Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-05-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. mai 1991síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 100 — 31. mai 1991 Síða 11 Miquel Bose, Ben Kingsley og Michael York sum Desmond Jordan Fríggjadagin kl. 20.30: Loynidómur Sahara 4:7 Tað er vandamikið hjá Desmond Jordan at leita eftir sannleikanum aftanfyri tal- andi fjallið — onnur kenna eisini legend- una. Og tá ið Kalffin av Timbuktu frætt- ir, at Jordan hevur funnið fjallið, letur hann hann fongsla fyri at fáa lut í loyni- dóminum. Fríggjadagin kl. 21.55: Blood Simple — am. filmur Dan Heddaya og M. Emmet Walsh Hetta er kriminalfilmur, sum er bæði spennandi og óhugnaligur. Filmurin er frá 1984, og Joel Coen hevur leikstjórn- að. Segan fer fram í Texas. Ein giftur maður hýrir ein detektiv at elta og drepa hjámannin hjá konu hansara. Men hetta er bert byrjanin til fleiri morð Leygardagin kl. 21.40: Morse — en. filmur 77, 77 í Á ÍR Mors (John Thaw), Kevin Whately og Andrew Wilde Ein lummabók og eitt parkeringsmerki er tað einasta, logreglan hevur at ganga eftir í einum máli, har ein maður verður funnin myrdur í bili sínum. Morse tekur ein biltjóv, men hann verður ikki ákærd- ur fyri morðið, tí Morse hevur nakað annað á skránni Leygardagin kl. 23.25: Kate Bush Enska sangarinnan fortelur um seg sjálva og tónleikin. Sunnudagin kl. 19.55: Syngigentan 1:4 - Linda Cropper, Nigel Havers, Werner Stocker og Hans Riker Lucinda úr Australia er fegin um arbeiði sítt sum kórgenta, men tá ið sjónleikar- húsið steingir og fríggjari hennara, ong- lendingurin Edward, bjóðar henni eina ferð til heimsins enda, sigur hon sjálv- andi ja. Tey koma til eina oyggj í Stilla- havinum, og har fer ein óvanlig kærleiks- sega fram. Sunnudagin kl. 20.45: Skái Í tríggjar dagar var íbúgvatalið í Havn fittliga sterri enn vant, og tað sást. Úr ellum Norðurlondum komu fólk á ráð- stevnu at samráðast um viðurskiftini hjá teimum menningartarnaðu. Og tey, sum rættiliga gjørdu vart við seg hesar dagar- nar, vóru júst tey menningartarnaðu. Tey hava spælt tónleik og sjónleik bæði úti og inni. Eisini hildu tey reður á stevn- uni og vit í Skáa hava verið og hugt at. Týsdagin kl. 21.10: Shooting Stars Enskur filmur frá 1990 Í einari poppquiz vinnur Alison eitt kveld saman við fótbóltsstjornuni Calv- in. Tá ið tey eru á veg heim, loypur Fyrivarni verður tikið fyri broytingum drongurin hjá Alison, Gary, og vinmenn hansara á tey. Teir taka Calvin og royna at fáa loysigjald fyri hann frá týska klubbinum. Men Calvin er snildari enn teir halda. Sharon Duce spælir Alison Lagt til rættis Ella Smith Clementsen Hittist á tif. 156 16 Andy, Sammy og Frank Hósdagin kl. 20.45: | Hávar Týskur filmur um hávar, ein australskur teknifilmur og so kemur spennandi sendireðin um tvey bern, sum eru rýmd, tí ætlanin er at tey skulu á barnaheim. Tey eru illa fyri, og tey vita ikki, at teim- um stendur í boði at sleppa at búgva hjá einari familju. Tey flýggja framvegis Útvarp Føroya Sunnudagin kl. 16.00: Fimm føroyskir bornholmarar — Um vit skulu búgva í Danmark, so er Bornholm tað frægasta staðið, siga fimm av føroyingunum, sum búgva fast á Bornholm. Tey siga, at fólkið er meinlíkt føroyingum og er fyrikomandi. Útvarpið tosar við Anver Poulsen, blindaráðgeva, Leiv Poulsen, maskinmeistara, av Eiði, Sankey Petersen, mekanikara í herinum, av Tveroyri, Miu Jergensen, húsmóðir, úr Hvalvík, og Símun Abrahamsen, lær- ara, úr Oyndarfirði. Hann er eisini for- maður í felagnum hjá teimum 20 føroy- ingunum á Bornholm. Jóhann Mortensen leggur til rættis. Morgunlestrar í Útvarp Føroya 3.—8. juni Hesa vikuna lesur Jona Henrik sen í Tórshavn Sálmar og bíbliuorð: Mánadagur 3. juni nr. 51 Í vandaferð á hvørji leið Mark. 9,18 Týsdagur 4. juni nr. 313 So veikt var hjarta títt í roynd Mark. 9,19 Mikudagur 5. juni nr. 487 Mín Guð, eg vil ei víkja Mark. 9,22 nr. 21 Algóði faðir, tú yndismilt bendir Hósdagur 6. juni nr. 72 Jesus, leið meg allan aldur Mark. 9,23 nr. 22 Harrin signi oss og ráði Fríggjadagur 7. juni nr. 272 Ívi í huga tungur er Mark. 9,24 nr. 276 Miskunna mær Guð og náða meg Leygardagur 8. juni nr. 45 Hver Harran eina letur ráða Mark. 9,29