Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. mars 2003síða 19

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 - 18. mars 2003 37 37 36 Nr. 53 - 18. mars 2003 C M Y K 36 Tveir nýggir OB spæl- arar vóru skarprætt- arar, tá ið oddaliðið, sum ikki hevði Toda Jónsson í ferðalagn- um, varð sett upp á pláss SUPERLIGAN Jóannes Hansen Tað kennist eitt sindur undarligt. FCK hevur seks tey seinastu árini treytaleyst verið felagið í superliguni hjá fótbóltshugaðum føroy- ingum. Soleiðis hevur tað sjálvandi verið, tí Todi Jóns- son hevur verið partur av felagnum, og hann hevur verið týðandi partur av liðn- um. Todi Jónsson fær fram- vegis fasta løn í FCK. Men í løtuni fær hann ikki loyvi at vísa síni kynstur á vøllin- um. Og so er tað einki at liggja omaná, at viðferðin, sum leiðslan í felagnum nú í vetur og í vár hevur givið Toda, hevur við sær, at før- oysku kenslurnar fyri FCK í løtuni ikki eru heilt tær somu, sum tær hava verið. Men tað kann so skjótt broytast. Avrikið sunnudag- in boðaði ikki frá, at FCK eigur sannførandi álops- spælarar, og hóast Todi í løtuni tykist vera úti í kuld- anum, so kann tað vera so skjótt, at hann aftur verður á vøllinum. Undan 19. leikumfarinum var FCK níggju stig undan kappingarneytunum. Nú er munurin minkaður til seks stig. FCK er framvegis stórfavorittur at vinna meist- araskapin. Men møguleikin fyri, at spenningur skal koma í, nú tað resta fjúrtan umfør, er størri enn hann hevur verið. Eingin hevur gloymt, at tað í fjør var um reppið, at FCK fekk Brønd- by aftur, hóast Brøndby í vetrarsteðginum var tíggju stig frammanfyri FCK. Nýggju gjørdu um seg Tað var útselt í Odense sunnudagin. 16 túsund áskoðarar vóru á stadion, og tey flestu høvdu alla or- søk at vera í góðum hýri. OB vann 2–0 á FCK. Kar- im Zaza, sum í summar fer at flyta til Brøndby, var ein sannur brandur í OB málin- um. Í FCK álopinum vóru Zuma og Peter Møller. Teir høvdu báðir góðar møgu- leikar, men tað eydnaðist ikki at fáa mál. Í 2. hálv- leiki varð Jörgen Pettersson settur á vøllinum, men hjá honum eydnaðist tað heldur ikki. Ofta vísir tað seg gagn- ligt hjá fótbóltsspælarum at skifta felag og harvið at fáa nýggjar avbjóðingar og ikki minst nýtt álit frá venjaran- um. OB liðið sunnudagin var gott dømi um hetta. Steffen Højer hevur leingi sitið á beinkinum í Viborg, og Thomas Lindr- up, sum hevur stak gott fótbóltshegni, hevur ongan- tíð verið fastur maður í Brøndby. Í vetur eru báðir fluttir til Odense at spæla, og fyrsta royndin vísti, at tað hevur verið eitt gott hugskot. Steffen Højer skoraði fyrra málið. Hann kom ímillum, eftir at lands- liðsmiðverjin hjá FCK, Martin Albrechtsen, hevði verið alt ov óskettin, tá ið hann royndi við høvdinum at leggja bóltin aftur til málverjan. Ungverksi Bal- azs Rabózcki, var í FCK málinum, meðan Magnus Kihlsted var á beinkinum. Miðskeiðis í 2. hálvleiki staðfesti Thomas Lindrup heimasigurin. AaB óvæntaðan stigamiss Umframt Brøndby verður AaB roknað sum besta boð- ið upp á silvurmerkini og kanska at vera hóttan ímóti FCK. Sunnudagin hilnaðist tað ikki væl hjá Aalborg. Tað varð roknað við, at teir skuldu fáa øll stigini í Køge, men tað eydnaðist ikki. Nýggja felagið í sup- erliguni, sum verður mett at vera gott boð upp á annað niðurflytingarplássið, megnaði 1–1, og tað var ikki undur í, at teir í AaB iðraðu seg. FCM hevur verið væl við í kappingini higartil, og teir komu væl frá fyrsta umfar- inum eftir vetrarsteðgin. Á heimavølli vunnu teir 2–0 á Esbjerg, sum neyvan fer at røkka plássi í europeisku kappingunum. Silkeborg hevur staðið seg stak illa higartil, og tað hevur verið tosað um, at venjarin, Viggo Jensen, kanska fór at fáa sekkin. Men liðið kom væl frá fyrstu royndini eftir vetrar- steðgin. AB, sum stóð seg óvanliga væl í fimm teim- um síðstu umførunum und- an vetrarsteðginum, var í Silkeborg, og teir fóru aftur til Gladsaxe við 3–1 tapi. Farum og AGF skuldu havt spælt í Farum. Men tann dysturin varð útsettur. Hóast góða várveðrið í Danmark síðstu dagarnar, so søgdu teir leygardagin, at tað framvegis er frost í einum lítlum parti av vøllinum í Farum. Fyri fyrstu ferð var ein føroyingur á besta Brøndby liðnum, tá ið Jón Rói Jacobsen leygardagin var vongverji í vinstru ÚTISETI Jóannes Hansen Michael Laudrup verður mettur at vera besti danski fótbóltsspælarin nakrantíð. Um hann hevur somu evni sum venjari er ikki greitt enn. Sum hjá Alex Fergu- son í Manchester United miðskeiðis í níti árunum er setningurin hjá Michael Laudrup nú at byggja eitt nýtt lið upp heilt frá botn- inum av. Laudruð smæðist ikki við at geva ungum spælarum møguleikan. Venjarin vil hava góðar bóltspælarar á øllum pláss- unum á liðnum, og tað fekk føroyski landsliðsspælarin, Jón Rói Jacobsen, leygar- dagin ágóðan av. Tað hevði ikki verið roknað við, at Jón Rói soleiðis beinanvegin skuldi fáa møguleikan á besta liðnum. Men í síðstu viku vóru ábendingar um, at venjarin hugsaði um møgu- leikan, at Jón Rói skuldi verða vongverji í vinstru. Aurelius Skarbalius, sum hevur verið fastur fúsur í hesum plássinum í fleiri ár, er skaddur. Teir báðir, Jón Rói og Auri, hava spælt landsdyst ímóti hvørum øðrum. Auri var liðformað- ur, tá ið Litava 12. oktober í fjør vann 2–0 á heimavølli ímóti Føroyum. Jón Rói hevur ongantíð áður í týdningarmiklum dysti verið vongverji í vinstru. Hann var á vøllin- um í 70 minuttir, og tá ið hann varð skiftur út, var Brøndby frammanfyri 2–0. Í donsku fjølmiðlunum er tað eitt sindur misjavnt, sum teir halda um avrikið hjá føroyska Brøndby spæl- aranum. Í Politiken sigur fremsti fótbóltsmaðurin, Søren Olsen, at tað væl sást á avrikinum hjá Jón Róa, at hetta var fyrsta ferðin, at hann var við í superliguni. Politiken vil vera við, at tað var ikki frítt, at føroyski landsliðsspælarin hevði nervar, og at tað sást á av- rikinum. Blaðið vísir á, at Jón Rói var orsøk til frí- sparkið dygst uttanvert brotsteigin, sum var orsøk til vandamiklastu Viborg royndina ímóti Brøndby málinum. Í BT fær Jón Rói átta fyri avrikið. Miðal karakterurin verður eisini givin fleiri av viðspælarunum. Einasti Brøndby spælarin, sum fær undir miðal, er Kasper Dalgas. Álopsmaðurin, sum í síni tíð flutti úr OB og til Brøndby fær eitt seks tal. Hann má sigast at vera dømi um spælara, sum dettur niður ímillum, eftir at hann er fluttur úr felagi, har tað hevur gingist hon- um væl, og til eitt størri fel- ag, har avbjóðingarnar eiga at vera stórar. Venjarin nøgdur Hjá Jón Róa Jacobsen ræð- ur tað um at gera sítt besta, og hjá øllum fótbóltsspæl- arum hevur tað fyrst og fremst týdning, hvat venjar- in heldur um avrikið. Michael Laudrup smíltist um alt fimmoyrað, tá ið hann hitti pressuna, og hann mundi ikki vera minni fegin, tá ið FCK sunnu- dagin hevði tapt í Odense: – Eg kann ikki annað enn vera nøgdur við avrikið hjá mínum monnum. Burtur- sæð frá síðstu minuttunum høvdu vit alt spælið. Vit spældu okkum til nógvar møguleikar, og samanspæl- ið var gott, tá ið hugsað verður, hvussu tíðliga á ár- inum vit framvegis eru, og at vøllurin ikki enn er heilt góður. Tá ið teir høvdu fingið eitt mál, vóru okkara eitt sindir strongdir, men tað hevði verið heilt órímu- ligt, um vit ikki høvdu fingið øll stigini, segði Brøndby venjarin. 18.110 áskoðarar sóu Brøndby leggja seg á odda tveir minuttir undan steðg- inum. Svenski Mattias Jon- son skoraði, og hann átti næstsíðsta fótin, tá ið Peter Foldgast á tímaslagnum økti til 2–0. Viborg minkaði um munin, tá ið tað restaðu sjey minuttir. Stóri spælarin hjá Viborg var annars pól- verski málverjin Arek Ony- szko. FCK misti í fyrsta takinum Fótbóltsstøður Danska superligan d v-j-t mál stig 1 FC København 19 11-5-3 30-18 38 2 Brøndby 19 9-5-5 38-21 32 3 FC Midtjylland 19 7-6-6 28-23 27 4 AaB 19 8-3-8 26-28 27 5 Farum 18 9-0-9 26-35 27 6 OB 19 7-5-7 30-26 26 7 Esbjerg 19 6-7-6 37-38 25 8 AB 19 5-8-6 24-23 23 9 Køge 19 7-2-10 31-41 23 10 AGF 18 6-4-8 26-33 22 11 Viborg 19 5-6-8 32-37 21 12 Silkeborg 19 5-5-9 26-31 20 Laudrup lítur á Jón Róa Fleiri enn tíggju túsund sóu Christian Høgna Jacobsen og Vejle leggja rygg til 3–0 tap ímóti einum av oddaliðunum DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Sum ikki eina ferð tey seinnu árini, so er tað rumbul í Vejle. Í vikuskift- inum gjørdi maðurin, sum fram um allar hevur arbeitt við at fáa fótbóltsliðið í Vejle aftur at gerast partur av toppinum, av at leggja frá sær. Tað segði hann seg gera, tí ábyrgdarpersónar- nir í móðurfelagnum støð- ugt togaðu í hondbrems- una, sjálvt um felagið fyri nakað síðani samtykti at geva vald frá sær til teirra, sum hava stríðst við at fáa meiri pening til vega. Harvið tykjast møguleikar- nir at skapa grundarlag fyri nýggjum superliguliði at gera kámaðir heilt nógv. Á vøllinum bendir einki á, at Vejle aftur skal gerast partur av superliguni. Fyri at skapa áhuga fyri fót- bóltsliðnum í býnum hevði felagið undan vitjanini av Frem sunnudagin gjørt nógv fyri at fáa nógvar áskoðarar í Nørreskógin. Atgongumerkini vóru ókeypis, skipað varð fyri nógvum øðrum undirhaldi enn sjálvum fótbóltinum, og danska várveðrið gjørdi ivaleyst sítt til, at fleiri enn tíggju túsund møttu upp. Um mongu áskoðararnir fara at koma aftur í Nørre- skógin at síggja fótbólt er ein heilt onnur og kanska ivasom søga. Eftir at støðan í steðginum hevði verið 0–0 skoraði Frem trý mál í 2. hálvleiki, meðan heima- menninir einki mál fingu. Harvið er greitt, at Vejle fer ikki at eiga nakran lut í stríðnum um fremstu pláss- ini. Vejle er nummar sjey í næstbestu deildini. Frem er næstfremst, og felagið í Valby, sum hevur gamla Herfølge venjaran, Ole Mørch við stýrisvølin, hev- ur góðar møguleikar at sleppa upp í part aftur í bestu deildini. Óli skoraði Í Hvidovre høvdu teir fyri bara trimum árum síðani stórar ætlanir um at aftur at taka lut í bestu deildini. Tíðliga í síðsta kappingar- ári ásannaðu teir, at teir dreymarnir fara ikki at gerast til veruleika. Hvid- ovre má finna seg í, at tað eru grannafeløgini, Brønd- by og Frem, sum eru meiri áhugaverd. Luturin hjá Hvidovre júst nú er at stríð- ast fyri at sleppa undan niðurflyting til triðju bestu deildina. Fleiri spælarar eru farnir úr felagnum, og út frá fyri- treytunum var tað ikki so galið, at tað eydnaðist at fáa 1–1 á heimavølli ímóti FC Aarhus. Hetta felagið hevur eisini verið eitt av teimum, sum hava havt stórar ætlan- ir, men eisini hjá teimum snýr tað seg nú um at stríðast fyri at varðveita sessin í næstbestu deildini. Óli Johannesen var aftur á liðnum hjá Hvidovre, eftir at hann ikki hevði spælt har síðani summarsteðgin í fjør. Og Óli var eyðsýndur. Hann legði Hvidovre á odda, tá ið tjúgu minuttir vóru farnir. Óli stútaði bóltin í málið, eftir at langt innkast varð snittað innfyri málið. John Heri Dam er eisini í Hvidovre. Hann hevur spælt við í fleiri venjingar- dystum, men hann var ikki á liðnum ímóti FC Aarhus sunnudagin. Óli brúkti høvdið Danska 1. deild d v-j-t mál stig 1 Herfølge 16 12-1-3 40-23 37 2 Frem 16 10-3-3 40-24 33 3 Randers Freja 16 9-3-4 35-22 30 4 Skjold 16 8-4-4 31-16 28 5 Fredericia 15 7-4-4 24-15 25 6 Ølstykke 15 7-4-4 38-30 25 7 Vejle 16 7-4-5 24-25 25 8 HFK Sønderjylland 16 6-5-5 34-29 23 9 B 1913 15 5-4-6 20-26 19 10 FC Aarhus 16 5-3-8 26-29 18 11 AC Horsens 16 4-5-7 23-28 17 12 Brønshøj 15 4-4-7 17-22 16 13 B 93 15 4-3-8 21-27 15 14 Hvidovre 16 3-4-9 18-35 13 15 B 1909 16 2-5-9 25-41 11 16 HIK 15 3-2-10 15-39 11