mikudagur 19. mars 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 54 - 19. mars 2003
Nr. 54 - 19. mars 2003
5
Einki røkist fyri betri
parkeringsmøguleiku
m við flogvøllin. Tað
er eingin játtan, sigur
landsverkfrøðingur-
in. Politiskur ódugna-
skapur, sigur borgar-
stjórin í Sørvági
PARKERINGS-
VIÐURSKIFTI
Edvard Joensen
Vágar: Tað sær einki út
fyri parkeringsviðurskift-
unum á flogvøllinum í løt-
uni. Eingin játtan er á fíggj-
arlógini, og tí kann einki
gerast, sigur landsverk-
frøðingurin. Borgarstjórin í
Sørvági heldur tað vera
beinleiðis ódugnaskap frá
politiskari síðu, at einki
verður gjørt.
Parkeringsviðurskiftini
við flogvøllin hava í áravís
verið vánalig. Nógvir bilar
standa, tá nógv flogferðsla
er, sum Harraguð veit.
Tveittir har, eitt pláss fæst.
Úrslitið er mangan ein par-
keringsbót.
Í fjør varð fingin ein
eykajáttan, sum tó ikki varð
brúkt, tí arbeiðið kom ikki í
gongd, áðrenn árið var
endað. Tann játtanin fall so
burtur, og eingin er fingin
aftur, sigur Oyvindur Brim-
nes, landsverkfrøðingur.
Hann sigur, at landsverk-
frøðingurin hevur gjørt
kanningar av tørvinum við
flogvøllin. Hesar kanningar
hava víst, at í juli og út í
hálvan augsut í fjør var
nógv ferðsla og trongd á
parkeringsplássinum
við
flogvøllin. So linkaði aftur,
og trupulleikar av týdningi
vóru so ikki aftur fyrrn enn
um jóltíðir, tá aftur nógv
flúgving var.
Landsverkførðingurin
sigur, at tá politikararnir nú
hava valt at leggja játtanina
burtur aftur, ger stovnurin
ikki meira.
– Landsverkfrøðingurin
fer ikki av sínum eintingum
at biða um nakra eykajáttan
til arbeiðið, sigur hann.
Finnbogi Niclasen, flog-
vallarovasti, sigur, at tað
kann so enda við, at leiðsl-
an á flogvøllinum bein-
leiðis má heita á fólk um
ikki at taka bil við, tá tey
koma vestur á flogvøllin í
einumhvørjum ørindum.
– Tað fer so bara í ring-
asta føri at raka okkum
sjálv aftur í hinum endan-
um, sigur hann, tí tá kann
væntast, at ferðslan gjøg-
num Vágatunnilin fer at
minka, og so vita vit ikki,
hvat hendir við prísinum
har.
Borgarstjórin í Sørvági,
Eivin Jacobsen, er ikki
nøgdur við skilið. Hann
kallar tað beinlieðis polit-
iskan ódugnaskap, at einki
er hent við parkerings-
plássinum. – Tað er sera
vánaligt politiskt arbeiði at
koma við eini eykajáttan
soleiðis seinast í árinum og
so bara missa hana burtur
aftur, tí arbeiðið ikki fekst í
gongd, heldur hann.
Hann metir, at tilrætta-
leggingin haltaði álvarlsiga
hjá teimum sum ábyrgdina
høvdu av hasi ætlanini.
At landsverkfrøðingurin
tykist halda, at mynstrið fer
at verða tað sama, sum
undanfarin ár, skilir hann
als ikki.
Eivin Jacobsen vísir á
tann grundleggjandi mun-
in, at í fjørsummar var
eingin tunnil, og bilarnir
stóðu tí í Vestmanna. Í ár
ber til at koyra líka á flog-
vøllin, og hann ivast ikki í,
at tað vilja fólk eisini gera.
– Tað hava vit longu sæð,
nú tað koyra umleið 700
bilar um dagin gjøgnum
tunnilin, vísir hann á.
Jørgen Niclasen, løg-
tingsmaður sigur, at ein
trupulleiki hevur verið, at
friðingarmyndugleikarnir
ikki hava verið lidnir at
viðgera málið. Men tað er
nú avgreitt, og so má farast
í gongd aftur við at finna
pening.
– Tað verður ikki lætt,
ásannar hann. Men eg havi
reist málið bæði í flokkin-
um og hjá landsstýrismann-
inum við vinnumálum, sum
umsitir samferðsluna, sigur
Jørgen Niclasen, løgtings-
maður Fólkafloksins í Vág-
um.
Mánadagin vóru um-
leið 70 næmingar av
Føroya Handilsskúla
á ferð í Vágum og
kunnaðu seg um
vinnuna í oynni
UNDIRVÍSING
Edvard Joensen
Vágar: Næmingar
úr
trimum flokkum á Føroya
Handilsskúla vóru mána-
dagin vesturi í Vágum og
hugdu av ymskum vikjum
og fyritøkum i oynni.
Ein teirra, ið hitti næm-
ingarnar, var Terji Nielsen,
kunningaleiðari hjá Felag-
num Vágar.
Hann greiðir frá, at talan
var um lið í eini verkætlan,
handilsskúlanæmingarnir
hava í samband við undir-
vísingina. Teir kanna virki
og gera metingar og lýsing-
ar av teimum, sigur hann.
Sjálvur hitti Terji Nielsen
næmingarnar
á
Hotel
Vágum, har hann greiddi
teimum frá virki sínum sum
kunningrleiðari, og hvat
Kunningarstovan hevst at
og kanska ikki minst, ætl-
andi skal gera, sigur hann.
Næmingarnir, sum vóru
umleið 70 í tali, vóru úr
trimum flokkum á Hand-
ilsskúlanum. Talan
var
kortini ikki um allar flokk-
arnar, tí einir tveir vóru
eftir.
Næmingarnir lótu væl at,
sigur kunnignarleiðarin. Tei
hildu seg vera væl komnar í
oynni, og fegnaðust um, at
opinleikin var stórur á
virkjum og fyritøkum, tey
vitjaðu.
Politiskur ódugnaskapur
Útlit eru fyri, at parkeringin kring flogvøllin fer at vera so sum so eisini í summar, tá flogferðslan fer at økjast aftur
Mynd: Edvard Joensen
Kunnaðu seg um vinnu í Vágum
Terji Nielsen, kunningar-
leiðari í Vágum, greiddi
handilsskúlanæmingunum
frá um Kunningarstovuna
Mynd: Jens Kristian Vang
Eftir djúpa
samgongukreppu, eru
formenninir í
samgonguflokkunum
komnir til, at eitt
samstarvsráð skal
skapa arbeiðsfrið í
samgonguni.
Samstundis er
avtalað, at Anfinn
Kallsberg og Høgni
Hoydal skulu fáa
betri tamarhald á
sínum tingmonnum.
Jenis av Rana, sum
hótti við at siga
samgonguna upp, er
nøgdur við semjuna
SAMGONGUSEMJA
Ingi Rasmussen
Í góðveðrinum fyrrapartin
týsdagin kom loksins hvítur
roykur frá Gamla apotekin-
um.
Eftir drúgt fundarvirk-
semi bæði fríggjadagin,
mánakvøldið og aftur týs-
morgunin komu teir fýra
floksformenninir í sam-
gonguni út av flokshølun-
um hjá Fólkaflokkinum og
kundu boða frá, at teir geva
samstarvinum í samgong-
uni nýtt lív.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur umhugsað støðuna í út-
við tvær vikur. Nú er flokk-
urin komin til, at samgong-
an fær ein síðsta kjans.
Í arbeiðsklæðini
Teir fýra floksformenninir,
Anfinn Kallsberg, Høgni
Hoydal, Kári P. Højgaard
og Jenis av Rana, vóru
samstundis avgjørdir um, at
skal tað bera til, má ar-
beiðsfriður aftur valda.
Á fundinum vóru nøkur
ítøkilig mál viðgjørd, teirra
millum
sjálvstýrismálið,
fiskivinnumál og sosialmál,
sum flokkarnir skulu finna
felags loysnir á. Avgerandi
er, at um samgongan slitn-
ar, so skal tað vera upp á
politisk mál og ikki persón-
lig mál. Um samgongan so
heldur, fáa vit at vita næstu
mánaðirnar, segði Høgni
Hoydal.
Anfinn Kallsberg løg-
maður segði seg kunna
staðfesta, at tað ikki eru
politiskar ósemjur, sum
samgongan strandar uppá,
men persónsstríð. Hann
viðgekk, at Tjóðveldis-
flokkurin
hevur
fingið
langa umhugsanartíð, men
nú ráddi um at fáa ófrið av
vegnum, so samgongan
kann fremja tann politikk,
sum hon er samd um í
samgonguskjalinum.
Eitt samstarvsráð
Jenis av Rana setti sam-
gonguni knívin fyri barkan
upp undir vikuskiftið. Um
løgmaður og varaløgmaður
ikki kunnu semjast um at
arbeiða saman, so tekur
Miðflokkurin seg úr sam-
gonguni, lovaði hann. Nú
sær hann fyri sær, at tað fer
at bera til, tí teir hava sett
niður eitt samstarvsráð.
– Vit fýra floksformenn
hava gjørt av, at vit møtast
fast, har vit taka mál upp,
sum eru aktuell og kunnu
gerast aktuell. Samstundis
eru vit samdir um, at hvør
maður í sínum lagi ikki
kann fara út í fjølmiðlarnar,
sum best ber til, sigur Jenis
av Rana og sipar til, at
nógvar ósemjur hava verið
fyri opnari mikrofon.
Tað hevur ljóðað, at
Tjóðveldisflokkurin hevur
sett ítøkilig krøv til sam-
gonguna, men Jenis av
Rana sigur, at hetta er ikki
annað enn tað, sum stendur
í samgonguskjalinum, og tí
er lætt hjá samgonguflokk-
unum at taka undir við tí.
Betri stýring
Jenis av Rana viðgongur, at
floksformenninir hava tos-
að við stórum bókstavum.
Men tað hevur verið neyð-
ugt, heldur hann, tí sam-
starvslagið hevur ikki verið
nóg gott. Hann hevur eitt
nú rátt formonnunum í
stóru flokkunum til, at teir
fáa betri stýring á sínum
fólki.
– Báðir (Høgni Hoydal
og
Anfinn
Kallsberg,
blðm.) hava lovað at fara
inn í sínar tingbólkar at
stramma upp. Teir hava
stýrt alt ov leyst, tí tað ber
ikki til, at hvør sum helst
sigur hvat sum helst. Vit
mugu hava meira dissiplin í
stóru flokkarnar, og so
mugu vit halda fundir,
áðrenn málini gerast ov
stór. So vænti eg, at tað fer
at ganga, sigur Jenis av
Rana.
Samgongan fær ein síðsta kjans
Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg skulu gevast at tosa í hvør sína ætt. Og teir skulu inn í tingbólkarnar at stramma upp. Tað er
semja um eftir fundarvirksemi á Gamla apoteki um dagarnar
Mynd: Jens K. Vang
Nýggi yvirtøkuleist-
urin leingir stríðið
um ríkisfelagsskap og
fullveldi, heldur Hans
Pauli Strøm, sum í
staðin mælir til, at
viðurskiftini millum
Føroyar og Danmark
verða flutt yvir í
fólkarættin og
fráboðað ST, soleiðis
sum landsstýrið
upprunaliga ætlaði.
Grundlógarnevndin
kann gerast staðið,
har semjan verður
funnin, heldur hann
SJÁLVSTÝRI
Ingi Rasmussen
Tey stóru orðini vórðu havd
á lofti, tá nýggi sjálvstýr-
isleisturin hjá samgonguni
gjørdist almennur. Løg-
maður hevur skotið upp
fyri danska forsætisráð-
harranum, at øll málsøki,
sum liggja uttan fyri heima-
stýrislógina, verða yvirtikin
í eini og somu lóg, sum
hevur fingið navnið yvir-
tøkulógin.
Danski forsætisráðharrin
hevur sagt seg taka undir
við tankanum, og embætis-
fólk í Danmark og Føroy-
um eru farin at viðgera
uppskotið.
Vinnur uppskotið frama,
skuldu allar yvirtøkur verið
fingnar í eina fasta legu. A-
og B-mál verða yvirtikin
sambært heimastýrislógini,
og málini uttan fyri heima-
stýrislógina, sum nú verða
eyknevnd C-mál, verða
yvirtikin undir einum.
Ongin endi
Aðalstjórin í løgmálaráðn-
um nevndi hetta eina koll-
velting fyri føroyskt sjálv-
stýri, tí nú slapst ikki long-
ur innan fyri ríkisfelags-
skapin.
Hans Pauli Strøm, skriv-
ari í Javnaðarflokkinum,
sum røddi á Grundlógar-
ráðstevnuni í síðstu viku, er
ikki samdur við aðalstjór-
an. Hann førir fram, at
nýggja yvirtøkulógin er
hægst ein kvantitativ broyt-
ing av heimastýrislógini.
Men kvalitativt er heima-
stýrisskipanin fullkomiliga
tann sama, heimildirnar og
politiska valdið hjá heima-
stýrinum er fullkomiliga
óbroytt.
Og
sum
tað
týdningarmesta, sigur Hans
Pauli Strøm:
– ABC-heimastýrisleist-
urin hjá landsstýrinum ger
als ikki tað, sum vit ikki
longur eiga at sleppa okk-
um undan: At taka støðu til
spurningin um støðu okk-
ara í samveldi ella ríkisfel-
agsskapi við Danmark. Júst
mótsatt av tí, sum aðalstjór-
in pástendur, so ger ABC-
heimastýrisleisturin
ikki
enda á nøkrum kjaki.
Tvørturtímóti standa allar
ógreiður óloystar, og vit
kunnu framvegis fara í
langa tíð frameftir at tøva í
sama tvídrátti sum tey
seinastu 55 árini, førdi
Hans Pauli Strøm fram á
Grundlógaráðstevnuni.
Yvir í fólkarættin
Hans Pauli Strøm mælti í
staðin til ein sjálvstýrissátt-
mála. Sáttmálin skal stað-
festa, at føroyingar eru tjóð
og Føroyar eru land. Hann
skal staðfesta sjálvsavgerð-
arrættin sambært fólkarætt-
inum. Hann skal áseta
valdsbýti millum londini.
Hann skal áseta manna-
gongdir fyri at taka seg úr
samveldinum. Hann skal
samtykkjasat á fólkaat-
kvøðu. Og so skal hann frá-
boðast Sameindu tjóðum,
so hann verður lyftur upp á
altjóða rætt.
Um ivi verður sáddur um,
hvørt ein slíkur sáttmáli er í
stríð við grundlógina, so
eiga føroyingar ikki at taka
sær av tí, helt Hans Pauli
Strøm. Tað er ein danskur
trupulleiki.
Meira
ítøkiliga
snýr
uppskotið til sáttmála seg
um, at heimastýrislógin
verður sett úr gildi. Føroyar
yvirtaka øll mál, uttan
uttanríkis- og verjumál, tá
ið løgtingið ger tað av.
Greitt valdsbýtið verður í
uttanríkis- og verjumálum,
har Føroyar fáa allan av-
gerðarrættin, tá talan er um
rein føroysk áhugamál.
Føroya løgting og lands-
stýri skulu verða hægsti
myndugleiki í øllum mál-
um undir føroyskum máls-
ræði. Løgtingslógir fáa
sama rættarstig sum fólka-
tingslógir og kunnu ikki
setast til viks. Og Føroyar
skulu hava egna grundlóg.
Yvirtøkulógin leingir stríðið um fullveldi
Hans Pauli Strøm hevur orðað uppskot til eina tjóðskaparliga
semju, sum hann heldur, at komandi grundlógarnevndin skal
finna
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
5
4