Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. juni 1991síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 102 — 4. juní 1991 »Gaja« kom longu Íriggjamorgunin Við í ferðalagnum hjá heimskenda norska ævintýraranum Ragnar Thor- seth, eru 14 fólk, millum annað eitt filmslið, sum tekur alla ferðina upp gnar Thorseth 1% avmyndaður fr 1immanfyri vikingaskip sitt, »Gaja«, sum kom å Tvøroyri tidliga friggjamorgunin. Mynd: Hilmar Jan Longu tidliga friggjamorgunin kom tann heimskendi norki ævintyrarin Ragnar Thorseth å Tvøroyri vid vikingaskipi sin- um »Gaja«, sum er i ferd vid at endurtaka 1000 åra gomlu vikingafarleidina vestur um hav til Vinlandid. Av ti at siglt verdur vid seglum, ber ikki so væl til at seta heilt neyvar komu- og avfaringartidir i ferdaætlanina, men kortini var tað eitt sindur óvæntað, at >Gaja< skuldi koma so tíðliga, tí almenn móttgka er ikki sett at vera fyrrenn hósdagin. 14 fólk eru við í ferðini So tíðliga sum kl. 5 fríggjamorgunin var »Gaja« á Tvøroryri saman við bátinum >Havella<, sum fylgir við allan vegin. Fýra fólk eru við >Havella<, meðan tíggju eru umborð á »Gaja«. Ferðalagið telur átta norðmenn, tveir ís- lendingar og fýra bretar, sum manna eitt filmslid, sum tekur alla ferðina upp. >Gaja< fór úr Bergen sjálvan norska tjóðdagin 17. mai, og gekk ferðin væl, til komið var til Orknoyggjarnar. >Har komu vit í ódnarveður, so vit máttu bíða eitt sindur vid at fara vidari,« greiðir Ragnar Thorseth frá. >Men tá vit so hildu leiðina fram hendanvegin, gekk nógv betur, tí allan vegin høvdu vit góðan landnyrðingsvind við okkum. Tí eru vit komin higar í so góðari tíð. Fóru av Tvøroyri í gjár Thorseth segði við Sosialin leygardagin, at um veðrið varð til vildar, ætlaðu tey at leggja frá bryggju aftur í gjár, fyri at fara ein túr at hygja seg um eitt sindur. >Á ti ferðini er hugsandi, at vit gera eitt rend inn í Sandoynni á vegnum,< segði hann. »I øllum fórum hava vit vunnið so frægt av tíð, at vit ikki skuldu havt trupulleikar Sosialurin — fimm ferðir um vikuna! við at nátt Havnina til hósdagin,< segði hann skemtandi aftrat. Siglir 8-9 sjómíl Hóast talan er um eitt seglskip, kann ferðin gerast hampuliga nógv — einar 8-9 sjómíl. Og tað var nærmast við hesi ferð, at siglt varð úr Hetlandi og til Føroya. »Men hetta er ikki ein ferð, ið skal ger- ast so skjótt sum gjørligt,« sigur Thorseth. >Tað, sum umræður, er at vit fáa vitja øll stødini á ferdini, sum vit hava sett okkum fyri.< hj.