leygardagur 1. juni 1991síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
rønd“ ið
Ábyrgdarblaðstjóri: Krisjan Dahi
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl
ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Blaðfólk: Ranci Jacobsen - Térfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen - Jústinus Eidesgaard Prent:
11
Eingin framtíð
uttan felags-
skap
VIT kunnu altíð semjast um, at so
mangt átti at verið ødrvisi og betri,
men samanumtikið er eisini almikið
at takka fyri. Sjálvsagt hugsa vit við
hesum ikki bert um hverjar byrðar
ella vælsignilsi, ráðandi fólk okkara
lutar út á hvønn einstakan, ti við
hetta eru vit helst av náttúru ongan-
tíð nøgd — men alt er ikki bara
ringt.
TAÐ er t.d. ikki á nakran hátt sjálv-
sagt, at vit hava eitt hampuliga gott
og friðsælt land at búgva í, at eingin
enn, hóast hóttandi arbeiðsloysi, er
mistur av svongd, at vit hava eitt
sámuligt skúla- og heilsuverk og at
vit hava frælsi til frítt at trúgva, tala
og skriva — at vit enn koma hvørj-
um ødrum so frægt við, at fáur ikki
man hava umsorgan fyri onkrum
ella á einhvgnn hátt heldur seg vara
av medmenniskjum sínum.
MEN eins greitt er tað, at vit vóru
ikki rokkin so langt sum samfelag,
um tað ikki var júst henda felags
umsorgan fyri hvørjum ødrum og tí
lítla, vit annars høvdu, sum altíð lá
fremst í huga teirra, sum undan
gingu í stríðnum.
POLITIKARAR kunnu vit lasta sum
vit vilja, serliga onkrar av teimum
mest opportunistisku, sum verið
hava uppi seinastu árini — politikar-
ar, sum rætt og slætt hava komið
sær framat fyri egnan vinnings
skuld, men samanumtikið má hald-
ast, at vit í øllum flokkum eisini
hava átt fólk, sum hava latið seg
valt á ting við bestu ætlanum um at
vera samfelagnum øllum at gagni.
TÁ so er, gera ymsu heitini kanska
minni, so leingi enn ber til at savna
allan henda ymistlitta vilja um ein-
asta veruliga endamál okkara á hes-
um klettum — at eingin má farast
av samfelasligum ósketni, at vit
sum einstaklingar og samfelag altíð
vara av hvørjum øðrum, at vit eftir
førimuni tryggja samfelagið sosialt
og sanniliga eisini vinnuliga.
SUM partur av einum so nógv størri
heimi avgera vit sjálvsagt ikki
einsamallir, hvussu vit skipa okk-
um, hvussu góður felagsviljin ann-
Útgevari: P/f Sosialurin
P/f Pressan 1981
ars kann vera. Rættuliga eintáttaða
og marknadarliga treytaða fram-
leiðsla okkara, sum bera skal ollum,
setir skiftandi mørk fyri, hvat vit
kunnu loyva okkum á gðrum gkjum
— fyri ikki um at tala, minkandi til-
feingi okkara.
AT slík mørk nú aftur eru rokkin, iv-
ast eingin føroyingur í. So hug-
stoytt hetta annars er, so er kortini
ein glotti at hóma í tí álvarsemi,
sum fólk øll eins og politikarar
leggja í støðuna og í tað arbeiði,
sum nú verður gjørt fyri at bóta um
vinnumøguleikarnar, stovnrøktina,
frægari vgruúrval — í at lata vinnu-
møguleikarnar optimalt eftir versn-
andi tilfeingistreytunum.
EINS og tað í teirri vinnuligu broyt-
ing, ið stendur fyri framman, má
leggjast størsti dentur á, at sum
flestum verður givin meguleiki at
vera uppii so ella so, má eisini dent-
ur leggjast á veruliga at hjálpa teim-
um, sum ikki fáa henda møguleika
og enn eina tíð kanska verða uttan
arbeiði. Tí, er allur hugsandi vinnu-
ligur nútíðarframburður treytaður
av, at aldargamla føroyska sam-
haldsfesti verður slept fyri at rokka
Bústaður: Argjavegur 26
Telefon:
Postadressa: Postsmoge 76
Argir 110 Tórshavn
11820 Teletax: 172
onkrum máli nakað skjótari enn
annars, fer at vera ivasamt, um tað
loysti seg í longdini.
VIT hava sanniliga seinnu árini upp-
livað alt ov mikið av tí, ið bert loysti
seg her og nú til ikki at duga at
skilja, at nú má lítast nakað longur
fram — inn í eina toluliga varandi
framtíð fyri øll.
EN SOSigaley ØD” Sø”
spsigaley mo:
XX
F ØS VA sø
I SS
Uppsparing
og skuld
Dagbladid skrivar i gjår
um uppsparing og uttan-
landsskuld. Blaðið skrivar
m.a.:
Í 1981 áttu feroyingar á
sparikassa- og bankabók
2.370 mið. kr. íalt. Lán-
skuld okkara til peninga-
stovnarnar lá tá ájaunt
við innlánini. Við árslok
tað árið var uttanlands-
skuld Feroya bert helm-
ing av okkara egnu upp-
sparing, neuniliga um
1.300 mið. kr. Altso áttu
vit fyri 10 árum síðan nær-
um dupult so nógu á spari-
bók í Feroyum, sum vit
skyldaðu uttanlands.
Við árslok í fjør vóru
samlaðu innlánini á spari-
bók í Føroyum góðar 2 200
mió. kr. Men við árslok
1990 var samlaða uttan-
landsskuld Feroya um
8.700 mið. kr. ella nærum
líka so stór sum samlaðu
innlán okkara.
Sostatt er uppsparingin
í peningastovnum innan-
oyggja økt 4-falt, meðan
uttanlandsskuldin er
vaksin 8-falt ella dupult so
nogv farnu 10 årini.
Ilt er at siga hvørji tey
folkini eru, sum hava virk-
ad vid til at uppsparingin
er fýra ferðir so stør í dag i
mun til fyri 10 árum síð-
ani. Her eru ivaleyst
mong av teimum, sum vit
kalla »vanligu« fólkini.
Hinvegin er eingin ivi um,
hver eigur høvudsåbyrgd-
ina av at uttanlandsskuld-
in er økt átta ferðir í sama
tíðarskeiði. Hetta eru tey
av Dagblaðnum hálovaðu
vinnulívsfólkini, sum
hava lænt okkum langt út
av landgrunninum. Til
íletur, sum bert eitt enn
sterri brúk skal til fyri at
forrenta.
SS
SF.
Hvor verður
revsaður?
Dagblaðið skrivar, at
frameftir má lánteka ger-
ast ólenandi og uppspar-
ing fyrimunarlig.
Blaðið skrivar m.a.:
Ein høvudsuppgåvan hjá
sitandi = landsstýrissam-
gongu verður at fáa jaun-
vág millum tað, vit læna
og tað, vit eiga. Til tess
kreust sinnalagsbroyting,
so vit hver sær seta tering
eftir. Hetta er góður gam-
al siður í Foroyum. Eisini
eigur menniskjan í sær
vidfødd evni at syrgja fyri
morgindegnum, um ytru
umsteður eru til vildar.
Men hesar umsteður eru
treytaðar av ferda bú-
skaparpolitikkinum. So
ábærum og einstáttaðum
samfelag sum okkara
tørvar alla ta eginupp-
sparing, sum yvirhevur
fáast kann. Tað er altum-
ráðandi - hjá legtingi og
landsstýri at skapa fyri-
treytir fyri stórum upp-
sparingarmøguleikum og
lítlum lántokutorvi fyri
oll. Sosialistiska ólagið at
reusa uppsparing og at
løna skuldarbinding må
halda uppat. Frameftir må
låntøka gerast ólonsom og
uppsparing fyrimunarlig.
Hetta ljóðar ómetaliga
vakurt, men er kortini til
ógvuliga lítlan fyrimun
fyri tey allar flestu, sum
ongar meguleikar hava at
leggja eina einastu krónu
til síðis.
Landsvask
Hver kundi ikki
hugsa sær ein
einstakan ordra uppá
eina millión á
hvørjum árið. Ivaleyst
mong og tí er ikki
løgið, at privat
vaskarí í Havn fegin
vildi fingið loyvi til at
vaska fyri Smyril
Line. Alt annað hevði
verið løgid.
Men Smyril Line
hevur valt aðra loysn.
Reiðaríið vil heldur
vaska á Landssjúkra-
húsinum. Ivaleyst
orsaka av ávísum
fyrimunum. Spurt
verður, hví almenna
Landssjúkrahúsið
skal taka viðskiftafólk
frá ti privata.
Men hetta mål
hevur eisini tvinnar
sidur. Vit kundu
eisini spurt hví tað
almenna, í hesum
førinum
Landssjúkrahúsið,
skal lata stórar og
dýrar maskinur standa
fyri einki ein stóran
part á degnum í staðin
fyri at nýta tær.
Landssjúkrahúsið er
sanniliga eisini í
peninganeyð.
Tað ber ikki til at
gremja seg um
hvussu nógvar pengar
almennir stovnar
skulu hava og
samstundis gremja
seg upp aftur meira,
tá hitt sama almenna
roynir at fáa sær
nakrar eyka inntøkur.
TR