týsdagur 18. mars 2003síða 18
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 - 18. mars 2003
35
Við framúr góðum
málmansspæli frá
Jóhan Danielsen og
einari sterkari og væl
spælandi verju fekk
Kyndil enn eina ferð
sett StÍF upp á pláss -
og tað enntá á Skála!
MANSHONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
Hvør skuldi kent hvønn
betur, skal ikki vera sagt.
Men tað vísti seg sunnu-
dagin, at Jóhan Danielsen
enn eina ferð dugdi betur at
lesa gomlu liðfelagarnar úr
StÍF av, enn teir dugdu at
lesa hann av.
Ið hvussu er var Jóhan -
saman við einari sera væl
spælandi verju - høvuðsor-
søk til, at StÍF fekk eitt skot
fyri bógvin í einari møgu-
liga avgerandi løtu í kapp-
ingini um føroyameistara-
heitið.
Høvdu strandingar hin-
vegin vunnið dystin, vóru
teir øgiliga væl fyri - tvey
stig framman fyri VÍF og
trý framman fyri Kyndil.
Og tað hevði enntá verið
við einum dysti í troti.
Soleiðis skuldi tað tó ikki
vera, og tað sást næstan
beinanvegin eisini, hvat av
liðunum hevði lisið betur
uppá og vísti meira ágrýtni
og eldhuga. Kyndil var í
øllum lutum betra liðið
sunnudagin, og strandingar
tóktust ongantíð at finna
seg sjálvan, men máttu
finna seg í leiklutinum at
renna aftaná fyri tað allar-
mesta.
Kyndil bara betri
StÍF byrjaði nøkunlunda,
men eftir at Kyndilsmenn
miðskeiðis høvdu vunnið
seg upp á javnt, hugdu teir
ongantíð aftur í dystinum
aftur um seg og síðani varð
hildið fast um leiðsluna
líka til endans. Okkurt
skifti í seinna hálvleiki var
munurin enntá uppi á fimm
málum.
Men ta einu løtuna hevði
StÍF hug at nærkast, uttan
tó at fáa neyðugu gjøgnum-
brotini, ið kundu taka upp-
setta Kyndilsliðið av fótum:
- Tá vit komu so nær, at
bara eittans málið var á
muni, var tað fyrst og
fremst Jóhan, sum forðaði
okkum. Sjálvt púrasta leys-
ir við honum fingu vit ikki
mál, og so var skjótt, at teir
aftur fóru frá okkum, sigur
Bent Djurhuus, StÍF.
- Ta løtuna byrjaði tað
annars at rigga hjá okkum,
men vit fingu bara ikki tað
síðsta upp á pláss, so málini
fylgdu við viðgongdini, og
so gjørdist einki. Vit mugu
bara viðurkenna, at Kyndil
átti munin í dag og var klárt
betra liðið.
Hóast tað ikki gekk hesa
ferð, heldur Bent Djurhuus
ikki, at teir í StÍF hava fyri
neyðini at missa mótið, tí
teir eru framvegis ájavnir
við VÍF í stigum og við ein-
um dysti meira eftir at
spæla.
- Men eg vil kortini siga,
at eg eri glaður fyri, at vit
ikki skulu møta Kyndli eina
ferð aftrat, tí tað er líkt til,
at teir hava gott tak á okk-
um fyri tíðina. Nú mugu vit
bara royna at avgera alt
sjálvir móti hinum liðun-
um, vit hava eftir at spæla
ímóti, heldur hann.
Tveir fingu pentur
Hóast Jóhan Danielsen
vísti styrki í avgerandi
løtunum í dystinum, vóru
tað eisini aðrir av teimum
grønu, ið høvdu ein góðan
dag á Skála sunnudagin.
Jacob Jónsson, ið stýrdi tí
mesta hjá Kyndli, var eitt
skifti mansvardur, men tað
munaði einki fyri strand-
ingar, tí í staðin fór serliga
Finnur Hansson at gera um
seg og setti bóltarnar inn,
næstan sum hann vildi.
Annars var Jacob Jóns-
son annar parturin í einari
óhepnari støðu, tá hann og
Kristjan Petursson hjá StÍF
rendu saman. Talan var um
hendiligt óhapp, men báðir
fingu so mikið stórar skein-
ur, at teir sunnukvøldið
máttu biðja sær tíð at fáa
pentur seymaðar.
Í kanska eitt korter mátti
Kyndil tí royna at klára seg
uttan Jacob, men heldur
ikki tað tóktust nerva teir
grønu, sum nú ikki longu
mugu roknast at spæla
slíkar dystir, so teir skulu
gera vestmenningum og
strandingum fortreð.
Nú skerst ikki burtur, at
Kyndil spælir fyri at vinna -
og eisini hevur nakað at
fara eftir, soleiðis sum
kappingin hevur háttað seg
síðstu umførini.
Ein dyst í senn
Sigurin sunnudagin fær tó
ikki Kyndilsmenn at missa
fótafestið, tí framvegis eru
fýra dystir eftir at spæla,
áðrenn greitt er, hvussu
nógv fer at koma burtur úr
hesum kappingarárinum.
Hans Áki Dal-Christiansen
er eftirhondini ein av teim-
um royndastu á liðnum hjá
Kyndli, og hann tykist ikki
hava hug at leypa framav,
sjálvt um tað hevur gingist
væl í síðstuni:
- Vit taka ein dyst í senn,
og so mugu vit bara fáa at
síggja, hvussu langt tað fer
at røkka. Men tá eg hugsi
um, hvat vit kundu fingið
burturúr, um vit vóru
komnir í gongd eitt sindur
fyrr, kann eg saktans iðra
meg eitt sindur um tað,
heldur hann.
Kyndil tapti fyrsta dystin
í endaspælinum, men hevur
síðani havt tveir javnleikir
og fimm sigrar - harav eru
síðstu fýra dystirnir vunnir.
Og Hans Áki er ikki minst
fegin um sigurin á strand-
ingum, sum hann heldur
vera eina staðfesting av, at
steypafinalan ikki var ein
dystur, Kyndil vann av
berari tilvild:
- Vit vístu í dag, at dugur
veruliga er í okkum, og eg
haldi, at vit yvirhøvur
stríddust sera væl og fingu
lagt góðan botn í spælið hjá
okkum við verjuspælinum.
Tá verja og málmaður
spæla væl, gevur tað altíð
úrslit í hinum endanum
eisini, sigur hann.
- Tað er stuttligt at spæla
við Kyndli í løtuni, og
sjálvt
undir
venjingini
merkja vit, at vit eru væl
fyri og kunnu fáa nógv
burturúr. Hvussu langt tað
so fer at røkka, fáa vit at
síggja, tí vit flúgva ikki
hægri enn so, at vit taka
bara ein dyst í senn.
Dysturin í tølum
StÍF-Kyndil 23-29 (11-14)
Málskjúttar:
StÍF: Sveinur Justinussen 7
(1), Costin Dumitrescu 4
(2), Alexandur Johansen 4,
Artur Johansen 3, André
Danielsen 2, Pauli Hansen
1, Kristjan Petursson 1, Jón
Rasmussen 1
Kyndil: Finnur Hansson 8,
Jacob Jónsson 7, Hans Áki
Dal-Christiansen 4 (2),
Høgni Klein 4, Janus Einar
Sørensen 4, Leif Mikkelsen
1, Ken Zachariasen 1
Brotskøst: StÍF 4, Kyndil 4
Útvísingar: StÍF 4, Kyndil 5
Dómarar: Sámal Hansen og
Kristian Johansen
StÍF-Kyndil 23-29 (11-14):
Strandaðu á heimavølli
1. deild, menn
Støðan
vunnin
tapt
mál-
dystir v-j-t
mál
mál
munur
stig
1 VÍF
8
5-0-3
626
530
96
19
2 StÍF
7
4-2-1
539
474
65
19
3 Kyndil
8
5-2-1
548
531
17
18
4 Neistin
8
3-1-4
563
538
25
16
5 KÍF
8
2-2-4
537
554
-17
11
6 H71
8
4-0-4
514
585
-71
11
7 Tjaldur
7
0-1-6
470
585
-115
4
Máltindurin
Dragisa Stojovic
Tjaldur
169
(17)
Damir Oros
KÍF
162
(34)
Sveinur Justinussen
StÍF
137
(20)
Halgir Dahl Olesen
H71
135
(5)
Áki Olsen
VÍF
127
(9)
Jacob Jónsson
Kyndil
118
(7)
Morgan Knezevic
Neistin
118
(25)
Ingi Olsen
VÍF
109
(22)
Áki Mørk
Neistin
107
(26)
Finnur Hansson
Kyndil
96
(13)
Costin Dumitrescu
StÍF
92
(25)
John Zachariasen
VÍF
91
Hans Áki Dal-Christiansen
Kyndil
89
(27)
Niels Viggo Niclasen
H71
80
Petur Martin Poulsen
KÍF
77
Kyndil var alla tíðina eitt fet
framman fyri StÍF í
dystinum á Skála
sunnudagin, og nú er Kyndil
av álvara farin at blanda seg
upp í oddastríðið
35
34
Nr. 53 - 18. mars 2003
C
M
Y
K
34
Í einari málveitslu
burturav gjørdi VÍF
tað, ið kravdist móti
einum H71-liði, ið
ikki hevði so øgiliga
nógv at spæla fyri
meira, meðan vest-
menningar varðveitti
oddasessin.
MANSHONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
Heili 71 mál komu í teir 60
minuttirnar, dysturin í Vest-
manna millum VÍF og H71
vardi. Tað gevur eitt meðal-
tal upp á næstan 1,2 mál
um minuttin! Og allíkavæl
kemur hetta ikki undir
ógloymandi
undirhald,
skulu vit heilsa og siga…
Toppskjúttarnir í dystin-
um, vestmenningurin Ingi
Olsen og hoyvíkingurin
Halgir Dahl Olesen, sum
tilsamans skutu 21 av teim-
um 71 málunum, eru samd-
ir um, at tvær vánaligar
verjur vóru orsøk til tey
mongu málini.
- Undir øllum vanligum
umstøðum skuldu vit vunn-
ið ein hondbóltsdyst, tá tað
eydnast okkum at fáa 31
mál, men tá vit í verjuni
lata uppaftur fleiri mál inn,
ber ikki til at vinna. Ein
orsøk til tað var, at Bárður
Brimvík ikki fekk verið við
okkum hesa ferð, tí hann
plagar at vera serliga stinn-
ur í verjuni, sigur Halgir
Dahl Olesen.
- Hóast vit fylgdu væl
við allan fyrra hálvleik,
vóru tað mest skjótálopini
hjá VÍF, sum avgjørdu alt til
teirra fyrimun í seinna
hálvleiki, tá vit fullkomu-
liga steðgaðu upp.
Ingi Olsen tekur undir við
Halgiri í, at tað var øgiliga
javnt í fyrra hálvleiki, og
hálvleiksstøðan 17-15 sigur
eisini nakað um, at so var.
- Í veruleikanum vóru tað
hoyvíkingarnir, ið vóru teir
fyrru at koma á odda meg-
inpartin av fyrra hálvleiki,
men beint fyri steðgin
sluppu vit fram um teir,
sigur hann.
- Og tá vit so beinanvegin
í seinna hálvleiki fóru eitt
sindur frá teimum, kom
skjótt til sjóndar, at teir ikki
høvdu líka nógv at spæla
fyri, sum vit høvdu.
Kunnu avgera sjálvir
VÍF hevði sanniliga eisini
nógv at spæla fyri, tí hesin
dysturin
mátti
vinnast,
skuldi tað bera til at halda
stand mótvegis StÍF, sum
hevur sama stigatal sum
VÍF, men eina heldur verri
málúrtøku.
- At vit vinna við níggju
málum, samstundis sum
Kyndil vinnur á StÍF, ger
sítt til, at hetta fyri okkara
viðkomandi hevur verið eitt
fínt vikuskiftið, sigur Ingi
Olsen.
- Nú er tað upp til okkum
sjálvar at avgera, hvør lagn-
an verður, tí vit hava eina
øgiliga góða málúrtøku og
skulu bara syrgja fyri, at
einki av hinum liðunum
sleppur fram um okkum.
Hóast hetta ikki hevur
verið besta kappingarárið
hjá VÍF, so er tað júst mál-
úrtøkan, ið letur vestmenn-
ingar vera skutin framman
fyri strandingar: Yvirskotið
hjá VÍF er 96 mál og hjá
StÍF 65, so har eru heili 31
mál á muni.
- Vit hava tíbetur ikki
fleiri dystir eftir móti
Kyndli, men í síðsta dystin-
um kemur StÍF til Vest-
manna. Enn vita vit ikki,
hvussu støðan sær út til ta
tíð, men hinir dystirnir hjá
okkum skuldu á pappírin-
um verið nakað, vit áttu at
fingið fult stigatal burturúr.
Hjálpandi hond
Tað kundi eisini meiri enn
so hent seg, at ein hjálpandi
hond kundi komið frá hoy-
víkingum, sum í sínum
næsta dysti spæla móti júst
StÍF.
- Í endaspælinum hava
vit nú havt tveir vánaligar
dystir, sum vóru hesin móti
VÍF og tann síðsti hjá okk-
um móti Neistanum. Men
annars hevur eingin smurt
okkum av, og uttan heiðurs-
merki ella aftasta pláss í
eygsjón kunnu vit spæla
meira frígjørt, sigur Halgir
Dahl Olesen.
- Sjálvt um tað kann
tykjast eitt sindur keðiligt
bara at vera við nú móti
endanum, er hýrurin góður
í hópinum hjá okkum. Vit
vilja vinna dystirnar, sjálvt
um vit hvørki kunnu fara
ein ella annan veg. Og
kunnu vit so ávirka odda-
stríðið eitt sindur, er tað
ikki verri.
Dysturin í tølum
VÍF-H71 40-31 (17-15)
Málskjúttar:
VÍF: Ingi Olsen 10 (2),
Agnar Joensen 9, Áki
Olsen 8, John Zachariasen
6, Ólavur Brimnes 5, Áki
Gaardbo Olsen 1 (1),
Daniel Rapa 1
H71: Halgir Dahl Olesen
11 (1), Johnny Durhuus 8,
Uni Wardum 6 (3), Niels
Viggo Niclasen 4, Kristian
Eli Zachariasen 2
Brotskøst: VÍF 4, H71 7
Útvísingar: VÍF 3, H71 4
Dómarar: Birgir Dimon og
Kári Niclasen
VÍF-H71 40-31 (17-15):
Verjurnar skulkaðu
Hóast tað langt frá
hevur gingist so væl í
endaspælinum, sum
tað gjørdi í grund-
spælinum, er Neistin
framvegis millum lið-
ini, ið kunnu fáa heið-
ursmerki. Men móti
kollfirðingum stóð á
móti endanum…
MANSHONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
Tað byrjaði væl hjá Neist-
anum, tá KÍF var á vitjan í
høllini á Hálsi sunnudagin,
og munurin var komin upp
á fimm og seks mál, tá fyrri
hálvleikur enn ikki var
meira enn hálvrunnin.
So hvørt sum klokkan
gekk, fór dysturin meira og
meira at líkjast einum av
teimum lættvunnu, har
trygg leiðsla verður útbygd
spakuliga og alt er avgjørt í
góðari tíð - kanska longu
miðskeiðis í seinna hálv-
leiki.
Burtur sæð frá, at Neistin
hevði eitt sindur ilt við at
økja um vunnu leiðsluna,
varð hon hildin og væl tað.
So tað sá altso út sum ein
tryggur sigur hjá Neistanum.
Men so tók Óla Christian
Djurhuus sær ordiliga um
reiggj í málinum hjá KÍF,
og skjótt byrjaði munurin at
minka. So hvørt sum álop-
ini hjá Neistanum oftari og
oftari endaðu við ongum,
vundu málini hjá kollfirð-
ingum upp á seg.
Brádliga var munurin
skorin niður á tvey mál, og
kollfirðingar munnu iva-
leyst iðra seg um, at teir
ikki vóru eitt sindur skjót-
ari á sjóarfallinum, tá
møguleikin kom, tí so
kundi meiri enn so hent
seg, at teir fingu ið hvussu
er stig burturúr.
Samanumtikið mundi tað
tó vera á góðari leið, at tað
var Neistin, ið sat eftir við
stiginum, hóast sigurin
krympaði til hesi tvey
málini, ið vóru at enda.
Tættur toppur
Fyri Neistan merkir hesin
sigurin í roynd og veru, at
hóast tað ikki hevur gingið
eftir ánni alt endaspælið,
eru møguleikar framvegis
til staðar fyri einum heið-
ursmerki - og um ikki ann-
að, ávirkan á endastøðuna,
tí øll liðini frammanfyri eru
á skránni hjá Neistanum
hesi síðstu umførini.
Mikukvøldið skal Neistin
spæla móti Tjaldri, ið ikki
hevur givið so nógv klipp
frá sær í mars mánaði. Vinn-
ur Neistin tann dystin, er
bara eitt stig millum fýra tey
fremstu liðini - og tá er
Neistin aftur eitt av teimum.
- Vit hava sjálvandi ein
møguleika at koma okkum
longur fram, men eingin ivi
skal vera um, at tað eru hini
trý liðini, sum eru favoritt-
arnir til tað, sum eftir er at
kappast um, sigur Dia Mid-
jord, venjari hjá Neistanum.
Í vetur hevur Neistin havt
eitt mestsum spildurnýtt
lið, ið fá høvdu væntað sær
tað stóra av, áðrenn kapp-
ingin byrjaði. Men tá
grundspælið endaði, var
Neistin á odda saman við
StÍF, og enntá eitt stig
framman fyri VÍF.
- Júst tað, at eingin vænt-
aði nakað av okkum, gjørdi
sítt til, at vit bara kundu yv-
irraska. Tað gjørdu vit helst
eisini, men nú hava hini
liðini sæð okkum og tikið
síni fyrivarni, og tað er
nokk orsøkin til, at vit ikki
hava ligið so frammarlaga í
endaspælinum,
heldur
venjarin hjá Neistanum,
sum júst nú sigur seg trívast
best við at liggja beint aftan
fyri oddafiskarnar.
Dysturin í tølum
Neistin-KÍF 34-32 (18-13)
Málskjúttar:
Neistin: Morgan Knezevic
10 (1), Ragnar Stakksund
10, Helgi K. Justinussen 6,
Dann Thorleifsson 4, Áki
Mørk 3, Birgir Kass 1
KÍF: Damir Oros 10 (1),
Petur Martin Poulsen 6,
Regin Petersen 5, Mirko
Milenkovic
3,
Rógvi
Weyhe 3, Gert Hansen 2,
Kristian Madsen 2, Finn
Heri Johannesen 1
Brotskøst: Neistin 3, KÍF 1
Útvísingar: Neistin 2, KÍF 4
Dómarar: Ragnar Simon-
sen og Hannis Wardum
Neistin-KÍF 34-32 (18-13):
Neistin nærkast
Meðal hoyvíkingar ikki
høvdu so nógv at spæla fyri,
var umráðandi hjá
vestmenningum at vinna,
fyri at varðveita oddasessin