Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 53 - 18. mars 2003 Nr. 53 - 18. mars 2003 19 Hátíðardagur var á Eiði leygardagin. Nýggi parturin av skúlanum varð vígdur, og nýggja ítróttarhøllin varð tikin í brúk SKÚLAVÍGSLA Orð: Edvard Joensen Myndir: Jens Kristian Vang Eiði: Á Eiði varð nýggjur skúli vígdur leygardagin. Eisini fekk bygdin nýggja, stásiliga ítróttarhøll. Tað flaggar á Eiði. Fløggini standa so stolt í lýggja lágættarlotinum. Fólk er á gongd. Tey halda niðan brekkuna niðan í skúlan, har prestur fer at víga nýggja skúlabygningin um eina løtu. Nú strýkur vár um heimlandsvøll. Bæði í luftini og í fólkinum á Eiði. Bygt er upp í skúlan vestureftir. Ein miðhøll, ella aula, knýtir gamla og nýggja skúlan saman. Ítróttarhøllin liggur beint upp at miðhøllini, og í nið- ara borði eru so serstovur umframt tey rúm, sum hoyra ítróttarhøllini til so sum inngongd og skifting- arrúm. Samlaða víddin á tí, sum bygt er, er 2.000 fermetrar, og kostnaðurin er 10.000,- krónur fyri hvønn fermet- urin, ella 20 milliónir krón- ur. Og tað var ein ikki sørt stoltur borgarstjóri, sum á samkomuni kundi boða frá, at tá árið er úti, er alt goldið konant. Eingin lántøka. »Stik den.« Fýra ár Nógv fólk var savnað, bæði í miðhøllini og eisini í gongum og í ítróttarhøllini, har hurðarnar stóðu opnar, so tað, ið fór fram, hoyrdist og sást, tá Tordur Niclasen, borgarstjóri, beyð vælkom- in. Síðan lat borgarstjórin orðið til bygginevndarfor- mannin. Formaðurin fyri byggi- nevndini, Edvard Pauli Ejdesgaard, sum eisini er bygdarráðslimur, greiddi frá gongdini, síðan farið varð undir hetta stóra til- takið á vetri 1999, tá spakin á fysta sinni varð settur í. 27. oktober árið eftir varð reist, og byrjað varð at inni- loka høllina, og eftir summ- arfrítíðina í 2001 vóru skúlahølini liðug, og farast kundi í skúla har, hóast bygningurin ikki varð vígd- Nú strýkur vár Skúlabørn á Eiði sungu tveir sangir. »Vilt tú«, sum er sera væl kendur barnasangur, hevur eiðismaðurin Johan Kallsoy, ið eisini var lærari á Eiði, gjørt, meðan skúlanæmingarnir sjálvur høvdu gjørt tann seinna Emil Olsen, sóknarprestur, vígdi skúlan, meðan ein full høll lurtaði eftir Meðan børnini sungu varð eisini spælt undir ur fyrr enn nú gott hálvt- annað ár seinni. Edvard Pauli Ejdesgaard segði, at meginparturin av tí, gjørt er, er greitt úr hondum av handverkarum úr Eiðis Kommunu. Nógvar røður Fleiri røðarar hvødu orðið hendan dagin. Bæði undir hátíðarhaldinum i miðhøll- ini, eftir at Emil Olsen, sóknarprestur, hevði vígt skúlan, og eisini undir borðhaldinum í ítróttarhøll- ini aftaná, tá orðið var frítt. Undir hátíðarhaldinum røddu eisini Tordur Nicla- sen, borgarstóri, Vagn Fold- bo, skúlaleiðari og Høgni Hoydal, landsstýrismaður við undirvísingar- og mentamálum. Vagn Foldbo, sum fekk skúlan og høllina handað frá Tordi Niclasen, borgar- stjóra, fegnaðist um gott og væl úr hondum greitt verk. Hann segði seg vera serliga fegnan um bókasavnið, skúlin nú hevði fingið. Ikki tí at hetta var eitt skúla- bókasavn burturav. Nei tal- an var um bókasavn til alla bygdina, segði skúlastjórin. Landsstýrismaðurin við skúlamálum, Høgni Hoy- dal, ynskti eiðisfólki tilluku við hesum risatiltakinum. Hann segði seg minnast frá dreingjaárunum, at hann helt allar eiðismenn vera risar. Hann kendi bara stór fólk á Eiði, segði hann. Bæði privat og hondbólts- spælarar. Og hetta, sum nú var komið upp at standa á Eiði, var einki minni enn eitt risaverk. Men ikki bara vaksnir røðarar fingu orðið undir hátíðarhaldinum. Skúla- børn úr Eiðis skúla sungu eisini fyri gestunum. Fyrst væl kenda barnasangin »Vilt tú« hjá Johan Kallsoy, fyrrverandi lærara á Eiði, og síðan ein sang, tey sjálv høvdu gjørt. Skúlasøgan Eftir at Emil Olsen, sóknar- prestur, hevði vígt skúlan, og ein sálmur var sungin, hevði Tordur Niclasen, borgarstjóri í Eiðis Komm- unu, orðið. Tordur Niclasen tosaði um tað at vinna sær kunn- leika og tráðanina eftir at vilja vita. Hann kom eisini inn á skúlasøguna á Eiði, sum byrjaði, tá fyrsti lærarin, tók prógv í Føroyum. Hesin var eiðismaðurin Gregers Joensen. Hetta var í 1871. Hetta sama árið fekk Grækaris, sum hann varð nevndur, starv sum lærari á Eiði. Í setanarbrævinum sigur Færø Amts Skole- direktion soleiðis: »Da der i Bygden Eide er oprettet Skole og betingel- serne for at samme kan træde i Virksomhed nu ere tilveiebragt, bliver der herved efter Undervis- ningskommisionens Ind- stilling meddelt Gregers Joensen af Eide Consstitution som Lærer ved bemeldte Skole..........» So helt Grækaris skúla á Eiði. Og onnur eftir hann. Í 1915 fara eiðisfólk at hugsa um at byggja skúlan út. Tvær stovur og trimpul á. 1.400,- krónur vórðu játt- aðar frá tí almenna. Men kríggj var, og tí varð ætl- anin slept tá. Men í 1920 varð so bygt, og hesin skúlin varð i brúki líka til 1965, tá nýggjur skúli varð bygdur Uppi í Kolli, har nú ítróttarhøll er komin uppí. Nevnast skal kortini, at í sjeytiárunum varð bygt upp í skúlan, so hendan uppíbyggingin, sum nú varð vígd, var onnur víðkanin. Tá Gamli Skúli, sum eiðisfolk minnast, varð útbygdur í 1920, vóru 102 skúlabørn á Eiði. Í dag eru tey 88, segði Tordur Niclasen. Tordur Niclasen, borgarstjóri, býður vælkomin. Á fremsta raði situr bygdarráðið í Eiði Kommunu. Frá vinstru eru tey: Knút Vesturdal, Rólant Poulsen, Jóhan K. Joensen, Anfinnur Kruse, Edvard Pauli Ejdesgaard og Anna Maria Poulsen, varaborgarstjóri Fimm verandi og fyrrveradi borgarstjórar vóru savnaðir til hátíðarhaldið á Eiði. Teir eru frá vinstru sitandi borgarstjórin Tordur Niclasen. Síðan eftir sum teir hava sitið: Hans Jákup í Kollsbyrgi, Regin Ellingsgaard, Rasmus Joensen og Jógvan K. Mørkøre Eftir vígsluna var borðhald í sera snøggu og ljósu ítróttarøllini C M Y K 19 18