hósdagur 23. mai 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 94 — 23. mai 1991
Færø-Regatta
i Ishøj
Fimta år á rað skipar Róð-
rarfelagið Neystið fyri
Færø-Regatta í Ishgj
Havn á Sjællandi.
Kappróðurin millum
teir foroysku kappróðrar-
bátarnar er hæddarpunkt-
ið á regattaðini, og savnar
nógvar glaðar og spentar
áskoðarar saman.
Tað er eisini í Dnamark
sjáldsamt at síggja teir
føroysku kappróðrarbát-
arnar koma strúkandi
gjøgnum havnina við
longum og flottum åratøk-
um undir leiðslu av róð-
ursmonnunum, samstund-
is sum áskoðararnir spent-
ir og í góðum lag hart rópa
við.
Ikki færri enn 17 mann-
ingar hava teknað seg,
javnt deilt millum kvinn-
ur og menn, til regattað-
ina, sum í ár verður hildin
tann 8. juni. Sum nakað
nýtt eru eisini oldgirls og
oldboys við í ár.
Allar hesar manningar-
nar skulu kappast um tey
nógvu steypini, sum Nær-
varp Okkara, tað foroyska
útvarpið á Sjællandi, og
Neystið hava fingið til
vega.
Havn
Serliga spennandi verð-
ur at síggja kappingina
millum menn, har báturin
frá Egmont Kollegiinum
hevur meguleika fyri at
vinna steypið til ognar, og
soleiðis vinna trý ár á rað.
Skráin
Nógv er á skránni, so byrj-
að verður longu kl. 14.30
við innmarchi av ellum
róðrarfólkinum. Solred
harmonikuorkestur, undir
leiðslu av Frede Koch,
spælir til innmarchin, og
eftir hetta spælir tað 14
mans stóra orkestrið kend
log, har hevi er hjá áskoð-
arunum at fáa sær ein
dans á havnarekinum.
Sum traditiónin sigur, set-
ir Ólavur á Heygum, for-
maður, regattaðina kl.
15.00.
Marita Petersen, lands-
stýriskvinna, heldur kl.
15.15 regattataluna. Eftir
hetta fær vinnarin av
plakatkappingini, har pla-
katin millum annað er
nytt sum fíorsíða á
skránni, vinningin hand-
aðan. Eisini verður ein
kekkur frá yvirskotinum
av seluni av lutaseðlum í
tíðindablaðið SfSialurin
Síða 9
Feroyum handaður einum
umboði frá tí foroyska fót-
bóltslandsliðnum.
Kl. 15.45 byrjar so tann
spennandi kappróðurin
við teimum 17 manning-
unum. Í sambandi við
kappróðurin hevur Vall-
ensbæk Kano- og Kajak-
klub eisini eina framsýn-
ing. Umleið kl. 17.00, tá
kappróðurin er liðugur,
verða steypini og heiðurs-
merkini handað.
Seinni um kveldið, kl.
21.00, spælir tann í Feroy-
um so vælkendi, 6 mans
stóri tónleikabólkurin
DRIV til dans. Legini teir
syngja og spæla eru av
ymiskum slag, til demis
kend føroysk løg frá 50-
unum og fram til i dag,
kend 60-ara løg, eldri og
nyggjari countrytónleik,
norskar/svenskar/danskar
valsir, polka og jenka. So
ikki kann sigast annad
enn, at her er góður tón-
leikur fyri tey sang- og
dansigladu.
Meðan regattadin verð-
ur, er hevi at keypa sær
foroyskan og danskan
mat og okkurt at drekka.
Eisini er møguleiki at
keypa lutaseðlar, har ein
kann vinna nógvar góðar
vinningar, t.d. ferðir til
Feroya.
Færg-Regatta og
Ishøj Havn —
vert at vitja!
Færø-Regatta, vid teim-
um nógvu vælmálaðu før-
oysku bátunum og áskoð-
arum í føroyskum búna, er
vorðið eitt tiltak, ið setur
dám á ta frammanundan
vøkru Ishøj havn. So sjálv
havnin er verd eina vitjan,
har hon liggur umgird av
hvitum sandstrondum og -
heygum, so at siga mitt i
bynum.
ff [ff ff [ [ AA [AA AA [ ff AA AA AA AA Af AA AA [Af f[f[f[f[f[f[f[f
Landsliðið. Annað stuðulsbandið i umbúna
Øl kunnu vera við
Tað er ikki sørt av sangi
og tónleiki, ið er komið
fram saman við landsliðn-
um. M.a. LT-bandið, sum
kom út fyri fysrta EM-
dystin.
Men nakað av tilfari
leyp av og liggur niður-
fyri, nú LT ætlar at geva
út annað bandið. Í hesum
Eisini Hjarnar hava blandað seg í kórið av tónlistar-
ligum landsliðsstuðlum. Bólkurin verður helst við á kom-
andi EM-bandinum við sanginum Reytt Blátt Hvítt eftir
Hera Nolsøe, sum Jógvan Olsen hevur sett lag til. Á
myndini sangarin Karl Martin Samuelsen
sambandi heitir LT-Studio
á áhugaði um at senda inn
løg og yrkingar, tey hava
liggjandi.
Yrkingarnar kunnu
snúgva seg um fótbólt,
men kunnu eisini snúgva
seg um alt møguligt ann-
að, - fosturlandsyrkingar,
kærleikssangir ella okkurt
heilt annað. Sama er við
tónleikinum: valið er fríu:
fólkatónleik, country,
rock, jazz ella hvat tað
skal vera.
Ahugaði kunnu senda
sitt ella síni ikøst til eitt
komandi EM-band inn til
LT-Studio á kasettubandið
innan 28. maí (postrúm
2129. Argir ella A.C.
Evensensgøta 1A, Tórs-
havn).
Metingarnevnd fer at
gera av, hvørji av inn-
komnu uppskotunum vera
vid å EM-bandinum. LT-
Studio leggur seg eftir at
geva bandið út fyri Ol-
avsøku. Avlopið av band-
søluni verður latið FSF at
umsita vegna landsliðið.
ówh
Fyrra EM-bandið
Hevur einki lagt
eftir seg enn
Hvørt tað eru tær truplu
tíðirnar ella aðrar orsøkir:
tað gongst striltið at fáa
inn pengarnar fyri tey
3000 EM-bondini, sum
LT-Studio gav út í heyst.
Avlopið av bandsgluni
er ætlað at fara til fótbólts-
landsliðið. Eftir tíðinda-
skrivi frá LT-Studio um
eitt komandi EM-band at
dóma, so hevur landsliðið
ikki enn fingið nakran
stuðul av søluni av fyrra
bandinum.
Nú verður gjørt bart:
allir handlar, ið hava fing-
ið fyrra EM-bandið, skulu
hava slætt borð, áðrenn
teir fáa nakað av ti seinna.
ówh
| ÍSB-stuðlar:
Seksmannafar
at vinna
ÍSB stuðlafelagið í
Norðoyggjum fer nú
aftur at gera eina
roynd at fáa pening til
vega til ÍSB.
Hesaferð verður tað
við lutaseðlaselu.
Á fyrsta sinni verður
nú ein króna av hverj-
um seldum seðli latin
til okkara frálíka fót-
bóltslandslið.
Hevuðsvinningurin
er eitt seksmannafar,
bygt av Símun Johan
Wolles á Eiði.
2. vinningur: ein
Zanussi frystiboks 400
ltr. el-sparandi frá
Klaksvíkar Radio-
handli.
3. vinningur: ein Bay
Jacobsen-madrassa og
hevdapúta frá
Skos«.
ÍSB stuðlafelagið í
Norðoyggjum vónar,
at tikið verður væl
undir við hesum til-
taki, og hava vit frá-
líku úrslitini hjá okk-
ara brekaðu ítrótta-
fólkum í huga, eiga vit
at gera tað.
Fleiri uttanlands-
ferðir fyri okkara brek-
aðu svimjarar liggja
fyri framman, alt hetta
kostar pening og fer-
oyska tjóðin ell kann
vera errin av teim góðu
úrslitum, tey hava
rokkið í heimsklassa.
Lutasedlasølan byrj-
ar 22. mai, og trekt
verður 12. august
1991.