Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mai 1991síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 95 — 24. mai 1991 tíðindablaðið Síða 9 Sjónvarp Føroya Friggjadagin kl. 21.25: Kvinnur fyri framtidina Flestu foreldur i India ynskja sær synir. Um tað verður staðfest, meðan kvinnan er við barn, at hon fer at fáa eina dóttir, verður fosturteka ofta loysnin. Fríggjadagin kl. 21.55: Sinhead O'Connor Sinhead O'Connor Tann 24 åra gamla, irska Sinhead O'Connor er eitt kent tónleikanavn. Henda konsertin er upptikin í Hollandi, og vit skulu m.a. hoyra >Feel So Diffe- rent< og »Hands on Me«. Fríggjadgain kl. 22.50: Dupultmorð 1:2 Richard Crenna Tvær kvinnur verða funnar — myrdar. Onnur er lærarinna, hin er skekja. Tær liggja í songini — men hevdini eru um- býtt. New York detektivurin Frank Janek fer at kanna málið. Leygardagin kl. 21.00: Twin Peaks Harold lesur uppúr dagbókini hjá Lauru Palmer. Ben Horne biður Cooper bjarga lívinum hjá Audrey, dóttrini. Rock'n Roll dansur Leygardagin kl. 21.45: Tað er leygarkvøld Í føroysku undirhaldssendingini verður m.a. Rock'n Roll dansur, Karl Martin Samuelsen og Rúna á Heygum syngja og eisini skulu vit síggja eitt orkestur frá 60-unum, >Thunderbirds<- úr Vest- manna. Rasmus Magnussen er vertur og hev- ur lagt sendingina til rættis. Líkt er til at Zacharis Hammer heldur at tað er kalt á toppinum Fyrivarni verð Lagt til rættis Ella Smith Clementsen Hittist á tif. 156 16 Sunnudagin kl. 20.45: Manna millum Í sendingini skulu vit njóta frálíka út- sýnið frá toppinum á Vesturkirkjuni og práta við Heina Trónd Hansen um nýggju kopartekjuna á hesum heldur óvanliga arbeiðsplássi. Flestu okkara hava onkuntíð fingið ketubrev. — Verður ketan brotin, kann óeydnað og vanlukka raka ein. Tosað verður við Eyðun Joensen, sålarfrøding, um hvussu hesi brev ávirka okkum. Ein kona í Haraldssundi fann niðri á sandinum ein fløskupost, ið kom úr Grenlandi. Hesin fløskupostur gjørdi, at De r tikið fyri broytingum hon seinni kom at luttaka í týskari undir- haldssending, líknandi teimum donsku »Her er liv titt«. 1. juni er aftur loyvt at fiska i åum og vøtnum — vit hitta Hans Joensen, for- mann i Føroya Silaveidufelag. Sjúrður Jensen i Porkeri hevur koyrt lastbil alt sitt liv — nógvir suðuroyingar minnast kolsekkirnar, ið Sjúrður kom við úr Hvalba. Sjúrður greiðir frá um koyri- kortið, ið bert kostaði 31 kr. tilsamans, um tá porkeningar sóu fyrsta lastvognin, ið kundi vippa, og mangt annað í sam- band við arbeiði sítt sum bilferari. Sunnudagin kl. 22.55: Estland 2:2 1988-1990 Í Estlandi bíðar — eftir kúganina — ein nýggj menning. Týsdagin kl. 21.10: Takið tjóvin Grace Kelly og Cary Grant Amerikanskur filmur við Grace Kelly og Gary Grant. John Noble var fyrr kendur sum gimsteina-tjóvurir »Kettan«. Nú býr hann við »Rivieraina« har hann fæst við at dyrka rósur. Nekur gimsteinarán verða framd, (Cary Grant IK teimum hjá >Kettuni<, og illgrunin fellur á hann. Filmurin er frá 1955 Hósdagin kl. 21.45: TV-Aktuelt Evnið er stríðið um milliónirnar hjá byggimatadorinum Bøje Nielsen, sum fór á húsagang í 1982. Níggju ár seinni er stríðið ikki liðugt. »Hygg og Hoyr« um útvarp og sjónvarp