týsdagur 4. juni 1991síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 102 — 4. juni 1991
ITROTTUR
Neistin skipar fyri
gongutúri
Hetta er tiltak í sambandi
við at Torshavn sum
kommuna fyllir 125 ár.
Mikudagin klokkan 15.00
er møguleiki hjá havnar-
fólki at velja ímillium trý
strekki, sum ætlanin er at
ganga.
Í ár fyllir Tórshavnar
Kommuna 125 ár.
Skipað er fyri fleiri til-
tøkum fyri at hátíðar-
halda fødingardagin, og
enn eru ikki øll tiltøkini
farin fram.
Tórshavnar Kommuna
heitti á felagsskapir í
Havn um at fyriskipa eitt-
hvert fyri borgararnar í
kommununi.
ftrottarfeløgini skipa i
hesum sambandi fyri
nekrum ítróttarligum til-
tøkum, millum annað
svimjikapping, fimleikar-
A—A——wK—
NÚ er at spenna
BELTINI
framsýningum og gongu-
túrum.
Mikudagin klokkan
15.00 skipar Hondbólts-
felagið Neisin fyri gongu-
túri í Havnini.
Gongutúrurin er fyri øll.
Fyrsta leiðin er frá
Vaglinum, út á Reyn,
framvið Eystaruvág, út á
Skansan, niðan á Glas-
heygg og omanaftur á
Vaglið.
Hetta er fyri fólk, sum
ikki kunnu ganga so
langt.
Leið tvey er frá Vagl-
inum, niðan gjegnum
Viðarlundina, í Gundadal,
niðan um Badmintonhell-
ina og Svimjihellina og
oman aftur á Vaglið. Leið
trý er framhald av leið
tvey.
Farið verður víðari frá
Svimjihellini, eftir Sunds-
vegnum, niðan um Ternu-
rygg, oman eftir Villingar-
dalsvegnum og oman
aftur á Vaglið.
Tórshavnar Kommuna
hevur latið gjørt vakurt
skreytblað, sum gongu-
fólkini fáa.
Nú er so at vóna, at fólk
taka undir við tiltakinum.
í
óast tað hvørki eydnaðist sumbingum at vinna ella taka stig frá
oddaliðnum B36, prógvaðu teir við sera ágrýtnum spæli, at í
Sumba býr „eitt mergjað fólkaslag<
B36-Sumba 2-1 (1-1)
1-0 Bergur Magnussen
1-1 Eirik Joensen
2-1 Bergur Magnussen
Tá sumbingar í fjør gjørd-
ust næstfremstir i 2. deild
og sostatt fluttu upp, véru
tað mong, ið spåddu teim-
um stuttan stedg í bestu
deildini.
Enn er so ov tíðliga at
vita, hvar tey ymsu liðini
fara at enda í ár, men í
hvussu er hevur Sumba
prógvað, at liðið í spæli
ikki er at roknað millum
tey vánaligastu í 1. deild.
Í hvussu er spældi liðið
sunnudagin ein so mikið
góðan dyst í Gundadali, at
2-1 sigurin hjá B36 als
ikki var sannførandi.
B36 byrjadi betur
Frå dystarbyrjan legdi
B36 beinanvegin hardari
út, og tað gingu ikki meira
enn fýra minuttir, so hevði
heimaliðið lagt seg á odda.
Eina av lyklaspælarun-
um á liðnum, Dánjal Petur
Johansen, fór ígjógnum í
høgru síðu og sendi bóltin
innfyri, har Bergur syrgdi
fyri at vera á rætta stað-
num og sendi bóltin við
høvdinum víðari í málið.
Ein skuldi trúð, at ein
tílík sjokkbyrjan kanska
tók pippið frá sumbingum,
og hinvegin gav B36 vind
í seglini, men so varð ikki.
B36 varðveitti yvirtakið
eina løtu aftrat, men so við
og við vóru tað sumbingar,
sum nú fóru at gera meira
um seg.
Sumbingar gott mál
Samanumtikið høvdu
teir bóltin eins nógv og
B36, hóast tað kanska sum
oftast tóktist vera eitt sind-
ur meira av tanka aftanfyri
spæl havnarmanna.
Men trýstið frá ágrýtnu
gestunum sunnan úr
Sumba gav úrslit, tá tveir
minuttir vóru eftir av fyrra
hálvleiki.
Tætt samanspæl frá
miðjuni og fram móti
brotsteiginum hjá B36
førdi til eitt gott ålop, sum
endaði við, at Eirik Joen-
sen sendi bóltin í B36-
meskarnar til javnleik 1-1.
Eitt gott mál.
Bergur eina ferð enn
Eins og í fyrra hálvleiki
var tað aftur B36, ið byrj-
aði betur, og enn einaferð
eydnaðist at fáa tikið sum-
bingar so á bólið, at mál
kom burturúr.
Sámal Hansen, sum
spældi ein sera góðan dyst,
spældi bóltin til Berg inni í
sumbiarbrotsteiginum, har
Bergur hegnisliga vendi
sær við bóltinum og hamr-
aði hann í málið til 2-1.
Hetta var eisini eitt gott
mál.
Hetta var í sjeynda min-
utti, og tað sum eftir var av
dystinum, vísti tað seg,
sum B36 íkki legði í at
vinna meira enn 2-1.
Harvið skal tó als íkki
vera sagt, at tað hevði
verið so víst, at tað hevði
eydnast B36 at vunnið
meira, um roynt var, tí
mergjaða fólkaslagið royn-
dist væl, hóast útjavningin
ongantíð kom.
Og tað seinasta korterið
lógu B36-spælararnir bara
har afturi og spældu bóltin
ímillum sín fyri at fáa
tíðina at ganga.
Og tíðin gekk eisini, so
endaliga úrslitið varð 2-1.
Óivað nakað, B36 kundi
fegnast um, nú oddasess-
urin gjørdist uppaftur vis-
ari, medan sumbingar
mundu hgarmast såran um
tað eina stigið, ið mist
varð.
hj.
Bergur Magnussen,
vinstrumegin, royndist
væl måti sumbingum i
Gundadali sunnudag-
in, og skjeyt hann bæði
málini fyri B36. Mynd
Absalon Hansen
— er altíð
á staðnum
osialurin — fimm ferðir um vikuna!