týsdagur 18. mars 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 - 18. mars 2003
29
29
28
Nr. 53 - 18. mars 2003
C
M
Y
K
28
ÍF-KÌF 3-0 (25-12,25-15,25-19)
So kom gullið í hús
Tað gjørdist ikki
neyðugt hjá ÍF at
finna meistaraspæl
fram fyri at vinna á
KÌF leygardagin, og
harvið var fyrsta
meistaraheitið hjá
kvinnunum veruleiki
FLOGBÒLTUR
Orð:Heri á Rógvi
Myndir: Finnur Justinussen
Tað vóru valla ikki nógv,
sum roknaðu við, at KÍF
fór at gera stórvegis við ÍF
á síðsta leikdegi í meistara-
deildini hjá kvinnum. Fyri
spenningin
skuldi
allir
dystirnir spælast samstund-
is, men dysturin á Kambs-
dali leygardagin gjørdist
ongantíð spennandi fyri
nakran annan enn ÍF-
áskoðararnar, ið kundu há-
tíðarhalda eitt meistaraheiti
afturat leygardagin við
realiseringini av meistara-
heitinum hjá monnum.
Eitt lið við kós móti FM-
heitinum á síðsta leikdegi
eigur at klára uppgávuna –
at vinna á botnliðinum, og í
so máta gjørdi ÍF sína
skyldu.
KÌF stríddist væl allan
dystin, men í tí stóra og
heila eru ÍF bara eitt sindur
betri í flestu pørtum av
spælinum. Liðið hevði ein
ógvuliga lítið sannlíkan
møguleika at sleppa sær
undan at spæla um upp- og
niðurflyting, men kravið
var so, at dysturin skuldi
vinnast 3-0, og tað var
skjótt greitt fyri øllum, at
soleiðis skuldi tað ikki vera
leygardagin.
Karmarnir
rundanum
dystin vóru nakað av besta,
føroyskur flogbóltur og
Fuglafjørður
hevur
at
bjóða. Ìtróttaligi stoltleikin
í bygdini er flogbólturin, og
fuglfirðingar í stórum tali
og í góðum hýri vóru farnir
av húsum leygardagin at
stuðla besta kvinnuliðinum
hjá felagnum.
Byrjanin
Longu undan dystinum
fingu mongu áskoðararnir
skapt ein stemning. Høllin
á Kambsdali livdi, og fyri
mongu stuðlarnar var eing-
in ivi um, hvar gullið fór
leygardagin.
Undir upphitingini varð
fasti hevarin hjá KÌF, Ang-
ilie Johannesen, send til
teljingar, eftir eitt hendiligt
óhapp, og hon var tí ikki
við frá byrjan. At byrja við
tóktist skaðin at vera álv-
arssamur, men tíðbetur
kom Angilie skjótt aftur á
vøllin.
KÍF hevði undan dystin-
um fingið styrkt sær liðið.
Millum annað fyrrverandi
TB-leikarin, Winnie Djur-
huus, var við á KÌF liðnum,
ið nakrar dystir hetta kapp-
ingarárið hevur havt eitt
sindur trupult við at fylla
útskiftaraplássini.
Byrjanin gjørdist – sum
roknast kann við - heldur
meira merkt av nervum og
mistøkum enn nøkrum øðr-
um. Liðini fylgdust hampu-
liga væl uttan tað nógva
góða flogbóltsspælið eina
løtu, men ÍF byrjaði skjótt
at hála frá.
ÍF kom á odda 12-5, 18-
8, 21-9,23-11 og tær vunni
til síðst settið við úrslitin-
um 25-12.
Serliga álopssøælið hjá
ÌF lá bæði í støði og hædd
væl omanfyri tí hjá koll-
firðingum.
Meira javnt
Í fyrsta settið gjørdi KÌF
fleiri útskiftingar, men tað
kom ongantíð tann neyðuga
róin yvir spælið. Innskiftið
hevarin spældi seg ikki
rættiliga heita í fyrsta sett-
ið, men tað gekk betri í øðr-
um setti.
Spælið hjá KÌF var mun-
andi betri enn í fyrsta sett-
ið, og tær megnaðu at halda
mistøkunum burtur. Greitt
er, at skal KÌF gera nakað
móti ÍF – uttan tað nógvu
styrkina í álopspartinum –
mugu mistøkini vera so fá
sum gjørligt, og støðið á
gólvspælinum má hækkast
munandi.
Liðini fylgdust hampu-
liga væl, og KÌF megnaðu
sum sagt at halda tørn, og
tær vístu, at tær hava pot-
entialið at gera meira við
ÍF. Støðan var 7-7 og 9-8 til
ÍF, men so fóru tær reyðu
leypandi avstað. Støðan
gjørdist 16-12,20-12 og
settið endaði við úrslitin-
inum 25-15 til ÍF.
KÌF hevði í øðrum settið
ikki nógv annað at spæla
fyri enn æruna, og tær stríd-
dust nógv allan dystin á
tamb, men kundi ikki rætti-
liga hótta ÍF í øðrum settið.
Kanski besta flogbólts-
leikarin hjá kvinnum í ár,
Nikolina Alner, sum saman
við Marija Ninkov hevur
styrkt munandi um ÍF liðið,
byrjaði eisini at folda seg út
í øðrum setti.
Hon fekk fleiri hevingar
á miðjuni, tá ÌF valdi at
skifta heilt fitt út, soleiðis
at allir leikarar sluppu at
royna seg á síðsta leikdegi.
Hennarar frálíka góðu
sløg vistu KÌF einki ráð fyri
at standa ímóti tað mesta av
settinum, og kundi uttan iva
spælt ein enn størri leiklut í
Fyri fyrstu ferð kann ÍF kalla seg føroyameistari í bestu kvinnudeildini í flogbólti.
So slap endiliga at vinna
okkurt. Randi Larsen hevur
bíðað leingi eftir meistara-
heitinum, men leygardagin
var bíðitíð ikki nakað, tosað
var um.
Ùtlendingar
hava hækkað
støðið
Sóley Philbrow og
Rønn Eliasen eru
sannførdar um, at
útlendsku leikarar-
nir hava hækkað
støðið á føroyskum
flogbólti munandi
FLOGBÒLTUR
Heri á Rógvi
Kappingarárið í ár í
føroyskum flogbólti hevur
verið nógv merkt av út-
lendskum leikarum og
venjarum.
Tað er nøkur ár síðani,
at byrjað var aftur við at
fáa útlendskar spælarar og
venjarar til Føroya.
Í áttatiárunum hevði
Fleyr stóran fyrimun við
at hava kinverskan venj-
ara, men við kreppuárun-
um og trongu fíggarligu
korunum var lítið og einki
at síggja til útlendingar í
føroyskum flogbólti tað
mesta av nítiárunum.
Hesi seinnu árini er
vend komin í, og flest øll
feløgini í bestu deildun-
um hava útlendskar leik-
arar ella venjarar.
Tær báðar Sóley Phil-
brow og Rønn Eliasen,
sum eru millum stuðuls-
leikararnar á ÍF liðnum
hjá kvinnum, eru ikki í
iva um, at útlendsku leik-
ararnir eru ein fongur fyri
føroyskan flogbólt.
– Tað er eingin ivi um, at
støðið er hækkað við út-
lendsku leikarunum. Leik-
ararnir eru flest allir á
høgum støði, og teir meg-
na at hála støðið á hinum
upp, siga tær báðar.
ÍF kvinnurnar hava havt
tvær útlendskar á liðnum,
og
frá
liðfeløgunum,
Rønn og Sóley, fáa tær
stóra rós.
Tær hava enn ikki
vunnið sær tann nógva
førleikan á føroyskum,
men á vøllinum gongur
alt upp á stás, og tær báð-
ar fuglafjarðagenturnar
fegnast um uppískoytið til
stammuna á liðnum.
Kinverski venjarin hjá
Fleyr á sinni, sum eisini
vandi landsliðini, gjørdi
ikki nógv annað enn at fá-
ast við flogbólt, men hetta
gongur ikki longur. Hóast
góðu tíðirnar hava styrkt
feløgini og vinnulívstuðl-
arnar hjá feløgunum, so
hava leikararnir arbeiðið
við síðuna av flogbóltin-
um, og flestu teirra tykjast
at stórtrívast í Føroyum.
Lítið
fæst
at
vita,
hvussu liðini fara at
síggja út komandi kapp-
ingarár, men talið av út-
lendingum verður neyvan
minni enn í ár.
Eftir hvat skilst halda
útlendingarnir í Fugla-
firði fram at spæla við
teimum reyðu, men eing-
in kann siga hetta fyri
vist, og aðrastaðni, vit
hava vent okkum, er svar-
ið nakað tað saman, at
greiða ikki er fingin á
hesum enn.
dystinum, um ikki KÌF sein-
ni í dystinum fann stevið.
Gull og tó
Í einum flogbóltsdysti tørv-
ar tær bert at vinna trý sett,
og nú vóru tvey avgreidd,
og komandi meistararnir
skuldu bara avgreiða hesa
síðstu løtu. Tað hildu í øll-
um førum tey flestu.
Steypið og gullkrónurnar
vórðu pakkaðar út, og tað
hevur mestur verið hetta, ÍF
kvinnurnar hava havt eyg-
uni eftir, heldur enn spælin-
um, tí tað var einki at reypa
av hjá ÍF.
Sum nevnt skuldu allir
leikarar á vøllin, og hetta
brýtur eitt sindur rútmuna,
men kortini hevur tað
mestu verið vantandi kon-
sentratión og stríðsviljin
hinumegin netið, ið gera, at
rættiligur spenningur kem-
ur í dystin.
Eftir at ÍF hava liðið
langt frammanfyri berja
KÌF seg fram á ÍF, og
støðan
gjørdist
17-17.
Hetta var ov nógv av tí
góða, og ÌF venjarin noydd-
ist fyri fyrstu ferð at biðja
sínar
leikarar
koma
í
samráð í einum time-out.
Og ÌF kvinnurnar fóru
eisini frá KÌF aftur, og sett-
ið - og harvi meistaraheitið
- var vunnið við muninum
25-19. Men eina løtu vóru
KÌF kvinnurnar væl við,
men munurin var kortini
sjónligur.
Vit skulu ikki gera dystin
til meira enn hann var. Talan
var um topp og botn, og
munurin var eisini stórur á
liðunum. ÍF er besta kvinnu-
liðið í føroyskum flogbólti í
løtuni, og tær hava stríðst
fram til eitt meistaraheitið á
fyrsta sinni.
Fremsta styrkin hjá ÍF
eru tær báðar framúr góðu
útlendsku, men liðið hevur
fleiri streingir at spæla upp
á enn tær vístu í eitt nú
steypafinaluni, og ÍF er
gott dømi um, hvønn
positivan
virkning
útlendskir leikarar hava fyri
kappingini, og hvussu nógv
tvær øgiliga góðir leikarar
kunnu gera.
KÌF noyðist at spæla upp-
og niðurflytingardystir móti
SÌ. Møguleikin skuldi vera
til staðar at varðveita pláss-
ið, og eitt ella annað stað
liggur eitt ávíst potentiali í
KÌF kvinnunum.
Leikararnir eru ungir, og
kunnu tær fáa loyvi at
menna seg meira, so kann
okkurt spennandi spyrjast
burturúr um nøkur. Hinveg-
in er tað sum er ilt at síggja,
at liðið skal blanda seg í
nakað oddastríð komandi
árini uttan hjálp úr fremm-
andum londum.
Staðfestast kann, at ÍF
leikárið 2002-2003 er besta
føroyska flogbóltsliðið hjá
monnum, men so sanniliga
eisini hjá kvinnum.
Sosialurin ynskir ÌF til
lukku við føroyameistara-
heitinum.
Nikolina Alner er mest sannlíkt eitt gott boð upp á ársins leikarar hjá kvinnum, tá galla veitsla
verður hildin. Aftur leygardagin vísti hon, at hon slær sum eingin annar í føroysku kappingini.
Endaliga støðan, meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v
-
t
sett
sett
sett
stig
1 ÍF (GULL)
20
17
-
3
55
22
33
26
2 Mjølnir (SILVUR)
20
16
-
4
54
18
36
25
3 TB (BRONSU)
20
14
-
6
50
21
29
20
4 Dráttur
20
8
-
12
29
44
-15
11
5 Fleyr
20
3
-
17
14
53
-39
5
6 KÍF
20
2
-
18
11
55
-44
3
TB vann harumframt steypakappingina.
–Kappingin hevur
ongantíð verið so
spennandi sum í ár,
søgdu tvær fegnar
fuglafjarðadamur, tá
greitt var, at fyrsta
FM-heitið var komið í
hús
PRÀT
Heri á Rógvi
Ein góð og stabil stamma
og tveir frálíkir útlendskir
leikarar.
Soleiðis ljóðar uppskrift-
in hjá Sóley Philbrow og
Rønn Eliasen upp á at
vinna
eitt
FM-heiti
í
flogbólti.
Fyri fyrstu ferð eru ÍF
kvinnurnar vorðnar føroya-
meistarar hjá kvinnum,
men hetta hevur ikki verið
uttan stríð.
– Vit hava gjørt sera nógv
við venjingina í ár. Allar
hava dúgliga vant tríggjar
ferðir um vikuna, og vit
lagt nógvu orku í dystir og
venjingar, sigur Rønn Elia-
sen, sum spældi libero á ÌF
liðnum leygardagin.
Saman við Sóley Phil-
brow telist hon sum ein av
føroysku stuðulsleikarun-
um á besta kvinnuliðnum í
Føroyum. Men tær eru báð-
ar skjótar at ásanna, at
stuðulin frá teimum báðum
Ninu og Marija er gull
verdur.
– Tær eru báðar ótrúliga
góðar – mestsum eins góð-
ar. Nina slær næstan sum
ein maður, og hin er ein
ógvuliga klókur leikari,
sum stendur seg væl á øll-
um økjum, siga tær báðar,
Sóley og Rønn.
Nú
meistaraheitið
er
komið í hús eru tær fegnar
um endiliga at kunna kalla
seg føroyameistarar.
"Stamman" á liðnum
hevur spælt saman í fýra ár,
og undan hesum kappingar-
árinum hevur ligið "bert"
megnað
at
spæla
um
bronsumerkini.
–Kappingin hevur ongan-
tíð verið so spennandi sum
í ár. Tað ger tað eisini enn
stuttligari at vinna kapping-
ina, siga tær báðar.
Afturat stammuni á liðn-
um eru fleiri yngri leikarar
komnir afturat, sum koma
ymsastaðni frá í Eystur-
oynni.
Leygardagin sluppu allir
leikarar at royna seg, og
tóktist sum um, at breiddin
er í lagi.
Yngru leikararnir eru
millum sekstan og nítjan
ár, og tær koma af Toftum,
úr Runavík og av Eiði til
Fuglafjarðar at venja tríggj-
ar ferðir um vikuna.
Liðið hevur eisini veter-
anar sum Randi Larsen,
sum er vorðin 37 ára gom-
ul, og Rønn Eliasen, sum
eisini hevur drúgvar roynd-
ir sum flogbóltsspælari.
Og gleðin er ikki til at
taka feil av hjá nýggju før-
oyameistarunum:
– Hetta er ótrúligt, siga
tær báðar við ein munn.
– Hetta er ótrúligt