Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 26 Nr. 53 - 18. mars 2003 Stórur partur av útgerðini, sum verður brúktur til eitt umfar í Prixnum, er tann saman hjá øllum bólkum. Stóra ljóðanleggið, ljós- ið og monitorar standa uppi fyri kvøldið, men bólkarnir hava eisini sína egnu útgerð, sum skal set- ast upp, tá ið teir skulu á pallin. Tónleikarar hava vanliga síni egnu ljóðføri at spæla uppá, og teir nýta ofta sínar egnu forsterkarar eisini. Gittarspælarar hava altíð egnar pedalir, sum teir brúka fyri at fáa »sítt« ljóð. Steðgirnir, sum er ímill- um framførslurnar hjá bólkunum, verða nýttir til at rigga av hjá bólkinum, sum hevur spælt, og til at gera klárt til næsta bólkin. Hetta tekur eitt sindur av tíð, men skiftini ganga vanliga skjótt og væl. Longstu steðgirnir hava vanliga verið, tá ið vinn- arabólkurin er kunngjørd- ur, og til teir eru klárir at spæla aftur. Tá er so nógv rokan, at tað tekur drúgva tíð at koma á pallin og at gera klárt. Ongantíð áður hava so nógvir áhoyrarar verið til tey innleiðandi umførini í Prix Føroyum. Hesaferð hava tað verið seks innleiðandi umfør á skránni afturímóti teimum fýra, sum hevur verið van- ligt, og tí var grundarlag fyri at fáa fleiri fólk enn vanligt. Men tað er ikki bara tað, at umførini hava verið fleiri, áhoyrararnir hava eisini verið óvanliga trúgvir til hesi tiltøk, og tað hevur verið mest sum fult í Mentanarhúsinum hvørjaferð. Til eina umfarið var so nógv fólk, at fleiri enn hundrað fólk ongantíð sluppu innar, hóast tey vóru komin til Fuglafirðar. Væl omanfyri 3000 fólk hava verið til Prix-tiltøkini í Fuglafirði. Sera góð undirtøka fyri Prixnum Tað tekur tíð at gera klárt Heit suppa at fáa Fleiri av Prix-kvøldunum hevur heit suppa verið at fingið uttan fyri Mentanarhúsið í Fuglafirði. Hetta er tað, sum í vanligari talu verður rópt »Jesus- suppa«. Orsøkin til tað er, at tað eru virkin trúgvandi, sum bjóða ókeypis suppu til fólk í náttarlívinum, og hetta hevur serliga verið vanligt i Havn. Men eisini Prix-tiltøkini hava fingið vitjan av hes- um fryntligu fólkum. Seinastu tvey umførini av Prixnum er tað vorið alt meira vanligt, at fólk hava stagedivað. Hetta fyribrigd- ið, sum er vanligt kring all- an heimin, kom rættiliga til Prixið, tá ið Hatespeech spældi næstseinasta leygar- kvøld. Tá vóru tað nógv fólk, sum fóru upp á pallin fyri síðani at tveita seg út mill- um áhoyrararnar har frammi, sum royna at lofta og fáa persónin í heilum líki niður á gólvið aftur Aftur leygarkvøldið vóru tað nógv fólk, sum kavaðu út frá pallinum, og hetta hendi ikki minst framførsl- uni hjá Mind's Eye, sum spælir harðan og ágangandi rocktónleik. Onkrir áhoyrarar fingu ikki nakra bleyta lending, men endaðu heldur harð- liga í gólvinum. Eingin skaði stóðst tó av hesi kav- ingini. Kavaðu av pallinum Ein av landsins mest virdu gittarspælarum, Leivur Thomsen, var leygarkvøld- ið við í Prixnum. Hann spældi í bólkinum Headache Blues Treo, har vanligi gittarspælarin, Búi Dam, ikki kundi vera við, tí hann var uttanlands. Leivur er búsitandi í Keyp- mannahavn, har hann er ein av monnunum aftanfyri føroyska studio á Amager, MediaMusic. Leivur hevur seinastu tíðina millum ann- að verið við í framleiðsluni av tónleiki til Brand Enni. Leivur gjørdi sítt Tá ið Gestir komu aftur á pallin sum vinnarar av hálvfinaluni í Prixnum, kendi ljómborðsspælarin Knút Eysturstein seg noyddan til at taka orðið. Hann helt fyri, at sangar- in vanliga ikki segði so nógv, og so noyddist hann líka at siga okkurt. Hann takkaði teimum, sum høvdu stuðlað bólkinum til Prixið, bæði til sjálva framførsluna og til fyri- reikingarnar framman- undan. Aftaná kláraði frálíki sang arin í bólkinum, Ólavur Hansen, tó at takka fyri seg eisini. Knút tók orðið Birgir Kruse er ein av lim- unum í stýrinum fyri Lista- stevnu Føroya. Í fjør var hann formaður fyri stýrið, og hann hevur sum heild havt ein týðandi leiklut í fyrireikingini av hesi stóru mentastevnu. Leygarkvøldið hevði Birgir leitað sær til Fugla- fjarðar at lurta eftir fimm av bólkunum, sum bjóðaðu seg fram til Prix-finaluna. Honum dámdi væl tón- leikin, og hann hevði ser- liga rósandi orð at bera unga havnabólkinum La- wetz, sum spældi svingandi popptónleik. Birgi dámdi væl Lawetz TB og AB gjørdust vinnarar av teimum báðum innleiðandi umførunum í kapp- ingini um Løgmans- steypið, og tí skulu tey nú kappast víðari í ávikavist bólki 1 og bólki 2. LØGMANSSTEYPIÐ Hilmar Jan Hansen Hóast nakað er liðið, síðani lutakastið til kappingina um Løgmanssteypið var avgreitt, gjørdist ikki fyrr enn um vikuskiftið greitt, hvussu steypabólkarnir endaliga skulu síggja út. Tvey innleiðandi umfør hava verið spæld síðstu tvey vikuskiftini eftir gamla »knock-out« prin- sippinum, har dystirnir skulu vinnast fyri at koma víðari. Her stóðu 2. deildarliðini TB og AB seg best, og tí sleppa tey nú at halda fram í kappingini í ávikavist bólki 1 og 2, har tvey tey bestu liðini saman við tveimum teimum bestu tríarunum vinna seg upp í fjórðingsfinalurnar. Onkur kanska freistast at siga, at tað er ikki fyrr enn nú, at steypakappingin byrjar av álvara, tí komandi leygardag verður skjøtil settur á bólkaspælið, ið tel- ur øll liðini í 1. deild, umframt tey bæði, ið hava vunnið sær luttøku har. Nakað er helst eisini um tað, tí enn eru bara seks av teimum tilsamans 51 dyst- unum í kappingini um Løg- manssteypið spældir. Í bólkaspælinum ber til at tapa onkran dyst og kortini sleppa víðari, men tá komið verður til fjórðingsfinalur- nar og kappingina út, er tað aftur »knock-out« - vinnar- in sleppur víðari og taparin er yvir og farin! TB basti Royn TB, sum í sínum fyrra dysti hevði vunnið heili 8-0 á Fram, hevði leygardagin vitjan á Sevmýri av næstu grannum sínum, Royn úr Hvalba. Enn eina ferð vann TB sannførandi, hóast málini hesa ferð ikki gjørdust eins nógv og í fyrra dystinum. TB vann 3-0, eftir at hava verið á odda 1-0 í hálv- leikinum. Spælandi venjarin Jón Johannesen legði TB á odda fyri steðgin, og í seinna hálvleiki staðfestu Olivur Abrahamsen og Kaj Roest sigurin. Seint í dystinum mátti ein av TB-arunum undir brúsuna undan hinum, tí hann fekk reyða kortið, men tá tóktist ov seint hjá Royn at venda dystinum, ið ikki var so ójavnur, sum tølini kanska siga. Við sigrinum fekk TB fjórða plássi í bólki 1, sum frammanundan telur NSÍ, B68 og FS Vágar. Tað vil siga, at her skulu tvey grannalið kappast saman við bæði upp- og niðurflyt- arunum frá kappingini í fjør. AB vann krossin At argjamenn ætla sær nak- að í ár, varð staðfest sunnu- dagin, tá teir á útivølli á Krossinum í Sumba fingu vunnið 3-2 á sumbingum, sum annars fara at teljast millum nýggju kappingar- neytarnar hjá AB í lands- kappingini í 2. deild. Innan fyri fyrsta hálva tíman av dystinum var AB komið á odda 3-0, uttan at tað hevði eydnast Sumba at hótta nakað serligt. Tí kundi hetta líkst einum trivaligum sigri til argja- menn við tveimum málum frá Eyðuni Samuelsen og einum frá Jan Jørgensen. So skuldi tó ikki gerast, tí heimaliðið menti seg í seinna hálvleiki og svaraði aftur. Tey bæði málini hjá Eiriki Joensen og Robert Cieslewic gjørdust kortini ikki nóg mikið, og AB er tí komið víðari í steypakapp- ingini. Í bólkaspælinum skal AB í bólki 2 kappast við KÍ, VB og EB/Streym, og tá sleppur styrkta 2. deildar- liðið hjá argjamonnum óiv- að at royna seg av álvara. Triði steypabólkurin er mannaður við HB, GÍ, B36 og Skála, sum øll eru 1. deildarlið, og tí verður hetta á pappírinum helst mett sum torførasti bólkurin av teimum trimum. 45 dystir eftir Sum nevnt, eru enn bara seks av 51 dystum spældir í kappingini um Løgmans- steypið, sum endar við stóru finaluni á Tórsvølli sjálvan ólavsøkudag. Leiðin er tó long, áðrenn finalan er fyri framman - heilir 45 dystir tilsamans - og fyrst ræður sjálvandi um at koma heilskapaður úr bólkaspælinum, har seks dystir eru til hvørt liðið. Lagt verður til brots nú leygardagin, og síðsta um- farið í bólkaspælinum verð- ur spælt 21. apríl. Síðani standa fjórðingsfinalurnar á skránni 3. mei, áðrenn samanlagda úrslitið av fyrru og seinnu hálvfinal- unum ávikavist 10. og 18. mei skal vísa, hvørji tvey lið hava vunnið sær pláss í sjálvari finaluni. Seinnu árini hevur kapp- ingin um Løgmanssteypið verið høgt í metum millum flestu feløg, tí hon gevur tað fyrsta atgongumerkið til europeiskan fótbólt. Í fjør vann NSÍ finaluna móti HB, og tí eru tað runa- víkingar, sum seinni í ár sleppa við í UEFA Cup- kappingina sum føroyskir steypavinnarar. Nr. 53 • týsdagur • 18. mars 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Bólkaspælið fullmannað Á ólavsøku í fjør kundu teir í NSÍ lyfta Løgmanssteypið upp um høvd og fegnast um sína fyrstu europeisku lut- tøku nakrantíð. Tað er hetta, sum er málið hjá teimum tólv liðunum, sum nú leygar- dagin seta skjøtil á bólka- spælið í kappingini hesa ferð Kappingin um Løgmanssteypið Innleiðandi umfar 9. marsTB-Fram 8-0 9. marsLÍF-Royn 1-2 9. marsÍF-AB 5-6 (eftir 0-0, umdyst og brotssparkskapping) 9. marsB71-Sumba 4-5 (eftir 1-1, umdyst og brotssparkskapping) 1. umfar 15. mars TB-Royn 3-0 16. mars Sumba-AB 2-3 Bólkaspælið Bólkur1 Bólkur 2 Bólkur 3 22. mars TB-B68 AB-VB HB-SKÁLA 22. mars NSÍ-FS Vágar KÍ-EB/Streymur GÍ-B36 29. mars B68-FS Vágar VB-KÍ HB-B36 29.mars TB-NSÍ AB-EB/Streymur SKÁLA-GÍ 05. apríl NSÍ-B68 EB/Streymur-VB GÍ-HB 05. apríl FS Vágar-TB KÍ-AB B36-SKÁLA 12. apríl B68-TB VB-AB SKÁLA-HB 12. apríl FS Vágar-NSÍ EB/Streymur-KÍ B36-GÍ 17. apríl FS Vágar-B68 KÍ-VB HB-GÍ 17. apríl NSÍ-TB EB/Streymur-AB SKÁLA-B36 21. apríl B68-NSÍ VB-EB/Streymur B36-HB 21. apríl TB-FS Vágar AB-KÍ GÍ-SKÁLA 3. mei Fjórðingsfinalur 10. mei Fyrru hálvfinalur 18. mei Seinnu hálvfinalur 29. juli Finalan C M Y K 26