týsdagur 28. mai 1991síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
p *
tíðindablaðið
Størsta rådstevna nakrantíð
I góðveðrinum sunnu-
morgunin kom Norrøna å
Havnina við m.ø. teimum
stivliga 500 utlendsku
gestunum, sum komandi
dagarnar skulu luttaka å
NFPU-rådstevnuni i Før-
oyum.
Norðlýsið tók í mót
gestunum longu úu á
fjørdbinum og fylgdi
teimum síðani til lands.
Har var væl av fólki komið
saman. Millum onnur
varaløgmaður, sum vegna
landsstýrið beyð gestunum
at vera vælkomin.
Jens Jensen, formaður í
Javna segði eisini ngkur
orð á bryggjuni. Hann helt
fyri, at umframt at
luttakarar vóru frá gllum
norðurlondum, vóru eisini
umboð úr Baltisku lond-
unum eins og úr einum so
fjarskotnum landi sum
Japan komin higar á
stevnu. Hetta ber okkum
boð um, at vit arbeiða ikki
bert við lokalum málum,
men globalum, sum hann
tók til. Jens Jensen
fegnaðist um tey mál, sum
rokkin eru, ikki minst
síðani felagið Javnið varð
stovnað fyri 20 árum
síðani, fyri at bøta um kor-
ini hjá teimum menning-
artarnaðu. Hann vónaði, at
stevnuluttakarar fóru at
læra av royndum hver hjá
ødrum, og at nógv fór at
koma burturúr. Hann takk-
aði eisini øllum teimum,
sum hava verið við til at
fyrreika stevnuna.
Jákup Hansen beyð,
vegna tey menningartar-
naðu, gestunum vælkomin.
Hann vónaði, at hóast
skráin fyri stevnuna er
ógvuliga drúgv, fór tað
eisini at vera tíð til hittast
og práta um eitt og annað.
Jens Jensen, formaður í
Javna, Jákup Hansen,
sum umboðaði tey
menningartarnaðu og
Jógvan Sundstein,
varaløgmaður tóku ímóti
Norrónu sunnumorgunin
tá hon kom á Havnina
við fleiri enn 500
sleévnugestum
Mynd: Tórfinn
Eisini minti hann á tey
mongu mentannarligu til-
tøkini, sum tey evnaveiku
skipa fyri hesar dagarnar,
og sum hann, saman við
ødrum, eisini gleddi seg
til.
Til gudstænastu i
Klaksvik
Løtu seinri helt Norrøna
leidina fram til Klaksvikar
vid teimum 500 stevnulut-
takarunum. Á bryggjuni í
Klaksvík, tók Óli Heine-
sen, býráðsformaður ímóti.
Býráðsformaðurin
takkaði teimum, sum hava
fyrireika stevnuna, at út-
lendsku gestirnir eisini
fingu møguleika at vitja í
Klaksvík, um steðgurin
varð stuttur.
Um støduna hjá teimum
menningartarnaðu segði
býráðsformaðurin, at tað
eru ikki so mong ár síðani
at vit vóru noydd at senda
hesi av landinum til at fáa
eina hampuliga tilveru.
Hetta er ikki neyðugt long-
ur, men vit eiga at vera á
varðhaldi, so hendan søgan
ikki endurtekur seg.
-Tað kann tykjast logið
fyri ein útlending, at eitt
samfelag við bert 47.000
fólkum ikki megnar at lata
tey menningartarnaðu
kunnu taka lut í teimum
ágóðum nærumhvørvid
hevur at bjóða, men tílíkar
trupulleikar hava vit kort-
Nr. 97 — 28. mai 1991
firéttarhøllin á Hálsi
var stúgvandi full av
fólki tá NFPU-
ráðstevnan varð sett
sunnudagin
Mynd: Kalmar
ini. Fyri tey menningar-
tarnaði hevur eisini eitt-
hvort verið gjørt í Klaks-
vík, men ikki nógmikið.
Vit kundu hugsa okkum at
givið teimum ein møgu-
leika í vinnulívinum, men
hetta er ikki lætt, tí vinnan
er so einstátta tengt at
fiskivinnuni her hjá okk-
um, at trupult verður at fáa
øll menningartarnað i
arbeidi, segdi byrådsfor-
maðurin, sum ynsktu gest-
unum eina góða stevnu.
Eftir móttgkuna fóru øll í
kirkju, har Niels Pauli
Danielsen, prestur, præ-
dikadi.