mikudagur 5. juni 1991síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 1 0
inte Danskir fiskimenn
Kina túsundtals
politiskar fangar
Hóast tað nú er tvey ár
síðani, at friðarligu mót-
mælisgongurnar á
Himmalfriðartorginum í
Peking vórðu bardar niður
við harðari hond, tykist
steðan enn at vera tann
sama í Kina, har tað fram-
vegis sita túsundtals
politiskir fangar fastir.
Hetta stendur í eini frá-
greiðing, sum Amnesty
International hevur givið
út. Mannarættindini í
Kina tað ikki
gott, soleiðis fleiri
leiðarar í Vesturheiminum
hava als
sum
strúgva, stendur í frá-
greiði!
Felagsskapurin sigur
tjóða samfelag
r slakað uppá boy
Kina, so eru
mannarættindini í land
inum einki frægari enn tey
vóru tyri tveimum árum
síðani.
Fleiri lond í vesturheim-
inum, teirra millum Dan-
mark, sum steðgaðu ellum
samstarvi við Kina og eis-
ini menningarhjålp til
landið fyri at mótmæla
blóðbaðnum í Peking og
teimum fylgjandi dómun-
um, hava hesa seinastu
tíðina latið upp aftur fyri
hjálpini og samarbeiðin-
um. Hetta sigur Amnesty
byggir á falskar fortreyt-
ir, tí steðan í Kina er fram-
vegis eins ring.
Fólk, sum hava talað
ímóti stýrinum, fáa fong-
sulsdómar upp til 12 ár,
sigur Amnesty í frágreið-
ingini
Ein av samvitsk.fang-
unum, sum heitti á stjórn-
ina at fremja ábetur og
seta í verk demokrati í
landinum fekk ein fong-
sulsdóm sum ljóðaði upp á
ikki minni enn 18 ár. Fe-
lagsskapurin sigur at tús-
undtals kinesarar sita í
fongsli uttan at hava verið
sekir í nakrari misgerð.
Kinesiska stjórnin royn-
ir eisini at sleppa sær av
við studentar og onnur,
sum í talu hava mótmælt
stýrinum, við at dema tey
BILRØKT
Plátu- og +
Sproytuverkstadur
Ger bil fyri folk
ur bygd og i by
Pf. BILRØKT
v Simin i Dali
Akranesgøta 11 - Tlf. 15556
OKKARA GODSKA - TIN TRYGD
eftir logum, sum annars
bert galda fyri kriminell.
Tølini visa eisini, at talid å
kriminellum, sum eru tik-
in av døgum, er vaksið
óvanliga nógv.
Amnesty heldur, at tús-
undtals ósekir kinverjar
eru tiknir av døgum sum
kriminellir.
Stjørnin er eisini farin
harðliga fram móti religi-
esum og tjóðskaparligum
minnilutum. Serliga í
Tibet, sum Kina hersetti í
1951, eru túsundtals fólk
tikin av døgum og sett
føst
Frågreidingarnar frå
Amnesty tykjast ikki at
nerva kinesisku myndug-
leikarnar nógv. Tær verða
allar vístar aftur og sagt
verður, at Amnesty á
henda hátt leggur seg út í
innanhýsis viðurskifti í
landinum. Amnesty-um-
boð hava heldur ikki fing-
ið loyvi at vitja landið, og
heldur ikki umboð fyri
mannarættindastovnar
undir ST fáa innferðar-
loyvi til Kina, tí øll verða
tey legd undir at leggja
seg út í innanhýsis viður-
skifti í Kina.
Men Amnesty gevst
ikki. Felagsskapurin hev-
ur júst skrivað til kines-
isku stjórnina og givið
henni nøvnini á fleiri kin-
verjum, sum eru horvnir.
Danir vilja steðga
hjálpini til Kina
Herfyri avgjørdi danska
stjórnin at leysgeva nakr-
ar milliónir kr., sum hava
verið ætlaðar sum menn-
ingarhjálp til Kina. Hesin
peningurin hevur síðani
blóðbaðið í Peking fyri
tveimum árum síðani ver-
ið fastfrystur, soleiðis at
hann ikki kundi brúkast
til tað hann var ætlaður
til.
Men nakað herfyri
gjørdi stjórnin av at lata
pengarnar til Kina við tí
grundgeving, at viður-
skiftini í landinum eru
broytt aftur til tað betra
og at mannarættindini nú
verða meira vird.
Hesum hevur radikali
flokkurin saman við SF og
teimum kristiligu nú vent
sær harðliga ímóti, serliga
nú Amnesty er komið við
frágreiðing um brot á
mannarættindini í Kina.
Danski uttanríkismála-
ráðharrin hevur sagt, at
hann hevur einki ímóti at
taka málið upp aftur til
nýggja viðgerð, um so er,
at frágreiðingin hjá Am-
nesty er rett.
seta út toskayngul
Toskastovnarnir í Norð-
sjónum eru so hart troytt-
ir, at danskir fiskimenn nú
sjálvir eru farnir at nera
um teir við at seta út
toskayngul.
Hetta hendi mánadagin,
tá 10.000 toskayngul av
tilsamans 300.000 vórðu
koyrd á sjógv nærhendis
Thyborgn.
Tað er Danmarks Hav-
fiskeriforening, sum
stendur fyri projektinum
og ætlanin er at seta út
umleið eina mill. toska-
yngul um árið, um roynd-
in vísir seg at geva eitt
gott úrslit.
Roknað er út, at um
bert 10% av tí útslepta
toskaynglinum kann veið-
ast aftur sum stórur tosk-
ur, so gevur projektið yv-
irskot.
Men danir hava so
trygd fyri, at tað verða
danskir fiskimenn, sum
seinni koma at veiða
henda toskin. Tað kann
væl henda, at toskamurt-
urin leitar sær norður eftir
til Noregs og Feroyar eins
og talan fyri ein part er
við laksaynglinum, sum
verður settur út í Norð-
sjógvin.
Men danir halda so kort-
ini, at hetta er rætti veg-
urin at ganga, nú toska-
stovnarnir eru niðurfisk-
aðir. Víst verður á, at
fiskimenn eiga at læra av
bóndrunum, sum ikki bert
heysta men eisini sáða.
Hóast tað hevur verið
tosað nógv um slíkar
royndir í eitt nú Noregi, so
eru danir komnir longst í
arbeiðinum og er projektið
tað einasta av sínum slag í
heiminum higartil. Norð-
menn hava víst tí sera
stóran áhuga og hava bið-
ið danir um loyvi at fylgja
við royndunum.
Umframt granskarar
eru eisini fiskimenn við í
arbeiðinum. Tilsamans
fimm fiskibátar úr Hvide
Sande skaffa toskarogn,
sum verða goymd í einum
serstøkum tanga umborð.
Rognini og sil verða
blandað saman í sjógvi.
Síðani verða tey gitnu
eggini flutt til klekiker í
Hvide Sande, og tá eggini
eftir fáum degum eru
klækt, verður yngulin
fluttur til alisteðir í Thy-
borøn. Her livir toska-
yngulin ta fyrstu tíðina í
sjógvi.
Norskar royndir við
strandatoski vísa, at tað
ber til at fiska umleið 30%
av tí útsetta toska-
ynglinum, sum tá er 10-15
cm.
Toskaynguli, sum nú er
settur út í Norðsjónum, er
millum 5 og 8 cm.
Nú verður so kannað,
hvussu ein best kann
merkja yngulin, soleiðis at
tað ber til at siga, hvussu
væl kemur undan. Í
náttúruni koma minni enn
5% av teimum gitnu egg-
unum undan, soleiðis, at
tey kunnu verða klækt og
síðani doyggja 10% av
klækta ynglinum um dag-
in
Danskir fiskimenn
Nr. 103 — 5. juni 1991
EFTIR
Jan Miller skrivar
veiða árliga 10 mill. toskar
í Norðsjónum til eitt virði
av 1 mia. kr. Um settir
verða út 1 mill. toska-
murtar og 30% av teimum
kunnu veiðast aftur, hev-
ur toskurin eitt samlað
virði uppá 30 mill. kr.
Schlúter gav Ninn skyldina
Danski forsætisráðharrin,
Poul Schlúter, hevur nú í
tveir dagar verið avhoyrd-
ur í Hægstarætti í sam-
bandi við Tamil-málið.
Undan avhoyringini var
stórur spenningur um
Schlúter fór at skriva sín
egna deyðadóm sum for-
sætisráðharri. Spurning-
urin er nevniliga hann, um
Schlúter hevur verið vit-
andi um tað ólógliga í
Tamil-málinum nógv fyrr,
enn hann upprunaliga
hevur sagt frá.
Men tað var ein róligur
og sjálvsikkur forsætis-
ráðharri, sum metti í rætt-
inum mánadagin og týs-
dagin. Hann helt fast við
ta frágreiðing, hann áður
hevur givið í málinum,
nevniliga hana, at hann
alla ta fyrstu tíðina einki
kendi til málið.
Hann vísti við hesum
aftur orðunum hjá fyrr-
verandi legreglumálaráð-
harranum, Erik Ninn-
Hansen, sum hevur sagt
frá, at Schliter og stjórn-
in vóru vitandi um fram-
ferðina í Tamil-málinum.
Tað er hesum sum Schlút-
er hevur víst aftur og har-
við lagt alla ábyrgd í mál-
inum á Erik Ninn-Hansen.
Týsdagin segði Schlút-
er í rættinum, at hann
heldur ikki hevur brýggj-
að seg um tann mátan,
sum Erik Ninn-Hansen
fyrisat løgmålarådid uppá.
Spurningurin er nú,
hvat ein annar fyrrver-
andi løgmålarådharri,
H.P. Clausen, nú fólka-
tingsformaður, fer at siga,
tá hann skal avhoyrast í
næstu viku.
Sambært úttalilsunum
hjá Schlúter fekk hann
heldur einki at vita frá
eftirmanni Ninn-Hansen,
H.P. Clausen, um at ta-
milskar familjur ikki fingu
loyvi at flyta til Danmark-
ar, soleiðis sum lógin
heimilaði teimum.
Eygleiðarar halda, at
Schliter við hesum hevur
sent svartaper til H.P.
Clausen.
Danska pressan ger
sera nógv burtur úr
Tamil-málinum og hóast
Poul Schløter higartil hev-
ur klárað seg væl undir
avhoyringini, so eru ikki
allar súðir syftar. Møgu-
liga kann Schløter klára
seg, men spurningurin er,
hvussu verður við fólka-
tingsformanninum H.P.
Clausen. Onkur verður so
at standa til svars fyri
ólógligu gerðunum.
Danskir politikarar
hava tosað um nýval ella
eitt stjórnarskifti, um
Schlúter ikki kemur væl
frá forhoyrinum. Higartil
h ur hann spælt síni kort
væi út, so mikið væl, at
danski veljarin sambært
eini veljarakanning, sum
varð gjørd í gjár, heldur
ynskir Schlúter sum for-
sætisráðharra enn for-
mann javnaðarfloksins,
Svend Auken.
Men Tamilmálið hevur
gjørt, at veljarin hevur
mist nakað av álitinum á
politikarunum sum heild.
Kohl enn
Valósigrarnir hjá Kohl og
tí konservativa flokkinum
í Týsklandi tykjast ongan
enda at fáa. Síðani tað
framúr góða samveldis-
valið fyri nokrum mánað-
um síðani hevur tað bara
gingið niður á bakka hjá
CDU og Helmuth Kohl.
Flokkurin hevur tapt eitt
landspartaval fyri og ann-
að eftir.
Nú um dagarnar var
CDU fyri einum dyggilig-
um ósigri í Hamburg.
Sosialdemokratarnir, sum
hava havt valdið í býnum,
sum eisini er landspartur,
vunnu hesa ferð avgjerd-
an meiriluta. Sigurin
verður mettur sum ein
dreymabyrjan hjá tí
nýggja formanninum í
týska javnaðarflokkinum,
Bjørn Engholm.
— Nú byrja vit uppá
1994, segði ein leiðandi
SPD-politikari eftir góða
valúrslitið í Hamburg og
ein Ósigu
við hesum sipaði hann til
samveldisvalið um trý ár.
Undan valinum í Ham-
burg sunnudagin høvdu
SPD og tann lítli liberali
flokkurin FDP stýrt sam-
an. Hetta er flokkurin,
sum er í stjórn saman við
CDU og CSU.
Við valið fekk SPD 48%
av atkveðunum og tað
merkir, at flokkurin kann
stjórna bynum einsamall-
ur. CDU hevði eina aftur-
gongd uppá 5,4% og fekk
35,1%. FDP gekk aftur
við 1,1% og fekk 5,4%.
Teir grenu fingu eina
framgongd uppá 0,2% og
høvdu ialt 7,2% av at-
kvødunum.
Samveldiskanslarin og
formaðurin i CDU hevur í
eini viðmerking til valið
sagt, at flokkurin líðir
undir at vera »sålarliga
uppturkaður< orsakað av
steðuni í tí fyrrverandi
Eysturtýsklandi.
— OR