týsdagur 4. juni 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Heldur ikki hesaferð
Nr. 102 — 4. juni 1991
Miðvingar mundu fegnast, tá dysturin sunnudagin var av, tí allan
dystin heyði eitt sera stórt trýst ligið á teimum, men teir kláraðu
at halda ímóti og vinna dystin móti runavíkingunum
MB-NSÍ 1-0 (1-0)
1-0 Bjarni Prior
Var nakar fegin, tå dómar-
in bríkslaði dystin av mill-
um MB og NSÍ í Miðvági
sunnudagin, vóru tað mið-
vingar
Teir høvdu verið vitni til,
at lið teirra hevdi vunnið
1-0 á einum Hdi, sum at
kalla allan dystin hevði
T «+, SU
Hinvegin vór tað von
iknir runavikingar, sum
fóru av aftur oynni eftir
dystin.
Tad, sum hendi í móti
VB fyri viku síðani, og
sum ikki mátti hendan aft-
ur, var jíust tað, ið var
hent, og enn ein ósigur var
komin at tyngja um stød-
una á stigatalvuni.
Eitt skjótt mál
Og ikki kann sigast ann-
að, enn at sigurin var ggi-
liga heppin og uppiborin,
tí MB spældi meira effek-
tivt og fekk útnytta sín
stóra kjans, meðan NSI
stórt sæð ongantíð dugdi at
umseta fullkomna spæl-
yvirvág í teimum málum,
sum mugu til, skal dystur
vinnast.
Tað var longu í sjeynda
minutti, at MB vísti sín
stóra effektivitet, tá Eyð-
finn Davidsen gjørdi eitt
av sinum »raidum« fram-
eftir í høgru síðu, fyri at
send bóltin innfyri málið,
har tann ungi Bjarni Prior
einar 10 metrar frá
inum tók ímóti og
in spíla meskarnar úr aft-
anfyri landsliðsmálverjan,
mál-
rt bólt-
10 ongan kjans hevdi at
taka skotid.
Upplagdur kjansur
Eftir hetta såst ikki so
nógv til MB í ålopinum,
burtursæð frá einum
tveimum leysum kjansum
og so einum uppløgdum
kjansi.
Upplagdi kjansurin kom
ta einu ferðina, Jens Mart-
in skuldi sparka bóltin út í
spælið, men kom at raka
Hall í ryggin. Birgir Jør-
gensen smeyg sær inn í-
millum, fekk fatur á bólt-
inum, men skjeyt so við
síðuna av tí meira ella
minni tóma málinum.
Í hinum endanum brendi
ødrvisi á.
Eitt langt NSÍ-álop
NSÍ hevði eitt langt álop
á MB-málið, men verja
miðvinga vardi so væl, at
bert nakrir heilt fáir vanda-
miklir kjansir kundu givið
mál, var meira hepni við
runavíkingum.
Til dømis stútaði Jan á
yvirliggjaran, Gestur hevði
fleiri ferðir høvdid á bólt-
inum, og fleiri skot úti frá
fóru dygst framvið.
Trygvi Mortensen, NSÍ
og Suni Jacobsen, MB
í dysti um bóltin. Hóast
NSÍ hevði meginpartin
av spælinum, fekk MB
einasta málið í dyst-
inum og harvið eisini
bæði stigini. Mynd:
Jens Kristian
"SR
Men sum sagt stóð MB-
skansin tryggur, og ikki
bar tí til hjá NSÍ at fáa tað,
liðið var komið eftir.
hj.
Brotssparksdystur
Við tólv monnum og einum Jumbo
kom aftur vid tveimum stigum
VB-HB 1-2 (0-1)
0-1 Bogi Dam (br.)
1-1 Jen Sivar Djurhuus
1-2 Bogi Dam
Ikki sørt av dramatikki
spældi inn undan fráferðini
úr Havnini, tá HB skuldi
til Vágs at spæla sunnu-
dagin.
Tá Smyril fór avstað,
funnu menn útav, at ein av
spælarunum — Peter Slyne
— var eftir.
Hann varð ov seinur, og
stóð eftir, tá hinir so fóru
HB fór til Vágs við
bert 12 spælarum, ti
Peter Slyne gjørdist ov
seinur til Teistan og
stóð eftir, tá hinir fóru
avstað. Arkivmynd:
Hilmar Jan
avstað.
Og tá landsliðsspælari
heldur ikki var við, mundi
plássið fór HB til Vágs, men
tað vera so sum so við
vónunum um.
Kortini var túrurin norð-
uraftur munandi betri, tí
HB eydnaðist fyri fyrstu
ferð í ár at vinna dyst og
harvið tryggja sær tvinni
stigini.
»Givid« brotsspark
Nakað av vindi var eftir
vellinum á Vágseiði, so
her mátti ansast væl eftir,
hvussu spælt var.
HB fekk vindin ímóti í
fyrra hálvleiki, og meðan
VB als ikki dugdi at út-
nytta fyrimunin við
vindinum í rygginum, vóru
tað heldur gestirnir, ið
royndu at skapa gott spæl.
Hetta gav eisini úrslit
miðskeiðis í hálvleikinum,
hóast fyrra málið mest lík-
tist einari gåvu.
Gunnar Mohr kemur frí-
ur móti málinum, men
verður taklaður av VB-
málverjanum Bjarna, tá
hann kemur inn í brots-
teigin.
Bóltur var ímillum
Dómarin gjørdi skjótt av
og dømdi brotsspark, sum
Bogi Dam trygt setti i net-
ið.
Brotssparkið segðist ann-
ars vera sera ivingarsamt,
tí bóltur var ímillum, tá
Bjarni og Gunnar møttust.
Hinvegin hevði dómarin
eftir øllum at dóma snýtt
Andreas F. Hansen fyri eitt
brotsspark, tá hesin varð
jarðlagdur í brotsteiginum
beint frammanundan.
Tí kanska hesin »hålvi«
dómurin aftaná sum um-
bering fyri fyrra mistakið.
Brendi breisspark
1-0 til HB gjørdist so
hålvleiksstødan, hóast lið-
ið ikki hevði havt teir stóru
kjansirnar.
Í seinna hálvleiki var tað
so meira VB, ið myndaði
dystin.
Tá so einir 20 minuttir
vóru farnir, er tað VB, ið
fær brotsspark.
Inni í bortsteigi HB's
verður bólturin skotin upp
í hondina á einum HB-
bakki, sum einki kundi
gera við tað.
Kortini dømdi dómarin
brotsspark, sum Rúni Nol-
søe tó brendi. Kaj Leo
bjargaði skotinum, og so
var tann vandin avhasaður.
Í síðstu løtu
Nakað seinni — tá átta
minuttir vóru eftir — eydn-
aðist tó VB at fáa eitt
»ordiligt« mål, tå bólturin
i einum VB-ålopi kom i
yvirliggjaran og sprakk iit-
aftur til spælararnar. Einir
fimm VB-spælarar royndu
eftir honum, men tað varð
so Jens Sivar Djurhuus,
sum fekk hendur á bólt-
inum og langaði til í málið
til 1-1.
Nú hildu vágbingar, at
dystur var lokin, og at tað
mista stigið var fingið aft-
ur, men so skuldi ikki
vera.
Tá bert tveir minuttir
vóru eftir, fekk HB avger-
andi málið.
Eins og hjá VB, kom
hetta málið, eftir at bóltur-
in stakk frá yvirliggjar-
anum og útaftur í spælið.
Bólturin kom fyri føturnar
á Boga Dam, sum púra
leysur kundi senda hann í
málið til 2-1, ið eisini
gjørdist endaliga stødan.
Eitt úrslit, sum kanska
serliga HB-ararnir niðan úr
botninum kundu fegnast
um, meðan vágbingar helst
mundu vera meira mis-
nøgdir við úrslitið.
hj.