Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mai 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 tíðindablaðið Nr. 93 — 22. mai 1991 Nýggja Smyrlarutan fekk torfera byrjan Eftir togan aftur og fram millum danska reiðaríið og landsstýrið fór strand- faraskipið Smyril sín fyrsta túr á nýggju Katte- gat-rutuni týsdagin. Nýggja rutan fekk tor- føra byrjan. Eftir ætlanini skuldi Smyril byrja sigl- ingina á norska tjóðardeg- num, sum var fríggjadag- in í farnu viku, men tað vildi so illa til, at skipið kom ikki í sigling fyrr enn dagin eftir Hetta var tann av- gjørt ringasti dagurin at byrja eina slika rutu, sig- ur Bjørn Andreassen, stjóri i Arhus-Tensberg Line, og sipar hann við hesum til, at dagurin eftir norska tjóðardagin er at neta sum »en dagen der- på«, tå noråmen ikki eru serliga hugaðir at fara ut ferðast og enn minni Men umleið 70 ferðafólk og einir 30 bilar vóru so kortini við henda fyrsta túrin. Smyril kom til Ár- hus hvítusunnudag kl. 13. Ikki var nógv hóvasták gjørt burtur úr, nekur donsk og norsk flogg veitrandi á bryggjuni var tað einasta frámerki, tú sást. Og tá so skipið skuldi leggja at, fekst rampan ikki niður á kei- ina. Okkurt virkaði ikki sum tað skuldi, men ferða- fólk og teir fáu árhus- búgvarnir, onkur feroy- ingur var ímillum, sluppu við hvekkinum, tí tað mundi ikki vara meira enn einar tveir minuttir, so fingu teir umborð ramp- una niður á keiina, og teir fyrstu bilarnir kundu koyra í land. Bjern Andreassen sigur við Sosialin, at hann hev- ur góðar vónir um at rut- an skal fara at ganga hóast byrjunartrupulleik- arnar. Hann fekk í farnu viku grent ljós frá lands- stýrinum at lata Smyril fara í sigling, hóast tað ikki eydnaðist honum at útvega ta bankatrygd, Salongirnar á Smyrli eru sera snøggar eftir umvælingina sum landsstýrið metti seg hava krav uppá. Ístaðin gav hann Strandferðsluni trygd í einum av handlun- um, hann eigur í Árhus. Spurdur um ikki skipið er ov lítið til teir heilt stóru lastbilarnar, váttar hann, at teir sterstu last- bilarnir sleppa ikki við. — Men vit fara at satsa uppá persónbilar og smærri lastbilar og teim- um skuldi tað vera nokk av. Túrurin tekur góðar 13 tímar og gekk alt sum tað átti umborð á hesum fyrsta túrinum, frætta vit. Smyril fór longu avstað aftur til Tensberg sunnu- dagin klokkan 18. Við skipinum eru umleið 16 føroyingar. Restin av manningini er danir. Smyril við bryggju í Arhus 0 UU ANA TO“ 7 2 Sjúrður Kjølbro, 1. styrimadur og Hanus Lassen skipari å Smyrli gera klårt til fyrsta tårin