Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 53 - 18. mars 2003 Nr. 53 - 18. mars 2003 25 Framtíðin hjá unga havnabólkinum er ikki vís, men avrik- ið í Prixnum gevur teimum hug til at halda fram LAWETZ Eyðun Klakstein Eitt av stjørnuskotunum í Prixnum hesaferð hev- ur verið bólkurin La- wetz, sum er mannaður við ungum tónleikarum úr Havn. Tey spæla frískan og funkutan popptónleik, og tað gjørdu teir sera væl í hálvfinaluni leyg- arkvøldið. Teir komu ikki víðari, men vóru sera væl nøgdir við sína framførslu, og tá ið teir høvdu vant seg við tank- an um, at teir ikki komu í finaluna, var lagið gott. – Vit spældu okkara bestu og vóru væl nøgd- ir við framførsluna. Vit hava fingið sera nógv burtur úr at verða við í Prixnum, og leygar- kvøldið fingu vit eisini nógv góð orð við á veg- num, sigur Dávur Juul Magnussen, sum spælir trombone í bólkinum. – Tað hevur verið sera trupult hjá dómarunum at døma leygarkvøldið, tí bólkarnar vóru allir góðir á sín hátt. Mær dámdi sera væl Gestir, men fleiri av bólkunum kundu saktans komið í finaluna, heldur hann. Framtíðin opin Lawetz er nýggjur bólk- ur. Teir hava bara spælt saman í eitt hálvt ár, og framtíðin hjá bólkinum er ikki vís. Orsøkin er, at trummuspælarin býr í Danmark og roynir at koma inn á tónleika- skúla, sum skal fyrireika hann til upptøkuna á konservatorii seinni. – Framførslan leygar- kvøldið gevur okkum rættiliga hug til at halda fram við bólkinum, men vit vita ikki enn, hvussu tað verður. Spurningurin er eisini, hvussu tað verður við trummuspæl- aranum, um vit skulu halda fram, sigur Dávur Juul Magnussen. Lawetz er ein av teim- um bólkunum, sum ikki hevur spælt til nakra konsert ímillum innleið- andi umfarið og hálvfin- aluna, og teir hava onga framførslu á skránni næstu tíðina. Tí ber til at siga, at tað er óvist, hvussu framtíð- in hjá evnaríka bólki- num verður. »13 verður givið fyri framúr sjálvstøðugt og avbera gott avrik.« Soleiðis stóð á próvtalsstiganum, tá eg gekk í skúla. Hóast tað ongantíð eydnaðist at fáa 13 talið í hús, so var okkurt dragandi og gandakent við tí. Hvat krevst fyri at røkka heilt har upp? Onkuntíð, tá eg var serliga væl nøgdur við avrikið, var tað eitt vónbrot at staðfesta, at dómur lærarans ikki samsvaraði við mínar vónir. Tá var freistandi at hugsa, at orsøkin mátti vera, at lærarin ikki skilti meg. Kanska hava luttakararnir í Prix Føroyum av og á hugsað tað sama. Flestu bólkarnir hava vant intensivt í mánaðir í royndini at vinna sær sess í finaluni í Norðurlanda- húsinum. Spenningurin hevur verið øgiligur, hvørja ferð Jákup Magnussen er komin á pallin at siga áhoyrarafjøldini endaliga úrslitið, sum teir 10 dóm- ararnir eru vorðnir samdir um. Dómurin í bræv- bjálvanum hevur oftast havt eina rættiliga dramat- iska reaktión við sær í salinum. Gleðisróp og vón- brot - hvørt um annað. Í onkrum umfari vórðu summi so skelkað av úrslitinum, at orðið »gøla« í heilum var at síggja á hesum ymsu kjaktorgunum. Onkur vildi vera við, at dómararnir als ikki skiltu nýggja tónleikin. Um ein er samdur ella ikki, so skerst ikki burtur, at tað er vandamikið at skýra dómararnar inkompe- tentar. Prix Føroyar er ein kapping, og vit taka sjálvt grundarlagið undan kappingini, um vit ikki góðtaka teirra niðurstøðu. Lat meg tó skunda mær at leggja aftrat, at eg ikki havi tikið undir við úrskurðinum hvørja ferð, men kortini ætli eg mær avgjørt at klappa, tá Jákup Magnussen kunnger endaliga vinnaran tann 26. apríl. Tí eitt so positivt og í allar mátar gevandi tiltak má ikki enda við einum antiklimaksi. Tað rennur kalt niður eftir bakinum, tá hugsað verður um synd- arligu móttøkuna, Taxi fekk í 1999, tá manningin kom aftur á pallin at taka ímóti vinninginum. Tað má ikki henda aftur. Í undanumførunum hava 29 bólkar framført sín tón- leik. Teir hava spælt umleið 20 minuttir hvør. 580 minuttir ella næstan 10 tímar av spildurnýggjum føroyskum tónleiki. Ein steinur aftrat er lagdur í alsamt vaksandi varðan. Tað er eisini at fegnast um, at tað longu nú er greitt, at tað ikki bara verða teir seks finalubólkarnar, ið vit fara at hoyra aftur. Millum 15 tær bestu í løtuni, eru tríggir Prix-bólkar. Eingin teirra verður í finaluni, men hóast tað hava fólk tikið tónleikin til sín. Tað sigur eitt sindur um, at Prix Føroyar hevur ein marglætis trupulleika at dragast við. Lurtararnir vildu fegnir havt fleiri enn teir seks í finaluni. Tað hevur verið eitt stórt privilegium at hoyrt, og í útvarpshøpi eisini hitt, allar 29 bólkarnar. Eftir mínum tykki hava verið fleiri sjálvstøðug og avbera góð avrik í teimum seks umførunum. Rúni Jákupsson, útvarpsmaður Lawetz hugsar seg um Høgni Reistrup og hinir í Lawetz høvdu eina frálíka framførslu í Prixnum leygarkvøldið. Mynd: Jens Kr. Vang Eysturoyarbólkur dróg longsta streingin í hálvfinaluni í Prix- num, og teir verða nú gestir í finaluni. Sein- asta innleiðandi um- farið var merkt av fjølbroyttum og góð- um framførslum, har tað var sera trupult at kjósa ein greiðan vinnara HÁLVFINALAN Eyðun Klakstein Tað vóru fimm bólkar við ymiskum dygdum, sum spældu um seinasta finalu- plássið í Prix Føroyum. Tónleikastílurin var fjøl- broyttur, framførslurnar somuleiðis, og styrkirnar hjá bólkunum vóru ymisk- ar. Tí var tað trupult hjá dómarunum at viga ímill- um, hvørjar dygdir skuldu telja mest, og hvør skuldu fáa seinasta finaluplássið. Skuldi tað verða teir væl- spælandi rocktónleikarar- nir í Fluffy Toys, sum spæla klassiskan rock. Skuldi tað vera teir sveimandi Gestir, sum hava eitt serligt ljóð og royna nakað nýtt. Skuldi tað vera elitutónleikararnir í Headache Blues Treo við sínum blues-rocki. Hvat við teimum ágangandi og lívligu Mind´s Eye. Ella skuldi tað vera góði og svingandi popptónleikurin hjá Lawetz, sum varð send- ur í finaluna? Spurningarnir vóru nógvir, og teir kundu iva- leyst verið svaraðir á ymiskan hátt, alt eftir hvør varð spurdur. Allir bólkarnir, sum spældu leygarkvøldið, høvdu eyðsýntar styrkir, og tað bar eisini til at peika á manglar hjá teimum øllum. Tí var dømingin eitt slíkt kvøld trupult, og tað var meira enn tann eini bólkur- in, sum kundi lagt nakað afturat finaluni í apríl mán- aði. Fastir gestir Men tann bólkurin, sum endaði eina akkord framm- an fyri hinar bólkarnar, var Gestir, og orsøkirnar til tað vóru ivaleyst fleiri. Talan er um ein bólk, sum spælir eitt øðrvísi slag av rocktón- leiki, tá ið hugsað verður um føroyskan tónleik. Teir leita eftir nýggjum ljóðum og stemningum, og teir sveima rættiliga við sínum eymu og mjúku tón- um. Teir skiltu seg burtur úr rúgvuni, og tað er gott at gera í eini kapping. Gestir spæla væl saman, og teir hava ein framúrskar- andi frontfigur í Ólavi Han- sen. Hann er erligur og inniligur, og har er einki pátikið tvætl. Hann er, sum hann er, og that's it. Tað gevur Gestum stórt tón- leikaligt trúvirði, og inni- haldið í tónleikinum er dygdargott og flýtur om- aná, tá ið verðin druknar. Headache fall Ein annar bólkur, sum frammanundan var mettur sum favorittur hetta kvøld- ið, var Headache Blues Treo, sum er mannaður við fýra sera dugnaligum tón- leikarum. Tríggir teirra hava verið virknir í fleiri ár- tíggjund, og teir eru virdir og kendir sum góðir tón- leikarar. Framførslan hjá Head- ache leygarkvøldið var ikki rættiliga á toppinum. Teir spældu væl, og tónleikurin hevði hesa ferð førkað seg eitt sindur frá tí traditio- nella blues-tónleikinum og yvir í meira rock – kanska á eini leið, har Pink Floyd við hvørt plagar at ferðast. Hó- ast hesa broyting, sum var av tí góða, manglaði fram- førslan hjá bólkinum eitt- hvørt. Teir komu ikki rætti- liga til sín rætt, og fram- førslan hesaferð var ikki eins góð, og hon var í inn- leiðandi umfarinum. Mind's Eye er lovandi Ungu menninir í Mind's Eye høvdu hinvegin eina framúr góða framførslu. Og hóast tónleikaligu dygdir- nar ikki eru tær somu, sum hjá eitt nú Headache, so var nervin og sálin í hesi fram- førslu av slíkum slagi, at teir høvdu verið ein frálíkur finalubólkur. Teir fingu áhoyrarar- fjøldina upp frá við sínum harða rocktónleiki, og hó- ast styrkin hjá bólkinum nevniliga er í tí ógvusliga ljóðinum, growlinum og tunga gittarljóðinum, duga teir at brúka dynamikk í tónleikinum. Her er talan um ein frá- líkan bólk, sum kann hava eina lovandi framtíð, um teir halda á fram við at menna seg, skriva sín egna tónleik og at spæla oftari, enn teir hava gjørt áðrenn Prixið. Fluffy Toys á rull Rockbólkurin Fluffy Toys er sum fáur førur fyri at spæla góðan rocktónleik, har tað ikki verður hugsað um, hvat er frammi í tíðini. Teir hava kosið sær ein klassiskan stil, og hendan stílin meistrað teir til fuln- ar. Bólkurin spældi sera væl leygarkvøldið, og hóast sambandið við áhoyrarar- nar ikki var tað sama hesa- ferð sum í innleiðandi um- farinum, var bólkurin kanska enn betur fyri tón- leikaliga, enn hann var seinast. Einar Joensen gekk á odda, men hann var stuðlar av tøttum og góðum sam- anspæli frá hinum tónleik- arunum í bólkinum. Ein fragd at hoyra hendan rock- tónleikin í Prixnum. Lawetz setti punktum Innleiðandi umførini end- aðu við poppbólkinum Lawetz, sum hevur funnið sær ein stuttligan funkutan stíl. Sangarin við tí løgna dansistevinum og ser merktu røddini fylti nógv á pallinum, og hóast hann og restin av bólkinum byrjaðu trivlandi við einum hálv- vánaligum sangi, so vundu teir seg rættiliga upp og komu sum heild stak væl frá framførsluni. Tónleikurin var melodi- øsur og merktur av nógvum detaljum, sum sótu sum tær skuldu. Trombone-spælarin legði nakað serligt afturat tónleikinum, og trummu- spælarin helt allatíðini góva stevinum. Lawetz gjørdist eitt av teimum nýggju nøvnunum, sum kláraði at gera vart við seg í hesum Prixnum – eis- ini hóast teir ikki komu í finaluna. Sigurin er finalan Seinasta Prix-umfarið í Fuglafirði var ein hálv fin- ala, og umfarið var eitt gott tónleikaligt upplivilsi. Fimm góðir bólkar spældu, og teir høvdu allir kunnu stilla upp í finaluni um hálvan annan mánað. Men kjarnin í kappingini er, at nógv skulu veljast frá fyri at fáa tey fáu fegnu. Og stóri sigurin í kappingini er sjálvt finaluplássið. Tá fáa teir seks bólkarnir ein gyltan møguleika at gera vart við seg – bæði mótvegis teimum heimligu lurtarunum og mótvegis út- lendskum fakfólki. Gestir vórðu bodnir í finaluna Seinasta Prix-kvøldið í Fuglafirði var gjøgnumgangandi lívligt, og enn einaferð var stori salurin á tremur við væl uppløgdum áhoyrarum. Mynd: Jens Kr. Vang Eingin havnafinala Andaligi leiðarin í bólkinum MC Hár róði tíðliga í kappingini fram undir, at ársins finalan í Prix Føroyum fór at vera ein finala við seks havnabólkum. Hetta gjørdist tó ikki veruleiki. Fýra av bólkunum í finaluni eru úr høvuðsstaðnum, teir eru MC Hár, Makrel, Déja Vú og Hatespeech. Hinir báðir finalubólkarnir, Braquet og Gestir, eru úr Eysturoynni. Finalan í Prix Føroyum verður leygarkvøldið 26. apríl, og tá skal so endaligi vinnarin finast. Gestir spæla væl saman, og teir hava ein framúrskarandi frontfigur í Ólavi Hansen. Hann er erligur og inniligur, og har er einki pátikið tvætl. Hann er, sum hann er, og that's it. Tað gevur Gestum stórt tónleikaligt trúvirði, og innihaldið í tónleikinum er dygdargott og flýtur omaná, tá ið verðin druknar. Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 25 24