Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. juni 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 101 — 1. juni 1991 Atli P. Dam, lógmaður: Prinsipp --Ein og hvør lítil sigur til umhvørviskativistarnar, er ein hóttan móti okkara grindadrápi, tí átti sendinevndin á grinda- fundinum at atkvøtt fyri at loyva stórhvalaveiðu í smáum, sigur lóýgmaður Løgmaður hevur ikki sent nakað mótmælisskriv til danir, tí danska stjórnin ikki vildi taka stóðu til um aftur skuldi verða loyvt at veiða stórhval í smáðum. --Danski uttanríkisráð- harrin, Uffe Elleman Jen- sen, setti seg í samband við føroyska og grøn- landska heimastýrið og bað um okkara stóðu til, um aftur skuldi verða loyvt at skjóta stórhval, sigur Atli Dam. -Eg greiddi honum frå okkara stóðu, at talan var um eitt prinsippmál hjá okkum. Eg segði, at sendinevndin skuldi at- kvøda fyri, tí hetta kom okkum til góðar seinni. Men hetta hendi ikki . Danir atkvøddu als ikki, sigur Atli Dam. -Eg kann ikki góðtaka, at ein av trimum pørtum í rikissendinevndini skal kunna ávirka uttanríkis- ráðharran, soleiðis at ging- ið verður móti okkara áhugamálum, sigur Atli P. Dam, løgmaður. --Eg vildi hava, at danir atkvøddu fyri, at veiða eftir stórhvali varð loyvd í smáum. Hetta er sum sagt av prinsipiellum orsgkum. Vit kunnu ikki vera ímóti Atli P. Dam, løgmadur stórhvalaveiðu, um norð- menn og íslendingar í framtíðini fara at veiða hendan, sigur Atli Dam -Einhvør lítil sigur til umhvørvisbålkarnar er ein hóttan móti okkara grinda- drápi, sigur Atli P. Dam, løgmaður. Annars hevur undirritaði misskilt hugtakið "Small tyoe whaling", sum íkki merkir veiða eftir smáum hvali, men veiða eftir stórhvali, sum skal byrja í smáum. jústinus Á Norðoyarsteynu: Klakksvík uppsnollað --Vikuna framman undan Norðoyarstevnu gera kom- munumennirnir einki annað enn at fríðka býin, sigur Rúni Heinesen, tekniska deild hjá kommununi Í dag, nú Norðoyarstevnan byrjar er næststórsti bý- urin í landinum "uppsnoll- aður". Seinastu vikuna hava kommunumennirnir ikki gjørt annað enn at fríðka býin. Har er ruddað, tikið upp, spulað og sópað. --Tað er 14 dagar síðan at vit fóru undir at gera tað neyðugasta til stevnuna. Hetta er tað sama, sum tá drotningin kemur á vitjan, nógv sum liggur á láni verður gjørt, just ti stevn-an er í nánd, sigur Rúni Heinesen. --Vit hava sett ein pall upp í Vágstúni, hetta verður gjørt á hvørjum ári. Eisini hava vegmennirnir hampað uppá gongu- breytirnar og flaggstengur eru settar upp, sigur Rúni Heincsen. Hann sigur, at tað kann vera sera óruddiligt í undan gøtunum beint steynuni, og tá er tað víða um í býnum. Hetta kemnst av, at bilarnir koyra runt um kvøldarnar, og rust verður bert tveitt gjøgnum vindeyguni. Men á sjálvari stevnuni er ørvisi. Tá er meginpart- urin av fólkinum savnaður í miðbýnum. Ferðslan er umløgd og fáir bílar síggj- ast. -Kommunan eigur ein dustsúgvara, og sunnu- morgunin sópar hesin gøt- urnår saman vid trimum gølusoparum. Mánadagin skuldi alt verid avblast, sigur Rúni Heinesen lvasamt er hvussu veðrið verður á Norðoyar tlevnu Veðurmer nirnir boða frá høgætt, sum ikki er góð í Norðoyggjum. Men um veðrið er so goll 1, Sum í løtuni, sí skuldi einki ver ið at fryktað fyri jústinus — er altíð á staðnum Fylla dypi Uttanfyri Skopunnar Havn er eitt dýpið, og kanningar vísa at hetta ger tað ókyrrari inní havnini Fyrsta havnin, sum varð gjørd í landinum varð gjørd í Skopun og speiskliga kann tað tykja- st, at hon eisini verður tann seinasta, tí hon verð- ur ikki liðug. Nú liggja tveir sandbátar og fylla eitt dýpið beint uttanfyri havnina. Royndir gjørdar á Dansk Hydraul- isk Institut sýna, at um hetta dýpið verður fylt, so verður kyrrari í havnini. Annars er havnagkið sunnanfyri havnina víðkað munandi scinastu tíðina. Her skulu egningarskúrar standa og eisini skal verða pláss til ymiskan fiski- reiðskap. jústinus Mynd: Kalmar