Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 - 18. mars 2003 33 33 32 Nr. 53 - 18. mars 2003 C M Y K 32 At Kyndil misti mál- mannin, tá tveir trið- ingar vóru eftir av dystinum, gjørdi ikki støðuna verri hjá StÍF, sum tók av og tryggj- aði sær bronsustigini. KVINNUHONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Undan dystinum á Skála sunnudagin vóru trý lið jøvn í stigum - Stjørnan, Kyndil og StÍF - og høvdu samstundis øll tað til fel- ags, at tey nú móti endan- um á kappingarárinum eru á bronsuveiðu. Tí var líka umráðandi fyri bæði StÍF og Kyndil at vinna dystin teirra millum, tí vinnarin slapp leysur úr hesum lítla trunkanum mitt í stigatalvuni. Yvirhøvur gekk sera javnt á frá byrjan og allan fyrra hálvleik, so alt bendi á ein tættan og spennandi dyst líka til tað síðsta. Men tá einir tíggju min- uttir vóru eftir til hálvleiks, var málverjin hjá Kyndli, Fríða Petersen, so óheppin at koykja sær fótin og noyddist at lata seg taka út. Ikki var hugsingur hjá henni at halda fram í dystin- um, og tí noyddist útispæl- arin Randi Wardum í mál. Hóast hon í fótbólti er mál- verji hjá HB, var leikluturin sum hondbóltsmálverji púra nýggjur fyri hana. Hon gjørdi eisini alt tað, hon kundi gera í málinum, men kortini var missurin av Fríðu nakað, ið ikki kundi sleppa undan at ávirka rest- ina av dystinum. So er eisini at siga, at StÍF spældi ein góðan dyst og átti munin í seinna hálvleiki, tá avgerðin í dystinum fall. Royndu at svara aftur Kyndil royndi at verja seg við eitt nú at mansverja toppskjúttan hjá StÍF, Astu Petrauskiene, men tað munaði so lítið, tí í staðin fekk eitt nú Alina Olaru gongd á sítt spæl. Hóast StÍF fekk betru byrj- anina í seinna hálvleiki og fór eitt fitt petti framum, me- gnaði Kyndil fleiri ferðir at koma aftur, og munurin upp á fýra mál var minkaður niður í eitt, tá hálvur tími var eftir. Ta næstu løtuna gjørdi StÍF so eitt lop í málskjót- ingini og fór frá 21-20 upp á 26-20. Kyndil fekk sær »time-out« og megnaði enn eina ferð at svara nokk so væl aftur, men sum tíðin leið, gjørdist eingin vegur aftur, tí til tað var StÍF-liðið ov vælkoyrandi. Sostatt gjørdist tað til ein rímiliga tryggan 29-25 sig- ur, ið gevur StÍF ein lítlan fyrimun fram um Kyndil og Stjørnuna í kappingini um bronsukrónurnar. Enn eru tó fýra dystir eft- ir, og tá so tætt er millum liðini í miðjuni, kann enn nógv henda, áðrenn greitt er, hvør strýkur avstað við bronsuni og hvør situr eftir við ongum. Dysturin í tølum StÍF-Kyndil 29-24 (14-14) Málskjúttar: StÍF: Alina Olaru 9, Asta Petrauskiene 7, Súnfríð B. Jacobsen 5 (4), Anna Maria Berthelsen 2, Anna B. Danielsen 2, Elin Jacobsen 2, Paula Mortensen 1, Poula D. Olsen 1 Kyndil: Iliana Manulescu 7 (1), Annika Ljósstein 6, Sonja Smiljic 5 (2), Ann Mari Wang 4, Sabine Frø- lund 1, Annika Thomsen 1 Brotskøst: StÍF 4, Kyndil 3 Útvísingar: StÍF 1, Kyndil 3 Dómarar: Sámal Hansen og Kristian Johansen Við sigrinum sunnu- dagin tryggjaði Neist- in sær, at botnplássið ikki longur er aktuelt, so har verður Tjaldur nú verandi, til kapp- ingin er av. KVINNUHONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Tað var bara ta allarfyrstu løtuna, at tað var javnt í botndystinum í høllini á Hálsi sunnudagin, tá Neist- in tók móti Tjaldri. Tá tíggju minuttir vóru farnir, var munurin blivin fýra mál, og hann bara spaku- liga vaks allan dystin. Fimm mál vóru á muni í hálvleikinum, men beinan- vegin eftir steðgin gjørdu tær bláu ein vørr, so tær í grundini ikki vóru til at fáa aftur. Neistin hevði somu- leiðis restina av dystinum fult tamarhald á øllum, og vann sær tí at enda ein tryggan sigur. Støðan í sjálvum sær er ikki sørt óvanlig hjá Neist- anum, tí í roynd og veru merkti sigurin, at Neistin hevur tryggjað sær at sleppa frá vandanum at enda á aftasta plássi. Tað plagdi annars at vera í hinum endanum á stiga- talvuni, at stóru sløgini hjá Neistanum stóðu… At tað kortini kann vera so skjótt, at tað gongur hin- vegin aftur, eru VB og Stjørnan vælsaktans bestu dømini um í vetur, tí upp- runaliga gingu bæði fel- øgini við tí í tonkunum, at frægast mundi vera at taka seg úr kappingini vegna fólkatrot. Um hugsað verður um yngra tilfeingið hjá Neist- anum, so skuldi okkurt ver- ið á veg, ið kundi beint fyri oyðimarkargongdini, hetta kappingarárið í løtum hevur líkst mest. Mansverja gav einki Skuldi úrslitið kanska tala fyri seg, so fingu áskoðar- arnir í øllum førum sjón fyri søgn, tí talan gjørdist ongantíð um ein dyst, ið líktist øðrum enn einum botndysti millum tey bæði liðini, sum higartil hava staðið seg ringast í kapp- ingini. Allan dystin valdi Tjald- ur at mansverja Simona Dziugyte, men tað vísti seg at gerast eins stórur fyri- munur fyri Neistan, ið hevði munandi betur tak á opna spælinum og plássin- um, ið komst av, at tveir spælarar soleiðis vóru bundnir alla tíðina. Og í seinna hálvleiki fekk Neistin ferð á síni skjótálop, ið góvu heilt fitt av málum av sær. Hetta var nakað, ið annars ikki rigg- aði so væl í fyrra hálvleiki. Tó skal Tjaldur heldur ikki gerast verri, enn tað var. Men ein orsøk til, at illa lá fyri at fáa nóg stóra úrtøku burtur úr dystinum, var at finna í Neista-málverjanum, Helenu Dam Poulsen, ið stóð ein góðan dyst og mangan tók broddin av málroyndunum hjá Tjaldri. Tjaldur er nú isolerað í botninum við sínum trimum stigum, meðan tað hinvegin ber til hjá teimum í Neist- anum at hyggja eitt sindur meira frameftir, tí við sínum ellivu stigum er Neistin bara tvey stig aftan fyri Kyndil og Stjørnuna, sum nú royna at jagstra StÍF fyri at fáa hendur á bronsuni. Við VB og VÍF langt framman fyri hini og Tjaldri langt aftanfyri, hev- ur besta kvinnudeildin hátt- að seg soleiðis, at í miðjuni eru so hini fýra liðini, ið altso bara hava eittans med- aljusettið at tráa eftir. Dysturin í tølum Neistin-Tjaldur 29-20 (16- 11) Málskjúttar: Neistin: Simona Dziugyte 5 (3), Súna Mørk 5, Rakul Augustinussen 4 (1), Ása á Neystabø 4, Mildrið Jacob- sen 3, Jórun Ludvig 3, Christina Holm 2, Ata Høgnadóttir 1, Lív Sør- ensen 1 Tjaldur: Milica Ergic 7 (3), Oddvá Fossdalsá 5, Lenka Ribaric 4 (2), Kristine Ell- ingsgaard 2, Sonja Gleðis- heygg 1, Mona Langgaard 1 Brotskøst: Neistiin 6, Tjaldur 7 Útvísingar: Neistin 4, Tjaldur 5 Dómarar: Ragnar Simon- sen og Hannis Wardum 1. deild, kvinnur Støðan vunnin tapt mál- dystir v-j-t mál mál munur stig 1 VB 8 7-1-0 523 424 99 24 2 VÍF 8 5-2-1 465 389 76 20 3 StÍF 8 4-1-3 476 489 -13 15 4 Stjørnan 8 2-1-5 431 433 -2 13 5 Kyndil 8 3-1-4 484 493 -9 13 6 Neistin 8 3-0-5 409 440 -31 11 7 Tjaldur 8 1-0-7 384 504 -120 3 Máltindurin Daiva Toumaite VB 161 (43) Asta Petrauskiene StÍF 159 (40) Danijela Ercevic Stjørnan 144 (38) Simona Dziugyte Neistin 137 (44) Sóley Mikkelsen VÍF 132 (42) Reda Kurkauskiene VB 131 (18) Lotte Sørensen Kyndil 130 (64) Milica Ergic Tjaldur 118 (24) Lenka Ribaric Tjaldur 107 (30) Natasja Stamenkovic Stjørnan 104 (6) Alina Olaru StÍF 103 (8) Nicoleta Radu VÍF 84 (1) Jacklin Durhuus VÍF 84 (6) Ileana Manolescu Kyndil 78 (13) Laila Jespersen VB 62 StÍF-Kyndil 29-24 (14-14): Koyktur fótur køvdi Kyndil Neistin-Tjaldur 29-20 (16-11): Tjaldur fast í botni Dysturin millum Neistan og Tjaldur líktist í nógvar mátar einum botndysti. Tjaldur er eisini einsamalt botnlið nú, meðan Neistin spakuliga kann loyva sær at hyggja uppeftir, har ikki so langt er til næstu liðini Kvinnurnar úr Vági høvdu neyvan verið stórt fegnari, um tær veruliga høvdu vunn- ið í Vestmanna sunnudagin. Men javnleikurin var fyri tær eins væl ein sigur og hann var eitt tap fyri VÍF, tí nú talar einki fyri, at odda- liðið kann fáast aftur. KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Vágbingar vóru væl mann- aðir í Vestmanna sunnudag- in, og haraftrat vóru teir eisini framúr væl hýrdir, tá teir fóru avstað aftur til Havnar at bíða eftir Smyrli. Á vøllinum sóu VB- kvinnurnar eisini út sum vinnarar, tá dysturin var av, sjálvt um hann endaði við javnleiki, 24-24. Fyri VB var tað at rokna sum ein sigur, tí VÍF kom ikki nærri, nú bara fýra dystir eru eftir at spæla. Tí hevur VB sera góð kort á hondini til tað, sum restar í av kappingini. Tað var eisini ein rimmar dystur, allir áskoðararnir í Vestmanna vóru vitni til seinnapartin sunnudagin. VÍF visti, hvat skuldi til, og stríddist sum úlvur á skóg at røkka sínum máli. Kravið var ein sigur, skuldi nøkur livandi vón vera um at hava samband við VB. Tær í VÍF vísti eisini í verki, at tær skiltu álvaran í dystinum, tí burtur sæð frá tí einu ferðini var VÍF fyrra liðið at leggja seg á odda. Men hóast tað, so megnaði VB hvørja ferð at koma afturíaftur og fáa javnað. At hetta vóru bestu kvinnuliðini í kappingini í vetur, vístu bæði VÍF og VB til fulnar, tí ferðin á spælinum var sera høg, um- framt at dysturin sum heild var sera væl spældur - um- framt at vera spennandi frá byrjan til enda, sjálvandi. Liðini fingu eisini stað- fest og prógvað, at tey ikki bara hvíla á teimum dygd- unum, sum útlendsku spæl- ararnir hava, tí báðumegin var talan um ein kollektivan innsats, har allar stríddust fyri sakini og gjørdu sítt besta. Varieraðar uppskriftir vórðu royndar, tá tað ráddi um at dirka mótstøðuverjur- nar upp, og bæði málverjar, verjur og álop vístu, at konsentratiónin var 100% allar 60 minuttirnar. Tí gjørdist dysturin eisini so góður og spennandi, sum ein toppdystur kann vera tað. Avgerandi mál - Samanborið við steypa- finaluna millum okkum og VÍF, so var hesin dysturin nógvar ferðir strævnari. Ferðin var sera nógv frá byrjan til enda, og tað var rættiliga hart at koma ígjøgnum henda dystin, sigur høgri vongur hjá VB, Rannvá Augustinussen. - Vit fóru á vøllin fyri at vinna. Men av tí at vit alla tíðina vóru aftanfyri, kundu vit ikki annað enn fegnast um, at tað so at enda eydn- aðist okkum at fáa javnleik. Vit vóru glaðar fyri, at vit ikki taptu. Sjálv skjeyt Rannvá Aug- ustinussen fýra rættiliga avgerandi mál í Vestmanna sunnudagin. Hon kom fyrstu ferð á máltalvuna í byrjanini av seinna hálvleiki, tá hon við tveimum fylgjandi málum fekk javnað til 15- 15. Og eftirfylgjandi kom VB fyri einastu ferð í dystinum á odda, 16-15. Móti endanum fekk hon VB innaftur í dystin við einum máli, tá tað annars var líkt til, at VÍF skuldi fara frá VB. Støðan var 23-20 til VÍF, tá Rannvá skoraði sítt triðja mál, og tá VB so fekk tvey aftrat, meðan tað stóð fast hjá VÍF, var støðan aftur javnleikur, 23-23. Og so skjeyt Rannvá Augustinussen eisini síðsta og avgerandi málið fyri VB til 24-24, sum hevði við sær, at suðriska ferðalagið í besta hýri kundi fara heim- aftur við javnleikinum í skjáttuni. Ikki nóg kaldar Júst henda løtan, tá VÍF steðgaði upp á 23-20, var kanska tann mest avgerandi í øllum dystinum, og topp- skjúttin Sóley Mikkelsen iðrar seg eisini um, at VÍF ikki megnaði at avgera dystin tá. - Vit vóru ikki nóg kald- ar, tá vit annars høvdu møguleikan at tryggja okk- um sigurin. Tá vit høvdu vunnið okkum leiðsluna við hesum trimum málun- um, áttu vit eisini at hildið hana, sigur hon. - Men bæði tá og eisini seinni vóru vit alt ov bráðar og skundaðu okkum ov nógv, heldur enn at geva okkum stundir, tá tað kravdist. Skundurin var helst eisini størsta orsøkin til, at VÍF ikki fekk sigurin og bæði stigini, og harvið kundi halda fast um FM-vónina. Tær í VÍF dugdu ov illa at geva tol, og tí gjørdist tað ofta sera lætt hjá vælspæl- andi Daivu Ylaite í VB- málinum at pilka broddin av teimum gjøgnumskund- aðu og ofta hálvhjartaðu royndunum, ið komu móti málinum. Síðsta korterið av dystinum fekk VÍF soleiðis bara tvey mál, harav annað var upp á brotskast! - At vit ikki megna at hava eitt nóg støðugt álop frá dysti til dyst, er helst størsta orsøkin til, at vit ikki longur kunnu rokna okkum sum FM-kandidat- ar. Tey fýra stigini, sum framvegis eru upp til VB, skulu vit ikki vænta okkum at vinna innaftur nú, heldur Sóley Mikkelsen. - Undan hesum dystinum høvdu vit allar grundir til at vóna, men eftir hetta líkist tað mest einum avgreiðslu- spurningi hjá VB. Sær gott út So avgjørt vil Rannvá Aug- ustinussen kortini ikki siga tað, hóast hon viðurkennir, at VB neyvan kundi verið í einari stórt betri støðu, nú kappingini av álvara gong- ur móti endanum. - Tú fært meg ikki at siga, at nú er leyst og liðugt, men við heimadystum móti Kyndli, StÍF og Stjørnuni og útidysti móti Tjaldri sær tað lovandi út. Tað skal eg ærliga viðganga, at tað ger, sigur hon. - At hava tríggjar heima- dystir er gott fyri okkum, men so vil eg eisini fegin siga, at tað næstan var sum at spæla á heimavølli, so nógvir vágbingar vóru komnir at stuðla okkum í Vestmanna. Rópini frá teimum og stuðulin allan vegin gjørdu so sanniliga sítt til, at vit fingu strítt okkum innaftur í dystin og sluppu undan tapi. Skráin hjá VÍF fevnir eis- ini um tríggjar heimadystir og ein útidyst, men tá støð- an krevur, at VB snávar tvær ferðir av teimum fýra og enntá setir nógv mál til, er neyvan ov nógv avgjørt at siga, at síðstu veruligu vónirnar um triðja FM-heiti á rað eru foknar hjá teimum í Vestmanna. Hinvegin hevur VB so ruddiliga staðfest, at tað ber til at síggja tað óvanliga henda í føroyskum kvinnu- hondbólti. Fyrst var tað um reppið, at VB als ikki meld- aði liðið til kappingina, tí ov lítið fólk var, og síðani gekk sum eftir ánni, tá kappingin fór í gongd. Mong, og kanska enntá fleiri í Vági, hava óivað bíðað eftir, nær liðið veru- liga fór at renna seg í mót- gongd, men soleiðis hevur ikki verið. Og sigurin í steypafinaluni var so for- skot upp á lønina fyri av- rikið í vetur, ið neyvan er fult goldin enn. Í endaspælinum hevur VB ongan dyst tapt, og javnleikurin í Vestmanna sunnudagin var higartil fyrsti dysturin, har fult stigatal ikki er komið burturúr. Einki man vera at ivast í, at tey eru og kunnu vera spent í Vági henda næsta mánaðin… Dysturin í tølum VÍF-VB 24-24 (14-13) Málskjúttar: VÍF: Sóley Mikkelsen 9, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 6, Nicoleta Radu 5, Jacklin Durhuus 3 (1), Eyðrit Andreasen 1 VB: Daiva Toumaite 7 (5), Gurið Mortensen 6, Reda Kurkauskiene 5, Rannvá Augustinussen 4, Arnleyð Hjelm 1, Mary Krosslá 1 Brotskøst: VÍF 2, VB 6 Útvísingar: VÍF 2, VB 3 Dómarar: Hartvig Joensen og Trygvi Mortensen VÍF-VB 24-24 (14-13): VB vann 24-24! Bæði VÍF og VB vístu til fulnar, at hetta vóru bestu liðini í kvinnukappingini í vetur