Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. juni 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| rr Er: EO |” ——Å || TN Ser Nr. 101 7. juni 1997 - . . A; Á da) 1 Já Starvsfólk á Eirargarði sera misnøgd: Ikki øll sluppu Við Norrønu Tey evnaveiku vóru góð nokk, tá tey skuldu spæla sjónleik, men at sleppa eina rundferð við Norrønu, sum tey annars høvdu glett seg til, kundi ikki lata seg gera, sigur eitt av starvs- fólkunum á Eirargarði, sum heldur, at hetta var ljótt gjórt av fyrireikarunum -Tá NFPU-stevnan var av, og luttakararnir skuldu rundferð við Norrønu mikudagin, fóru vit av Eirargarði við tíggju bú- fólkum oman á bryggjuna. Nú skuldu tey sleppa hesa rundferð við Norrønu, sum tey høvdu glett seg til, men tey gjørdust vónsvikin. Tá vit skuldu fara umborð fingu vit at vita frá onkrum av fyrireikarunum, at vit sluppu ikki við. Orsgkin segðist vera, at bert tey, sum høvdu luttikid á stevnuni, kundu koma við hesa rundferðina. Hetta sigur eitt av starvs- fólkunum á Eirargarði, sum heldur, at hetta var ein ljót gerð og eitt ótrúliga býtt páskot fyri ikki at lova teimum við. -Serliga tá vit sóu hvør slapp gjógnum nálareygað til rundferðina. Har vóru ikki bert stevnuluttakarar, men ikki so fá, sum als einki høvdu havt við stevnuna at gera. Har vóru menn/konur hjá fyrireikar- unum, børn, onnur familja, vinir og kenningar. Men ikki hesi tíggju hjá okkum. Seks av teimum høvdu vant sjónleik í mánaðir og spældu hann tríggjar ferðir stevnudagranar. Tá vóru tey góð nokk, sigur starvs- fólkið. -Ei undur í, at hesi fólk, sum ikki sluppu við, vóru bæði ill og kedd, og hetta løgdu eisini onnur starvs- fólk á Eirargarði, sum vóru umborð á Norrønu, til merkis, og fyri tey, var túrurin sjálvandi oyðilagd- ur, sigur starvsfólkið. -Vit gera vanliga nógv av at fara út við búfólk- unum, og tað er eisini tað besta tey vita. Vit hava verið á ferð m.a. í Dan- mark, Týsklandi og Het- landi og undan næstsein- astu jólum vóru vit til jólaborðhald á Hotel Borg. Vit hava aldri havt nakrar trupulleikar av teimum, og tí duga vit heldur ikki at síggja nakra orsøk til, at tey ikki kundu sleppa hendan túrin við Norrønu, sigur starvsfólki og spyr, um stevnan ikki júst var fyri tey evnaveiku. tór.- a = Nøkur av teimum brekaðu máttu standa eftir á bryggjuni tá Norrøna legði frá landi Framleiða dýrabara veru úr laksagarnum og rækjuskeljum Kanningar, sum rækjuvirkið á Oyri ger saman við tveimum donskum fyritókum, eru komnar væl áleiðis, og alt bendir á, at alt riggar sum ætlað Síðani á nýggjárinum hev- ur rækjuvirkið á Oyri arbeitt saman við tveimum donskum fyritøkum i kanningum at útvinna dýrabara vøru úr laksa- gørnum og rækjuskeljum. Talan er um vørur sum litevni og kitusan, sum m.a. verður nytt í heili- vágídnaðinum. Råvøran, tey 2 - 3.000 tonsini av rækjuskeljum, og um somu nøgd av laksagórnum, verður loyst upp, at tey ymsu evnini skild frá, og eru tá liðug útflutningsvgra. Edmund Joensen, stjóri sigur, at einki tílíkt virki er í Europa. Bert í USA og Japan, og tí torir hann ikki at siga nakað vist um hvussu marknaðurin er. Men at vøran er dyrabar ivast hann ikki í. Sjálvar kanningarnar kosta stívliga tvær milli- ónir og samlaða iløgan einar 24 milliónir. Edmund Joensen hevur gott eygað á bygninginum á Hulki, har Taravirkið helt til í. Teir hava tosað við Ídnaðargrunnin og Stranda Kommunu um at keypa bygningin. Hann roknar við, at gongst eftir ætlan, kann framleiðslan byrja næsta heyst. Roknast kann við, at eini 22 fólk fáa arbeiði á nýggja virk- inum. tór.- FRÁBOÐAN Heilsufrødiligu Starvsstovuni Kanningar visa, at kræklingur å Trongis- vågsfirdi er eitradur og tiskil heilsuskadi- ligur sum fólkamatur. Fyribils verdur ti frårått øllum at eta skeljafisk av Trongisvågsfirdi. Tórshavn, 30. mai 1991 HEILSUFRØDILIGA STARVSSTOVAN FOOD AND ENVIRONMENTAL INSTITUTE Sommerjob søges fra 1.7. — ca. 1.10.91 af 18-årig student. Taler tysk, engelsk og spansk og forstår delvis færøsk. Erhvervserfaring: Kontorarbejde, ekspedition, rengøring, børnepasning og lektiehjælp. Alt har interesse. Kontakt: Maria Jacobsen, Brudevænget 40, DK-3520 Farum, tlf. 042955767.