týsdagur 28. mai 1991síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 97 — 28. maí 1991
Ná
-Fara sparingarnar á sjúkra-
håsøkinum at skunda undir, at
menningartarnaði verða flutt út
í smærri íbúðareindir mugu vit
siga, at gott var, at vit fóru at
spara, segði Arni Olsen, yvir-
lækni, tá hann setti 19. NFPU-
ráðstevnuna
Sunnudagin seinrapartin
varð 19. NFPU-ráðstevnan
sett í ítróttarhgllini á Hálsi.
Umframt teir umleið 800
stevnuluttakararnir høvdu
eisini onnur áhugaði leita
sær niðan í høllina hesa
løtuna, sum var stúgvandi
full tá Árni Olsen, yvir-
lækni, sum er valdur at
vera ovasti fyri stevnuna,
setti stevnuna.
Arni Olsen segði, at tað
hevur leingi verið eitt
ynski um at halda hesa
rådstevnu í Føroyum, men
vit hava ongantíð hildið
okkum rættiliga til.
-Men nú tóku vit dik á
okkum. Vit vistu, at hetta
fór at vera eitt sera stórt
tiltak, hóast vit høvdu
avmarkað luttakaratalið til
eini 500. Men so kom
Norrøna upp á tal sum
flutnings- og hotellskip, og
tå bar til at økja um lut-
takaratalið. Hetta var
heppi, tí áhugan at tekna
seg ul hesa rådstevnu
hevur verið sera stórur,
segði Arni Olsen.
Evnið fyri stevnuna er:
Øll hava heimarætt. Hetta
evni helt Árni Olsen vera
væl valt og hann helt, at
hendan stevnan miðaði í
enn stórri mun enn aðrar
ul at finna fram til itøkilig
úrslit, teimum menningar-
tarnaðu at bata.
-At vera noydd at fara av
landinum tí vit sjálvi eingi
tilboð hgvdu at bjóða, var
mangan beiskt. Til fremm-
ant land, aðra mentan og
fremmant mál gjørdu
trupulleikarnar bert enn
stórri hjá teimum menn-
ingartarnaðu, og tí hevur
leingi verið arbeitt við at
geva menningartarnaðum
tilboð so tey kundu vera í
Føroyum, segði Arni
Olsen. Hann visu á royndir
í so máta longu í tríati-
árunum, men hesar blivu
av ongum orsaka av seinra
heimsbardaga. Roynt var
aftur í fimtiárunum, men
verilig gongd kom ikki á
fyrr enn felagið Javni varð
stovnað fyri 20 árum
2 Síða 7
sidani.
Smærri eindir
Við nýggjum tíðum
komu eisini nýggir tankar.
Eisini her í Føroyum.
Tíðin fór frá teimum stóru
stovnunum, og fólk fóru
av álvara at tosa um at
bjóða menningartarnaðum
heldur at búleikast í
smærri íbúðareindum.
Hetta arbeiði heldur fram,
og tað er ikki óhugsandi, at
sparingarnar innan sjíukra-
húsverkið fara at skunda
undir hesa gongd, helt
Árni Olsen. Hann vísti á,
at nú utbyggingin av
landssjúkrahúsinum fyri-
bils verður steðgað, verður
Mynd: Kalmar
1 Eru
neyðugt hjá sjúkrahúsinum
at nýta ein stórri part av ti,
sum nú er til tey menning-
artarnaði, soleiðis at aðrar
loysnir mugu fáast til
teirra.
-Verður hetta ein av av-
leiðingunum av skerjing-
unum, mugu vit siga, at
okkurt gott spurdust bur-
lurår at spara, segði Árni
Olsen.
Sangbólkurin VÓN sang
steynusangin so tað
rungaði í holl. Tey
høvdu eisini fingið eitt
sindur av professio-
nellari hjálp. Terji
Rasmussen sang fyri og
Anna Suffía í
Brekkunum stjórnaði
kórinum.
Mynd: Kalmar
tað.
-
I
=
Tlf. 16190. &
ns"... BBB
Vit hava eitt stort urval av bruktum
eykalutum til bilar. Er tað okkurt, vit
ikki hava á goymslu, so útvega vit
Vit gera eisini smærri bilumvælingar.
á Heygnum Mikla