hósdagur 6. juni 1991síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Av og á fara hendingar
fram um dagarnar, sum
krevja av blaðfólki og
fotografum, at tey bera seg
skjótt at
Soleiðis var eisini týs-
dagin eftir døgurda, tå Sos-
ialurin fekk fráboðan, at
nú legði víkingaskipið
Gaia inn á Kirkjubø um
hålvgum tvey tíðina.
Ragnar Thorseth, skipari
á Gaiu skuldi handa Páll
Patursson, bónda tey kvid-
nu kúgvaeggini, sum hann
hevði við úr Noregi, til
Føroya Bóndafelag.
Eisini Sissel Kyrkjebø
var at hitta i Kirkjubø,
frættu vit. Eitt filmsupp-
tøkulid skuldi gera upp-
tøkur av kendu song-
kvinnuni og víkingabátin-
um.
- Gamaní, vit høvdu nóg
mikið at gera framman-
undan, men slíka bráð-
feingis innbjóðing kundu
vit ikki lata fara framvið.
ad var isakalt, men
gott vedur i Kirkjubø, to
vikingabåturin såst ikki i
eygsjón, tå Sostalurin kom
útvarpsmaður
sjon-
stóð á stødni, og
varpið hevði sett upptøkut-
ólið upp, umboð fyri Norð-
urlandahúsið og ein smá-
genta, umframt kirkjubø-
fólk vóru eisini komin
oman á stødna at frætta,
hvat nú skuldi fara fram í
bygdini.
Trøll á áljósum degi
Tá víkingaskipið ikki var
komið, vóru kanska stund-
ir at heilsa uppá kendu
songkvinnuna, og tað vardi
ikki drúgva tíð at leita
hana upp.
Føroyingar bera orð fyri
at vera blíð fólk, og hvat er
meira náttúligt enn at
bjóða gestunum vælkomin,
tá vit hittast í túninum hjá
Sølvu og Påll?
Tað gjørdu vit eisini,
men Sissel Kyrkjebø og
fylgisneytar hennara sóu
út, sum vóru vit trøll á á-
ljósum degi
Tað var harmiligt at
verða skræddur frá telduni
og mitt í blaðútgávuni, fyri
at fáa slíka viðferð! Vit
vóru hóast alt biðin um at
koma higar at hitta norsku
gestirnar.
Eisini Sissel Kyrkjebø tók
móti landsmanni sínum
Ragnari Thorseth. Tey
skulu bæði vera við í
sjónvarpsfilmi, sum skal
siga frá ferð teirra í
Føroyum. Føroyska
vinnulivid og stovnar
hava fíggjað filmin, sum
væntandi skal gera
Føroyar kendar í
grannalondunum, og
vekja åhugan at koma
nenaavegin al ferðast
tíðindablaðið
Ilboð at hitta Sissel: 3
Bummtúrur í Kirkjuho
Eini ráð eru altíð, tá tú
kemur til Kirkjubøar, og
tað er at fara inn til bónda-
hjúnini at fløva seg í bíði-
tíðini. Ein kaffimunnur er
altíð tøkur og gestablíðni
er ein sjálvfylgja, halda
vertirnir. Henda dagin kom
tað bert so mikið meira
væl við.
Ótolnin
Songkvinnan og um-
boðsmaðurin, saman við
einum átta fólkum komu
eisini inn á gólvið, men tá
tey sóu umboð Sosialsins
og Dimmalætting sita á
beinkinum, bakkaðu tey
eftir hæli, og vildi sleppa
sær burtur
Otolni trívist illa í slíkum
umstødum. Eg spurdi um-
boðsmannin, hvat skuldi
fara fram?
- Jú, tey skuldu gera nak-
rar upptøkur við Sissel.
Uppå fyrispurning um,
hvat filmurin snúi seg um,
drálaði maðurin, bakkaði
eitt sindur meira eftir hæli,
og helt, at tað mundi vera
eitt slag av tónleikavideo.
Høvudsleikarin var hor-
vin ur køkini beinanvegin,
og mutl hoyrdist ur stov-
uni.
Mimmi úr Fuglafirði
Smágentan, sum stóð á
stødni tá vit komu, sess-
aðist nú á bríkini. Hon var
ógvuliga fridarlig og eing-
in tóktist at taka sær av
henni. Eg spurdi tí, hvør
hon var - um hon var úr
Kirkjubø 0.s.fr.
Tå kom fram, at hon var
ein av "sjónleikarunum" i
filminum um Sissel
Kyrkjebø.
13 åra gamla Mimmi
Larsen er limur i Fugla-
fjarðar Sangkóri, og í hes-
um sambandi var hon sam-
an við aðrari vinkonu biðin
um at vera við í filminum.
Hon gongur í 7. flokki
og hevur fingið frí hesa
vikuna, í sambandi við
filmsupptøku og konsert
saman við Sissel.
Filmslidid byrjaði upp-
tøkurnar fyrst í mai mán-
aða, og Mimmi var við í
upptøkum, har hon gjørdi
fimleik og sparkaði bólt
saman við vinkonu síni í
Fuglafirði, spákaði í mið-
býnum í Havn o.s.fr.
Í dag skuldi hon vera við
í upptøku saman við Siss-
el, men eingin hevði sagt
henni nágreiniliga, hvat
skuldi fara fram.
Hóast norska fylgið var
væl mannað við ljóð og
ljósfólki, filmsstjóra, upp-
tókufólkum og PR-fólkum,
so hevði eingin hugsað
um, hvussu ísakalt tað er at
standa stillur bert lítla løtu
i føroyska summarvindi-
num.
Bóndakonan
veit ráðini
Nú kom sjúkrasystirin
upp í bóndakonuna. Hon
heldur at Sissal noyðist at
lata seg væl í, um hon skal
vera før fyri at syngja á
konsertum í vikuni.
Kvikliga finnur Selva
fram langar, ullintar undir-
buksir og undirtroyggju,
og so kemur Sissal gnis-
andi innar í køkina og sig-
ur fylgi sínum frá, hvussu
klæðini prika.
Blaðfólkini sita sum
kánus, og burtur er song-
kvinnan.
Av og á gera eisini blað-
fólk bummtúr, og fyri mær
at síggja verður Kirkju-
bøarferd mín ein sannur
bummtúrur. Nú er klokkan
so mikið, at bert góður
arbeiðstími er eftir av
degnum, og einki er komið
burturúr.
Víkingaskipið er nú
komið í eygsjón, men líkt
er til, at Sissel fer út í
føroyskum báti, at taka
móti Ragnar Thorset og
víkingaskipinum. 7
- Eg sleppi mær út um
dyr, úr hugnaliga bónda-
køkini og oman å stødna.
Fotografurin er eisini
farin út við báti at taka
myndir. Hann hevur heldur
ein roktúr í mun til mín
bummtúr, og neyvan er
nakar skapningur her, sum
tímir at flyta meg til
Havnar, í gllum hesum
hóvastákinum. Eg eri ikki
í egnum bili, so nú ery góð
ráð dýr!
Fleksnes
Stjórin í Norðurlandahús-
inum skilir trupulleikar
mínar og bjóðar sær til at
koyra meg ul Havnar, og
takksom eri eg.
Eg kann ikki lata vera
vid at hugsa um, at Sissel
Kyrkjebø og herlið henn-
ara koma úr landinum,
sum Vit m.a. nógv kenna
frå Fleksnes og hansara
verð
ot
fólk ki
gjaldi
sum umboomadur 21
Nr. 104 — 6. juni 199 1
Myndina tók Kalmar i
gjár, tá Gaia sigldi inn og
legði at í Kirkjubø.
Tróndur Patursson
listamaður tekur ímóti
móti Ragnar Thorseth .
gomlu Sissel Kyrkjebø
setur í verk. Hevur hann
ikki skilt, at munur er á
donskum, norskum og sve-
nskum "Se á Hør" blað-
fólki og ødrum starvs-
feløgum?
Satt er tad, at Sissel Kyr-
kjebø hevur framúr góða
rødd, men at lítið ella einki
er at frætta um sangleiklut
hennara í fjøllmidlunum,
men heldur um gølur her
og har, sum persónurin
Sissel og umboðsmaður
hennara áttu at fingið stað-
fest ella skúgva til viks.
Bara hon ikki kødnar
Ég hugsi at trupulleikin
hjá hesum umboðsliði úr
Noregi er, at tey als ikki
hava gjørt sær greitt, at
talan er um eina blaðunga
gentu, sum júst er í ferð
við at finna sær fótafestið
innan sangheimin, og als
ikki um eina "dallas-
prinsessu," so sum teir
royna at geva fjølmiðlum
og blaðfólki eina gjørda
mynd av.
- Eisini blaðfólk kunnu
hava eitt mark, har tey
ikki longur vilja luttaka,
hóast veruleikin ikki er so
vakur, sum myndirnar
vísa.
Tí noyðast fólkini, sum
stýra listakvinnuni at gera
sær greitt, hvat tað er tey
vilja vinna gull burturúr.
Dagny