki altíð er samsvar
ímillum lógirnar hjá
teimum ymsu feløgun-
um og lógunum hjá Før-
oya Arbeiðarafelag.
Men nú hevur stjórnin
í Føroya Arbeiðarafelag
gjørt eitt uppskot um,
hvussu lógirnar hjá fel-
øgunum kunnu verða
orðaðar fyri at fáa tær so
eins sum gjørligt.
Samastundis er upp-
skot gjørt um, hvussu
lógirnar fyri verkfalls-
grunnarnar hjá teimum
ymsu feløgunum kunnu
orðast.
– Hetta er ætlað sum
eitt amboð hjá nevndun-
um í lokalu feløgunum
at hava, tá ið tær gera
lógir og tað er sostatt
ikki ein treyt, at tey lok-
alu feløgini fylgja teim-
um,
sigur
Ingeborg
Vinther.
Hon sigur, at tað kunnu
sjálvandi vera serlig við-
urskifti, sum gera seg
galdandi í teimum ymsu
økjun um sum krevur
serligar orðing-ar.
Tó skal stjórnin í Før-
oya Arbeiðarafelag altíð
góðkenna lógirnar hjá
einum lokalfelag, áðr-
enn tær kunnu setast í
gildi.
Ingeborg situr trygg
Nevndin í Føroya Arbeiðara-
felag er nú mannað soleiðis.
Frá vinstru: Sunrid Vang úr
Froðba, nevndarlimur, Karla
Einarsson úr Runavík,
nevndarlimur, Ingeborg
Vinther úr Vági, formaður,
Margretha Rasmussen úr
Fuglafirði, nevndarlimur,
Marius Clementsen av
Sandi, nevndarlimur, Poul
Juul Festirstein av Eiði,
nevndarlimur og Georg Han-
sen úr Miðvági, næstfor-
maður
C
M
Y
K
13
12