Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 54 - 19. mars 2003 Nr. 54 - 19. mars 2003 11 Nú fara vit aftur í arbeiðsklæðini, og nú skulu úrslit aftur spyrjast burturúr samgongusamstarvinum. Nakað soleiðis segði formaðurin í Tjóðveldisflokkinum fyri døgurða í gjár, tá ið tað enn eina ferð tóktist vera greitt, at henda samgongan ikki leggur frá sær. Spurningurin er so, um hesi tíðindini eru at fegnast ella harmast um. Nú er nakað síðani, at nøkur veljarakanning varð kunngjørd. Men tað er neyvan at skjóta við síðuna av, um vit siga, at ein meiriluti av føroyingunum og helst ein stórur meiriluti hevði avgjørt einki havt ímóti, at hendan samgongan legði frá sær, og at ein nýggj samgonga varð skipað. Samstarvið tykist vera liðugt. Álitisbrotið er stórt og djúpt, og tað er ilt at ímynda sær, at samstarvið, um tað ber til at kalla tað soleiðis, fer at ganga út upp á annað, enn at teir stóru flokkarnir fara at lúra eftir hvørjum øðrum. Tað ganga neyvan nógvir mánaðir ella kanska vikur, áðrenn tað aftur verður galið. Arbeiðsklæðini fara ikki at verða nógv dálkað. Men samgongupartarnir tykjast trívast við at dálka hvønn annan við ófantaligum orðaleiki. Tað er lítið verdugt. Tað er at undrast yvir, at flokkar og persónar, sum tykjast hava so lítið í felag og sum tykjast vera so troyttir av hvørjum øðrum, kortini halda fram í samgongu. Royndi politikarin og nú góði politiski eygleiðarin, Finnbogi Ísak- son, segði í sjónvarpskjaki fyri tveimum vikum síðani, at kemiin millum løgmann og varaløgmann er alt annað enn góð, og Fregnir vistu fyri stuttum at siga, at høvuðsper- sónarnir í samgonguni næstan ikki tosa saman. Fregnir og Finnbogi Ísakson mugu roknast at vita, hvat tey tosa um, tá tað ræður um innanhýsis viðurskifti í samgonguni. Men kortini halda Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin saman. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin sita framvegis í andstøðu. Alment hevur ikki verið at hoyrt so nógv til, at hesir flokkarnir hava boðið seg fram sum samgongu- partnarar. Sambandsflokkurin sendi í síðstu viku út tíð- indaskriv, har teir søgdu seg vera klárar at taka um stýrisvølin. Hetta kendist ikki serliga seriøst. Einsamallur ger Sambandsflokkurin einki. Tað ger Javnaðarflokkurin heldur ikki. Tí áttu teir at bjóða t. d. Fólkaflokkinum samgongusamstarv í einari nýggjari samgongu, sum ikki hevur lík í lastini á sama hátt, sum klandurssamgongan hevur tað. Tá ið ein samgonga klandrast so nógv og so illa, sum sitandi samgonga ger, so verður hildið, at millum lítið og einki kemur av skafti. Soleiðis er tað alment, men í tí stilla sita hesir flokkarnir í teimum níggju kongaríkjunum, sum ráðini verða nevnd, og føra politikk. Politikkurin hevur ikki so nógv við hugsjónir at gera. Landsstýrismenninir manna suverent sjálvir ráð og nevndir. Dag og dagliga eru mong dømi um, at landsstýrismenninir brúka hesa heimildina at seta floksfelagar í lyklasessir. Harvið syrgja landsstýrismenninir fyri, at skuggarnir av teimum sjálvum verða, har politisku avgerðirnar verða tiknar langt fram í tíðina. So tykist verturin liggja á, um talan ikki er um álit millum samgonguflokkarnar og eingin politikkur verður førdur á sosiala, mentunarliga, vinnuliga og eisini sjálv- stýrisøkinum. Glantrileikurin heldur fram í nakrar mán- aðir afturat, og Føroya fólk má enn eina tíð finna seg í at liggja í stjórnarloysi. Eftir stendur bara at ásanna, at Før- oyar eru ein leika hjá samgonguni. DAGSINS MEINING Sosialurin Glantrileikurin heldur fram VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. BÓKAÚTGÁVA Føroya Fróðskaparfelag Føroya Fróðskaparfelag hevur givið út bókina Loss- ingarmenn í Havn eftir Erland Viberg Joensen. Bókin telur 416 blaðsíður og verður 21. mars vard sum doktararitgerð við Fróðskaparsetur Føroya. Lossingarmenn í Havn er um arbeiðslívið úti á Kaiini á Eystaruvág í Havn, serliga tíðina 1930-1980. Men farið verður eisini eitt rend aftur um nútímans- samfelagið. Av teimum evnum, ið verða lýst og viðgjørd er m.a. útgerð og tøkni í sambandi við loss- ing av skipum, um havnar- menn og avbygdarmenn, um samanhald og mótsetn- ingar í einum avmarkaðum arbeiðsumhvørvi. Kaiin verður sædd innan sum uttan. Tað verður gjørt burturúr uppstillingina við pakkhúshurðina og um til- veruna hjá dagleigarum annars. Taltilfar er um arbeiðsmarknaðin í 1940- 50 og 60-árunum, og eisini um ta serligu mentan, ið var millum menn, og sum hoyrdist, tá ið prátið var kvikligt og títt, róligt og góðsligt, við róli og skróli, hittinorðum, kelinøvnum og eyknøvnum, argan, kapping, rosnum og brøgd- um. Ritgerðin fevnir um mentanar- og sosialsøgu- ligar tættir í Havn í ta brátt farnu 20. øld, men farið verður eisini út í samfelag- ið og í havnarbýir úti í heimi. Í bókini eru foto- myndir, kort, ritmyndir og samtalubrot við heimildar- fólk. »Lossingarmenn í Havn« kemur sum Supplementum 37 til Fróðskaparrit. Bókin kostar kr. 280. Bókamið- sølan hevur søluna um hendur. FIMLEIKAFRAM- SÝNING Fimleikafelagið Ljósið Leygardagin 22. mars verð- ur árliga fimleikaframsýn- ingin hjá fimleikafelagnum Ljósinum í høllini á Hálsi. Sum nakað nýtt fer fe- lagið at royna seg við fram- sýning í tveimum umfør- um. Ein framsýning við teimum smærru børnunum og kappingarliðum felag- sins frá 14.00-15.30, og ein seinni, kl. 17.00-18.30, við teimum eldru og somu- leiðis kappingarliðunum. Orsøkin til hesa avgerð er, at talið av íðkandi lim- um økist á hvørjum ári, - og tað sæst aftur til framsýn- ingarnar, sum eru vorðnar støðugt drúgvari. Ja, - so drúgvar, at fleiri hava gramt seg um træsmakk av sess- inum, og at bíðitíðin hevur verið ein sonn plága fyri tey spentu børnini. Fyri at gera tiltakið meira áskoð- aravinaligt og geva kensl- una av uppliving heldur enn marru, hevur felagið avgjørt at hava tvær stuttar framsýningar ístaðin fyri eina langa leiðiliga. Harvið fáa fólk eisini sjálvi møgu- leika at ráða fyri, um tey bara vilja síggja ein part ella alt samalt. Fyri børnini verður tað ein lætti ikki at skula bíða eina tríggjar tímar bara fyri at framføra í fimm minuttir og ganga skrúðgongu tvær reisur. Áskoðarin kann keypa atgongumerki ávikavist galdandi fyri báðar sýning- arnar og ta einstøku. Ljósið vónar, at fólk taka undir við hesum nýggja hugskoti, tí í aðrar mátar verður fram- sýningin eftir sama leisti: Tað er breiddin og tann almenni fimleikurin sum heild, ið serliga verður at seta sín dám á framsýn- ingina. Tey einstøku liðini fara at vísa nakað av tí, tey hava lært í vetur, - bæði seriur og brøgd. Harnæst vera kappingarliðini í rútm- iskum fimleiki, sum øll fingu heiðursmerki til stór- kappingina fyri knappliga tveimum vikum síðani, eis- ini við, umframt úrvalsliðið í reiðskapsfimleiki, sum seinni í vár skal til FM- kapping í hesi kappingar- grein. Góðan Morgun Før- oyar og Máltráðurin úr Sandoynni fríggja- dagin 21. mars ÚTVARP Morgunredaksjón útvarp- sins sendir Góðan Morgun Føroyar úr Sandoynni fríggjamorgunin frá kl. 07.35 til 09.50. Og Mál- tráðin frá 10.10 til 11.00. Útvarpsstovan verður í Virkinum á Sandi, har borgarstjórar, tónleikarar og onnur góð fólk støkka inn á gólvið. Men tann størri parturin verður sendur úr bygdunum. Reportasjur verða sendar úr Skopun, Húsavík/Dali, Skálavík og av Skarvanesi. Hagani hoyra vit um virksemi, mentan, gerand- isdag og framtíð. Vertur í sendingini verður Jákup Magnussen, meðan reportarar verða Bjarni Mohr, Elis Poulsen og Øssur Egholm. Elis Poulsen tosar við fólk á Máltráðnum. Øðrvísi fimleikaframsýning hjá Ljósinum Góðan Morgun Sandoy! Bók um lossingarmenn í Havn Opið bræv frá Norð- oya Sambandsfelag viðvíkjandi hækking av foreldragjaldi til barnaansing – eitt aftursvar Eyðgunn Samuelsen formaður í Sosialu Nevnd Klaksvíkar Kommunu Fyrst vil eg takka Norðoya Sambandsfelag fyri at seta henda spurning alment fram, tí óivað eru nógv for- eldur, ið eru ørkymlað av, at gjøldina hækka, uttan at tey vita hví. Brævið hjá Norð- oya Sambandsfelag vísir eisini, at fleiri misskiljingar eru, og tí skal eg royna eftir førimuni at greiða frá, hvussu skipanin hongur saman. Lógin um barnaansing. Vit hava eina løgtingslóg, ið ásetur hesi viðurskifti, grein 6 í lógini um barna- ansing ásetur: »Avvarðandi kommuna og foreldur rinda tær út- reiðslur, sum standast av virkseminum sambært hesi lóg. Foreldragjaldið skal tó í mesta lagi vera 30% av rakstrarútreiðslunum.« Hetta merkir, at gjaldið hjá kommununi er 100%, tá ið tað kemur til húsaút- reiðslur og til raksturin av stovnunum er gjaldið hjá kommununi 70%. Hesi við- urskifti fær kommunan ikki broytt, tá ið tað er ásett við lóg. Eisini ásetir lógin at 2/3 av starvsfólkunum á dagstovnum skulu vera námsfrøðingar, men hesa áseting koma vit ikki í nánd av at liva upp til. Tað, ið kommunan kann gera, tað er at hava ein so bíligan rakstur sum gjørligt av barnaansingini, og tað royna vit alla tíðina. Tó hava vit sett okkum sjálv- um tað krav, at tann ansing, ið børnini fáa bjóðað, skal vera góð og innihaldsrík, tað vil siga ikki so bílig, at tað gongur út nyvir børnini. Eitt dømi um bíligan rakst- ur er, at vit hava sett ein felags húsavørð fyri allar stovnarnar, ístaðin fyri at teir hvør í sínum lagi settu ein húsavørð. Taka vit so raksturin av barnaansingini, so eru lønir áleið 80% av rakstrinum, eisini her hevur kommunan ikki tað stóru ávirkanina. Lønarsamráðingar fara fram millum fakfeløgini á økinum og Fíggjarmálaráð- ið/Kommunala Arbeiðs- gevarafelagið, men lønar- vøksturin hjá hesum bólki fylgir sjálvandi lønar- vøkstrinum í samfelagnum annars. Seinasti sáttmáli hjá bæði pedagogum og dagrøktarum hevði við sær lønarhækking 1. mars 2002 og 1. mars 2003, eins og hjá øllum øðrum bólkum í samfelagnum. Eg trúgvi ikki, at nakar ikki unnir teimum, ið ansa okkara børnum eina rímuliga løn. Rokningin send barnafamiljunum Hetta er ikki rætt. Tað er sum nevnt 30% av rakstrar- útreiðslunum, ið foreldrini gjalda, hvussu stór henda rokning er, veldst einamest um lønarútreiðslurnar á tí einstaka stovninum. Tann stóri parturin av rokningini, tey 70% vera send komm- ununi. Fyri Klaksvíkar Komm- unu merkir hetta í krónum, at okkara »rokning« vaks frá 2001 til 2002 við 4,2 milliónum frá 12,1 mió til 16,4 mió. Henda øking er sjálvsagt eisini grundað á fleiri nýggj pláss í 2002. Men taka vit økingina frá 2002 til 2003 so er hon (uttan nýggj pláss) áleið 2,3 milliónir. Ein kundi sjálvandi sagt, at kommunan skuldi goldið meira og foreldrini minni, men tað dugi eg illa at síggja ber til, við teimum inntøkum og útreiðslum okkara kommuna hevur í dag. Eg kenni onki land, har foreldur gjalda minni enn 30%, og í Íslandi gjalda foreldur 50%. Tað er ikki rætt nú kommunan útbyggir stovn- ar og umsiting, at foreldra- gjaldið hækkar samsvar- andi. Nei tað er so avgjørt ikki rætt, men hetta er heldur ikki veruleikin. Ein útbygg- ing av ansingarskipanini við fleiri plássum viðførir ikki hægri foreldragjald. Tey einstøku foreldrini gjalda bert fyri tað pláss, ið teirra barn hevur, verða fleiri pláss vera tey goldin av kommununi og teimum foreldrum, ið tá fáa barna- ansingarpláss. Viðvíkjandi umsitingini so er eitt starv sett aftrat í dagrøktarskip- anini so nú eru tað tvey størv. Hetta er tann minsta umsitingin í Føroyum av eini skipan, ið hýsir 120 børnum og 26 dagrøktar- mammum. Samanbera vit við aðrastaðni í landinum, so er hetta talið ikki høgt. Umsitingin skal taka børn upp, skal fyriskipa øllum tí praktiska í samband við at børn koma og fara úr skip- anini. Eisini skal umsiting- in hava eftirlit við skipanini og javnan vitja øll tey heim, har børn verða ansað og geva ráð og vegleiðing. Hetta er ein stór uppgáva, og hon skal tryggja at skipanin er góð og trygg. »Steðgið útbyggingini av ansingarskipanini til býtið er greitt.« Hetta hvørki kunna ella vilja vit gera. Sum eg havi víst á, so er býtið millum foreldragjald og kommunu- gjald púra greitt og ásett við lóg. Henda samgongan setti sær fyri at veita øllum børnum í kommununi ans- ingartrygd í hesum val- skeiðnum, og tað lyfti fara vit at halda!! Ein varislig meting av verandi skipan vísir, at tað er stórur møgu- leiki fyri at vit hava fingið øll børn inn í ansingina í heyst, og tað fara vit at gera alt sum vit kunnu, fyri at fáa til veruleika. Vónandi er hetta eitt nøktandi svar. VIÐMERKINGAR Fáa kanska øll børnini inn í ansingina í heyst Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir, tað er tíanverri so viðhvørt. At tað skuldi henda Trónda og hansara nærmastu, tað hugsaði eingin, tí sovorðið hendir bert grannanum. Tað eru bert tveir mánaðir síðan, at eg hjálpti til at fáa hjallin lidnan, so at hann skuldi verða klárur til fermingina hjá Guðruni. Vit vóru sera fegin, tá síðsta hond var løgd á, men tað skuldi verða til aðra stákan, at hjallurin skuldi nýtast fyrst. 7. september 1983 gleddist ein genta upp á 3 ár og foreldur hennara, ávikavist at hon var blivin stórasystir, og foreldrini høvdu fingið ein son. Nøkur kalla tað tann fullkomna familjan. Tað var tað eisini, og ikki minni fullkomin bleiv hon seks ár seinni, tá ein didda kom aftrat. Tað var sum runnar í urtagarði at síggja hesi trý systkin og foreldur veksa upp saman. Tey høvdu sera nógv til felags, bæði verkliga og andliga. Ofta sást tú hesi systkin saman í býnum til handils, í svimjihylinum ella spákandi ein túr. Tróndur var eitt friðsælt og inniligt menniskja, hevði gávur til alt millum himmal og jørð, og kom hetta tíðliga til sjóndar. Tróndur elskaði alt livandi. Meg minn- ist tá ið hann sum smádrongur hevði likkuskura í tí lítla fitta húsinum, sum pápi hansara hevði smíðað til børnini at spæla í. Dunnungar fingu eisini høvi at flyta inn í hesa fittu smáttu. Hesir ungar, um tað so vóru likkungar ella dunnungar, blivu vartaðir upp, sum um tað vóru kongaligir gestir. Tað var líka við at teir fingu hvør sín talerk at eta av, og hvør sína song at sova í. Eisini var hann ein av teimum heilt frægu til hendurnar. Tað hevði hann ikki eftir fremmandum, bæði foreldrini eru sera dugnalig til hendurnar. Heimið er sera hugnaligt og fjálgt, og tað gevur eftirtankar. Tróndur dugdi bæði at tekna og mála. Eisini var hann sera kreativur tá tað galt klædnapløgg, um tað so var binding ella seyming, og ikki minst tað hann hevði útbúgvið seg til, at klippa og seta hár. Tá ið hann sum 16 ára gamal var í starvsvenjing hjá Per á Hædd, hildu tey, at hesin ungi drongur var eitt eindømi. Tað hevði lærarin eisini boðað frá. Og tað gingu bert fáir dagar, so var hann við í øllum, og var ógvuliga sjálvstøðugur. Tað varð mangan spurt um hvat hann ætlaði at læra. Hann helt uppá at hann ætlaði at verða frisørur. Tey hildu, at hann hevði evnir at blíva okkurt heilt stórt, so tey hildu fyri, at hann skuldi fara at læra okkurt meira listarligt, tí sum Per á Hædd tók til: Tróndur var ov stórur til Føroyar. Tá mótaframsýningar vóru, var Tróndur ofta við. Hetta er ein verð, har tað er nakað av rópan og sjóði í. Tróndur var ikki tann, sum setti seg sjálvan á fremsta bonk at rópa, nei, hann var sera friðarligur. Onkuntíð kundi tað koma fyri, at okkurt var gloymt, men tá hevði Tróndur tikið sær av tí í tí stilla. Tá kundu tey taka til, bara øll vóru sum Tróndur. Tróndur var komin langt í lívinum. Tað eru bert dagar síðani hann varð liðugur at læra og hevði fingið sveinabræv sum frisørur. Hann var ógvuliga væl umtóktur á sínum arbeiðsplássi, og fólk, ið kom á gátt, dámdu hann sera væl. Tróndur var ein sannur barnavinur. Hann dugdi sera væl við børnum og ungum fólki. Hann kundi spæla við tey í tímar, bæði úti og inni. Og ofta var tað læruríkt, ið hann spældi ella fekst við saman við teimum. Vit standa øll spyrjandi eftir, hvat, hví og hvør????. Møðuliga hetta skuldi verða soðleiðis, men meiningin er óskiljandi. Tað kundi kanska lært okkum eitt, og tað er at liva ímeðan ein enn er á lívi, tí tað gjørdi Tróndur, hann dugdi sera væl at fáa nakað burtur úr degnum. Tað kundi verið nógv, ið ein kundi fest á blað um eitt so fitt og evnaríkt ungfólk sum Tróndur var, men eg fari at heilsa tykkum, sum stóðu Trónda nær, foreldr- um, systrum og restini av familjuni, og ikki at gloyma Mariu, at má tíðin fyri framman verða tykkum ljós. Dagur er runnin..... Ein dagur aftur runnin er, tíðin kennist long. Myrkrið yvir tindar fer, vit hoyra sorgar song. Tí runnur, ið av fræði kom, er sovnaður her frá. Og stevnur nú í aðra lon, ið ei er ring at ná. Má stóra ljósið bjarta, ið gevur ljós til alt. Lýsa í hvørt hjarta, og geva tykkum kraft. Vinaliga Mourits gubbi Tróndur C M Y K 11 10