Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mai 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Norðurlendska samstarvið til gagns fyri øll Jóannes Eidesgaard, lands- stýrismaður í almannamál- um nam við tað samstarv, sum hevur verið millum norðurlond m.a. í spur- ningum um tey menning- artarnaði. Hann segði, at hetta samstarv hevur sumbrað arbeiði bæði hjá starvsfólki og brúkarum innan al- mannaverkið í dagliga ar- beiði sínum her í Føroyum, og vónaði, at eisini hini norðurlondini hava fingið eitthvert burtur úr at virka saman við føroyingum. Landsstýrismaðurin segði, at hetta samstarvið ikki bert er komið hesum bólk- um tl góða, men gllum samfelagnum, sum er vorðið nógv ríkari. -Øll hava heimarætt, er setningurin, stevnan hevur sett sær. Hetta má merkja, at øll, uttan mun til hvussu fólk eru fyri sálarliga ella likamliga eiga rætt til eina sjålvstødu ulveru har eisini hugsað verður um serligan tørv, segði Jóannes Eides- gaard, og fegnaðist um tey framstig, sum eru gjørd. Millum annað at tað ikki longur er neyðugt hjá hesum fólkum at fara av landinum at finna rímilig livilikindi. -Men hóast stór framstig, eru enn fólk, sum ikki hava atgongd og møgu- leikar javnsett við onnur. At loysa tílíkar trupulleikar í dag, nú sparast skal á øllum økjum, kann tykjast trupult. Vit, sum fáast við politikk hava ofta lyndi til at finnan loysnir, sum miða ímóti at gagna flest møguligum. Hetta kann vera gott, men vandi er tó fyri, at minnilutar vera við sviðiðsoð. Tí er tað av alstórum týdningi, at feløg sum NFPU og Javni alla tíðina gera vart við seg og eisini framyvir eru ringa samvitska politikaranna, segði Jóannes Eidesgaard og heitti á hesar felags- skapir um ikki at helma í. Nr. 97 — 28. mai 1991 Mynd: Kalmar ; Ein Skúli fyri oll Marita Petersen, lands- stýriskvinna í skúlamálum helt fyri, at tað kundi tykjast logið, at tað skuldi vera neyðugt at leggja dent á, at øll skulu hava heima- rætt. Men samstundis legði hon sjálvt dent á, at hetta enn er neyðugt. -Tað hjálpir at gera vart við seg, og hevði felagið Javni ikki gjørt tað stóra arbeiði, sum felagið nú í 20 ár hevur staðið fyri, vóru vit ikki komin so mikið langt sum vit eru. Hetta at skapa møguleikar Mynd: Kalmar Skulu vit laga okkum eftir samfelagnum, ella skal samfelagið laga seg eftir okkum spurdi Conny Bergquist úr Svøriki, sum greiddi frá hvat hann helt um støðuna hjá teimum menningartarnaðu. Sjálvur er hann menningartarnað- ur, og legði hann serligan dent á upplýsing innan økid. Trupulleikarnir hjá teimum menningartarnaðu eru ikki bert at finna í ávísum londum, men alla- staðni. Just ti hava vit ein felagsskap sum NFPU, segði Conny Bergquist. Tað vóru eisini Onnur, sum bóru fram heilsanir. Óli Simnonsen, formaður í == Hver skal laga seg Javna heilsaði ráðstevnuni. Hann fegnadist um, at tað serliga var brúkarin, sum var væl umboður á hesi ráðstevnuni. Victor Wahlstrom, sum er formaður fyri altjóða- felagsskapin fyri menning- artarnað greiddi frå stødni í ymsum londum og hvussu illa hesi fólk eru fyri, og fyri Tórshavnar Býráð heilsaði Lisbeth L. Petersen stevnuni, og beyð øllum at vera vælkomnum til Havnar. Vit hava meira um stevn- uni í komandi blødum. til tey menningartarnadi heima i Føroyum istadin fyri at senda tey av land- inum, segði Marita Peter- sen. Landsstyriskvinnan segði, at hetta er triðja últakið, sum NFPU hevur skipað fyri í Føroyum, har hon hevur verið við. Øll hesi tiltøk hava verið liður í at skapa teimum menn- ingartarnaðu eina so nor- mala tilveru sum gjørligt. Í 1988 snúði stevnan seg serliga um skúlamál,- ein skúla fyri øll. Hetta er tydningarmesta treytin fyri einum samfelag fyri øll. Seinra stevnan var serliga ætlað politikarum og var um menningartarnaði í nærumhvgrvinum, og í dag verður tikið eitt stig aftart móti leiðina at menning- artarnaði fáa møguleika at luttaka í samfelagslívinum og rættin til eina tilveru åjavnt við øll onnur, segði Marita Petersen. Landstsýriskvinnan boð- aði frá, at føroyska skúla- verkið arbeiðir í løtuni við bóta um møguleikarnar hjá teimum menningartarnaðu børnunum soleiðis, at hesi saman við foreldrum sín- um kunnu fáa neyðugu hjálpina har tey búgva. Á hendan hátt vónaði hon, at vit einaferð kunnu kalla føroyska fólkaskúlan ein skúla fyri øll.