týsdagur 4. juni 1991síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Letur stýrið fyri tekniska
skúlan ikki við seg koma í
stríðnum um burturvísta
roknskaparleiðaran áðrenn
klokkan 10:00 í morgun, so
verður verkfallið víðkað og
fer eisini at fevna um
Skúlaheimið.
síða 4
Torsbyrgi
Í rættinum
Húsaeigarar í Tórsbyrgi hava kravt
Tórshavnar Kommunu eftir endur-
gjaldi fyri byggibrek í býlinginum.
Størstu krøvini eru omanfyri 200.000
krónur fyri húsið
Síða 5
Tilvildarlig mynd
Í fríggjadagsblaðnum stóð mynd tikin inni
á bilverkstaðnum hjá P/f Ivan Johansen í
sambandi við eina grein í Føroya Rætti.
Av misgáum var ikki tilskilað, at talan var
um tilvildarliga savnsmynd. Verkstaðurin,
ið var umrøddur í greinini, var ikki tann
hjá Ivani Johansen. Haldið okkum til góð-
ar.
Blm.
Ein 17 ára gomul genta úr Fuglafirði var í gjár eftirlýst. Hon
hevði verið á Norðoyarstevnu og hevði ikki latið hoyrt frá sær.
Gentan er nú funnin aftur í øllum góðum.
Annars sigur politiið í Klaksvík, at fleiri bangin foreldur hava
ringt á politistóðina og spurt eftir børnunum.
síða 4
Thorseth kom
Fríggjadagin kom vík-
ingaskipið Gaia á Tvør-
oyri. Skipið er á ferð til
Ameriku. Skiparin er
Ragnar Thorseth og Sosi-
alurin hevur prátað við
hendan heimskenda norð-
mann.
Í morgin er ætlanin, at
Gaia skal leggja at í
Kirkjubø, har millum
annað formaðurin í
Føroya Bóndafelag, Páll
Patursson, fær handað
nøkur ísádd og gitin
neytaegg sum gåvu frå
norska landbúnaðinum til
føroysku bøndurnar.
Møguliga leggur Gaia at
å Sandi, å veg nordureftir.
Jógvan Sundstein, fíggjarmálaráðharri
Roknar við yvirskoti
4 =
á gjaldsjavnaðinum i år
--Men vit mugu ansa okkum, at
vit ikki yvirupphita búskapin,
sum tað hendi fram til 1988.
--Bæði føroyskir og útlendskir
lánveitarar mugu vera púra
klárir yvir, at teir ikki kunnu
rokna við lánum ella veð-
høldum úr landskassanum,
sigur fíggjarmálaráðharrin.
H dag kunnu teir einans legg--
ja beinleiðis handilsligar met-
ingar til grund, tá teir meta um
lániumsóknir, og tað var ikki
gjórt altíð árini herfyri, sigur
hann. —-
UR síða 5