Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. juni 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 101 — 1. juni 1991 Sjálvt um arbeiðsloysi annars er í landinum, noyðist heilsuverkið at sókja eftir donskum sjúkrasystrum at avloysa í Fóroyum í summar Bæði sjúkrahús, ellis- og røktarheim og heimasjúkra- skipanin hava søkt eftir summarferiuavloysarunum fyri sjúkrasystranar, sum skulu í summarfrí. Men illa hevur gingist. Tað eru ikki nóg nógvar sjúkrasystrar tøkar í Føroyum, og ti verð- ur nú lýst í Danmark eftir at fáa avloysarar til føroyska heilsuverkið í summar. Paulina Jacobsen, for- kvinna í Sjúkrasystrafelag Føroya, er ikki bilsin av, at tað ikki ber til at fáa før- oyskar sjúkrasystrar til gll vikarstørvini í summar. I áravís hevur trot verið á sjúkrasystrum, sigur hon. Trotið hevur verið serliga stórt, síðan heimasjúkra- skipanin og fleiri ellis- og røkarheim komu. Eitt árið byrjaðu tveir flokkar í senn á sjúkrasystraskúlanum. Men nú er aftur bara ein flokkur um árið. Seinasti flokkurin var eisini sera lítil. Tað eru ikki faranar fleiri sjúkrasystrar enn vanligt av landinum at arbeiða, veit sjúkrasystrafelagið. - Stødan vísir bara, sum tlf. 14005 140 cm breitt 475 kr. meturin Vit hava eisini møtla- og vestatoy landi, umframt toy til Jyriklød og turriklød Seymiskrinid Niels Finsensgøta 16 vit alla tíðina hava sagt, at trot er á sjúkrasystrum, og at neyðugt er at útbúgva fleiri, sigur Paulina Jacobsen. Heilt nógvar sjúkrasystr- ar arbeiða niðursetta tíð. Tað er lætt at skilja, heldur Paulina Jacobsen, tí nógvar hava børn. Harnæst er tað sera slítandi at arbeiða í vaktum, sum sjúkrasystrar Toy til føroyskt skjúrt! Vovið í Skotlandi til endamálið, undir konari foroyskari veg- leiðing. Sera væl egnað! úr Skot- flest gera. Hjá summum liggur tó betur fyri at ar- beiða um kvgldið og nátt- ina, orsakað av barnansing. Í summum gkjum, í Norð- uroyggjum og í Suðuroynni, stendur er so lítið til av sjúkrasystrum, atneyðugter at fáa onkran avloysara úr ødrum økjum, tá onkur fer í farloyvi. So torført er at fáa avloysarar fyri sjúkra- systrar í summafrí í ár, at neyðugt er at lýsa í Danmark eftir vikarum. Serliga eru tað ellis- og róktarheimini og psyki- atrisku deildirnar, sum hava ilt við at fáa vikarar Um allar útbúnar sjúkra- systrar arbeiddu fulla tíð, var kanska nóg mikið til, men tað kann eingin krevja. Onkur hevði kanska vænt- að, at nú taðer farið at tátta i, valdu fleiri atarbeiða meira, men so er ikki. Sjúkra- systrafelagið hevur kanna tann spurningin, og tað vísir seg, at bara í Norðuroyggj- um hava fleiri biðið um at verða settar upp í arbeiðstíð. Tað gongur serliga illa hjá ellis- og røktarheimun- um og hjá psykiatrisku deildunum at fáa avloysar- ar. Tær nýggju sjúkrasystr- arnar halda seg ikki til at sýkja arbeiði á psykiatrisku deildunum, har arbeiði er sera tungt og krevur roynd- randi samráðast Urslitið av sáttmálasam- ráðingunum millum Starvsmannafelagid og landsstýrið verður vænt- andi avgerandi fyri, hvat hini feløgini fáa Súsanna Danielsen og Jógvan Páll Háberg á lønardeildini í lands- stýrinum hava strævnar dagar. Dagliga hava tey fleiri fundir vid feløg um nýggjan sáttmála. Seinnapartin í gjár skuldu tey aftur til sam- ráðingar við Starvs- mannafelagið. Undan fundinum var torført at fáa at vita, hvat fer at spyrjast burtur úr. Nevndin í Starvsmanna- felagnum hevur nevni- liga ukið ta avgerð, at sum minst skal koma út frá fundunum. Tí tað kann skaða meira enn tað gagnar, heldur Hart- vig Hansen. Samrådingamar, sum landsstýrið hevur við onnur fakfeløg, hvors sáttmálar ganga út í dag, eru allar útsettar til næstu viku. Økonomur, laborantar, fysiotera- peutar, ergoterapeutar og ljésødur månadagin., postfelagid eisini måna- dagin, og tysdagin eru skiparar og navigatørar bodin til fundar. Starvsmannafelagið er tað størsta, og årslitid av teirra samráðingur, verður væntandi grund- arlag undir, hvat hini fáa. Postfelagið er eisini eitt stórt felag, men tær samráðingarnar eru eitt sindur ødrvisi, tí har er so nógv annað uppii, sigur Súsanna Daniel- sen á lønardeildini i landsstýrinum. Meta afturvald & & Føroya Sjúkrahjálpara- felag hevdi adalfund hósdagin. Fyri vali stóðu Meta Johannesen og Jónfríð Dahl, og tær vórðu b dar afturvaldar. Eftir fundin skipaði nevndin seg, og Meta heldur fram sum forkvinna í felagnum. Hinir nevndarlimirnir eru Elsa Joensen, Sig- fríður Olsen og Inna Nattestad. Tiltakslimurin Sólrun Lamhauge varð eisini afturvald. Adalfundurin sam- tykti nakrar lógarbroyt- ingar, og eisini nýggju eftirlønarskipanina, ið verður sett í verk 1. januar næsta ár. Umleið 50 vóru á fundinum, og tey vóru sera nøgd við húsið, felagið hevur keypt í Jóannes Paturssonar- gótu í Havn, og vóru samd um, at virksemið í húsinum eigur at halda fram. A fundinum varð eis- ini tosað um såttmåla- samráðingarnar, felagið nú hevur. Limimir tóku undirvið, at felagið eigur at leggja stóran dent á eftirútbúgvingina. randi