fríggjadagur 24. mai 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
siða 10
Nr. 95 — 24. mai 1991
Magnum P.I.
Robert Caine kemur til Magnum. Robert
Caine vil finna aftur kvinnuna, hann gift-
ist við fyri meira enn 40 árum síðani. Tá
var hann ungur hermaður og hon var ein
skekja, sum arbeiddi í einum ókendum
náttklubba í Honolulu. Eftir at japanarar
lupu á Pearl Harbor, varð Diane segd at
vera deyð, men í dag, hesi ár seinni,
hevur Robert Caine fingið eitt bræv frá
henni, har hon krevur nógvar pengar frá
honum. Annars fer hon at siga alt um for-
tíð hansara.
Fríggjadagin kl. 21.00:
In The Heat of
The Night
Kokain
Meiri og meiri kokain kemur undan kavi í
Sparta, ofta hjá ungum og bernum, og
legreglan ger alt fyri at kanna, hver
stendur aftanfyri. 13 ára gamla Dorey
Kroller fer í bankan at pantseta virðis-
lutir hjá foreldrunum, men hóast tað
sæst, at hon brúkar kokain, aftra for-
eldrini seg at lata legregluna tosa við
hana. Carey heldur fram at brúka
kokain
Fríggjadagin kl. 22.03:
Gamli maðurin
og havið
Amerikanski klassikarin frá 1958, bygd-
ur á kendu skaldseguna hjá Ernest Hem-
ingway. Spencer Tracy spælir hin gamli
maðurin, sum fer einsamallur í báti sín-
um. Hann hevur einki fingið í tríggjar
mánaðar, men er sannferdur um, at nú
fer tað at verða
Fríggjadagin kl. 23.40:
Twilight Zone
Verndareingilin
Mr. Bevis er ein glaður, væl negdur
maður, sum er blíður við øll og vónar, at
ell eru blíð við seg. Men ein morgun
gongst alt illa. Fyrst missir hann arbeið-
ið, síðani bústaðin, rennur á við bilinum
osfr. Hann fer inn á eina ølstovu at fáa
sær ein lítlan, og har hyggur hann í ein
spegil. Aftanfyri seg sær hann ein mann,
men tá ið hann vendir sær, er eingin har.
Maðurin kemur aftur og sigur seg vera
verndareingilin hjá familjuni Bevis og
lovar at hjálpa honum
Leygardagin kl. 21.00:
The Sundowners
Amerikanskur filmur frá 1960. Carmody er
australiumaður og hevur ymisk arbeiði, har
hann kemur. Kona hansara, Ída og sonurin
Sean hava altíð fylgt honum í flakkandi til-
veru hansara. Lítið hevur verið ríkt og gott,
men seinastu tíðina hava Ida og Sean fingið
hug at verða verandi í einum stað. Men
hetta hevur Paddy Carmody ikki hug til.
Einaferð koma tey til ein bóndagarð saman
við einum eðrum vallara, Venneker. Har fær
Ida eisini arbeiði, og har trívast hon og son-
ur sum ongantíð fyrr. Tey royna at tosa við
Paddy um eina aðra tilveru.
Leikarar: Robert Mitchum, Deborah
Kerr, Peter Ustinov, Michael Anderson,
Glynis Johns.
Sunnudagin kl. 16.20:
Royn ikki vid mær
Hetta er svenskur filmur frå 1946. Bjørn
Norell arbeidir hjå kunsthandlaranum Kron-
berg. Ein av virðismiklastu lutunum hjá
Kronberg er ein Buddah-figurur, sum er ein
av trimum. Nu hevur ein annar kunsthandl-
ari fingið fatur í ti næsta Buddah-figurinum.
Hetta er Brandt. Buddahirnir hava ikki
stórt virði hver sær, so kunsthandlararnir
gera av, at tann, sum fær fatur á tí triðja,
skal sleppa at keypa tann, sum vantar.
Kronberg biður Bjørn útvega tann triðja
Buddahin, men hann er so seinur, at Kron-
berg koyrir hann. Bjern fer til vinir sínar,
granskararnar Floden og Johnsson. Hann
fær »energipillarar« frá teimum. Men hetta
eru vanlig bomm, og hann fer í góðari trúgv
at leita eftir Buddahinum, tí hann ætlar at
finna hann, áðrenn dóttir Kronberg, Ulla,
finnur hann.
Sunnudagin kl. 18.30:
Heima hjá abba
Heima hjá abba
Í eini roynd at vinna pening fer David at
mála. Hann skal mála húsatel framman fyri
hverja hurð. Men hann fær trupulleikar, tí
nakrir studentar siga seg hava einkarrætt
til hetta arbeiðið. Jessie fer á fotoskeið í vón
um at hetta hjálpir henni at fáa nýtt arbeiði.
Sunnudagin kl. 19.30:
Strangers
Søgan um eina mammu og
eina dóttir
Amerikanskur filmur frá 1979. Lucy
Mason er ein gomul kona, sum býr einsa-
mell í einum lítlum fiskibýi í New Eng-
landi. Hon gremur seg um, hvussu órætt-
Bette Davis og Gena Rowlands
víst alt er, annars leggur hon puslispel
o.a. Dóttir hennara, Abigail, sum flutti
heimanífrá fyri tjúgu árum síðani, kemur
heimaftur at vitja og vónar at tær nú
kunnu semjast. Men Lucy, sum framveg-
is er hørm um, at deyði maður hennara
helt við dóttrini, er herð. Ikki fyrr enn
dóttirin eisini vísir seg frá tí keldu síð-
uni, vaknar Lucy. So við og við verða tær
góðar, men eina náttina fær Abigail
nógva pínu og sigur fyri mammu síni, at
hon skjótt fer at doyggja av krabba-
meini.
Leikarar: Bette Davis, Gene Rowlands,
Ford Rainey, Donald Moffat, Whit
Bissel.
Mánadagin kl. 20.03:
Samaritan
Martin Sheen og Cicely Tyson
Amerikanskur filmur um Mitch Snyder,
sum er ein maður, sum veit hvat hann vil
og heldur fast um sína meining. Hann
hevur arbeitt nógv og verið fyri nógvum
í lívinum. Nú vil hann hjálpa eðrum, sum
hava tað ringt. Mitch og fleiri av vinum
hansara arbeiða í einum bólki, sum hjálp-
ir m.a. teimum, sum eru heimleys og fá-
tek. Nú tervar teimum eini sterri hús fyri
at kunna halda fram við hjálpararbeiðin-
um, men kommunan sigur seg ikki hava
ráð at hjálpa teimum. Í eini roynd at
sannfera politikararnar um, at tað er
neyðugt, fara Mitch og Harold út á gøt-
una at búgva saman við teimum heim-
leysu, beint framman fyri býráðshúsun-
um. Har hitta teir Muriel, sum lærir teir.
hvussu tey heimleysu klára seg, men
politikararnir lata seg ikki ávirka
Týsdagin kl. 16.30:
Familjan Partridge
Keith er ovundsjúkur inn á vinmannin
hjá sær, Archie, sum hevur egna íbúð.
Tað tykist at vera eitt dreymalív, og
Keith roynir at fáa Shirley at lata seg fáa
egna íbúð eisini. Í fyrstani noktar hon,
men seinni letur hon Keith sleppa at
leiga eitt kamar í grannahúsunum. Á
henda hátt býr hann ikki saman við
familjuni, men hon fær hildið eyga við
honum kortini. Ístaðin fyri at rinda húsa-
leigu, skal Keith hjálpa til í urtagarðin-
um, og hann er glaður við boðið. Men
hetta lívið verður ikki tað, hann droymdi
um
Týsdagin kl. 17.00:
Space 1999
Dr. Helena Russel hevur hildið seg verið
einkja, síðani maður hennara Lee hvarv í
rúmdini. Men tá ið Alpha nærkast Terra
Nova, lendir eitt rúmdarskip, og har er
Lee í. Hann veit ikki, hvussu hann er
komin haðar og hvat er hent honum, men
hann roynir at fáa Koenig at lata alt
starvsfólkið á Alpha búseta seg á gongu-
stjørnuni. Terra Nova er eitt satt paradís
og Koenig gongur við til hetta, hóast Lee
er farin at bera seg undarliga at.
Týsdagin kl. 19.03:
Tarzan and the
Johnny Weissmuller, Brenda Joyce og
Johnny Sheffield
Amerikanskur filmur frá 1947. Á veg til
foðingardagsveitsluna hjá Farrods kongi
meta Tarzan, Jane og Boy nekrum veiði-
monnum: Tanya, Marley, Weir og Smith-
ers. Tey ætla at fanga nógv djór og selja
einum djóragarði tey, men Farrod kong-
ur hevur sagt, at tey ikki mugu fanga
meira enn tvey av hverjum slagi
Mikudagin kl. 20.03:
Columbo
Margaret Midas sigur versoninum
Harold Van Wyck, at hann ikki longur
skal stýra familjufyritøkuni Midas Elec-
tronics. Hon orkar ikki longur at síggja,
hvussu hann fer við sjúku konu síni,
Elizabeth, og umhugsar nú at lata sonin
Arthur stýra fyritøkuni. Harold forðar
hesum við einum morði, og brúkar teldu-
skipanina at útvega sær eitt alibi.
Columbo fær trupulleikar við kanningar-
arbeiðinum at prógva hver drápsmaður-
in er.
Hósdagin kl. 19.00:
Murder She Wrote
Jessica er boðin til degurða hjá gamla
vinmanni sínum, listamanninum Simon
Thane. Hesin sigur henni, at hann dagin
eftir skal sýna fram ein sermerktan máln-
ing. Irene gevur teimum degurða, ein
fåtøk kvinna, sum eingin leggur i. Men
Jessica verður góð við hana. Tá ið Simon
dagin eftir verður funnin myrdur i ar-
beiðsrúmi sínum og nýggi málningurin
er horvin, heldur legreglan beinanvegin,
at Irene hevur dripið hann.