týsdagur 18. mars 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 53 - 18. mars 2003
Nr. 53 - 18. mars 2003
17
Ógreið tekin av
Azorunum
Leiðarin hjá ST-vápnaeftirlitsmonnunum, Hans Blix,
segði í gjár, at boðini frá toppfundinum á Azorunum
sunnudagin vóru heldur ógreið.
Í samrøðu við svenska sjónvarpið segði Hans Blix,
at George W. Bush tosaði mest um, hvussu Irak skal
fríast frá Saddam Hussein, og hvussu USA ætlar at
tryggja, at Irak ikki hevur nøkur hópoyð-ingarvápn
longur. Hinvegin tosaðu Tony Blair og Jose Maria
Aznar mest um at geva altjóða samfelagnum enn ein
møguleika at standa saman til at geva Saddam
Hussein enn ein seinasta møguleika, helt Hans Blix.
Fyri nøkrum døgum síðani ljóðaði, at ST var farið
undir at flyta vápnaeftirlitsmenn úr Irak, men tað
avsannaði Hans Blix í svenska sjónvarpinum. Hann
segði, at allir eftirlitsmenninir eru enn í Irak, men at
hann er til reiðar at geva teimum boð um at fara
haðani, fær hann boð frá ST um tað. Kortini væntaði
hann ikki, at hann fer at fáa hesi boðini beinanvegin.
Styðja Bush
Teir flestu amerikanararnir taka undir við, at USA
skal leypa á Irak, sama hvat ST-trygdarráðið sigur.
Sambært einari kanning hjá sjónvarpinum CNN
siga 64 prosent av teimum spurdu amerikanarunum,
at Bush forseti sigur at geva boð um álop á Irak, sjálvt
um trygdarráðið ikki tekur undir við tí. Fyri fjúrtan
døgum síðani søgdu 59 prosent tað sama.
Sama kanning vísir, at nógv teir flestu amerikanar-
arnir halda, at samband er millum Irak og
yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda, sjálvt um eingi
prógv eru fyri tí. Av teimum, sum CNN spurdi, siga
88 prosent, at Irak hevur samband við al-Qaeda og
aðrar yvirgangsfelagsskapir, sum hótta við atgerðum
at USA. 51 prosent svaraðu, at tey eru sannførd um,
at Saddam Hussein visti um atsóknirnar at World
Trade Center og Pentagon fyri hálvum øðrum ári
síðani.
Farið úr Kuwait!
Bretska uttanríkisráðið mælti um vikuskiftið øllum
bretskum ríkisborgarum í Kuwait til at fara av landin-
um.
Sambært tíðindastovuni AP umfatar áheitanin allar
bretskar ríkisborgarar í Kuwait burtursæð frá
diplomatunum á bretsku sendistovuni. Í grundgev-
ingini hjá uttanríkisráðnum stóð, at myndugleikarnir
hava tikið avgerðina eftir at hava mett um vandan fyri
yvirgangi, og tí at Irak kann fara at nýta evnafrøðilig
og lívfrøðiligt vápn fyri at verja seg ímóti álopi.
Uttanríkisráðið í London hevur eisini mælt bretum
frá at fara til Ísraels, Vestara Áarbakka og Gaza-
geiran, og teir bretarnir, sum eru har, verða bidnir um
at fara haðani sum skjótast. Seinni kunngjørdi uttan-
ríkisráðið, at bretar, sum eru í Sameindu Arabisku
Emiratunum, eiga eisini at fara haðani.
Taka diplomatar heim
Uttanríkisráðið í Washington gav sunnudagin sínum
diplomatum á sendistovunum í Ísrael, Sýrialandi og
Kuwait boð um at koma til USA.
Í boðunum frá uttanríkisráðnum stóð, at tær tríggj-
ar sendistovurnar verða ikki stongdar, men at starvs-
fólkatalið verður skert mest møguligt. Amerikansku
myndugleikarnir siga í boðunum, at viðurskiftini í
teimum trimum londunum kunnu ikki metast at vera
nóg trygg, tí roknast kann við álopum á amerikanskar
sendistovur, brestur kríggj á við Irak.
Undan Flógvakrígnum í 1991 boðsendi USA eisini
sínum diplomatum í Ísrael at koma heim. Tað sama
var galdandi fyri amerikansku diplomatarnar í
Saudiarabia.
Eitt kríggj við Irak
kann fara at krevja
upp ímóti tveimum
milliónum mannalív,
stendur í einari frá-
greiðing, sum týska
stjórnin hevur gjørt
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen:
Blaðið Tageszeitung hevur
fingið fatur á frágreiðing-
ini, sum stóð í blaðnum í
gjár.
Í frágreiðingini, sum um-
hvørvismálaráðið í Berlin
hevur gjørt, stendur, at
millum 400.000 og tvær
milliónir
fólk
kunnu
doyggja av krígnum, ann-
aðhvørt
beinleiðis
ella
óbeinleiðis. Serliga sivil-
fólkið í býunum er í vanda,
tí tað verður trupult at
útvega teimum reint vatn
og mat.
Í frágreiðingini verður
eisini víst á, at fjórðingurin
av irakska fólkinum hevur
ilt við at fáa nóg mikið av
vatni sum er, og at hesin
parturin verður munandi
størri, brestur kríggj á.
Teir 250.000
amerikansku og
bretsku hermenninir
við irakska markið
bíða nú bert eftir
boðum um at leypa á
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen:
- Í morgin er sannleikans
tími hjá øllum heiminum,
segði amerikanski forsetin,
George W. Bush, eftir fund-
in á Azorunum við Tony
Blair og Jose Maria Aznar
sunnudagin. Í gjárkvøldið
skuldi hann so boða amer-
ikansku tjóðini frá, hvørja
niðurstøðu hann var komin
til.
Men í gjár var lítil ivi um,
hvønn veg tað bar.
- Hevði eg verið iraki,
hevði eg roknað við, at tær
fyrstu bumburnar kunnu
detta niður av himni nær
sum helst og kanska longu í
nátt, segði Rosemary Hollis
á Royal Institute of Foreign
Affairs í London við Reuter
í gjár.
Samstundis
royndu
amerikanskir og bretskir
diplomatar av øllum alvi at
fáa Frakland og Russland at
sleppa ætlanini at nýta sýt-
ingarrættin í ST-trygdar-
ráðnum. Gjáranáttina var
einki, sum bendi á, at Frak-
land var sinnað at slaka fyri
tí ógvusliga trýstinum, og
eygleiðararnir væntaðu hel-
dur ikki, at Moskva fór at
broyta hugsan.
Skuldi tað diplomatiska
átakið eydnast, soleiðis at
Irak fær eina seinastu freist,
verður nneyvan talan um
meiri enn nakrar fáar dagar.
Amerikanska sjónvarps-
støðin CNN segði í gjár, at
ábendingarnar hjá Bush
bendu
á,
at
Saddam
Hussein fær 72 tímar til at
rýma av landinum. Hetta
verður gjørt, so vápnaeftir-
litsmenninir hjá ST og
útlendsk tíðindafólk fáa
stundir til at sleppa sær úr
Irak.
So byrjar álopið.
Lovar aftursvar
Í Bagdad bíðaði Saddam
Hussein ikki leingi við
sínum viðmerkingum til
orðini hjá Bush á Azorun-
um.
Hvør hevur sett Amerika
til tann órættvísa dómaran
yvir
heiminum,
spurdi
irakski forsetin.
- Tá fíggindin leggur á
okkum, má hann eisini
skilja, at kríggið millum
hann og okkum verður alla-
staðni í heiminum, har
himmal, jørð og vatn eru,
segði Saddam Hussein.
Hetta merkir sambært eyg-
leiðarum, at irakski forsetin
er til reiðar at gera kríggið
við Irak til eitt heimsum-
fatandi kríggj, og at hann er
sinnaður at nýta øll vápn
fyri at verja Irak.
Saddam Hussein legði
afturat, at Irak hevur ikki
tey hópoyðingarvápn, sum
amerikanarar og bretar siga
landið hava.
- Eru hópoyðingarvápn
ein nál, sum kann fjalast í
hárbandinum ella turri-
klæðnum hjá einari gamlari
kvinnu, so at vápnaeftirlits-
menninir ikki kunnu finna
tey,
spurdi
Saddam
Hussein.
Sannleikans tími komin
Kríggj við Irak kann kosta
tvær milliónir mannalív
Blair, Aznar og Bush á tíðindafundi aftan á fundin á Azorunum
Ein smittandi lungna-
sjúka, sum hevur sín
uppruna í Eysturasia,
hevur kravt níggju
mannalív. Ferðafólk
kunnu breiða sjúkuna
út um heimin
SJÚKA
Árni Joensen:
Alheims
heilsustovnurin
WHO ávaraði í síðstu viku
um eina higartil ókenda
lungnasjúku, sum var farin
at gera um seg í Eysturasia,
og sum longu hevði kravt
fleiri mannalív. Sjúkan varð
fyrstu ferð staðfest í Kina í
síðsta mánað.
Sambært WHO doyði ein
sjúkrasystir í Hanoi í
Vietnam av sjúkuni, og
nakrar dagar seinni doyði
ein amerikanari av sjúkuni.
Hildið verður, at hann var
vorðin
smittaður
undir
einari vitjan í Hongkong. Í
Kanada hava myndugleik-
arnir illgruna um, at ein
kvinna og eitt barn eru
deyð av sjúkuni. Eisini tey
høvdu verið í Hongkong.
Á Taiwan staðfestu heil-
sumyndugleikarnir sjúkuna
leygardagin, og í Malaysia
eru 16 fólk løgd inn á
sjúkrahús
við
sjúku-
eyðkennum, sum benda á,
at eisini tey hava fingið
sjúkuna.
Eisini í Evropa
Sunnudagin
kunngjørdu
heilsumyndugleikarnir
í
Týsklandi, at eitt fólk, sum
var komið við flogfari úr
Singapore til Frankfurt, var
lagt inn á sjúkrahús, tí
illgruni var um, at viðkom-
andi hevði fingið ta nýggju
sjúkuna. Frammanundan
var ein lækni, sum hevði
verið í sama ferðalagnum,
lagdur inn á sjúkrahús.
Týsku
myndugleikarnir
siga, at læknin var á veg úr
Singapore á eina lækna-
ráðstevnu í New York, tá
hann brádliga gjørdist sjúk-
ur.
Hini umleið 80 fólkini,
sum vóru í flogfarinum úr
Singapore, hava fingið boð
um at halda seg innandura
og at boða frá, fáa tey
illgruna um, at tey eru sjúk.
Týsku
heilsumyndug-
leikarnir halda tó ikki, at
vandi er fyri, at ferðafólkini
eru smittað, tí sjúkan smitt-
ar bert við tættari hjáveru,
sum sagt verður.
Miðflokkurin vann
finska ríkisdagsvalið,
og Anneli
Jæetteemæki verður
eftir øllum at døma
nýggjur
stjórnarleiðari
FINNLAND
Árni Joensen:
Frøin var ófør í valhølinum
hjá finska Miðflokkinum
sunnukvøldið, tá tað var
vorðið greitt, at flokkurin
var vorðin tann størsti í
Ríkisdegnum. Uppteljingin
vísti, at Miðflokkurin hevði
fingið 55 tinglimir ella
tveir fleiri enn Sosialdemo-
kratarnir hjá Paavo Lippo-
nen, forsætisráðharra.
Valið gav Miðflokkinum
sjey
tinglimir
afturat.
Framgongdin kom ikki
óvart á nakran, og hon var í
veruleikanum minni, enn
roknað varð við framman-
undan. Tí var Paavo Lippo-
nen eisini fegin um úrslitið
hjá Sosialdemokratunum,
sum fingu eitt betri úrslit,
enn
veljarakanningarnar
høvdu sagt.
Finskir
valgranskarar
siga, at valið hesaferð snúði
seg ikki so nógv um sjálvan
politikkin, men heldur um
Anneli Jæetteemæki ella
Paavo Lipponen. Persóns-
spurningurin gjørdi eisini,
at aðrir flokkar komu at
standa í skugganum, og tað
kostaði eisini summum
teirra dýrt.
Í Finnlandi er tað vanligt
at skipa breiða stjórn, og
Miðflokkurin hevur ikki
dult fyri, at hann er
sinnaður at skipa stjórn
saman við sosialdemokrat-
unum. Paavo Lipponen
hevur harafturímóti sagt, at
hann vil hava eina so breiða
stjórn, sum til ber.
Summir valgranskarar í
Helsingfors vísa eisini á, at
spurningurin um forsætis-
ráðharrasessin kann fáa av-
gerandi týdning. Anneli
Jæetteemæki hevur gjørt
greitt, at sum formaður í
størsta flokkinum hevur
hon fyrsta rætt til sessin
sum stjórnarleiðari, men
eygleiðarar ivast í, um
Pavvo Lipponen er sinnað-
ur at fara í stjórn sum van-
ligur ráðharri.
Fimm palestinar doyðu
Fimm palestinar, teirra millum eitt tvey ára gamalt
smábarn og ein trettan ára gamal drongur, doyðu, tá
ísraelski herurin leyp á flóttafólkaleguna Nuseirat í
Gazageiranum gjáranáttina.
Sambært palestinsku sjúkrahúsmyndugleikunum
vórðu tólv fólk særd í álopinum. Sagt verður, at
ísraelsmenn nýttu umleið 30 hernaðarakfør og grav-
kýr í álopinum. Áðrenn teir tóku seg aftur, sprongdu
hermenninir minst eitt hús í luftina.
Sunnudagin doyði ein amerikansk friðarkvinna, tá
hon royndi at steðga einum ísraelskum álopi í Gaza-
geiranum. Tann 23 ára gamla Rachel Corrie, sum var
ættað úr Washington, doyði, tá ein ísraelsk gravkúgv
koyrdi á hana. Amerikansku myndugleikarnir hava
mótmælt hendingini og hava kravt eina frágreiðing
frá ísraelsku stjórnini.
Hann skal loysa
Djindjic av
Leiðslan í demokratiska flokkinum í Serbia mælti
sunnudagin tjóðartinginum til at velja Zoran
Zivkovic til forsætisráðharra eftir Zoran Djindjic,
sum varð myrdur í Beograd seinasta mikudag.
Zoran Zivkovic er næstformaður í demokratiska
flokkinum, og roknað verður við, at tjóðartingið fer at
velja hann til stjórnarleiðara einaferð í hesari vikuni.
Zivkovic verður ætlandi eisini formaður í demokrat-
iska flokkinum, til flokkurin fer at velja annan for-
mann á landsfundi í heyst.
Serbisku myndugleikarnir hava tikið meiri enn 300
fólk, sum teir seta í samband við morðið á Zoran
Djindjic. Um vikuskiftið ljóðaði, at sjálvur dráps-
maðurin var flýddur úr Serbia, og at hann møguliga
var á veg til Noregs. Tí varð vaktarhaldið á norska
markinum og í norsku floghavnunum styrkt.
Semja um dómstól
ST og myndugleikarnir í Kambodja eru vorðin samd
um at skipa ein dómstól, sum skal viðgera rættarmál
ímóti leiðarunum hjá Reyðu Khmerunum, sum eru
ákærdir fyri fólkamorð.
Samráðingarnar um at skipa dómstólin hava tikið
drúgva tíð, men um vikuskiftið boðaðu kambodisku
myndugleikarnir, at teir høvdu góðtikið tað seinasta
uppskotið hjá ST. Semjan skal nú leggjast fyri ST-
aðalfundin og tjóðartingið í Kambodja til góðkenn-
ingar.
Reyðu Khmerarnir sótu við valdið í Kambodja í
fýra ár. Hetta var eitt ógvuliga harðrent stýri, og
hildið verður, at meiri enn 1,6 millión fólk doyðu av
ágangi frá stýrinum hesi árini.
Bin Laden var í Brasil
Eitt blað í Brasilia skrivaði um vikuskiftið, at yvir-
gangsmaðurin Osama bin Laden kom úr Argentina til
Brasil í 1995, og at hann helt til í brasilska lands-
partinum Foz de Iguazu nakrar dagar.
Brasilska blaðið sigur seg hava tíðindini frá keldum
í landsins fregnartænastu. Tað er alment kent, at fólk
á markinum millum Argentina og Brasilia hava veitt
yvirgangsfelagsskapum fíggjarligan stuðul, og
sambært brasilska blaðnum hava myndugleikarnir tí
havt neyvt eftirlit við virkseminum á marknaleiðini
síðani atsóknirnar í USA fyri hálvum øðrum ári
síðani.
Brasilska blaðið veit eisini at siga, at Khalid Sheikh
Muhammed, sum var tikin í Pakistan herfyri, var í
Sao Paulo í Brasil í desember í 1995.
Vandamikil lungnasjúka
hevur kravt níggju mannalív
Finnland fær eina kvinnu
til stjórnarleiðara
Anneli Jæetteemæki kann gerast fyrsta kvinnan í finska
forsætisráðharrastarvinum
Í Eysturasia royna fólk at verja seg ímóti nýggju sjúkuni. Her eru ferðafólk av Taiwan í
floghavnini í Hongkong.
C
M
Y
K
17
16