mikudagur 19. mars 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 54 - 19. mars 2003
Nr. 54 - 19. mars 2003
7
Fríggjadagin seinna-
partin var sjálv cais-
ingin við byrjanini til
brúnna koyrd út úr
høllini á Skarðhamri,
sum bátasmiðurin
Kjartan Hansen úr
Klaksvík leigar
BÁTASMÍÐ
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Ein
stórur
trailari varð nýttur til at fáa
caisingina útum. Arbeiðið
hevur staðið upp á síðani í
oktobur í fjør, og nú verður
so farið í holt við at byggja
sjálva brúnna inni í høllini,
meðan hitt verður stand-
andi uttanfyri. Gongst sum
ætlað, so verður arbeiðið
liðugt í mei. Og skal tað
setast upp á skipið. Tað ar-
beiðið væntar Kjartan verð-
ur liðugt í oktobur, so til-
samans kemur arbeiðið at
vara í eitt ár. Og hetta ar-
beiði er so mikið umfat-
andi, at tað er nóg mikið
hjá fimm monnum í eitt
heilt ár, so hjá Kjartan og
hansara monnum er nóg
mikið at gera fyri tíðina og
í eitt hálvt ár fram.
Ein stuttlig søga er tengd
at hesum, at caisingin
skuldi fáast útum, so ar-
beiðið upp á sjálva brúnna
kundi byrja.
Eigarin av høllini, Jógvan
Hansen, hevur longi havt
eitt ynski um at gera hurð-
ina til høllina størri til sítt
virksemi. Upprunaliga var
henda høllin nýtt til gal-
vaniseringsvirksemi, og til
tílíkt er ikki neyðugt við so
stórum hurðum, men nú er
annað virksemi har, og tí
eitt ynski um at gera hurð-
ina størri.
Og nú vildi tað soleiðis
til, at tað varð gjørt í sama
viðfangi sum at caisingin
skuldi út. So hurðargapið
varð økt so mikið, at cais-
ingin eisini kundi fáast út
við einum trailara. Kjartan
Hansen greiðir smáflenn-
andi frá, at onkur hevði
verið inni í høllini, meðan
teir bygdu, og hevði so
spurt, hvussu teir ætlaðu at
fáa hetta stóra byggiverkið
útaftur, tí tað var eyðsæð
fyri ein og hvønn, at tað
ikki fór at ganga ígjøgnum
hurðina, sum hon var.
Tá lótust teir onkuntíð,
sum um teir ikki høvdu
hugsað um tað, og tað bleiv
ofta skemtað við.
– Men, men vit høvdu
ikki bygt okkum inni, sigur
Kjartan skemtandi.
Arbeiðið upp á at skifta
caising og brúgv á Jákup B
byrjar væntandi í mei
mánaði, og skipið skal eftir
tíðarætlanini verða sigl-
ingarklárt aftur í oktobur.
Betesdakórið úr
Klaksvík er farið
undir at taka eina
fløgu upp. Á fløguni
verða 12 ella 14 anda-
ligir sangir. Hon kem-
ur væntandi út eina-
ferð í móti sumri
FLØGUÚTGÁVA
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Fløgan verður
upptikin í Betesda. Jónheð-
in Tróndheim skal taka sær
av upptøkuni. Jógvan við
Keldu, kórleiðari, sigur, at
hann hevur roynt fleiri høli
til kór, men hann heldur, at
salurin í Betesda hevur ta
bestu
klang-javnvágina.
Onkrir sangir verða uttan
ljóðføri, og summir verða
við klaverfylgispæli. Eisini
verður onkur við urguspæli
afturvið. Tað verður ikki alt
kórið, sum telur eini 65
fólk, sum syngur allar
sangirnar. Onkur solo, trio
og kvartett verður eisini.
– Hetta verður gjørt fyri
at geva útgávuni eina vissa
breidd, greiðir Jógvan við
Keldu frá. Men hann leggur
afturat, at tey ætla ikki at
geva nakað annað, enn tað
tey eru kend fyri, út.
– Tey, ið ynskja at keypa
fløguna, skulu kenna seg
aftur, sigur hann, og her
hugsar hann serliga um
limirnar í samkomuni, sum
sjálvsagt hoyra mest til
kórið.
Betesdakórið hevur virk-
að á hvørjum ári síðani
1926, og tað er eyðkent fyri
teirra avbera vakra og góða
sang. Kórið hevur ikki
givið nakað út, síðani tey í
1964 og 1966 góvu út plát-
ur. So nú má sigast, at tað
er upp á tíðina. Men Jógvan
við Keldu sigur, at hetta
kemur fyrst og fremst av
manglandi orku.
– At geva eina tílíka
fløgu út krevur nógva tíð og
orku. Tí tað er sanniliga
ikki á hvørjum degi, at eitt
kór gevur eina fløgu út, og
tí torir ein illa at fara undir
tað. Eg trúgvi eisini, at
mong eru rættiliga svong
eftir eini tílíkari fløgu. Og
tískil fylgir eitt vist krav
um góðsku við eisini, sigur
Jógvan, sum tó væntar, at
ein tílík fløga fer at verða
væl móttikin.
Jákup B nýggja caising
við brúgv
Bestesdakórið gevur fløgu út
Fólkaatkvøða um
loysing útsett til í heyst
Eitt uppskot um at áseta ein dag fyri fólkaatkvøðu í
Grønlandi um loysing er útsett til í heyst.
Per Rosing Petersen, sum umboðar Siumut í
grønlendska Landstinginum, hevur skotið upp at
áseta ein dag, tá grønlendingar skulu á fólkaatkvøðu
um at loysa frá Danmark.
Men uppskotið kemur ikki til viðgerðar nú.
Ístaðin hevur landsstýrið lovað at taka uppskotið
framaftur, tá Landstingið hevur fingið álitið frá
sjálvsstýrisnevndini. Tað verður einaferð í heyst.
Per Rosing Petersen sigur við grønlendska
útvarpið, at seinastu tíðina hevur danska stjórnin
lagt stóran dent á at halda samtykt nummar 1441 hjá
ST um Irak, og tí heldur hann, at Danmark eisini
eigur at leggja seg eftir at halda ta 55 ára gomlu ST-
samtyktina um sjálvsstýri til hjálond.
Kann beina burtur
fiskabein
Norskir granskarar hava ment eina maskinu, sum
kann tryggja, at fiskaflak veruliga er beinfrítt.
Higartil hava fiskavirkini nýtt maskinur, sum taka
ryggin úr fiskinum, men kortini hevur verið neyðugt
at lata fólk reinskera flakið fyri at fáa tey seinastu
beinini burtur. Nú hevur Fiskeriforskning í Tromsø
gjørt eina maskinu, sum ger ta handaligu reinsker-
ingina óneyðuga. Tann nýggja maskinan tekur sjálv
tey seinastu beinini úr flakinum, og til tess at
tryggja, at einki bein er eftir, verður hvørt einasta
flak kannað við røntgentóli.
Men vandi er í hvørjari vælferð, og soleiðis er
eisini við hesari nýggju tøknini, tí í fiskiídnaðinum
eru fólk greið yvir, at tann nýggja maskinan fer at
beina fyri fleiri arbeiðsplássum á flakavirkjunum.
Høgur oljuprísur
gav stórt avlop
Noreg hevði góðar 20 milliardir krónur í avlopi á
handilsjavnanum í februar. Tað var 27 prosent meiri
enn í sama mánað í fjør, og munurin stavar frá tí sera
høga oljuprísinum.
Noreg útflutti í februar vørur og tænastur fyri 41,3
milliardir krónur. Av hesum stavaðu 19 milliardir frá
oljuútflutninginum ella 4,6 milliardir meiri enn í
februar í 2002. Nøgdin var kortini tann sama í
februar í ár sum í sama mánað í fjør, men meðan
norðmenn fingu 176 krónur í meðal fyri tunnuna í
februar í 2002, fingu teir 232 krónur í meðal fyri
tunnuna í síðsta mánað.
Savnsmynd
Sjálv caisingin til Jákup B er nú liðug, og fríggjadagin varð hon koyrd út í tún, tí ikki er pláss
fyri henni inni, meðan arbeiðið upp á sjálva brúnna verður gjørt
Betesdakórið fer at koma við eini fløguútgávu, tá tað líður longur út á várið
Mynd: Høgni Thomsen
Magistarafelagið
spyr løgmann, hvat
felagið skal halda
seg til í málinum
um setanina av
nýggjum lands-
antikvari. Magist-
arafelagið leggur
málið fyri Løgting-
sins umboðsmann í
vikuni
LANDSANTIKVARUR
Heri á Rógvi
Magistarafelagið Føroya
fer í vikuni at leggja
málið um setanina av
nýggju landsantikvari til
Løgtingsins
umboðs-
mann.
Løgtingsins umboðs-
maður fer hereftir at
savna øll viðkomandi
skjøl í málinum, og hann
ger seinni eina niður-
støðu. Joen H. Andreas-
sen, Løgtingsins um-
boðsmaður, hevur áður
sagt við Sosialin, at
hansara heimildir í mál-
inum eru at gera eina
niðurstøðu útfrá kann-
ingum, men hann kann
ikki gera annað at mæla
til, og hevur tískil ongan
myndugleika at ógilda
setanina.
Nevndin í Magistara-
felagnum arbeiðir í løt-
uni við at orða eitt skriv
til Umboðsmannin, og
tað verður væntandi sent
avstað seinni í vikuni,
upplýsir Kate Sander-
son, formaður í Magist-
arafelag Føroya.
Magistarafelagið
sendi í farnu viku løg-
manni eitt skriv. Hetta
var eftir, at Høgni Hoy-
dal, landsstýrismaður í
mentamálum,
boðaði
felagnum frá, at hann
ikki fór at gera nakað
við broyta setanina av
Steffen Stummann Han-
sen sum landsantikvar.
Í skrivnum/brævinum
til løgmann sigur Ma-
gistarafelagið, at felagið
ynskir at fáa at vita, hvat
felagið, sum felag hjá
alment settum starvs-
fólkum, hevur at halda
seg til í hesum málinum.
Felagið metir, at boðini
frá løgmanni og Høgna
Hoydal er mótstríðandi,
og tískil verður ynskt, at
løgmaður meldar út.
So vítt vit vita, hevur
løgmaður ikki svarað
Magistarafelagnum aft-
ur enn.
Brævið
Brævið frá Magistara-
felagnum til løgmann er
stutt, so vit prenta tað
her í fullum líki. Brævið
er dagfest 13. mars
2003, og formaðurin í
Magistarafelagnum,
Kate Sanderson, hevur
undirskrivað brævið. Og
tað er soljóðandi:
"Eftir at svar nú er
komið frá Høgna Hoy-
dal til teir spurningar
Magistarafelag Føroya
hevði sett í sambandi
við setan av landsanti-
kvari, kenna vit okkum í
nevnd felagsins í villa-
reiði um tey eftir okkara
tykki
grundleggjandi
mál, ivi hevur staðist av
í sambandi við hesa set-
an.
Tú hevur sum løg-
maður við evstu ábyrgd í
starvsfólkamálum land-
sins klárt og skilliga sagt
tína meining um hetta
setanarmál og hevur tik-
ið eitt avgerðandi stig í
hesum sambandi. Í svar-
inum frá setta lands-
stýrismanninum
í
mentamálum hava vit
fingið eini heilt onnur
og eftir okkara tykki
mótstríðandi boð.
Vit vilja tí venda okk-
um til tín fyri at spyrja,
hvat vit sum felag hjá
alment settum starvs-
fólki hava at halda okk-
um til í hesum máli."
Magistarafelagið:
Vilja hava greið
boð um setanir
Kate Sanderson, formaður
í Magistarafelag Føroya,
sigur, at felagið fer at
leggja málið um lands-
antikvarin fyri Løgting-
sins umboðsmann seinni í
vikuni
Simone J hjá Skipa-
felagnum flutti týs-
morgunin rampuna
til nýggju Norrønu av
Vestaru bryggju til
Eystaru bryggju
BYGGING
Heri á Rógvi
Tað er bara sum at siga tað,
at gera klárt at taka ímóti
nýggju Norrønu. 10. apríl
kemur nýggi stoltleikin í
føroyska
ferðaskipaflot-
anum á Havnina fyri fyrstu
ferð, og allar árar verða
settar í sjógv fyri at gera
klárt at taka ímóti.
Týsmorgunin
skuldi
rampan flytast av Skipa-
smiðjuni yvir á Eystaru
bryggju, har Norrøna og
nýggja Suðuroyarskipið í
framtíðini fara at leggja at.
Við Simone J, sum
Skipafelagið hevur leigað,
var rampan til nýggju
Norrønu. Rampan kom í
tveimum stykkum, ið hvørt
vigaði fjøruti tons. Ein
bjálki varð eisini lagdur
nakað fyri, og hesin vigar
30 tons. Sostatt vigar ramp-
an við bjálka 110 tons í alt.
Tað er Pihl og Søn, sum
ger arbeiðið á Eystaru
bryggju í sambandi við
nýggju
atløgubrúnna.
Rampuna hevur Tórshavnar
Skipasmiðja staðið fyri at
gera.
Nýggja rampan kann
nýtast til nýggju Norrønu,
Smyril
og
til
nýggja
Suðuroyarskipið, tá eftir
ætlan fer undir sína sigling
millum Suðuroynna og
høvuðsstaðin á heysti í
2004. Ein skipan, ið nýtir
hydralik, ger, at rampan
kann setast alt riggast til tey
ymsu skipini.
Sum tað eisini sæst á
myndini, so er tað ikki bara
sum at siga tað at fáa flutt
tílíkt. Men hóast byrðan var
tung, so verður latið væl at,
og byggingin kann halda
fram ótarnað.
Simone J er tað einasti
skipið hjá Skipafelagnum,
sum er tøkt til tílíkar upp-
gávur í løtuni, tí hini skip-
ini jú eru rakt av verkfalli.
Á myndini sæst eisini, at
stóri kranin hjá Tórshavnar
Skipasmiðju
eisini
var
komin fyri at hjálpa til.
Liðugt í summar
Havnameistarin hjá Tórs-
havnar
havn,
Jónsvein
Lamhauge, sigur, at ar-
beiðið at gera klárt til
nýggju Norrønu gongur
sum tað skal.
– Tað verður ikki heilt
liðugt alt, tá Norrøna kem-
ur 10. apríl, men rampan er
klár, og bilar fara at kunna
koyra í land og umborð,
sigur Jónsvein Lamhauge.
Tað er serliga asfalter-
ingin, sum fer at mangla í
10. apríl, men hetta skuldi
kortini ikki gjørt tað heilt
stóra, heila havnameistarin.
Atløgubryggjan er bert
ein partur av arbeiðinum í
sambandi við at gera Eyst-
aru bryggju klára til at taka
ímóti nýggju Norrønu.
Ein stórur partur av
bygninginum hjá Farstøð-
ini, har Farmaleiðir hava
hildið til, verður í løtuni
tikin niður fyri at gera fleiri
parkeringspláss.
Alt hetta verður heldur
ikki liðugt 10. apríl, og tað
er aftur serliga asfalter-
ingin, ið ikki verður klár.
– Tá summarsiglingin fer
at byrja, verður væntandi
alt klárt, sigur Jónsvein
Lamhauge.
3 tímar áðrenn
Nýggja Norrøna tekur upp
ímóti míggjuhundrað bilar,
men á Eystaru bryggju er
bert pláss fyri umleið 250.
Og tað verða heldur ikki
gjørd fleiri pláss. Ístaðin er
ein ætlan gjørd, har bilar
skulu
koyrast
umborð
nakað væl áðrenn skipið
fer.
– Vit ætla at byrja at
koyra umborð einar tríggjar
tímar áðrenn, og hetta er
ríkiligt av tíð. Vit fara at
lata fleiri lúkur upp, soleið-
is at bilarnir verða av-
greiddir skjótt, sigur Jón-
svein Lamhauge.
Roknast kann ikki við
fullum skipi hvørja ferð,
men eftir hvat skilst er
áhugin sera stórur fyri
fyrsta túrinum, og tá fæst at
síggja, hvussu nýggja skip-
anin fer at roynast, og
hvussu raskir føroyingar
eru at møta rættstundis og í
góðari tíð.
Tung byrða
Hóast teinurin millum Eystaru og Vestaru bryggju í Havn ikki er serliga stórur, so er tørvur á einum stórum skipi, tá rampan til
atløgubrúnna hjá nýggju Norrønu skuldi flytast.
Mynd: Jens Kristian Vang.
C
M
Y
K
7
6