mikudagur 19. mars 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 54 - 19. mars 2003
Nr. 54 - 19. mars 2003
9
Tað var ein tepur
meiriluti í íslendska
altinginum, sum sam-
tykti nýggju og um-
stríddu lógina um, at
íslendsk fiskiskip
skulu kunna "bare-
boat-skrásetast", sum
tað verður rópt
ÍSLAND
Vilmund Jacobsen
Samtyktin í altinginum
merkir, at íslendsk fiski-
skip nú kunnu fiska á fjar-
skotnum
leiðum
undir
fremmandum flaggi, hóast
skipini eru skrásett í Ís-
landi.
Íslendska reiðarafelagið,
LÍÚ, sum umboðar ís-
lendsku
skipini,
hevur
leingi roynt at fáa myndug-
leikarnar at samtykkja eina
tílíka lóg, sum ger tað
møguligt hjá íslendskum
skipum at sigla undir
tveimum fløggum sam-
stundis.
Reiðararnir halda, at
hetta gevur íslendskari
fiskivinnu møguleikar at
tjena pening á fjarskotnum
leiðum.
Herfyri samtykti so al-
tingið hesa umstríddu lóg
við teprum meiriluta; 22 at-
kvøddu fyri og 18 ímóti.
"Piratlógin"
Fiskimenn hava rópt lóg-
ina, "piratlógina". Teir stúra
fyri, at íslendsk skip fara at
flagga út og verða mannaði
við lágløntum fiskimonn-
um úr Eystur-Evropu og
aðrastaðni úr heiminum.
Formaðurin í íslendska
sjómannafelagnum, Sævar
Gunnarsson, sum fakfe-
lagsfólk í Føroyum kenna,
heldur
ikki
nógv
um
nýggju lógina.
- Reiðaríini siga, at skip-
ini fara at fiska við "dupult-
um flaggi" á leiðum og eftir
fiskasløgum,
sum
ikki
stríða ímóti íslendskum
áhugamálum.
Sævar vísir til reglurnar,
sum siga, at øll søgulig
rættindi í fiskiskapi fella til
ta flaggtjóð, sum skipið til
eina og hvørja tíð er skrá-
sett undir.
- Eitt íslendskt skip, sum
fiskar undir "dupultum
flaggi", eitt nú við Baltisku
londini, heystar søgulig
rættindi til baltisku londini.
Sævar Gunnarsson held-
ur, at hetta fer at stríða
ímóti íslendskum áhuga-
málum - í øllum førum, tá
ið talan er um fiskiskap í
Norðuratlantshavinum.
Av føroyska út-
flutninginum ár
2002 uppá tilsam-
ans 4,1 miljardir
krónur, telir út-
flutningurin av
fiski heili 99,6%.
Einstøku fiska-vør-
urnar, sum geva
mest í kassan, er
feskt og fryst toska-
flak
ÚTFLUTNINGUR
Vilmund Jacobsen
Í mong, mong ár hevur
verið sagt, at føroyingar
liva av fiski - og næstan
bara av fiski.
Hyggja vit at útflutn-
inginum seinasta ár, er
hetta framvegis í ár 2002
so rætt, sum tað er sagt.
At kalla allur útflutn-
ingur Føroya er fiskur -
ella heili 99,6%!
Hetta vísa almennu
hagtølini hjá Hagstovu
Føroya.
Hagtølini vísa sam-
stundis, at útflutningurin
av øðrum vørum hevur
ongantíð verið so lítil
seinastu 15 árini sum í
ár 2002.
Skip og aðrar vørur
Tann parturin av útflutn-
inginum, sum ikki er
fiskur, er "skip" og "aðr-
ar vørur", men útflutn-
ingurin av skipum og
vørum hevur ongantíð
verið so lítil síðan 1988.
Í Vinnuhúsinum, sum
hevur hugt at útflutn-
ingshagtølunum,
siga
tey, at "aðrar vørur", eru
eitt nú skinn, fiskireið-
skapur og annað. Hesar
høvdu eitt útflutnings-
virði uppá 12,4 milj.
krónur, sum svarar til
0,3% av samlaða út-
flutninginum.
- Hetta er eitt ógvuliga
lágt tal sum vísir, hvussu
einstáttað vinnumynstr-
ið í veruleikanum er,
sigur Vinnuhúsið.
Í ár 2002 var útflutn-
ingsvirðið av skipum 4,7
milj. krónur, sum svarar
til 0,12% av útflutning-
inum.
- Men av tí, at hetta
sum oftast eru gomul
skip, sum verða seld úr
flotanum, verður talið
vanliga ikki tikið við, tá
ið metast skal um út-
flutning av føroyskari
framleiðslu, veit Vinnu-
húsið at siga.
Feskt og fryst
toskaflak
Størsti høvðusbólkurin í
útflutninginum er feskt
og fryst toskaflak, sum
stendur fyri 1.148 mij.
krónum ella 28%. Síðan
kemur ísaður og frystur
(heilur) fiskur við 922
milj. krónum ella 22%.
Laksur og síl standa fyri
18% og saltfiskur fyri
16% av útflutningsvirð-
inum. Rækjur og skeljar,
sum onkuntíð hava verið
heilt uppi á 20% av
útflutninginum, eru nú
heilt niðri á 6%.
Samlaði útflutningur-
in úr Føroyum ár 2002
hevði eitt virði uppá 4,1
miljard krónur. Tað er
ein lækking uppá 180
milj. krónur ella 4,2% í
mun til ár 2001.
Norðenn siga, at góða
hýsuveiðan hjá føroy-
ingum og íslending-
um er orsøkin til, at
feskfiskamarknaður-
in fyri hýsu er so
vánaligur. Lítið man
tó vera at ivast í, at
góða hýsuveiðan hjá
norðmonnum eisini
man hava havt sína
ávirkan á prísgongd-
ina
NOREG
Vilmund Jacobsen
Eisini í Noregi hevur økta
hýsuveiðan havt við sær, at
prísirnir standa til at fella
hesa vikuna.
Í síðstu viku skrivaði
Fiskeribladet, at eitt nýtt og
lægri støði skal leggjast
fyri hýsuprísin.
Í Noregi er tað framvegis
soleiðis, at fiskaprísurin
millum skip og virkir verð-
ur avtalaður fyri fleiri mán-
aðir í senn. Nú er so ætl-
anin at áseta nýggjar prísir
mitt í einum avtaluskeiði, tí
hýsumarknaðurin er so
vánaligur.
Renna undan hýsuni
Sagt verður, at norðmenn
hava havt stórar trupulleik-
ar við at selja hýsu á van-
ligu marknaðunum seinastu
tíðina. Samstundis, sum
fiskiskapurin eftir hýsu er
góður, royna virkini at
sleppa undan at keypa.
Norðmenn siga, at orsøk-
in til vánaliga hýsumarkn-
aðin er, at føroyingar og ís-
lendingar hava økt mun-
andi um hýsufiskiskapin; tí
er feskfiskamarnaðurin fyri
hýsu at kalla fallin saman.
Sostatt fara prísirnir í
Noregi eisini at fella.
Í Føroyum verður hildið,
at norðmenn eisini eiga sín
lut í, at marknaðurin fyri
hýsu er so trekur, tí eyð-
vitað hava øktu nøgdirnar
hjá norðmonnum eisini
havt sína ávirkan - og hava
verið við til at trýst prísin
niðureftir.
Long leið uppaftur…
Prísgongdin førir til, at
hýsan endar í sama "posa"
sum upsi, pollok, heykur og
líknandi fiskasløg gera.
Tað hevur víst seg, at
fiskur, sum endar í hesum
"posanum", ið norðmenn
taka til, hevur trupult við at
lyfta seg uppaftur til eina
vøru við hægri prísi.
Vit selja næstan
bara fisk
Samlaði útflutningur Føroya var 180 milj. krónur minni
ár 2002 enn í ár 2001.
Ísland góðtekur at fiskiskip
flagga við tveimum fløggum
Góð hýsuveiða elvir til prísfall
Tað hevur víst seg, at fiskur, sum missir nógv í prísi, hevur torført við at lyfta seg uppaftur á
marknaðinum. Bæði í Føroyum, Íslandi og Noregi kemur nógv hýsa uppá land, og
marknaðurin er um at fella saman
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Regina Sóloy 90 ár
Í dag, mikudagin 19. mars,
verður Regina Sóloy í
Svínoy 90 ár. Regina hevur
alla sína tíð búð á Fløtti í
Svínoy. Foreldrini vóru
Anna og Fríðrik Frede-
riksen. Hon var av Norð-
toftum, og hann var av
Fløtti í Svínoy og varð
nevndur Fríðrikur á Fløtti.
Tey høvdu verið gift í sjey
ár, áðrenn tey fingu dóttr-
ina.
Regina ella Gina, sum
hon verður nevnd, minnist
einki til pápa sín. Hann var
millum teir seks svínoy-
ingarnar, sum 13. desember
í 1913 ella níggju mánaðir
eftir, at Gina var fødd, fór-
ust við seksmannafarinum
Havgásini. Edvard í Svínoy
sigur í endurminningum
sínum, Minniligar hend-
ingar, at Havgásin hevði
verið á útróðri norðan fyri
Høvdan, og at teir fórust í
fjarðar broddinum í einum
stak ringum æli í íðuni á
Lundaskor. Fýra ungar
kvinnur sótu eftir syndar-
liga skaðadagin einkjur í
Svínoy, og níggju smábørn
gjørdust
henda
dagin
faðirleys. Fyri bygdina var
hetta serliga dyggur smeit-
ur, tí undan jólum í 1912
fórust fimm ungir menn í
Svínoy á útróðri.
Gina giftist í 1934 við
Hendriki Sóloy. Hann var
ættaður Frammi úr Smið í
Árnafirði. Hendrik doyði í
1981. Hann var útróðrar-
maður og skipsmaður. Tey
bæði giftust inn á Fløtti, og
tey fingu fýra børn: Fróði,
Ásmundur, Anna og Høgni.
Fróði og Anna búgva í
Klaksvík, og Høgni býr á
Eiði. Ásmundur búði í
Esbjerg og seinni í Keyp-
mannahavn. Tað var ein
dyggur smeitur fyri Ginu,
tá ið hann doyði av hervi-
ligari sjúku fyri níggju
árum síðani. Ásmundur er
grivin í Svínoy.
Hóast sín høga aldur, so
er Gina væl fyri. Hon livir
og andar fyri familjuni og
sínum næstu, hon fylgir
væl við í tí, sum gongur
fyri seg í samfelagnum, og
hon er ein meistari í práti at
siga frá tí, sum hon hevur
upplivað og hoyrt um í
sínum langa lívi. Svínoy-
ingar og tey, sum vitja í
Svínoy vita, at í heiminum
á Fløtti valdar Gudsóttin,
og at gestablídnið er sera
stórt.
Onga staðni dámar føð-
ingardagsbarninum so væl
at vera sum í Svínoy. Har
úti og millum bygdarfólkið
ynskir hon at vera, og hagar
stendur hugur hennara, tá
ið hon er burturi av oynni.
Men tá ið aldurin er so
høgur, og eingin av teimum
næstu er í heimbygdini, er
tað gott at hava møguleikan
at vitja hjá børnunum. Í
vetur hevur Gina verið eitt
langt skifti hjá dóttrini, og
hon er í Klaksvík, nú hon
fer um tey níti.
Justinus Poulsen
nýggjur formaður
15. februar var fundur í
stýrinum hjá Kirkjuliga
Missiónsfelagnum. Á fund-
inum skipaði stýrið seg av
nýggjum og sær nú soleiðis
út: Justinus Poulsen úr
Hvannasunndi er formaður,
Árant Johannesen er næst-
formaður, skrivari er Jákup
Olsen, kassameistari er
Kristian Thorleifsson og
Sigurd Sørensen er stýris-
limur.
Marianna og Poli
Johansen gift
í 60 ár
Fríggjadagin 21. februar
høvdu hjúnini Marianna og
Poli Johansen í Miðvági
diamantbrúdleyp. Napole-
on, vanliga nevndur Poli, er
føddur og uppvaksin í Mið-
vági. Hann sigldi heilt frá
ungum av sum fiskimaður
við føroyskum skipum. Eitt
tíðarsekið sigldi hann í
Norra. Hann gavst at sigla
fyrst í 70-unum, tá hann
fekk arbeiði á flakavirkin-
um Snarfrost í Miðvági.
Poli giftist í 1943 við Mari-
annu, f. Olsen, av Válinum
í Vestmanna. Tey búsettust í
Miðvági og eiga tey dóttr-
ina Dinnu, sum býr í
Sørvági. Poli er føddur 12.
mars í 1920 og Marianna er
fødd 7. desember 1914.
mg
Siggert Johansen
70 ár
Fríggjadagin 14. mars fylti
Siggert Johansen á Argjum
70 ár. Siggert er føddur og
uppvaksin á Argjum. Sum
ungur sigldi hann í eini 3
ár, til hann fekk fast starv
hjá Valdemar Lutzen, har
hann koyrdi kolabil. Seinni
arbeiddi hann á Bacalao
sum
trukkførari.
Hann
koyrdi tangabil hjá Shell
frá 1968 til 1974, tá hann
fekk starv á Landssjúkra-
húsinum sum arbeiðsmaður
á maskinverkstaðnum. Har
var hann í 25 ár, til hann fór
frá fyri aldur sum 67 ára
gamal. Siggert giftist í
1954 við Kirstin, ið var ætt-
að úr Rituvík og uppvaksin
á Argjum. Kirstin andaðist í
1983, 47 ára gomul. Tey
fingu børnini Jógvan og
Magdu.
mg
Justinus Poulsen úr
Hvannasundi er formaður í
stýrinum hjá Kirkjuliga
Missiónsfelagnum.
Kári Svensson
í Galerie Focus
FRAMSÝNING
Eirikur Lindenskov
Komandi fríggjadag kl 16
letur upp málningafram-
sýning málningaframsýn-
ing í Galerie Focus í Gríms
Kambansgøtu 20 í Havn.
Tað er Kári Svensson, ið
sýnir fram. Opið er frá 21.
mars til 4. apríl, og opið er
týsdag til fríggjadag kl. 14
til 18, leygardag kl. 16 til
18.
Skráin hjá Galerie Focus
fyri 2003 sær soleiðis út:
21. mars - 4. apríl:
Kári Svensson
30. mai - 13. juni:
Anker Mortensen
1. - 18. juli:
Ymisk listafólk
1. - 15. august:
Marius Olsen og
10. - 24. oktober:
Andrias Andreasen
7. - 21. november:
Olivur við Neyst
2. - 19. desember:
Ymisk listafólk
Dagurin
19. mars. Jósef. Dagurin hildin til minnis um festar-
mannin hjá Mariu Moy. Hann gjørdist, sum vera man,
halgimenni hjá húsasmiðum og handverkarum. Bíbilska
navnið merkir Guð lati meg fjølgast.
C
M
Y
K
9
8