Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mai 1991síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 gerast ST-aðalskrivari Norski forsætisráðharrin, Gro Harlem Brundtland, tykist hava góðar megu- leikar at gerast nýggjur ST-aðalskrivari eftir Perez de Cuellar, sum fer frá innan ársskiftið. Ein ikki almenn kann- ing, sum er gjørd á ST- hevuðsborgini í New York, vísir, at norska Gro er favorittur til starvið. Hon hevur serliga tveir Gro góðan møguleika at fyrimunir fram um onnur. Higartil hevur ein kvinna ikki rekt hetta heimsins mest týdningarmikla starv. Mong halda, at nú eigur ein kvinna at verða vald í starvið. Eisini er Gro Harlem Brundtland eitt gott »kompromivalevni« hjá teimum festu limunum í ST-trygdarráðnum, sum skulu innstilla nýggja aðalskrivaran. Tey eru USA, Ongland, Frakland, Kina og Sovjetsamveldið. Men tað fer uttan iva at verða ein harður dystur, tí eitt nú afrikanarar halda, at tað er uppá tíðina, at aðalskrivarin verður úr teirra heimsparti. Enn hevur eingin afrikanari rekt hetta starvið. Víst verður á, at bæði Latín- amerika, Europa og Asia Danir ynskja hvorki felags EF-gjaldoyra ella EF-unión — men einans handilsligt samstarv danir ynskja hvørki felags ef-gjaldoyra ella ef-unión.. Eitt av teimum málunum, sum leingi hevur verið nógv umrett í donsku fjel- miðlunum, er steðan til víðkan av EF-samarbeið- inum. Hóast Danmark er einasta norðurland, sum er limur av EF, so ynskir tann vanligi danin ikki, at hetta samarbeiði skal víðkast til eisini at fevna um felags gjaldoyra og eina EF-unión ella eitt Sameint Europa av sama slag sum USA. Hetta vísir ein kanning, sum Sensorstovnurin hev- ur gjert fyri Jyllands Posten. Sambært kanningini er ein stórur meiriluti av denum fyri, at EF einans skal vera eitt handilssam- arbeiði. Danir ynskja ikki, at EF í framtíðini skal vera at sammeta við eina tjóð, sum hevur ein uttan- ríkispolitikk, eitt gjald- oyra osfr. 61% av teimum spurdu siga, at EF bert skal vera ein handilsfelagsskapur. 59% eru ímóti at EF í framtíðini skal útvikla seg til at blíva Teir Sameindu Statirnir í Europa og 53% eru ímóti, at EF fær eitt nýtt gjaldoyra. 49% eru ímóti at EF skal gerast til eitt land við einum uttan- ríkispolitikki. Sensor-stovnurin gjerdi eina líknandi kanning fyri einum ári síðani. Tá vóru telini nekur onnur. M.a. vísir tað seg, at mót- steðan móti at gera EF til eitt Sameindu Statirnir í Europa við felags uttan- ríkispolitikki, er nógv Nr. 97 — 28. maí 1991 Gro Harlem Brundtland, forsætismálaráðharri í Noregi , sum hevur møguleika at gerast ST- aðalskrivari hava staðið á odda fyri fe- lagsskapinum. Enn er tann 61 ára gamli Kenneth Dadzie úr Ghana einasta afrikanska val- evnið. Men í ST rokna tey flestu við, at tað neyvan verður ein afrikanari, sum verður valdur til aðal- skrivara á hesum sinni. vaksin, somuleiðis mót- steðan móti einum felags gjaldoyra. Kanningin vísir eisini, at nógv fólk eru sera ónegd við upplýsingarnar um EF og serliga nýggju skipanina við einum fríum marknaði, sum skal koma í gildi í 1993. Tað vísir seg eisini, at tess meira upplýst fólk eru um EF, tess meira positiv eru tey mótvegis eini útbygging av felags- skapinum. Vaclav Havel nú í Danmark: Rithøvundin sum iørdist forseti vitjar Norðurlond Ein av heimsins mest um- reddu og ein av best um- tóktu stjórnarleiðarum vitjar í hesum degum í Norðurlondum. Tað er eingin mætari enn tjekko- slovakiski forsetin — rit- hevundurin Vaclav Havel. Hann hevur júst vitjað í Noregi og kom í gjár til Danmarkar, har rættiliga nógv verður gjørt burtur úr vitjanini. Hann skal longu í morgin víðari til Vaclav Havel, rithøvundi og forseti i Tjekkoslo- vakia Svørikis og síðani til Fin- lands. Vaclav Havel vitj- aði í Íslandi fyri eini tíð síðani. Í Danmark skal Vaclav Havel m.a. taka ímóti Sonnings-virðislenini, sum eitt nú William Heinesen hevur fingið. Grundgevingin fyri at geva júst Vaclav Havel Sonnings-virdislønina er m.a.: »den forening af det kunstneriske og politiske engagement, som hans virke har været et over- bevisende udtryk for.“ Segan um Havel er ein av teimum sjáldsomu og góðu, sum fjelmiðlar kring allan heim, tað veri seg blød, útvarp ella sjón- varp, aftur og aftur tríva í. Tað snýr seg nevniliga um rithevundan, sum ong- antíð vildi góðtaka komm- unistisku stýrisskipanina og sat í fongsli í langa tíð fyri mótsteðu sína — mannin, sum seinni gjørd- ist landsins forseti. Síðani múrarnir fullu millum eystur og vestur og londini í Eystureuropa góvu kommunistisku valdsharrunum durafjórð- ingin, royna lond sum Tjekkoslovakia nú at koma upp undan aftur bú- skaparliga og mentanar- liga fyri ikki at siga menn- iskjansliga. Nýggju tíðirnar við frælsi og demokratii hava knýtt lond sum Tjekko- slovakia og Vesturheimin nærri saman. Men tað skal nógv til fyri at menna hesi lond eftir kommun- istiska stýrisskipan í so mong ár. Tað er ikki nóg mikið við frælsi at siga og skriva tað tú hugsar, búskapar- liga grundarlagið má eis- ini lagast heilt av nýggj- um. Og hetta er m.a. tað, sum nýggi tjekkoslovak- iski forsetin roynir at greiða londunum í Vestur- heiminum frá undir vitj- anum sínum. Hann setti sær fyri at vitja flest øll lond, tá hann gjørdist for- seti, og nú er so túrurin komin til Norðurlond. Vaclav Havel hevur ongantíð dult hvat hann stendur fyri. Hann er ímóti tí kommunistisku skipanini og ynskir, at land hansara kann menn- ast við eini búskapar- skipan, sum vit finna í eitt nú Norðurlondum. Hann ynskir eisini, at Tjekko- slovakia gerast limur í EF og vil hann m.a. við mongu vitjanum sínum í vesturheiminum greiða stjórnunum her frá, at tær mugu ikki sleppa Eystur- europa upp á fjall. Hesi londini, sum framdu eina friðarliga og óblóðuga kollvelting móti kommun- ismuni, hava uppiborið at fáa hjálp úr restini av Europa og vesturheimin- um. Vaclav Havel ynskir rætt og slætt, at vit vísa teimum nýggju demo- kratiunum í Eystureuropa ans og hjálpa teimum at koma fyri seg eftir at hava verið undir kommunist- iskum oki í so mong ár. Og her finst neyvan nakar betri umboðsmaður og ambassaderur fyri Eystureuropa enn júst rit- hevundin og forsetin Vaclav Havel. UTTA I. EFTIR Jan Miller skrivar