Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-18, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 53 - 18. mars 2003 NR. 53 • TÝSDAGUR • 18. MARS 2003 • 77. ÁRGANGUR • WWW.SOSIALURIN.FO Leygarkvøldið var sætta og seinsta innleiðandi umfarið í Prix Føroyum hildið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Bólkarnir spældu í hesi røð: Fluffy Toys Gestir Headache Blues Treo Mnd's Eye Lawetz 10 dómarar mettu um avrikini á pallinum, og teir dømdu út frá fimm ymiskum krøvum um millum annað tónleikaliga dygd, spæl og framførslu. Endin var, at Gestir fóru við seinasta finaluplássinum í Prixnum 2003. Hálvfinalan Hálvfinalan í Prix num bjóðaði fimm væl upplagdar bólkar, sum kýttu seg til tað seinasta fyri at sleppa inn í lovaða landið – stóru Prix-finaluna PRIXIð Eyðun Klakstein Teir fimm bólkarnar, sum leygarkvøldið fingu sein- asta møguleikan at spæla seg í finaluna í Prixnum, løgdu nógv fyri á pallinum. Bólkarnir vóru sera væl upplagdir, og teir høvdu fyrireikað seg væl til stóra kvøldið. Líka frá tí, at teir væl svingandi rockarnir í Fluffy Toys komu á pallin, og til teir funkutu Lawetz spældu seinastu tónarnar í kapp- ingin, var dygdin í tónleikin góð, og framførslurnar vóru sum heild sera góðar. Summir bólkarnar høvdu aftur hesaferð tikið stór- skíggjan í nýtslu, aðrir høvdu livandi ljós við á pallin, og kjarnin í tí heila var eitt gott tónleikaligt upplivilsi við fimm sera ymiskum bólkum. Fegnir vinnarar Vinnarin hetta kvøldið gjørdist bólkurin Gestir, sum er mannaður við tón- leikarum úr Gøtu, Leirvík og Fuglafirði, og teir vóru ovurfegnir og eitt sindur bilsnir um úrslitið. – Eftir at vit høvdu verið á pallinum, hildu vit, at nú var Prixið liðugt. Vit høvdu eina kenslu av, at vit fóru ikki at koma víðari, og tí vóru vit sera kløkkir, tá ið vit vóru útnevndir sum vin- arar, sigur Knút Eystur- stein, sum er ein av tónleik- arunum í bólkinum. – Vit eru sera glaðir og takksamir fyri úrslitið, ikki minsta tá ið vit hugsa um, hvussu væl bólkarnir spældu leygarkvøldið. Allir bólkarnir kundu havt verið við í finaluni, og mær dámdi sjálvur sera væl Mind's Eye. Spæla meira Gestir eru ein nýggjur bólkur, sum bara hevur spælt nakrar fáar ferðir al- ment. Men teir hava longu gjørt so nógv vart við seg, at teir eru vorðnir sjónligir á føroyska tónleikapalli- num. – Nú fara vit at halda frí í nakrar dagar, men so fara vit undir at venja aftur og skriva nýggjar sangir. Vit ætla eisini at spæla á fleiri konsertum næstu tíðina, tí vit vilja hava tónleikin hjá okkum út til fólk, sigur Knút Eysturstein. – Vit hava fingið eitt stórt herðaklapp í Prix Føroyum, og tað eru vit sera fegnir um. Vit spæla ikki júst fest- ligan tónleik, men fólk taka sera væl ímóti okkum, og tað var gott lív í leygar- kvøldið, tá ið vit spældu. Stór vælvild Gestir høvdu bara eina viku til at fyrireika seg til hálv- finaluna, eftir at teir vóru blivnir nummar tvey í sein- asta regluliga undanum - farinum, og tað gjørdi, at teir máttu venja nógv í síðstu viku. Teir venja í Gøtu, og fleiri aðrir bólkar, sum venja í sama høli, lótu ídnu tónleikararnar í Gestum sleppa framat fleiri ferðir, tá ið teir ikki høvdu venj- ingartíðir, og tað kom væl við hjá finalubólkinum. – Vit hava fingið sera nógv góða hjálp, og hinir bólkarnir hava verið sera lagaligir móti okkum. Tað er sera positivt at uppliva, sigur Knút Eysturstein. Aðrir gjørdu vart við seg Fleiri av hinum bólkunum í hálvfinaluni hava gjørt vart við seg, og nú skulu næstu mánaðirnir vísa, hvat teir fáa burtur úr hesum. Fluffy Toys hevur verið ein virkin bólkur í fleiri ár, og teir hava seinastu vikur- nar verið úti og spælt til dans fleiri ferðir. Tað nýggja hjá teimum er, at teir eisini eru farnir at spæla sín egna tónleik. K l a k s v í k s b ó l k u r i n Mind´s Eye er eitt spenn- andi navn, og teir hava onkra uppgávu fyri framm- an. Teir ætla at dríva á næstu tíðina, og málið er at skriva fleiri sangir. Headache Blues Treo er mannaður við virknum tón- leikarum, men ivasamt er, hvussu tað verður við júst hesi samansetingini fram- yvir. Og so er tað ungi bólk- urin Lawetz, sum eisini um- hugsar, hvat framtíðin skal brúkast til. Ein av tónleik- arunum í bólkinum er nirði í løtuni, og tí er óvist, hvussu tað verður við bólkinum komandi tíðina. Tað var futtur í Fluffy Toys løgdu fyri leygarkvøldið, og teir vóru í rætta essinum. Teir spældu góðan rocktónleik og høvdu eina lívliga framførslu. Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 23 22 – Føroyar eiga at knýta handilslig bond við arabisku londini, sum kunnu vera ein framtíðar marknaður fyri føroyskar vørur. Eisini eiga vit at taka upp samstarv við OPEC. Finna vit olju eiga vit eisini at umhugsa limaskap har heldur Johan Mortensen, vinnulívsmaður, sum nakað herfyri vitjaði á høvuðsborgini hjá OPEC í Wien Samstarv Jan Müller Út ímóti helminginum av allari oljuframleiðslu í heiminum í dag kemur frá londunum, sum eru í fel- agsskapinum OPEC. Hesin felagsskapur hevur tí eina sera stóra ávirkan á heims- búskapin. Johan Morten- sen, stjóri í Havn hevur al- tíð havt áhuga fyri olju og gassi og hevur hann í fleiri ár havt samband við OPEC. Johan Mortensen sigur við Sosialin, at OPEC fylgir væl við, hvussu gongur við okkara oljuídn- aði og skilur hann, at vit eru vælkomin at tosa um sam- starv og entá limaskap, tá tað einaferð, vónandi, verður ein føroysk olju- framleiðsla. Umframt at røkja oljumarknaðin ger OPEC eisini sera nógv fyri limalondini. Persónliga heldur Johan Mortensen, at tað kundi verið til fyrimun- ar fyri Føroyar at verið lim- ur og áttu vit longu nú at havt eitt politiskt samband við OPEC heldur hann. Nakað herfyri vitjaðu Johan Mortensen og Páll Kunoy, tryggingarmaður á høvuðsborgini hjá OPEC Í WIEN. Johan Mortensen hevur leingi havt ætlanir um at fáa eitt umboð fyri OPEC til Førya at halda ein kunnandi fyrilestur um OPEC. Hesin kundi hósk- andi verið hildin í Oljuting- inum. Væntandi verður vitj- anin nú í summar. Johan Mortensen heldur annars, at tað er av stórum týdningi, at almennu Før- oyar hava samband við slíkar felagsskapir og vónar hann, at eitt nú løgtingslim- ir, sum eru á vitjan hja ST eins og hjá øðrum týðandi felagsskapum, duga at knýta diplomatisk sam- bond, sum kunnu verða Føroyum at gagni. Sum vinnulívsmaður heldur Joh- an Mortensen, at tað eru stórir møguleikar fyri før- oyskt vinnulív bæði í Mið- og fjareystri og gera vit alt ov lítið av at orientera okk- um handavegin. Eitt nú hevur Føroyar onki sam- band yvirhøvur við arab- iska heimin. Tað heldur hann vera spell, tí her liggja helst marknaðir fyri ávísum føroyskum vøum. Johan Mortensen fegnast annars um tær royndir, sum før- oysk vinnulívsfólk hava gjørt fyri at kunna seg við marknaðirnar í bæði Mið- eystri og Fjareystri. Fyri stuttum vórðu umboð fyri vinnulívið m.a. á vitjan í bæði Japan og Kina. Johan Mortensen hevur av sínum eintingum tikið stig til, at ein føroysk sendi- nevnd fer til Saudi Arabia at kanna møgulleikarnar fyri einum handilsligum samstarvi millum Føroyar og Saudi Arabia. Bjarni Djurholm, landsstýrismað- ur, er kunnaður um hesar ætlanir; skilst. Johan Mortensen her á høvuðsborgini hjá OPEC í Wien. OPEC vitjan í summar: Føroyar eiga at hava tættari samband við arabiska heimin Á myndini síggja vit Johan Mortensen og Páll Kunoy, stjóra á sjóartryggingardeildini hjá TRYGD heilsa uppá ein toppmann í OPEC, Dr Ghanem, skrivara hjá The General Secretary, stjóranum, í OPEC í høvuðssætinum í Wien. Myndin er tikin frammafyri formanssessinum í OPEC, har nógvar stórar avgerðir vera tiknar, sum eisini ávirka viðurskiftini í Føroyum. Páll Kunoy og Johan Mortensen eru báðir av teirri sannføring, at tað er sera týdningarmikið, at føroyska vinnulívið hevur samband við stórar aktørar sum OPEC.