Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 54 - 19. mars 2003 Nr. 54 - 19. mars 2003 13 UTTAN ÚR HEIMI Hvar er hann? Danska løgreglan situr púra á berum, eftir at fyrrver- andi irakski herovastin, Nazae al-Khazaraji, hvarv úr húsavarðhaldi sínum í Sorø seinasta vikuskiftið. Donsku myndugleikarnir hava leingi kannað skuldset- ingar ímóti fyrrverandi generalinum, tí kurdar vilja vera við, at hann stóð á odda fyri irakskum hermonnum, sum nýttu eiturgass ímóti kurdum har norðuri í Irak fyri 15 árum síðani. Fleiri hundraðtúsund fólk doyðu. Danska løgreglan sigur, at fyrrverandi herovastin var við hús seinasta leygardag, og at kona hansara váttaði sunnudagin, at alt var í lagi. Tá løgreglan seinni kom á dyrnar, var herovastin horvin, og síðani hevur eingin borið eygað við hann. Kurdar í Danmark ivast ikki í, at Nazar al-Kharazaji er farin til Turkalands, har hann er saman við umboðum fyri iraksku andstøðuna, men skyldfólk hansara í Danmark halda, at agentar hjá ir- aksku myndugleikunum hava burturflutt hann. Danski løgmálaráðharrin, Lene Espersen, hevur ver- ið fyri hvøssum atfinningum, síðani tað frættist, at fyrrverandi herovastin var horvin úr húsavarðhald- inum. 30.000 flýddir Vesturlendskar fregnartænastur vilja vera við, at umleið 30.000 irakskir hermenn eru rýmdir úr herin- um, tí teir vilja ikki verja Saddam Hussein ímóti einum amerikanskum álopi. Ein talsmaður hjá bretsku herleiðsluni sigur, at nógv- ir irakskir hermenn eru ræddir, tí teir vita, at irakski herurin hevur ongar møguleikar at standa seg ímóti teimum væl útgjørdu amerikansku og bretsku her- monnunum, sum eru í Kuwait, og sum bert bíða eftir boðum um at leypa á Irak. Hinvegin er einki, sum bendir á, at nakar er rýmdur úr tjóðarhirðini, sum er nógv tann sterkasti parturin av irakska herinum. The Times skrivaði mánadagin, at nakrir irakskir her- menn vóru komnir til eina bretska herdeild á kuwait- iska markinum, har teir ætlaðu at geva seg yvir, men at hermenninir fingu boð um at venda aftur. Teir kundu koma aftur seinni, vóru boðini sambært The Times. Royna aftur Í gjár settust umboð fyri teir stríðandi partarnar í Sri Lanka við samráðingarborðið fyri at finna eina friðar- liga loysn á ósemjuni millum myndugleikarnar í Col- ombo og teir tamilsku uppreistrarmenninar har norðuri í landinum. Samráðingarnar hesaferð eru í Tokyo, og japanska stjórnin hevur lovað pørtunum munandi fíggjarligan stuðul, kunnu teir semjast um frið. Noreg hevur havt ein virknan lut í friðarroyndunum í Sri Lanka, og eisini hesaferð er Noreg umboðað við samráðingarborðið. Stríðið millum stjórnina og teir tamilsku uppreistrar- menninar hevur vart við í 30 ár, og hildið verður, at meiri enn 60.000 fólk eru deyð í bardøgum hesi árini. Flokkur bannaður Hægstirættur í Spania hevur bannað einum tjóðskapar- sinnaðum baskiskum flokki at virka, tí illgruni er um, at flokkurin hevur tætt tilknýti til tann víðgongda bask- iska loysingarfelagsskapin ETA. Spanska stjórnin gjørdi fyri einum hálvum ári síðani av at biðja hægstarætt banna flokkinum Batsuna at virka, og teir 16 dómararnir vóru samdir í avgerðini. Á valinum í Spania í 2001 fekk Batasuna 10 prosent av atkvøðunum í tí baskiska landspartinum har norðuri í landinum. Flokkurin hevur alla tíðina avsannað, at hann hevur samband við ETA, men flokkurin hevur sýtt fyri at fordøma ta harðrendu framferðina hjá loys- ingarfelagsskapinum. Røðan hjá Bush, forseta fekk ymiska móttøku frá øðrum leiðarum. KRÍGSHÓTTAN Árni Joensen: Ikki óvæntað var franski forsetin, Jacques Chirac, millum tey fyrstu at gera viðmerkingar til røðuna hjá George W. Bush. Chirac, sum hevur verið tann harðasti mótstøðu- maðurin ímóti amerikansku álopsætlanini, segði í sínari viðmerking, at USA átekur sær eina ógvuliga stóra ábyrgd við at fara í kríggj við annað land uttan góð- kenning frá ST-trygdarráð- num. Hann vísti samstundis á, at meginparturin av al- tjóða samfelagnum er ímóti amerikansku ætlanini. Kina tekur heldur ikki undir við ætlanini hjá Bush-stjórnini. Nývaldi kinesiski forsætisráðharrin, Wien Jiabao, segði stutt eft- ir røðuna hjá Bush, at tað ber framvegis til at loysa kreppuna á friðarligan hátt, og at hetta eigur at verða roynt. Hinvegin segði japanski forsætisráðharrin, Junishiro Koizumi, at hann styðjar Bush og ætlan hansara. Koizumi segði, at Bush gera tað rætta. Meininga- kanningar í Japan hava kortini víst, at ein stórur meiriluti av fólkinum hevur ikki somu áskoðan sum for- sætisráðharrin. Avstralia tekur eisini undir við USA. John Ho- ward, forsætisráðharri sig- ur, at Avstralia hevur áhuga í álopinum á Irak, tí tað tænir eisini avstralsku trygdini. Avstralia hevur sent hermenn til Persa- flógvan at taka lut í álopin- um á Irak. Størsta muslimska landið í heiminum, Indonesia, er ímóti álopi á Irak. Stjórnin har segði í gjár, at USA hevur ongan rætt at leypa á Irak uttan góðkenning frá ST. Eru Saddam Hussein og synir hansara ikki farnir úr Irak klokkan eitt í nátt, verður kríggj. KRÍGSHÓTTAN Árni Joensen: - ST hevur ikki megnað at halda sínar skyldur. Tí noyðast vit at taka málið í egnar hendur. Tað segði George W. Bush, forseti, tá hann gjára- náttina gjørdi støðuna upp og boðaði frá, at irakski leiðarin, Saddam Hussein, fær ein seinasta møguleika at sleppa undan kríggi. - Fara Saddam Hussein og hansara seks synir ikki úr Irak innan 48 tímar, verður kríggj, segði Bush. Tá var klokkan farin av eitt okkara tíð, og tískil rennur freistin út klokkan eitt í nátt okkara tíð. Bush segði, at allar royndir síðani Flógvakrígg- ið í 1991 hava víst, at tað nyttar einki at tosa við Sad- dam Hussein, tí hann ger ikki tað, sum altjóða samfelagið áleggur honum at gera. Forsetin segði eis- ini, at teir seinastu fýra mánaðarnar hava USA og onnur lond roynt at loysa Irak-málið á friðarligan hátt, men at tað letur seg ikki gera. Tí er einki annað í at velja enn at nýta her- megi, segði Bush. Bush tók uppaftur, at Irak er ein hóttan ímóti sínum grannalondum, og at vandi er fyri, at yvirgangsmenn kunnu fáa hópoyðingar- vápn úr Irak, og at teir seinni kunnu nýta tey í at- sóknum at USA og øðrum londum. - Tað hevði verið sjálv- morð at latið yvirgangs- menninar søkt at fyrst. Tí mugu vit til verka, segði Bush. Hann gjørdi eisini eina roynd at vissa irakska fólkið um, at álopið er ikki vent ímóti teimum, men einans einaræðinum hjá Saddam Hussein. Hann mælti iraksku hermonnun- um til at leggja vápnini heldur enn at berjast fyri eitt stýri, sum stendur fyri falli kortini. Bush segði ikki, nær álopið byrjar, fara Saddam Hussein og synir hansara ikki úr Irak innan ta ásettu freistina, men hildið verð- ur, at álopið kann byrja í teimum fyrstu tímunum aftaná t.v.s. í nátt. Kríggið kann byrja í nátt Fyri og ímóti kríggi -Tað er skylda mín sum ovasti fyri amerikansku hermegini at beina fyri tí, sum er ein hóttan ímóti landi okkara, segði Bush í røðuni - Hugskotið at hava eina málningafram- sýning á Strondum talaði til mín. Kundi tiltakið eggjað øðrum ungum málarum at sýna fram hesumegin fjørðin – ella bara verða ein íblástur og spíri til at fara at mála - hevði tað verið gott, sigur Ketty á Fríðriks- mørk LIST Vilmund Jacobsen Strendur: Í døgunum, 17. mars til 1. apríl, er Føroya Banki á Strondum fyri fyrstu ferð karmur um eina málningaframsýning. Lista- kvinnan er 39 ára gamla, Ketty á Fríðriksmørk. Á framsýningini hevur hon 15 acryl-málningar, sum flestu eru rættiliga nýggir. Málningarnir eru bæði stórir og smáir, og allir eru í rammu. Motivini eru av Strondum. Ketty dámar væl at mála fjøruna, neystini, hamrar- nar og fjøllini, sum stinga seg upp. Henni dámar væl at spæla við litir, og tí eru eisini nakrir abstraktir málningar við hesaferð. Framsýningin í Føroya Banka er opin hvønn yrka- dag frá kl. 12-16, undantik- ið hósdag; tá er opið frá kl. 12-18. Allir málningarnir eru til sølu. Prísirnir liggja millum 1.200 og 2.500 krónur. Ketty er kreativ Hetta er fyrstu ferð, at Ketty er einsamøll á eini framsýning við sínum málningum. Hon var við á framsýning á ólavsøku í fjør, og síðan hevur hon verið við á afturvendandi Lions-framsýningini í Runavíkar skúla eini trý fylgjandi ár. Á ólavsøku seldi hon allar málningarnar, hon hevði við sær og longu mánadagin, tá ið framsýn- ingin læt upp á Strondum, seldi hon eisini nakrar málningar. Ketty hevur altíð dámað væl kreativt arbeiði og tí- skil hevur eisini dámt henni væl at teknað. Hon málaði teir fyrstu málningarnar fyrst í nítiárunum. - Eg byrjaði við oljumál- ing, men máli nú við acryl. Havi eisini roynt meg við akvarell, sigur hon. Hóast flestu málningarnir á framsýningini á Strond- um eru natúralistiskir, dámar Ketty væl at mála abstrakt. - Mær dámar faktisk betur at mála abstrakt, tí tað er so spennandi at arbeiða við litum. Hinvegin selja abstraktu motivini ikki so væl sum hini. Tó haldi eg, at nógv ung dáma væl teir abstraktu málningarnar, sigur hon. Ketty hevur gingið einar tríggjar fylgjandi vetrar á kvøldskúla hjá Jóannes S. Hansen, og her hevur hon fingið væl burtur úr. Eggja øðrum Ketty sigur, at ein orsøk til, at hon hevði hug at hava hesa framsýning á Strond- um, er, at hetta er ikki van- ligt á vestara armi á Skála- fjørðinum. - Eg helt, hetta vera áhugavert, og kundi tiltakið eggjað øðrum ungum mál- arum at sýna fram hesu- megin fjørðin – ella bara verið ein íblástur og spíri til at fara at mála - hevði tað verið gott. Listakvinnan sigur, at tað er ikki av tilvild, at hon í stóran mun hevur valt at málað fjøruna og bygdaløg á Strondum til hesa fram- sýning. - Vit síggja so fáar máln- ingar hiðani úr kommun- uni, og tí helt eg, at lokalu motivini kundu havt áhuga hjá fólki hesumegin Skála- fjørðin, sigur hon. Ketty á Fríðriksmørk er útbúgvin hárfríðkanar- kvinna, men hon er allergisk yvirfyri litunum, sum brúktir vera í liting. - Tí klippi eg bara í dag - og liti ikki, ikki uttan í fríløtunum, tá ið eg máli, sigur listakvinnan á Strond- um. Allir málningarnir – eis- ini teir, sum eru seldir – vera hangandi í Føroya Banka, so leingi framsýn- ingin varar. Fram við kanad- isku strondini hev- ur verið bítandi kalt í vetur, og veð- urmátingar hava mált heilt niður í 40 kuldastig USA/ KANADA Vilmund Jacobsen Tann nógvi kuldin fram við eysturstrondini av Norður-Ameriku og Kanada í vetur hevur elvt til stórar trupulleik- ar hjá alarum á leiðini. Hetta veit internet- tænastan, The Wave, at siga. Har kaldast hevur ver- ið við kanadisku strend- urnar, eru máld heilt niður í 40 kuldastig. Avleiðingin hevur ver- ið, at alifiskur er deyður í ringunum hjá fleiri alarum. Norðmenn raktir Eitt norskt felag, sum hevur sítt virksemi út- fyri strondini í statinum, Maine í USA, hevur eis- ini mist laks av tí nógva kuldanum. Kavaódnir hava eisini ført til nógvar seinking- ar í USA og Kanada. Ein spermur, sum rak deyður inn í Oslofjørðin, fer nú at prýða hagan í Fredrikstad í Noregi NOREG Vilmund Jacobsen Herfyri rak ein 14 metrar langur og 28 tons tungur deyður spermur inn í Oslofjørðin í Noregi. Norðmenn vildu ikki lata hvalin fara fyri einki. Teir avgjørdu tí at taka hann uppá turt við einum stórum krana og leggja hann í hagan, so fólk kunnu síggja, hvussu beinagrindin av einum stórhvali sær út. Illa ber til at lata eitt slíkt djór, sum vigar 28 tons, liggja í haganum og rotna. Tað hevði tikið alt ov langa tíð og hevði neyvan verið so tespiligt heldur, nú summarið stundar til. Tí noyddust teir, sum vildu varðveita beinagrindina, undir at skera spik og tvøst oman av sperminum. Teir, sum tóku stig til at varðveita beinagrind- ina, roknaðu við at skula skera spikið og tvøstið í einar 500 bitar, sum viga eini 100 pund hvør. Bara hjartað á hvalin- um vigar eini 600 pund! Forkunnugt ferðamál Spermurin fer nú at prýða hagan í Fredrik- stad, og lítið man vera at ivast í, at hetta verður eitt forkunnugt ferða- mál, sum tíðin líður. Vísundamenn rokna við, at einir 5.000 spermar eru í norskum sjógvi um summarið. Hvalurin hevur verið friðaður seinastu 20 árini. Størsti hann-hvalurin millum spermar, vigar eini 57 tons og gerst einar 20 metrar langur. Spermurin, sum nú liggur í haganum í Fre- drikstad, er ein ungur hann-hvalur, sum ikki er fullvaksin. Kuldi drepur laks í USA og Kanada Spermur í haganum Ketty sýnir fram list á Strondum Ketty á Fríðriksmørk C M Y K 13 12