Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juni 1991síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ÉT Nr. 104 — 6. juni 1991 tíðindablaðið Bakkin opin aftur Gistingarhúsið Bakkin í Vági læt um vikuskiftið upp við nýumvaldari matstovu Síðan Jens Erik Mortensen í Øravik herfyri keypti Hotel Bakkan í Vági, er stórt um- vælingararbeiði gjørt á ogn hansara í Vági, og um viku- skiftið læt Bakkin upp aftur. Umvælingarnar eru allar gjørdar ámatstovuna. Vind- eyguni eru skift út, so tað er ljóst inni, innbúgvið er alt nýtt og aðrar umvælingar, ið brunamyndugleikarnir kravdu, eru gjørdar. Bakkin er opin allan dagin og kann bjóða allan mat. Eisini ber væl til at halda veitslur á Bakkanum, sigur … Jens Erik Mortensen. Fyrr nevndist Bakkin hotel. Jens Erik Mortensen kallar Bakkan fyri gisting- arhús, ti kømurini eru út- gjørd sum á hotellum. Prís- urin fyri kamarið er eisini sum á gistingarhúsum. Jens Erik Mortensen eigur frammanundan bæði hotel, gistingarhús og vallaraheim í Øravik. Gistingarhúsið Bakkin í Vági verður rikið í samstarvi við gistingarhús- ið í Øravik, og um fólk ikki fáa samband við Bakkan, kunnu tey ringja til Øra- víkar, sigur hann. Vilja fólk hava betri kamar enn Bakk- in kann bjóða, kunnu tey fara á hotellið í Øravik. Fyribils eru tvey fólk sett í starv á Bakkanum. Eigarin arbeiðir í báðum stóðum. Taðkostar 250 krónur fyri einkultkamar á Bakkanum. Dupultkamar kostar 350 krónur náttina. randi Nú hevur Vágur aftur fing- ið sítt gistingarhús Samstarvið avtalað Týsdagin var fyrsti fundur í nýggju sjónvarpsneynd- ini. Á fundinum var m.a. havt fyri, hvussu samstarv- ið millum nevnd og stjóra. Avrátt er, at nevndar- 5 formaðurin og stjórin skulu tosa tíðari saman, enn vanligt hevur verið. Harumframt var avrátt, at tá nevnbdin fær uppskot til mánaðarskránna, so skal hon biða um eintak av ti tilfari, ið er ivasamt, tá tað kemur til harðskap og SEX Vit rokna við, at sjón- varpsstjórin fer at lætta okkum um, tí við hansara royndum hevur hann betri hylling á, í hvørjum tilfari, ivasamar myndir kunnu hugsast at vera, sigur Hans Jørgensen, formaður í sjånvarpsnevndini. - Ein svipsari kann sjålvsagt altid henda, ti talan er um nógv tilfar, men eg rokni ikki við trup- ulleikum á hesum gki, sig- ur formaðurin. ówh Landsstýrið hevur stað- fest, at sjónvarpsstjórin ikki kann leypa bukk um heimildirnar hjá neynd- ini. Nú hava partarnir avtalað samstarvið framyvir Síða 5 Savnid føroysk stadarnøvn handað Fyri stuttum kom fram, at København Universitet hevur avgjørt at lata Fróðskaparsetrinum savnið av føroyskum staðarnóvnum. Gillian Fellws-Jensen, dr. phil., ið er leiðari á Institut for Navneforskning á Universitetinum í Keypmannahavn, var í farnu viku í Føroyum og handaði føroyingum hetta sera virðismikla vísundaliga tilfar. Gillian Fellows-Jensen, harnar her Maritu Petersen, landsstýriskvinnu gávuna Cantus Borealis Oratoriid Messias eftir G. F. Håndel komandi vikuskiftið Solistarnir eru: Kristina Burin og Berghild Poul- sen, sopran, Kirsten Dol- berg, alt, John Laursen, ienor, Kenneth Mclend og Grame Rudd, bass. Framførslurnar le leygardagin 15. verða juni i Eini 25 sangarar og 12 tónleikarar fara leygar- dagin og sunnudagin í komandi viku at framføra rúgvusmikla tónaverkið oratoriið Messias, sum var- ir stívar tveir tímar. James Rudd leikstjórnar. Kommunuskúlaaulimi kl 16 og Sunnudagin 16. juni i Havnar Kirkju kl. 16 Forsølan byrjar komandi viku,. Atgongumerki verða at fáa í Kunningarstovuni í Havn Dagny Cantus Borealis venir í løtuni til framførslu av oratoriinum Messias, har 12 tónleikarar og 25 sangarar luttaka i framførslu, sum varir stivar tveir timar