Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. juni 1991síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 - Tad Skal uppklårast sigur sýslumaður Karsten Hansen, í Norður- oyggjum, um innbrotið og herverkið, ið leygarnátt- ina varð framt í Klaksvík Politiið í Klaksvík veit ikki enn, hvor tað var, sum seinastu leygamått fór inn til Kaj Johanne- sen á Garðavegnum og skar út átta málningar. Hetta varð gjørt, mðan maðurin í húsunum laog svav. Politiið hevur illgruna um, at tað meira var her- verk enn stuldur, at dóma eftir hvussu máln- ingarnir vóru skornir. Karsten Hansen, sýslumaður í Norður- oyggjum, sigur, at onkur hevur gjørt vart vid seg, eftirat politiið í Sosial- inum mikudagin heitti á fólk um at boða frá, um tey høvdu sæð nakran á Garðavegnum hesa náttina. Karsten Hansen vil ikki geva nakrar upp- lýsingar um málið, men sum skilst hava tey okk- urt at halda. Sýslumað- urin hevur góðar vónir um at koma víðari í kan- ningunum. - Málið skal uppklár- ast, sigur hann. Manna seg til stevnuna Løgreglan í Klaksvík ger seg út til norðoya- stevnuna, sum byrjar í morgin. Hetta merkir ikki, at tey vænta nakran ófrið, men politiið er altíð betur mannað, tá stevna er. Tveir mans koma úr havnini og ein úr Eyst- uroynni, og so verða teir allir sjey, sum arbeiða í Klaksvík. Teir býta seg sundur allir, soleiðis at helvtin arbeiðir leygar- dagin, hin helvtin sunnudagin. Harvið fáa allir høvi til at halda norðoyastevnu annan dagin. randi SP s0Sialurin Nr. 101 — 1. juni 1991 Ikki byrådsins uppgáva - Tað er í lagi at stuðla listafólkum við at keypa list, men eg haldi tað ikki vera rætt, at býráðið keypir upp listaverk, sigur Lisbeth L. Petersen, varabýráðsformaður í Havn. Hon er ikki serliga nøgd við, at býráðsformaðurin ikki letur onnur vita, hvat hann tekst við í embæti sínum Tilsamans 90.000 krónur hevur Tórshavnar býráð goldið fyri listaverk keypt úr Danmark herfyri. Hetta kom burturúr tí lýsing, Poul Michelsen, býráðsformað- ur, setti í donsk blød, har hann sóknaðist - eftir før- oyskum listaverkum til keyps. Keypið hevur ikki verið fyri í mentanarnevndini, sum vanliga plagar at við- gera slík mál. Málið hevur bara verið í figgjarnevndini. Á fundinum 8. maí samtykti ein samd figgjarnevnd at játta 136 túsund krónur til at keypa 14 málningar fyri. Málningarnir vóru m.a. eftir Hans Hansen, Kristin í Geil og Steffan Danielsen. Har- umframt samtykti meirlutin í figgjarnevndini at jåtta 54.000 krónur til at keypa ein Mikines-málning. Poul Michelsen, Kristianna Rein, Ingi Mohr og Arnstein Niclasen atkvøddu fyri. Atkvødan hjå Lisbeth L. Petersen vantadi. - Í mini tíð í býráðnum havi eg av og á verið við til at játta pengar til list, men tað hevur meira verið fyri at stuðla. Eg haldi tað ikki vera býráðsins uppgáva at keypa upp listaverk, sum t.d. Miki- nes-málingar. Eg vildi hild- ið, at Listasavnið átti at átik- ið sær ta uppgávuna, sigur Lisbeth L. Petersen, vara- býráðsformaður. Hon veit lítið at siga um keypið. Eins og hinir fíggj- arnevndarlimirnir fekk hon at síggja eitt yvirlit yvir teir málningar, sum býráðnum stóðu í boði. Hetta yvirlit varð gjørt av einum list- kønum manni, sum hevur verið ráðgevi hjá býráðsfor- manninum. Í yvirlitinum stóðu nógv onnur listaverk, sum ikki vóru keypt, tí nógv vildu selja, tá býráðið í donskum bløðum segði seg vilja keypa føroyska list. Poul Michelsen er burtur- staddur og verður ikki aftur fyrr enn um tvær vikur. Tá hann er burtur, er torført at frætta tíðindi úr býráðnum, tí býráðsformaðurin tekur sær sjálvur av nógvum mál- um. Lisbeth L. Petersen, sum er varabýráðsformað- ur, veit heldur onki. Hon er sera misnøgd við, at býráðsformaðurin av sín- um eintøkum tekst við mål uttan at siga nøkrum av hinum í býr ðanum frå, t.d. við at lýsa eftir føroyskum málningum til keyps. Poul Michelsen er heilt ofta uttanlands í grindum. - Men hann sigur ikki mær, hvagar hann fer, sigur Lisbeth L. Petersen. randi Býráðið keypti stóra listasavnið hjá Niels Winther, og tað er varð- veitt í Móttókuhúsinum í Tréndargøtu. Tí keypin- um hevur Lisbeth L. Pet- ersen einki ímóti, tí tað var eitt serligt tilboð - MISSa Starv Um útbúnir pedagogar í summar sýkja arbeiði á stovnunum undir Andveikraverndini, verða fleiri ólærd arbeiðsleys Meðan NFPU-ráðstevnan hevur verið, eru nógv sagt um at bøta um umstødurnar hjå evnaveikum. Men arbeiðsloysi og ringar tíðar gera kortini vart við seg, og tað rakar eisini tey evnaveiku. Bara á Eirargarði skulu hálvt fjórða starv skerast burtur í heyst, soleiðis at størvini mink niður í 48. Tað sama verður á hinum bústovnunum undir And- veikraverndini. Hetta dær so við sær, at tey starvsfólk, sum eftir vera, fáa meira at gera og minni tíð verður til búfólkini. Bjarni Clementsen, sum er leiðari á Eirargarði, vón- ar, at hesar skerjingar verða tíknar aftur, og at bæði foreldur, fakfeløg og onnur fara at gera vart við seg, tí hetta kunnu vit ikki bjóða teimum evnaveiku. Hann væntar kortini ikki, at nøkur starvsfólk verða uppsøgd av hesum sparing- um, men at nøkur fara frå natúrliga. Starvsfólk í Andveikra- vemdini hava aðrar grundir til at Óttast arbeiðsloysi. Sambært sáttmálanum millum landsstýrið og peda- gogfelagið skulu størvini, ið ikki eru sett av útbúnum pedagogum, lýsast leys á hvgrjum ári. Tað hevur higartil ikki havt nakran týdning, tí trot hevur verið á pedagogum, og tey álærdu hava ti kunna kent seg trygt. Men nú arbeiðsloysi er, kann hugsast, at pedagogar fara at sókja. Og so noyðast tey ólærdu at víkja. Tey hava tó tað at ugga ség við, at nýggir pedagogar ikki koma út av pedagogskúl- anum í Føroyum. Men hin- vegin eru tað føroyskingar, sum eru í útbúgving í Dan- mark, og sum kanska koma heimaftur nú. randi 4 | SEE