mikudagur 29. mai 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 98 — 29. maí 1991
Eg eri hláovgdur
i síða 9
- og við einum sindri av gandi skal tað eydnast
mær at halda tær treytir sum landsstýris-
maðurin hevur sett, sigur Bjarne Andreasen,
stjóri í Arhus-Tønsberg Line
Líkt er til at ferju-
sambandid Århus-Tøns-
berg Line A/S hevur
møguleikar at yvirliva, h6-
ast truplar umstødur.
Treytirnar, sum Lands-
stýrið hevur sett eru, at
Bjørn Andreasen, stjóri í
Århus- Tønsberg Line skal
gjalda 250.000 krónur 5.
hvønn dag, fram til 16.
juní í ár.
Svend Áge Ellefsen,
landsstýrismaður í sam-
ferðslumálum sigur, at
treytirnar eru Óvanligar,
men at tað kemst av at
felagið er so peningaveikt,
sum hann tekur til.
- Tað er tí ikki uppgávan
hjá landinum at taka um
endarnar, um rutan ikki
kann bera seg.
250.000
hvønn mikudag
Spurdur, hvat fór at hen-
da, um leigan ikki varð
goldin rættstundis, sigur
Svend Åge Ellefsen: - So
skal Smyril heim aftur til
Føroya beinanvegin.
Eftir ætlanini skal Bjarne
Andreasen, stjóri gjalda
250.000 í dag mikudag,
fyri at fáa loyvi at halda
fram. Sosialurin spurdi
stjóran, um hann fór at
megna at gjalda, og hann
segði seg hava gott mót.
Hvussu verður tað gjórt?
- Eg eri í ferð við at
ganda, og tað verður gjørt
við at lána eitt sindur her
og eitt sindur har - og so
eri eg blåoygdur!
- Ålvaratos, tå kanst
heilsa øllum f Føroyum og
siga teimum, at rutan hig-
artil hevur hildnast heilt
væl, tó at vit byrjaðu ein
mánaða ov tíðliga.
- Higartil eru nógvar
umbiðingar komnar og vit
kunnu siga, at frå 21. juni
er skipið fullsett.
Bjarne Andreasen sigur
eisini, at hann upprunaliga
fór undir hetta projektid
saman við einum grann-
skoðara, sum hevði skil
Treytirnar hjá Árhus-
Tønsberg Line eru, at
gjalda 250.000 krónur
5. hvønn dag í leigu fyri
Smyril. fram til 16. juni.
Bjarne Andreasen hevur
fyri Sosialinum
prógvað, at
bíleggingarnar -
vanliga frá bussfeløgum
og størri virkjum frå
juni månada eru so
mikið nógvar, at Smyril
fer at sigla fullsettur í
summar
.
Bjarne Andreasen, stjóri
í Arhus-Tønsberg Line
er 48 ára gamal og
ættaður úr Tønsberg.
Hann livir og virkar í
Árhus, har hann giftur
við danskari konu og
eigur tvey børn.
Fíggjarliga
grundarlagið undir
nýggja
ferjusambandinum
millum Danmark og
Noregi eru tvær
døgnkioskir, sum
fyrrverandi hovmeisrain
keypti, tá hann gavst at
sigla
fyri shipping, og sum eis-
ini var við til at leggja rut-
una til rættis. Hesin grann-
skoðari skuldi eisini eftir
ætlan verða samstarvspart-
nari hjá Bjarna Andreasen,
men orsakað av at hesin
ikki fekk eitt uttanlanda-
lán, tók hann seg burturúr.
- Tí noyddist eg at taka
um endarnar persónliga,
eisini tí eg veit, at júst
henda rutan hevur møgu-
leika at bera seg.
Hovmeistari
og kioskeigari
Bjarne Andreasen er ikki
kendur i shipping-yrkin-
um, men hann hevur
royndir sum sjómaður og
hevur siglt sum hovmeist-
ari i mong år.
Hann er 48 åra gamal,
byr i Århus og eigur tvey
børn vid danskari konu,
har hann hevur arbeitt i
niggju år.
Sidani hann gavst sum
hovmeistari hevur hann
keypt tvær døgnkioskir i
Århus, og hesar eru grund-
arlagid fyri, at rutan År-
hus-Tønsberg kann halda
fram.
Hann er ættaður úr
Tønsberg í Noregi og sigur
seg kenna vidurskiftini við
Århus-Tønsberg rutuni,
har rutan áður hevur verið
millum londini.
35 - 40 arbeiðs-
pláss til føroyingar
Bjarne Andreasen: - Av
ti at eg ikki eri kendur i
shipping-yrkinum, havi eg
just leigad skip vid mann-
ing. Her er talan um eini
70 - 80 arbeidsplåss, har
tey 35 - 40 plåssini eru til
føroyingar. Tað átti eisini
at skapt áhuga í Føroyum
- Eg haldi at hetta rutu-
sambandið er vert at varð-
veita, og eftir tí, sum hig-
artil er umbiðið, fer Smyril
at sigla fullsettur millum
Århus og Tønsberg i
summar.
Bjarne Andreasen hevur
sent Sosialinum prógv fyri,
at umtalaða umbiðingin á
rutuni eru í lagi. T.d. eru
góðar 300 umbiðingar til
ferðina 21. juni, og van-
liga keypa fólk oftast eisini
beinleiðis frá degi til ann-
an, so stjórin hevur góðar
vænir.
- Nú er bert at vóna, at
leigumálið viðvíkjandi at
gjalda fimm dagar forút,
sum gongur fram til 16.
juni, kann haldast. Tad er
einki ivamál, at rutan ber
seg sum frålidur, sigur
Bjarne Andreasen at enda
Dagny