týsdagur 18. mars 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 53 - 18. mars 2003
Nr. 53 - 18. mars 2003
21
Jógvan Eliasen,
dagligur leiðari í
mentunarhúsinum
Atlantis hevur boðað
frá, at hann ikki
heldur fram í sínum
starvi eftir 1. mei
STARV
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Í seinastu viku
bórust tíðindini um, at
Jógvan Eliasen, dagligur
leiðari í Atlantis, ikki hel-
dur fram aftan á 1. mei, tá
hansara upprunaliga starvs-
tíð er úti.
– Játtanin til húsið frá
býráðnum er eftir mínum
tykki alt ov lítil til at kunna
reka húsið, sigur Jógvan
Eliasen, sum heldur ikki er
nøgdur
við
hølisviður-
skiftini.
Men hann avsannar, at
tað er nakað ilt komið í
millum hann og stýrið.
– Vit eru samd um, at eg
ikki skal halda fram eftir 1.
mei, sigur Jógvan, sum
sjálvur hevur sagt allatíð-
ina, at hann ikki væntaði, at
hann fór at verða gamal í
starvinum.
Men hóast tað, so er hann
sera harmur um, at húsið
stendur, sum tað ger. Hann
sigur, at tað eru sera av-
markaði møguleikar, tí
hølisviðurskiftini eru sum
tey eru. Og hann leggur
afturat, at tað letur til at
vera sera lítil hugur frá
býráðsins síðu at játta pen-
ing til onkra átroðkandi
íløgu. Til dømis nevnir
Jógvan, at húsið sum so
slettis ikki hevur atgongd
til kjallaran, og tí hevur
tørv á at fáa onnur høli. Her
hevur hann hugsað um, at
tað kundi verðið avbera
gott at bygt loftið um, og
harvið fingið meira pláss.
– Húsið kann ikki skaffa
pening til vega, tá møgu-
leikarnir eru so fáir, sigur
Jógvan Eliasen, sum fer úr
starvinum sum dagligur
leiðari í Atlantis eftir 1.
mei.
Nikolina
Olsen,
for-
kvinna í húsastýrinum, sig-
ur, at tey hava havt fund um
støðuna, men enn hava tey
ikki tikið endaliga støðu til,
um søkt verður eftir nýggj-
um leiðara beinanvegin.
– Vit fara at hava ein fund
aftur í vikuni, og tá taka vit
endaliga støðu til málið,
sigur Nikolina Olsen í
stuttari viðmerking.
Atlantisleiðarin heldur ikki fram
Hóskvøldið 20. mars
kl.19.30 heldur Elna
Skylv Hansen
almennan fyrilestur í
býráðssalinum í
Saltangará.
Fyrilesturin hevur
útgangsstøði í arbeiði
við menning av
skúlaverkinum í
Tanzania
TANZANIA
Tíðindaskriv
Mentanarhúsfelagið
í
Runavíkar kommunu hevur
aftur tikið stig til eitt tiltak.
Hesaferð er talan um ein
fyrilestur, sum Elna Skylv
Hansen fer at halda. Hon
fer at greiða frá, tá hon í
1997, fór við Mellemfolke-
ligt Samvirke sum DW,
Development Worker, til
Tanzania at arbeiða við
menningarhjálp. Hetta er í
vanligari talu, tað, sum
danir rópa »u-landsfrivil-
lig«. Her starvaðist hon
fram til 2000, sum ráðgevi
á einari læraramiðstøð fyri
undirvísingaramboð.
Í arbeiðinum í Tanzania
byrjaði Elna, saman við
hinum útsendu, at kalla frá
grundini. Tey vóru runt og
vitjaðu skúlar, og prátaðu
við lærarar um hetta nýggja
konseptið, sum tey kallaðu
TRC, Teachers´ Resource
Centre. Í arbeiðinum høvdu
tey skeiðvirksemi, og eisini
stovnaðu tey eitt bókasavn.
Sum fráleið tóku fleiri og
fleiri
undir
við
teirra
ætlanum. Hetta førdi m.a.
við sær, at fleiri lærarar
fóru aftur á skúlabonk, fyri
at betra um sítt fakliga
støði. Tá Elna fór heimaftur
til Føroya vóru tey júst flutt
í nýggjan góðan bygning
við 2 skúlastovum, bóka-
savni, skrivstovu, goymslu
og køki. Elna sigur at hetta
var
ein
spennandi
og
lærurík tíð har vinnast
skuldi á nógvum forðing-
um, stórum sum smáum.
Fyrilesturin er almennur og
kostnaðurin er kr. 50
Jógvan Eliasen verður
dagligur leiðari í Atlantis
inntil 1. mei. Tá fer hann úr
starvinum. Hvat síðani
hendir, er ikki endalig støða
tikin til enn
Fyrilestur um Tanzania
Elna sigur at hetta var ein spennandi og lærurík tíð har vinnast skuldi á nógvum forðingum,
stórum sum smáum
Elna Skylv Hansen fer at greiða frá, tá hon í 1997 fór við Mellemfolkeligt Samvirke sum DW,
Development Worker, til Tanzania at arbeiða við menningarhjálp
C
M
Y
K
21
20