Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mai 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 93 — 22. maí 1991 Síða 9 125 gramm og 30 dagar Føroya Rættur heldur fast við, at tað skal revsast hart at flyta hash ólógliga til Føroya Føroya Rættur dømdi í gjár ein 40 ára gamlan mann 30 dagar fongsulsrevsing fyri at hava roynt at smuglað 30 125 gramm av hashi til Føroya. Maðurin varð tikin, tå hann gjåramorgunin kom sum ferdamadur til Føroya við Lómi. Uppi á sær hevði hann hashið. Í rættinum játtaði hann seg sekan. Maðurin er føroyingur, búsitandi í Danmark. Hann greiddi frá, at hann hevur roykt hash í fleiri ár. Fyri nøkrum vikum síðan var hann farin til Keypmanna- havnar bara vid ti fyri eygad at keypa hash. Hann fór beina leið út á Christiania at keypa og fór síðan heim- aftur til Jyllands, har hann býr. Tey 125 grammini kostaðu fimm túsund krón- ur at keypa. Hashið var bara til egna nýtslu. Hann roykir fyri tíðina 4-5 gramm um dagin, og tey 125 grammini skuldu rokkið til tær triggjar vik- urnar, hann skuldi vera i Føroyum, greiddi hann rætt- inum frå. Akærin visti á, at Føroya Rættur áður hevur felt harða revsing fyri at flyta hash inn til Føroya. Og tílíkan dóm hevur landsrætturin stað- fest. Verjin helt tað ikki vera neyðugt at geva manninum so stranga revsing, tí hashið bert varð ætlað til egið brúk. Men um hashið er ætlað at selja ella úl egna nýtslu, hevur ikki so nógv at siga, tá rætturin dømir. Rætturin leggur dent á, at tað er ólóg- iligur innflutningur, og dómurin varð í tråd við undanfarnar dómar í slíkum málum. Maðurin fekk 30 dagar fongsul, hashið varð tikið frá honum, og hann skal eisini gjalda sakarmáls- kostnaðin. Maðurin bað um umhugs- unartíð at skjóta dómin inn fyri hægri rætt. randi Framhald av síðu 6 um, verða flutt av ríkis- skjalasavninum í Keyp- mannahavn til varð veitslu á Feroya Lands- skjalasavni. Síggja vit dansk-norsku arkivavtal- una í hesum ljósi, so er av- talan als ikki bert til ó- gagns fyri okkum. Hon letur tvørturiméti upp fyri nøkrum heilt nyggj- um møguleikum — nevni- liga at fåa til Føroya ein hóp av skjølum og hand- ritum, sum danir higartil hava verið ógvuliga trekir at tala við okkum um. Hava danir fyrst viður- kent eitt principp sum galdandi fyri ein part av tí gamla ríkinum, so eiga teir eisini at viðurkenna hetta principp fyri hinar partarnar við. Tað, sum veruliga er hent, er, at mentunarliga búgvið eftir gamla dansk-norska kongaríkið nú verður gjert endaliga upp. Í hes- um felags búgvi eiga fer- oyingar, íslendingar og grenlendingar av segulig- um orsekum sín part. Tá tú fert at býta búgvið, ber ikki til at lata ein av arv- ingunum umframt sín egna part eisini at fáa burturav frá hinum og lata hesar arvingarnar sita eftir við ongum, sigur Jóannes Dalsgaard, lands- skjalaverður. tór.- Sundstein um almennu ílóguætlanina Ov tíðliga við einum almennum orðaskifti Landsstýrið hevur - sum áður umrøtt - bidid fíggj- ardeildina í Tinganesi gera eitt uppskot til langtíð- ariløguætlan. Jógvan Sundstein, landsstýrismaður í fíggj- armálum sigur, at tað er ov tíðliga enn til at fara út alment við hesum upp- skoti. - Talan er um eitt upp- skot, ið skal viðgerast væl og virðiliga í Tinganesi, áðrenn tað ber til at koma við viðmerkingum til kon- kretar iløguætlaninir, sigur landsstýrismaðurin, ið bert vil siga so mikið, at enda- málið við ætlanini er at fáa eina meira miðvísa stýring av almennu iløg- unum. Landsstýrið og fíggjar- deildin fer komandi dag- arnar at gera fyrireikandi arbeiði í sambandi við komandi fíggjarlógina, m.a. annað við útspæli til almennu stovnarnar um fíggjarkarmar teirra. Al- mennu stovnarnir skulu so koma við teirra uppskot- um og viðmerkingum um miðjan juni. Jógvan Sundstein sigur, at viðgerðin av langtíðar- ílóguætlanini er við í hes- um arbeiðnum. - Tað skal eisini av- greiðast sum skjótast, men skotbráðið er ikki so stutt sum fíggjarkarmarnir fyri einstøku stovnarnar, sigur Jógvan Sundstein. áwh Sosialurin — fimm ferðir um vikuna! ' Tung og døkk hin kvirra nått Tung og døkk hin kvirra nått yvir landið sigur. Heim úr fjøru fuglur brátt stillisliga flýgur. Skýmir skjótt um sand og sker, tað er myrkt umsidur. Góði Gud, tú hjá oss ver meðan náttin líður. Ver mær hjá, ti uttan teg einsemið meg ræðir! Ver mær hjá, ti uttan teg altið okkurt bagir! Halt við tini faðirhond mær i tinum heimi! Loys av mær oll myrkurs bond, so eg óttan gloymi! Lat meg kenna hverjaferð livið gerst mær oyðið, at tú, faðir, hjá mær er og at eg teg eigi! Og tá nátt í barmi mær hjartað bindur niður veit mær vón og troyst frá tær vinn mær ljósins sigur! Og tá meg á sóttarsong deyðans nátt skal hylja, lat meg hoyra morgunsong, so eg rætt kann skilja: Tinir fuglar eru tað, meg í morgun ugga, har, vit altið hava dag, aldrin náttarskugga. Stendur nátt á heimsins gátt, valdar náttarfriður, kámt í glugga brennur brátt vokuljósið niður. Tú, ið linnar sorg og neyð, veit, hvat okkum bagir, lýsir upp hin myrka deyð, tokk, tú ljósins faðir! Jakob Knudsen Burturblivin Náttina til 2. hvítusunnudag er ein 9 mør. gamal reyðflekkutur kvigukålvur burturblivin á eini trød niðanfyri fót- bóltsvollin á Argjum. Tann, sum veit um kálvin, bidist ringja tif. 11793. ;