leygardagur 1. juni 1991síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Datanomútbúgvingin
Datanomútbúgvingin
byrjaði í 1976. Í Feroy-
um varð farið undir út-
búgvingina fyri 10 árum
síðani, og skeið hava ver-
ið uttan slit síðan tá til
des. 1990
Utbúgvingin er býtt
upp í fleiri hevuðsevni,
sum so aftur eru býtt
upp í mótul. Høvuds-
evnini eru t.d. rakstur,
forritan, skipan og pro-
jektering osfr. Hevuðs-
evnið forritan er so aftur
t.d. býtt upp í mótulini
databygnaður, nýggir
hættir at forrita, data-
basuskipanir, grafisk
dataviðgerð, læran um
forritmál o.s.fr.
Fleiri av okkara leið-
andi etv-fólkum og med-
arbeiðarar á sterstu edv-
virkjum í landinum hava
fingið partar av útbúgv-
ing síni gjøgnum henda
lesturin. Fyrimunurin
við hesi skipan er hann,
at tann lesandi ikki fer
úr vinnu, men alla tíðina
fæst við tað, sum hann
lærir um. Í so máta líkist
hon nógv merkonomút-
búgvingini. Eisini er út-
búgvingin greinað so
væl sundur, at góðir
meguleikar eru fyri at
læra júst tað, sum tú
hevur brúk fyri.
Lærararnir, sum hava
undirvíst, hava allir ar-
beitt á etv-skúlanum í
Keypmannahavn, sum
er partur av »Køb-
mandsskolen<. Føroya
Handilsskúli rindaði
ferðakostnað og vistar-
hald, meðan Keyp-
mannaskúlin rindaði
læraralenina. = Soleiðis
gekk til 1989. Tá vildi
danir ikki gjalda lenina
longur. Skuldu skeiðini
hada fram, mátti hand-
ilsskúlin í Feroyum eis-
ini rinda lenina. So varð
gjørt, og hetta gekk so
til árslok 1990.
Feroya Handilsskúli
fekk nýggjan bygning á
Kambsdali í 1990; men
játtanin til rakstur (und-
irvísing) fylgdi ikki við.
Tí mátti sparast, og
spariknívurin rakti data-
nomútbúgvingina í
fyrstu syftu.
Ætlanin er tó at royna
aftur til heystar við ein-
um mótuli, sum snýr seg
um at menna telduskip-
anir-teori og háttalag.
Hetta er tó treytað av
nóg stórari undirteku.
Skeiðið hevur áður
ikki verið í Feroyum.
Kunnandi fundur um,
hvat endamålid er við
skeiðnum, og hvat skeið-
ið fevnir um, verður á
Handilsskúlanum i
Havn 4. juni kl. 15.30 i
stovu 106. Skulin hevur
skrivligt tilfar tøkt, sum
åhugad fåa, um tey
ringja å skrivstovuna og
bidja um tad
Munurin millum hetta
skeidid og øll hini, sum
hava verid frammanund-
an, er, at innihaldid i
uppgåvunum, sum skulu
loysast, byggir å og er
um føroysk vidurskifti.
Fyrsta uppgåvan snyr
seg tørvin hjå småum
virkjum at útvega sær
etv-skipanir og spurn-
ingar/trupulleikar i hes-
um sambandi. Onnur
uppgåvan fevnir um at
gera eitt uppskot til etv-
skipan til eina standard
etv-skipan, sum kann
verða nytt av fleiri virkj-
um í somu vinnu, t.d.
alarum i Feroyum.
Triðja uppgávan skal
læra okkum, hvussu vit
bera okkum at við at
loysa ymsar spurningar,
tá ið vit hava útvegað
okkum eina ella aðra etv-
skipan, og vit skulu til
at læra medarbeiðarar at
nýta hesa skipan og at
halda skipanina viðlíka.
Umframt at frálæran
tekur stødi í tí føroysku
vinnuni, so er ætlanin at
broyta háttin frá fyrr.
Undirvíst verður nú 4
ferðir, 2 dagar hverja
ferð. Fyrrapart verða
nýggj evni vidgjørd og
seinnapart verður ar-
beitt við uppgávum.
Móti endanum á skeiðin-
um verður so undirvíst í
'» dag, og í ein dag verð-
ur kjakast um uppgåvu-
loysnirnar. Tilsamans
verða hetta 36 undirvís-
ingartímar og 32 tímar
at loysa uppgávur.
Fortreytin fyri at taka
lut á skeiðnum er, at tú
kennir nakað til etv-
skipanir, bygnað osfr.,
og hvussu tær eru gjerd-
ar, og hvussu tær verða
nýttar. Eisini setir skeið-
ið stór krev til, at luttak-
arin kann arbeiða sjálv-
stødugt.
Lærari á skeiðnum
verður Allan Dresling,
sum dagliga starvast á
lærda háskúlanum í Ál-
borg. Hann hevur verið
fleiri ferðir í Feroyu.
Hevur m.a. undirvít á
Feroya Handilsskúla og
á Fróðskaparsetrinum.
Lærarin verður ikki al-
tíð i Føroyum. Samskift-
ið millum hann og tey
lesandi, og tey lesandi
sínámillum, kann so fara
fram við einari sera
framkomnari etv-sam-
skiftisskipan, so tann
luttakandi eisini á hend-
an hátt lærir, hvussu
fjarundirvísing kann
fara og fer fram. Saman-
ber við uppgávu 3.
Skeiðið byrjar í sep-
tember og endar við
provtøku í desember
1991. Kostnaðurin er kr.
2.500,00.
juni 1991
Lesarabrøv
Åhugaligt at ikki allir umbodsråds-
limir Tryggingarmonopolsins
lata eygu og oyru aftur
Eg havi lisid i Dimmu frå-
greiding frå bileigarum og
bilverkstødum, sum kæra
seg yvir tær treytir, id
okkara TRYGGINGAR-
MONOPOL fyrisetur
teimum viðvíkjandi um-
vælingum, og havi eisini
lisið við áhuga, at um-
boðsráðslimur Tórfinn
Smith hevur tikið til orð-
anna, við at seta stjóra-
num Jens Petur Arge fyri-
spurning um tær treytir,
greitt verður frá, eru sett-
ar í samband við bilum-
vælingar.
Fegnist almikið um, at
tað hóast alt er onkur um-
boðsráðslimur, sum hevur
í huga tær skyldur, sum
fyriskrivaðar eru í SAM-
TYKT FØROYA
LANDSSTYRI 15. januar
1958 og somuleidis
REGLUGERD og
FUNDAR SKIPAN fyri
umbodsrådid fyri Trygg-
ingarsambandið Føroyar
få 12. januar 1983.
Tað er ikki liðin long tíð,
síðan Feroya Fiskimanna-
felag klagaði yvir ósemi-
ligan atburð mótvegis
fiskimonnum og hótti við
at stevna.
Tað eigur at standa
púra greitt, at tryggingar-
monopol hevur sterri
ábyrgd mótvegis trygg-
ingartakarunum enn frí-
tekning.
Alt ber ikki til at lata
fara, sum sagt verður, aft-
ur við borðinum, sum um
alt er í besta lagi.
D. J. Serensen
Viðferi mitt
Legði eg leiðina
inn gjøgnum bein,
sá, albúgvin heimur
stóð fevnandi har;
i giljum lak vætan
og lýsti so login
við leiftrandi slýggi,
mitt vidføri var.
I stødum var sligid
og grødin i såtum,
alt heuði so heimligt
og hugfarsligt lag.
Og veitirnar vuksu
vid syrum so våtum —
so råkandi møtti
mær ogn min i dag.
Min hugur var opin
og loftadi øllum,
hvørt strå, hvørja
døggperlu vildi eg ått.
Og tøgn seig á sinnið,
ti kring meg á vøllum
tá albúgvin heimur
sleit vøku úr nátt.
Vælkomin í:
TLF. 19820
Framhald av síðu 15
hildið síðani vit byrjaði í
1972, men higartil hevur
landið ikki mist eina
einastu krónu av okkara
ávum, sigur Jógvan A.
Johannesen. Hann leggur
aftart, at av vinninginum
av søluni av Dalbúgvan-
um, sum John Petersen
v.fl. keypti, rindaðu teir
fullan skatt av gllum
avskrivingum, sum teir
høvdu havt frammanund-
an, og teir hava onga
krónu avskriva persónligt í
nøkrum báti.
-Til tað ediliga ynski um
at bátarnir eru dømdir
fallit, havi eg onga við-
merking. Ynski talar fyri
seg sjálvt, sigur Jógvan A.
Johannesen.
Ikki lúrt eftir nøkrum
virki
-Tá Dagblaðið sigur, at
vit hava bert bíða eftir til
flakavirkið fór av knóran-
um er tað heldur ikki beint.
Vit komu rættiliga seint
við at bjóða. Hetta var ikki
fyrr enn vit vóru greiðir
yvir, at arbeiðarafelggini
og kommunan ikki vóru
við longur. Haraftrat fingu
vit fleiri áheitanir frá
arbeiðsfólki, eisini fólka-
floksfólki,- harímillum
ógvuliga navnframum,
eins og ødrum, sigur Jóg-
van A. Johannesen sum
harmast um at Fólka-
flokkurin hevur so lítið álit
á sínum egnu.
At arbeiðsfólkið ikki
varð eftirspurt tykist løgið
tá virkið var lýst til sølu,
sigur Jógvan A. Johann-
esen og heldur, at hetta má
standa fyri bankans rok-
ning, sum seldi virkið.
Sosialisman í praksis
Soleiðis roynist sosial-
isman í praksis, skrivar
Dagblaðið.
Til hetta sigur Jógvan A.
Johannesen, at tíverri hava
vit enn einki javnaðarsam-
felag og undarligt skuldi
verið, um javnaðarmenn
tigandi skuldi sitid hugt at,
meðan aðrir, sum arbeiða
privat, keypa gll vinnu-
tólini.
-Vit eru takksamir fyri
álitið, og vit fara at gera
okkara til, at virkið fram-
haldandi verður eitt gott
arbeiðspláss í bygdini,
sigur Jógvan A. Johanne-
sen.
EPSON kappingin
Árliga EPSON-kapingin verður spæld í
Handilsskúlanum á Kambsdali fríggja-
dagin 7. juni kl. 19.00.
Tilmelding í seinasta lagi mikudagin
5. juni 1991 til Leif Pedersen, telef.
41083 ella Súsannu Dam, telef. 164 68.
Spæligjald kr. 75,-.
Føroya Bridge Samband
—————————————————
re
———
se