Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mai 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Hickersberger i Salzburg Roynir at fåa venjingardyst i lag fyri at hevna Landskrona-ósigurin Fyrrverandi venjarin hjá Eysturríki Josef Hickers- berger skuldi í gjár vera í Wien saman við familju Hickersberger er í venjari hjá týska im Fortuna Diiss Men Hickersberg skuldi eisini eitt rend til Salzburg, har dysturin millum Føroyar og Eyst- urríki varð spældur. Ør- indi hansara vóru at hitta Páll Guðlaugsson og FSF-umboð, og vita um tað bar til at fáa tann nógv umtalada 'hevnd- ardystin' í lag: Josef Hickersberger sigst vilja hevna ósigurin, honum var fyri við eysturríkska landsliðnum, og tí hevur hann áhuga í einum venjingardysti millum Føroyar og Fortuna Diisseldorf. Hickersberger fær und- irtøku frå leidsluni i tyska felagnum, sum heldur, at slikur venjing- ardystur hevði verið eitt gott tiltak. Verður nakað burturúr, so skal dysturin vera í Dússeldorf, sigur ein kelda í Týskalandi fyri Sosialinum, tí týska liðið hevur ikki ráð at koma hendan vegin. ówh Føroyingar á flatlondum Nr. 94 — 23. maí 1991 Til landsdyst I Folkets Hus 900 fólk vóru i Folkets Hus, tá dysturin millum Føroyar og Jugoslavia varð vístur Føroyingar í Danmark høvdu aftru í gjårkvøldi& høvi til at siggja dyst hjå føroyska fótbóltslands- liðnum beinleiðis sendan á skíggja. Eins og í sambandi við dystin millum Jugoslavia og Føroyar skipaði før- oyska nærvarpið í Keyp- mannahavn, Nærvarp Okkara, fyri, at stórur sjónvarpsskíggi var settur upp í Folkets Hus á Vest- erbro. Tað var danska fyritgk- an Telecom, ið tók dystin niður eftir avtalu við nær- varpið. Eftir skránni vórðu hurðarnar í Folkets Hus latnar upp ein tíma fyri dystin. Hetta var eftir at blaðið var farið til prent- ingar, men í Keypmanna- havn varð roknað við stórum áhuga. Tá dysturin ímóti Jugoslavia varð víst- ur, vóru umleið 900 fólk í Folkets Hus. Fótbóltsgestirnir høvdu møguleika at keypa breyð við føroyskum viðskera og mjólk ella annað aftur- við. Fekk landsliðið eitt heiðurligt úrslit í gjár- kvøldid, so var ball í Fol- kets Hus... ówh Foroyingar góðir taparar — og tað skapar virðing: Føroyski hýrurin vinnur á øllum Danska pressan ger nógu burtur úr tí góða hýrinum millum foroyingar hóast 7—0 tap móti Jugoslaviu. Politiken: — Det store nederlag kan ikketage færinger- nes gode humør Hóast Føroyar taptu so dyggiliga móti Jugoslavia í EM-landsdystinum fyri eini viku síðani, er áhugin í Danmark fyri føroyska fótbóltslandsliðnum og føroyingum sum heild framvegis stórur. Hetta kemur ikki minst av teirri sannroynd, sum danir fyrstu ferð vóru vitni til, tá teir vunnu á Feroyum í Itrottarparkini og nú, tá foroyingar taptu móti Jugoslavia. Donsku bleðini hava lagt merki til, at hóast før- oyingar tapa, so er hýrur- in kortini altíð góður. Yvirskriftir sum >Hurra vit tabte«, eru ikki óvan- ligar. So kann lesarin Føroyingar varðveittu góða hýrin, hóast Pres- inecki & Co. bukaði før- oyska landsliðið 7-0 sjálvur gera av, um hann tekur hetta við eini spón av humoristiskum sansi ella hann tekur tað illa upp. Tað er tó einki at fara skeivur av, at donsku fjøl- miðlarnir eru eitt sindur hugtiknir av hesum »før- oyska< mátanum at viður- kenna tap. >Tab og vind med samme sind< tykist at vera meira føroyskt orðafelli enn danskt. Mánakveldið vóru før- oyingar og fótbóltur aftur ein partur av ítróttarund- irhaldinum hjá danska sjónvarpinum, sum visti myndir frá Jugoslavia- dystinum úr Folkets Hus. Aftur varð nógv gjørt burtur úr hesum, at føroy- ingar vóru i veitslulag og hyrurin avbera góður — hóast føroyska landsliðið júst hevði tapt 7-0. Frá- segumaðurin helt eisini fyri, at einki var at skamma seg um. Tí hetta var eitt heiðurligt úrslit fyri amaterar móti pro- fessionellum og nekrum av heimsins bestu. Og tað er í sama dur, at stóra blaðið Politiken við- ger føroysku luttøkuna í EM i fótbólti. Sunnudagin hevur blað- ið næstan eina heila síðu um føroyskan fótbólt. Undir yvirskriftini >Re- vance í Atlanten< og undiryvirskriftini — »Det store nederlag i Jugo- slavia kan ikke tage fær- ingernes gode humør« ger tíðindamaðurin Seren Olsen nógv burtur úr før- oyingum. Hann ger fyrst eitt sind- ur burtur úr >dagen der- på« í Jugoslavia, nú hann sjålvur var hjåstaddur. »Fredag i Beograd. Det regner, og vejret er gråt og trist udenfor. Indenfor, på det fornemme Hotel Hyatt, bliver der talt meget sagte og meget lidt ved de færøske lands- holdsspilleres morgen- bord«. Hetta er morgunin eftir »den sviende 0-7 øretæve mod Jugoslavia«, skrivar Politiken og vísir á, at hetta er næstringasta úr- slitið, foroyskur landsliðs- fótbóltur nakrantíð hevur fingið. Bert dysturin móti Íslandi í 1985, har føroy- ingar taptu 0-9, hevur verið verri. Men feroyski venjarin, sum blaðið hevur tosað við, er ikki nakar vón- svikin maður, tí sum hann sigur, so vistu feroyingar, at teir fyrr ella seinni fóru at tapa stórt og serliga stórur var hesin vandi móti teimum dugnaligu jugoslavunum.