leygardagur 25. mai 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 96 — 25. mai 1991
Málið um SvF-samlegurnar
Skúmað upp
- Tað hevur ongantíð verið ætlanin at gjórt eitt standandi
bann ímóti øllum samlegumyndum, sigur Hans Jørgensen,
nýggjur formaður í sjónvarpsneyndini
- Tað hevur ongantíð verið ætlanin at seta eitt standandi
bann ímóti samlegumyndum yvirhøvir og tiansheldur
hevur verið lagt upp til at fáa stjóran frá, sigur Hans
Jørgensen, nevndarformadur
- Målid um samlegumynd-
imar er komið á eitt hyst-
eriskt stødi, sigur Hans
Jørgensen, nyggi formad-
urin i sjånvarpsnevndini.
Sjónvarpsnevndin klag-
aði sum áður frágreitt
SvF-stjóran 15. mars
Jógvan Asbjørn Skaale
fyri landsstyrinum, ti hann
hevur vist myndir vid
samlegumyndum uttan at
sjónvarpsnevndin hevði
givið loyvi til tess.
Hans Jørgensen sigur, at
tað ongan tíð hevur verið
Aðaluppgávan hjá neyndini:
Høvudslinjurnar
- Aðaluppgávan hjá sjón-
varpsnevndini kann ikki
vera at vera politi og
harvið at vera við í redi-
geringini av tilfarinum,
sigur nyggi sjónvarps-
nevndarformadurin Hans
Jørgensen vid tilvising til
aktuella málið um, hvat
kann verða sent í SvF.
Hans Jørgensen sigur,
nevndin umbodar borgar-
arnar, soleiðis at at teim-
um verður tryggjad ein
fjølbroytt sjånvarps' flata”,
sum tað verður rópt.
- Hetta má eisini vera
aðaluppgáva okkara at
gera saman við stjóranum,
sigur Hans Jørgensen.
Hvørjar konkretar send-
ingar SvF fyllir setta
karmin við, må SvF-stjór-
in og -starvsfólki gera av.
Formaðurin í sjónvarps-
nevndini sigur, at tå alt
kemur til alt, so er hetta
ein spurningur um sjón-
varpspolitikk.
- Hvat skulu vit brúka
teir pengar, ta tíð og tey
starvsfólk til, sum verða
sett av til SVF, sigur Hans
Jørgensen, ið heldur at tað
hevdi verið rætt at sett
fleiri fólk á SVF.
ætlanin at banna samlegu-
myndum, um so er, at tær
eru ein náttúrligur partur
av einum filmi. Tað, sum
talan kann vera um, er, at
filmir við slíkum myndum
verða fluttir til hóskandi
tíðir á degnum, t.v.s. seint
út á kvøldid.
- Hóast samlegumyndir
kunnu vera ein náttúrligur
partur av einum filmi, so
eru tað kortini ikki øll her
á landi, sum 'tola' tær,
sigur Hans Jørgensen.
Nevndin hevur svart
upp á hvítt samtykt, at
stjórin skal hyggja alt
ivasamt tilfar igjøgnum og
boda nevndini frå, tå um
hann kemur fram á "iva-
samt tilfar"; síðani skal
nevndin geva loyvi til, um
tað skal sendast ella ikki.
Hans Jørgensen heldur,
at hetta er einki stórt mål,
men hevur í løtuni einki
greitt svar upp á hvussu
hetta skal loysast í praksis.
- Samstarvið millum
nevnd og stjóra kann bert
verða betri enn higartil, og
eg fari sum nýggjur for-
maður at leggja upp til eitt
gott samstarv millum
nevndina og stjóran, sigur
Hans Jørgensen, og leggur
aftrat, at hann ivast ikki i,
at tað ber til at fáa eitt
nýtiligt samstarv eisini á
hesum gkinum.
ówh
- Tað verður helst strilt-
ið í hesum tíðin, men er
einasti møguleikin, skulu
vit hava eitt gott, fjøl-
broytt og kappingarført
føroyskt sjónvarp, sigur
nevndarformaðurin at
enda.
Fyrsti fundurin í nýggju
sjånvarpsnevndini verður
í komandi viku.
ówh
Síða 7
SS
museets
- Tá nevndin hevur ábyrgdina, so må hon eisini hava avgerðina fyri, hvat sent verður.
sigur Jógvan Asbjørn Skaale, SvF-stjóri, ið ikki dugir at hugsa sær aðra loysn enn at
neyndin hyggur alt tilfar ígjógnum
Jógvan Asbjørn: Bert ein møguleiki
Nevndin må Sjálv
hyggja alt igjøgnum
Jógvan Asbjørn Skaale,
stjóri á Sjónvarpi Føroya,
sigur, at nidurstødan hjá
landsstýrinum er púra
greið: tað er sjónvarps-
nevndin, sum hevur á-
byrgdina av tí, ið sent
verður.
Sambært eini samtykt í
nevndini frá 20. november
1989, so skal sjónvarps-
stjórin hyggja alt ivasamt
tilfar ígjógnum og boða
nevndini frá. Jógvan As-
bjørn Skaale sigur, at hetta
er ein spurningur um tíð:
er tað rímiligt, at ein al-
mennur sjónvarpsstjóri
brúkar sína tíð ul at
hyggja metra- cg tíma-
langar filmir igjøgnum;
sum dømi nevnir hann,
samlegumyndina í filmin-
um >Spurvaeygað<, sum
kom fyri í sætta parti.
- Umframt tidarnytsluna
er tað listarliga púra burt-
urvid, at fimtan sekund av
einum filmi skulu gera av,
hvørt hann er egnaður at
senda ella ikki, sigur SvF-
stjórin.
Men spurningurin um
tíðarnýtsluna hjá stjór-
anum er eftir landsstýr-
isavgerðina púra uttan
týdning í málinum; tað
avgerandi er, at sjónvarps-
nevndin hevur ábyrgdina
fyri øllum sendingum,
serliga "ivasomum'.
- Hvat er ivasamt og
hvat ikki, er ein tulkingar-
spurningur: rokni eg nak-
að sum ikki ivasamt og
nevndin meinar nakað
annað, tá hon sær tað á
skerminum, so brennir tað
undir mær og ikki undir
nevndini, sigur Jógvan
Asbjørn Skaale.
Út frá hesum heldur
SvF-stjórin, at praktiska
mannagongdin framyvir
liggur púra greið:
- Nevndin má fáa alt
tilfar at hyggja igjøgnum,
so avgerð og ábyrgð eru á
sama stað, sigur Jógvan
Asbjørn Skaale.
Verdur hetta loysnin, so
verdur rødin »Tvær fam-
iljur« millum tad fyrsta,
nevndin fær sendandi at
hyggja igjøgnum. Rødin
er i 67 pørtum, ið eru
hálvan tíma hvør
- Tað er ikki óhugsandi,
at ein samlega er onkun-
staðni á teimum 35 tím-
unum, sigur Jógvan As-
bjørn Skaale at enda.
ówh