mikudagur 19. mars 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 54 - 19. mars 2003
Nr. 54 - 19. mars 2003
3
Ábyrgdaraval í Suðuroyar Sparikassa
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at
okkara høgt elskaði pápi, verpápi, abbi og langabbi
Hans Andreas Heinesen
vanliga nevndur Dia í Hoygarðinum
fyrrverandi vrakari,Toftir, andaðist á Røktar- og
Ellisheiminum í Runavík 16. mars, 90 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni
hósdagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Børnini
Tey, sum vilja minnast Dia, kunnu lata eina gávu til Eldrasambýlið á Toftum.
» Hevur pinkulinga-
tilveran nakran
møguleika í einum
heimi av risum«,
verður spurt, tá
Suðuroyar Sparikassi
fríggjakvøldið 28.
mars hevur ábyrgd-
arafundur í VB-hús-
inum í Vági við
borðhaldi, undir-
haldi, skemti, tónleiki
og sangi
ÁBYRGDARAFUNDUR
Eirikur Lindenskov
Um fáar dagar verður nýtt
umboðsráð valt í Suðuroyar
Sparikassa, sum telur 29
fólk. Umboðsráðið velur
síðani umsjónarráðið, sum
er
hægsti
myndugleiki
sparikassans.
Valið fer fram í av-
greiðslum Suðuroyar Spari-
kassa frá mánadegnum 24.
mars til og við fríggjadagin
28. mars.
Suðuroyar Sparikassi er
ein lokalur peningastovnur,
sum tó seinnu árini hevur
valt at víðka virksemið so-
leiðis, at peningastovnurin
eisini hevur deild í Havn.
Umframt at taka ímóti
innláni, so hevur sparikass-
in lænt út móti trygd í
fastari ogn. Hesi seinastu
árini hevur sparikassin eis-
ini verið við í fígging av
virkjum, skipum, bilum
o.ø.
– Sum minsti peninga-
stovnur í landinum, so
leggur sparikassin áherðslu
á at vera hin persónligi
stovnurin, har bæði starvs-
fólk og kundar kunna
merkja, at tey ikki føla
strongd í kundatænastuni
frá okkum, sigur Per Jacob-
sen, marknaðarleiðari í
Suðuroyar Sparikassa.
Við fýra ára millumbili
stílar Suðuroyar Sparikassi
fyri fundi fyri ábyrgdarun-
um. Hesin ábyrgdarafundur
verður fríggjakvøldið 28.
mars.
Á fundinum fáa ábyrgd-
arar høvi til at velja frá kl
18:30 til 19:30. Síðani
verður boðið vælkomin og
fer so formaðurin í Spari-
kassanum, Lars Djurhuus,
at kunna um virksemið hjá
sparikassanum. Eftir for-
mannin fer Mikkjal Sør-
ensen, stjóri, at kunna um
roknskapin.
Sum
fastur
táttur
á
skránni er gestarøðari, og
verður gesturin hesaferð
Gestur Hovgaard, gransk-
ari, sum fer at tosa um evni:
»Hevur pinkulngatilveran
nakran møguleika í einum
heimi av risum«.
Aftan á fyrilesturin verður
borðhald. Undir borðhald-
inum verður undirhald við
skemti, tónleiki og sangi.
Fyri undirhaldinum standa
Robert McBirnie og teir.
Áðrenn fundurin endar
verður úrslitið av valinum
kunngjørt.
Deildin hjá Suðuroyar
Sparikassa í Havn lat upp í
1998. Sparikassin hevur
høvuðssæti í Vági umframt
eina deild í Porkeri
Mikkjal Sørensen er stjóri í
Suðuroyar Sparikassa
Hjá okkum sleppa
fólk undan at kenna
seg sum totalkunda,
sigur Per Jacobsen,
marknaðarleiðari í
Suðuroyar Sparikassa
ÁBYRGDARAFUNDUR
Eirikur Lindenskov
– Suðuroyar Sparikassi
hevur sama útboð sum aðrir
peningastovnar.
Hetta sigur Per Jacobsen,
marknaðarleiðari í Suður-
oyar Sparikassa. Hann sig-
ur, at sparikassin leggur
dent á persónligu samrøð-
una við kundan.
Í 1998 lat Suðuroyar
Sparikassi upp deild í
Havn, og hevur deildin ver-
ið sera væl móttikin, sigur
Per Jacobsen, sum heldur,
at fleiri kundar fegnir vilja
hava við ein lítlan peninga-
stovn at gera – ein stovn,
har viðskiftafólkini sleppa
undan at kenna seg sum
»totalkunda« hjá peninga-
stovninum.
Suðuroyar
Sparikassin
varð stovnaður hin 1. oktober
í 1943 og kann tí í ár runda
60 ára stovningardagin.
Stjóri í Suðuroyar Spari-
kassa er Mikkjal Sørensen,
deildarileiðari í Havn er
Jóannes S. Hansen.
Í sparikassanum starvast
20 fólk, har av seks teirra
eru á deildini í Havn, eitt á
deildini í Porkeri og 13 í
høvuðsdeildini í Vági, har
eisini stórin hevur sítt sæti.
Sama útboð sum aðrir
The Grand Old Man í spari-
kassaheiminum, Per Jacob-
sen, er marknaðarleiðari í
Suðuroyar Sparikassa
ÁRSINS SONGRØDD
Leygarkvøldið í næstu
viku byrja innleiðandi
umførini
til
Ársins
songrødd.
Fyrsta
kappingin
verður
í
Badmintonhøllini í Havn
29. mars kl 23.
Mark Joensen, sum er
ein av fyrireikarum sigur,
at flestu støðini longu eru
fullteknað men at enn eru
pláss eftir í Suðuri, Klaks-
vík og í Vágunum. Hann
sigur, at fólk kunnu tekna
seg á www.songrodd-
in.com.
Higartil hevur tað bara
verið vinnarin, ið hevur
fingið vinning, men hetta
er nú broytt soleiðis, at
nummar tvey og trý fáa
ávikavist 5.000 og 3.000
krónur. Vinnarin av kapp-
ingini fær umframt heið-
urin 10.000 krónur.
Kappingin um
ársins songrødd
byrjar
C
M
Y
K
3
2
Grótlampurnar hjá
Eyðuni Dal-
Christiansen hava
vakt stóran áhuga
millum fólk, sum
nýttu høvi at støkka
inn á gólvið, tá hann
sýndi fram í Smiðjuni
um vikuskiftið
FRAMSÝNING
Mynd: Jens K. Vang
Nógv fólk vóru á gólvinum
í Smiðjuni í Lítluvík um
vikuskiftið, tá Eyðun Dal
Christiansen hevði fram-
sýning av nógv umrøddu
grótlampunum, sum hann
hevur gjørt.
Framsýningin var skipað
á tann hátt, at áskoðarin
fekk innlit í, hvussu Eyðun
arbeiðir, og hvussu hug-
skotið til serføroysku lamp-
urnar eru íkomið. Høvið
var at síggja arbeiðið frá
rávøru til úrslit. Frá gróti til
lampu.
Nógv gjørdu sær dælt og
komu at práta við Eyðun,
meðan hann greiddi frá,
hvussu hugskotið sá ljósið.
Lampurnar eru sermerktar.
Umleið hundrað steinar eru
í hvørjari lampu, sum til-
samans tekur um 50 til 60
tímar at gera. Eyðun brúkar
vinkulslípari til steinarnar,
og serliga lampurnar, sum
hava skeivar vinklar eru
hugtakandi, tí tær eru álíkar
standmyndum.
Grótið, sum Eyðun brúk-
ar, er handtikið í Porkeri.
Sjálvur heldur Eyðun, at
tað grótið í Suðuroy er
sjáldsama vakurt, og sett
saman gevur føroyskt grót
eitt spennandi litspæl, sum
serliga kemur til sín rætt, tá
væta kemur á.
Eyðun hevur áður havt
tvær framsýningar av máln-
ingum, men hetta var fyrstu
ferð, at hann hevði ein
framsýning av grótlutum,
sum hann hevur fingist við
síðstu árini.
Væl vitjað framsýning
Eyðun Dal Christiansen hevur fingið hugskotið til sínar
lampur, meðan hann hevur fingist við at laða garð og gera
grótlutir heima hjá sær sjálvum. á myndini sæst ein garður,
sum hann nýliga hevur gjørt í urtagarði í Havn