týsdagur 18. mars 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 - 18. mars 2003
15
Stendur verkfallið
millum Reiðara-
felagið fyri farmaskip
og Føroya Skipara- og
Navigatørfelag við,
kann tað enda við, at
nýggja Norrøna
verður flaggað út
VERKFALL
Edvard Joensen
Ein avleiðing av verkfallin-
um í handilsflotanum kann
gerast, at nýggja Norrøna
kemur til Føroya fyrstu ferð
undir fremmandum flaggi.
Jóannes á Váli, stjóri á
Smyril Line, sigur við Sosi-
alin, at verður verkfallið
ikki av, áðrenn Norrnøna
fer úr Lübeck fyrsta túrin til
Føroya, er ein møguleiki, at
hon verður skrásett undir
øðrum flaggi enn tí før-
oyska.
– Handan møguleikan
hava vit hugsað um, og
hann kann gerast aktuellur,
sigur Jóannes á Váli.
Hann sigur, at málið er
kortini ikki avgjørt enn. Tað
fer at verða viðgjørt í vik-
uni. Og fleiri møguleikar
fara ivaleyst at koma upp at
venda, sigur hann.
Ein
møguleiki,
hann
nevnir, er at eitt nú Skipara-
og Navigatørfelagið fer at
geva undantaksloyvi til at
Norrøna sleppur at sigla,
hóast verkfall er millum
yvirmenninar á brúnni.
Men tann møguleika
dugir formaðurin í Føroya
Skipara- og Navigatørfelag,
Ellintur Abrahamsen, ikki
at síggja sum veruligan.
– Vit hava ikki viðgjørt
nakað
sovorðið,
sigur
Ellintur Abrahamsen. Men
eg dugi iki at síggja, at
Norrøna kann fara at fáa
nakað undantaksloyvi fram
um onnur skip.
Ellintur Abrahamsen sig-
ur, at hann vónar inniliga,
at verkfallið ikki verður
drúgt. Men sum støðan er í
løtuni stendur púra fast.
Einki samband er millum
partarnar, sigur hann.
Skipara- og Navigatør-
felagið kravdi lønarhækkan
svarandi til leingjan av
arbeiðstíðini frá tíggju til
tólv tímar. Eisini kravdi
felagið eina størri hækking
fyri nýggju Norrønu og
tveir frídagar afurat.
– Eg skilti tað soleiðis, at
Reiðarafelagið fyri farma-
skip ikki vildi avvísa hetta,
tá vit skiltust og høvdu av-
talað at møtast aftur. Men
morgunin eftir varð alt
avvíst,
sigur
Ellintur
Abrahamsen.
Hann ásannar, at tað kann
gott vera, at skipini flagga
út.
– Men verður tað úrslitið,
er tað ikki okkara avgerð,
vísir hann á. Men eg havi
sagt fyrr, og sigi tað enn, at
hendir tað, verða limirnir
hjá okkum bara betri fyri
skattaliga, enn teir eru í
dag.
Felagskommunan í
Vágum er farin undir
at kanna, hvønn tørv
eldru borgararnir í
oynni hava á eitt nú
vardum íbúðum og
røktartilboðum
ELDRAPOLITIKKUR
Edvard Joensen
Vágar: Kannað verður nú,
hvussu tey eldru í Vágum
hava tað. Hvønn tørv hava
tey á serligum bustaði?
Kenna tey seg trygg við
verandi støðu? Og hvat
halda tey um almennu tæn-
asturnar, teimum verða
veittar?
Tað er Felagskommuna í
Vágum, sum nu fer at
senda spurnarbløð út til
allar borgarar í oynni, sum
eru eldri enn 65 ár og sum
búgva í egnum bústaði.
Jónhild Jørgensen, for-
maður í Felagskommununi,
sigur, at hendan spurnar-
kanningin er seinasti liður í
eini størri fyrireikingar-
ætlan, sum felagskommun-
an hevur staðið fyri.
Málið byrjaði við, at
kommunulæknarnir í Vág-
um
sendu
kommunalu
myndugleikunum eitt skriv,
har teir vístu á, at tørvur var
á eitt nú eldrabústøðum,
sigur Jónhild Jørgensen.
Felagskommunan tók tá
stig til at gera nakað við
málið. Settur var ein ar-
beiðsbólkur at taka sær av
hesum. Hann varð mannað-
ur við starvsfólki av ellis-
heiminum, umboðum fyri
heimarøktini, pensionista-
felagnum, stýrinum fyri
ellisheimið og fólki úr Fel-
agskommununi.
Savnað er saman ymist
tilfar, sum eitt nú, hvussu
nógvir pensionistar eru í
Vágum? Hvat vísa hagtøl-
ini, at tað fer at vera um
eini 10 ár? Umframt ymsikt
annað, sum viðkomandi er,
sigur formaðurin í Felags-
kommununi
Tað seinasta tiltakið í
hesum kanninararbeiðinum
eru so hesi spurnarbløðini,
sum nú verða send út í
vikuni.
Í samband við hagtals-
kanning av, hvussu nógvir
pensionistar fara at vera í
Vágum um tíggju ár, sigur
Jónhild Jørgensen, at tann
kanningin, sum Hagstovan
gjørdi fyri Felagskommun-
una í Vágum, vísti eitt hel-
dur øðrvísi úrslit, enn frætt
er um aðrastaðni. Hon vísti
nevniliga ikki, at tað fóru at
verða so øgiliga nógvir
pensionistar fleiri enn í
dag, uttan umleið sama tal-
ið, sigur hon.
Spurnarbløðini,
sum
send verða út hesa vikuna,
skulu latast inn aftur í
seinasta lagi tann 26. mars.
Tá tilfarið er komið inn-
aftur, verður tað latið
Granskingardeplinum fyri
Økismenning í Klaksvík,
har Dennis Holm fer at
viðgera tilfarið og skriva
eina frágreiðing, sum so
verður latin Felagskomm-
ununi aftur.
– Hetta er neyðugt, sigur
Jónhild Jørgensen, tí eldra-
økið verður nú lagt út til
kommunurnar at umsita.
Og í grundini eru vit als iki
ov tíðliga á veg.
Norrøna fer møguliga
undir fremmant flagg
Kanna tørvin á eldraíbúðum í Vágum
Jónhild Jørgensen, formaður
í Felagskommununi í
Vágum, sigur, at upprunin
til kanningina, sum gjørd er
av tørvinum hjá
pensionistum í Vágum av
eldrabústøðum, liggur í
brævi frá
kommunulæknunum í
oynni, ið sum teir fyrstu vístu
á tørvin
Mynd: Edvard joensen
Verður verkfallið millum Reiðarafelagið fyri farmaskip og
Føroya Skipara- og Navigatørfelag drúgt, kann tað gera, at
nýggja Norrøna fer í rutusigling í Norðuratlantshavi undir
frammandum flaggi
15
14
Nr. 53 - 18. mars 2003
Móttøka var á
bryggjuni í Hvalba
leygardagin, tá ið
Sjagaklettur, sum er
keyptur úr Íslandi,
legði at. Navnið á
skipinum stavar frá
einum hamri
omanfyri bygdina í
Hvalba, har fólk
plagdu at halda
eyguni við sjórænara-
skipum, sum komu til
bygdina at ræna
MÓTTØKA
Vilmund Jacobsen
Millum klokkan 10 og
10.30 seinasta leygarmorg-
un stevndi tann triðji hvalb-
iartrolarin,
Sjagaklettur
saman við Steintóri, inn í
havnina í Hvalba, har
bygdaráði skipaði fyri mót-
tøku. Steintór legði frá
landi við væl av fólki um-
borð og sigldi út í fjarða-
munnan at taka ímóti
skipinum, sum hevur ligið
til umvælingar á Skála síð-
an hálvan januar.
Á bryggjuni í Hvalba
vóru bæði børn og vaksin
samankomin at taka ímóti
og eftir, at bygdaráðsfor-
maðurin, Levi Niclasen og
Otto Vest, formaður í trivn-
aðarnevndini, høvdu ynskt
skipinum vælkomnum og
góðan byr, høvdi fólk høvi
at vitja umborð.
Eigaraviðurskifti
P/F Steintór, sum eigur
djúpvatnstrolaran, Steintór,
eigur allan partapeningin í
Sjagakletti, sum er keyptur
úr Íslandi.
Nevndarformaður í P/F
Sjagakletti, sum er dóttir-
felag hjá P/F Steintór, er
Jákup Pauli Hammer. Hann
er reiðari og skipari um-
borð á Steintór. Systkina-
barnið, Mikkjal Hammer,
loysir av sum skipari um-
borð á Steintóri, men er
annars stýrimaður umborð.
Mikkjal
er
reiðari
og
nevndarformaður í P/F
Sjagakletti.
Sjagaklettur er longu far-
in til fiskiskap, og skipari
er Tórhallur Randrup. Við
skipinum verða einir 10-11
mans. Umborð á Steintóri
eru teir 11-13 mans.
Høvuðsveiðan hjá Sjaga-
kletti verður upsi.
Tollaksmessudagur
skipadagur í Hvalba
Tað eru fleiri ár, síðan mót-
tøka seinast var á bryggjuni
í Hvalba, tí nýbygningur
ella keypt kom til bygdina.
Jákup Pauli Hammer
heldur ikki, at nøkur slík
móttøka hevur verið, síðan
Steintór legði til bryggju í
Hvalba tollaksmessudag í
1985. Tvey ár framman-
undan kom hin fyrri hvalb-
iartrolarin, Niels Pauli, og
tað var eisini tollaksmessu-
dag í 1983.
- Tað var av tilvild, at
bæði skipini komu tollaks-
messudag, men nú hini
bæði fyrru vóru komin
hendan dagin, hugsaðu vit,
at tað hevði verið stuttligt,
um
Sjagaklettur
eisini
stevndi inn í havnina fyrstu
ferð tollaksamessudag ár
2002. Men tíðin gjørdist ov
knøpp. Hetta hevði latið
seg gjørt, um vit loystu fyrr
í Íslandi og løgdu at í
Hvalba, áðrenn skipið fór á
Skála til umvælingar. Men
soleiðis bleiv tað ikki, sigur
hann.
Skipasýnið setir krøv
Sjagaklettur hevur ligið á
Skála síðan hálvan januar
og kostnaðurin av tí, ið
gjørt er, liggur millum 4 og
5 milj. krónur.
- Skipasýnið setir somu
krøv til eitt gamalt skip,
sum sett verða til eitt nýtt
skip, sigur Jákup Pauli.
Hann vísir á, at eitt av
krøvunum hjá Skipasýnin-
um var hæddin á arbeiðs-
dekkinum og hæddin í
apteringini.
- Minsta kravið til hædd
er 198 cm., og eru rúmini
lægri enn tað, krevur
Skipasýnið, at neyðuga
hæddin onkusvegna verður
útvegað. Í summum førum
var talan bert um einar 3-4
cm., sum restaðu í.
Jakup Pauli sigur, at ein
fittur partur av íløgunum
eru farnar til at ganga
hesum krøvum á møti.
Sjagaklettur hevur eisini
fingið septiktanga og tanga
til lensivatnið, sum skal
pumpast upp, tá ið skipið
kemur í havn og flytast
norður til IRF.
Tilsamans 12 milj.
krónur
- Trygdar- og bjargingar-
útgerð umborð er nýggj, tí
Skipasýnið góðtekur ikki
skipanina hjá íslendingum
við bjargingarbátum, sum
verða skotnir út av skipin-
um. Somuleiðis er mobb-
krani settur upp til bjarg-
ingarbátarnar.
Spøl og brúgvaútgerð eru
tey somu, sum tá ið skipið
kom úr Íslandi.
- Nú Sjagaklettur er farin
til fiskiskap, stendur skipið
í tilsamans 12 milj. krón-
um, og tá er fiskiloyvið hjá
djúpvatnstrolaranum,
Beintu, fyrrverandi Brim-
borg, tikið við.
Beinta er seld til Suður-
afrika fyri 2-3 árum síðan.
Jákup Pauli heldur, at
skipið er í hampiligum
standi, nú umvælingarnar
og
broytingarnar
eru
framdar.
Navnið Sjagaklettur
Navnið, Sjagaklettur, er ein
hamari omanfyri bygdina í
Hvalba.
Her fóru fólk í bygdini í
gomlum døgum niðan á at
hyggja, um tey sóu sjóræn-
araskip nærmast.
- Av hesum klettinum
kundu tey síggja bæði
eystur og vestur í hav, sigur
Jákup Pauli Hammer at
enda.
Nú hvalbingar hava fing-
ið eitt skip í aftrat í flotan,
kann roknast við, at flaka-
virkið í bygdini eisini hevur
eitt uppaftur betri og trygg-
ari grundarlag.
Umframt Niels Paula og
Steintór, sum leggja nógvar
lastir upp í Hvalba, eru
Mýlingur og Brestir eisini
trúgvir í Hvalba. Við Mýl-
ingi og Bresti sigla fleiri
hvalbingar, og sagt verður
sunnaneftir, at fleiri av hes-
um monnum hava siglt hjá
Kymbli í nógv ár.
Hóast flakavirkið noyðist
at keypa fiskin fyri markn-
aðarprís, er nærliggjandi at
hugsa sær, at flestu lastirnar
hjá hesum fimm stóru trol-
arunum verða lagdar upp í
Hvalba.
Sjagaklettur komin og farin
Skiparin Tórhallur Randrup við soninum, Tóka
C
M
Y
K
14