hósdagur 23. mai 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 94 — 23. mai 1991
Minstiprísur
mótvegis
alarunum
-Eg vóni, at minstiprísurin á
laksi yvirhøvur verður settur
mótvegis alarunum. Verður
talan um at
2
minstapris á
fakturanum er eingin meining i,
sigur Mortan Johannesen, sum
er næst størsti útflytari av
alifiski
-At åseta ein minstapris
fyri alifisk kann vera so
mangt. Eg vóni kortini, at
nevndi minstiprisur verdur
åsettur soleidis, at verdur
laksur seldur til minstapris
verður tað alarin, sum fær
hendan prísin. Tað ber
eisini til at seta ein minsta
prís á fakturan, men tí er
einki høpi í. Tá skal bæði
farmagjald og annað drag-
ast frá, og so verður ovlítið
eftir til hansara, sum alt
hevur fiskin. Ein tilik skip-
an verður eisini vónleys at
hava eftirlit við.
Hetta sigur Mortan Jo-
hannesen, sum er næst
størsti laksaútflytarin her á
landi.
Mortan Johannesen
heldur tað vera lýgið, at
landsstýrismaðurin í fiski-
ídnaðarmálum, Tummas
Arabo, ikki hevur tosað
við seg tá hann annars
sigur seg hava rådført seg
við nakrar av teimum stóru
útflytaranar av alifiski.
130 tons í ár
Útflutningurin av alifiski
frå virkinum hjå Mortani
Johannesen veksur alsamt.
Ur umleid 30 milliénum
krónum í útflutningi fyri
tveimum árum síðani til
einar 130 milliónir, sum
teir rokna við at selja fyri í
ár.
Eini 45 fólk hava støðugt
arbeiði á virkinum í
FOROYA HANDILSSKÚLI
Marknagilsvegur 77
Postsmoga 177
FR-110 Tórshavn
Tlf. 17177
Kaldbak, sum umframt at
vidgera fiskin frå egnum
alibrúki eisini kryvur,
pakkar og selur fyri onnur.
Teir útflyta serliga til
Spania og Fraklands og nú
eisini til USA. Í seinastuni
hava teir sent eini 10 tons
um vikuna til amerikanska
marknaðin. Hesin fiskur
fer við skipi til Hollands
- Síða 7
Mortan Johannesen
heldur tað vera logið, at
Tummas Arabo,
landsstýrismaður ikki
hevur grett eitt orð við
seg um viðurskiftini í
samband við
uppboðssóluna
og hagani vid flogfari til
USA.
tór.-
Tíðindastubbi frå Lions Club Tórshavn
»Summarsølan 1991«
Nýtt tiltak, sum Lions Club Tórs-
havn skipar fyri í Vágsbotni.
Merkonom
Treytad av myndugleika góðkenning og nóg stórari undirtøku
verður undirvíst í hesum lærugreinum á handilsskúlanum í
Havn skúlaárið 1991/92:
Virkisbúskapur
Virkisfyriskipan
Leiðsla og samstarv
Informatik (data 1)
Innanvirkis roknskapur
Ársroknskapur
Starvsfólkamenning
Gevið gætur:
mánadag
mánadag
mikudag
mikudag
tysdag
tysdag
mikudag
kl. 17.45-19.15
kl. 19.30-21.00
kl. 19.30-21.00
kl. 17.45-19.15
kl. 19.30-21.00
kl. 17.45-19.15
kl. 17.45-19.15
Freisetin at tekna seg til merkonomskeidini er 26. juni, t.v.s.
væl fyrr enn undanfarin år.
Nærri upplýsingar um lærugreinirnar og innskrivingarseðil
fáast við at venda sær til
FOROYA HANDILSSKÚLA
Postsmoga 177 - 110 Tórshavn - Tlf. 17177
Leygardagin í næstu
viku verður skipað fyri
»Summarsølu« í Vágs-
botni og í Gongugetuni
í Havn. Hetta er nýtt
tiltak, sum Lions Club
Tórshavn, partvís í
samstarvi við
Miðbýarfelagnum,
skipar fyri.
Har verður hevi at
keypa ymisk sleg av
plantum at seta í urta-
garðin, eins og keypast
kann heimabakað rug-
og franskbreyð, drýlur
og ymisk sløg av køk-
um. Eisini kann hetta
keypast afturvið ein-
um góðum kaffimunni.
Á skránni verður eisini
tombola, 21-spæl o.a.
Tiltakið, ið verður
leygardagin 1. juni,
byrjar kl. 10 fyrrapart-
in og heldur å til ut å
seinnapartin.
Ágóðin av tiltakin-
um fer til Sjósavnið,
sum skal setast á
stovn í Tórshavn.
Frá Foroya Handilsskúla
Fyrireikingarnar
á Føroya Handils-
skúla byrjaðar
Handilsskúlin
leggur Í
lotuni til
rættis undirvísingina fyri skúlaárið
1991/1992, so um tú ætlar á handils-
skúla um kveldið í vetur, ræður um
at boða frá í góðari tíð.
Útbúgvingarnar hava
allar til endamáls at út-
búgva og menna næm-
ingarnar til sterv innan
handil, umsiting, fyri-
siting og leiðslu og
kunnu nú við mongu
tilboðum skúlans
rættuliga væl lagast
eftir tervi.
Eitt teirra er merko-
nomskeiðini, sum eru
ætlað at geva næming-
unum ásteði til at á-
taka sær meira fram-
komnar uppgávur i
yrki teirra.
Krevini fyri uppteku
til hesar útbúgvingar
eru: Skrivstovu- ella
Handilsútbúgving,
onnur vinnuútbúgving
ella royndir innan
vinnu, viðkomandi er
kunnugur við ella ætl-
ar sær í.
Ein av hevuðstreyt-
unum er sjálvsagt
kunnleiki til bókhald
og roknskap og í eini
lærugrein kann undir-
vísingin verða treytað
av loknum prógvi í aðr-
ari merkonomlæru-
grein.
Nógv út-
búgvingartilboð
Á merkonomskeiðun-
um verður undirvíst í
virkisbúskapi, virkis-
fyriskipan, samstarvi
og leiðslu, informatik,
roknskapi innanvirkis
og starvsfólkamenn-
ing.
Av summum merko-
nomlinjum kann næm-
ingurin fyri ein part
lesa handilsrakstur, út-
flutning, marknadar-
føring, virkisleiðslu,
innkeyp, flutning og
starvsfólkaleiðslu og -
fyrisiting.
Nevnast kann HMX-
handilsmedhjálparaút-
búgvingin, sum er lut-
að sundur í tríggjar
bólkar.
HMX-útbúgvingin
er skrivstovu- og hand-
ilsútbúgving fyri tey,
ið ikki hava havt
meguleika fyri at
fylgja við í FHS-steðis-
útbúgvingini. HMX-
útbúgvingin tekur 2-4
ár, alt í mun til hvussu
næmingurin er fyri við
byrjan og vanligt er, at
hesir næmingar hava
sáttmála við virkini,
teir starvast á.
Sum sæst í lýsingini
verður í ár ikki undir-
víst í enskum og týsk-
um, um kveldið.
Men ikki neyðugt
við lærusáttmála
Til ber sostatt hjá
næmingunum við ong-
um lærusåttm9ala at
læra bókliga HMX-
partin av onkrari læru-
grein, sum hevur sam-
band við eitt hvert ar-
beiði, tey hava kunn-
leika til.
Her kunnu eisini
nevnast skrivstovu-,
heilselu-, smáseluút-
búgvingarnar, har
undirvíst verður í rokn-
ing, roknskapi,
maskinskriving, edv,
samskifti, teldu, ensk-
um, týskum og sam-
skifti.
Hjá teimum, ið held-
ur vilja taka onkra
ávísa lærugrein, sum
tervur er á fyri at koma
víðari í lestrinum, ber
til at taka stakroyndir í
roknskapi og maskin-
skriving ella hægri
stakroynd í eitt nú
roknskapi/rakstrarbú-
skapi.
Øllum, sum hava
hug til at fara undir
onkra av útbúgvingun-
um, ber til at venda
sær til skúlan, ið fegin
greiðir nærri frá teim-
um ymsu útbúgving-
unum.
Vegna sparingar
verða tilboðini nógv
færri í ár enn undan-
farnu ár. Tí er umráð-
andi at senda innskriv-
ingarseðilin stundis-
liga, tí fíggjarligt rúm
er ikki fyri fleiri flokk-
um í somu lærugrein,
sjálvt um næmingar
verða til 2 ella fleiri
flokkar.
Gevið gætur, at
freistin at tekna seg til
kveldskúlan sum heild
á handilsskúlanum í
Havn er 26. juni ella
væl fyrr enn undan-
farnu ár.