Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. juni 1991síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 105 — 7. juni 1991 Kioskeigararnir Hini ojørdu Bædi almenni åkærin og Føroya Rættur hava fulla fatan av, at veruleikin anno 1991 hevur lagt kunngerdina um sølu av kioskvørum anno 1971 afturum seg. Ødrvisi kundi tað ikki leggjast út, tá fimm kiosk- eigarar og tveir bensin- sølueigarar vóru á ákæru- bonkinum í Føroya Rætti í gjár. Teir vóru ákærdir fyri brot á kunngerðina frá 1971, sum skilar til, hvat loyvt er at selja, eftir vanliga afturlatingartíð. Tað var skjótt avgreitt. Eftir at ákæruritið var lisið upp, spurdi dómarin stutt og greitt, um tað passaði; »ja«, svaraðu øll tey á- kærdu (sum kortini vóru fyri hvør sær). Uppá spurningin frá fútanum um hví, svaraðu øll, at hini“ gjørdu tað, og tí gjørdu tey tað eisini; tveir av eigarunum løgdu aftrat, at teir høvdu yvir- tikið kiosk/bensinbstød, og hildu tí fram at selja tað, undanfarni eigarin hevði selt. tað Kunngerðin um kioskvørur frå 1971 er langt síðani løgd afturum av veruleikanum (til- | vildarlig mynd úr savninum) Úr Ali ÓF Øll tey ákærdu sluppu við eini ávaring ella sum Jens Schultz-Hansen, dómari, tók til: einum peikifingri. Hendan rættar- fylgjan tóktist kortini mest sum ein peikifingur til løgting og landsstyri, ið hava noytt løgregiuna til at leggja uppí í einum føri, sum kundi verið avgreitt við eini dagførdari kunn- gerð. 2 ówh Síða 3 Antin er tað ein handil ella er tað ein kiosk. Ikki bæði, stendur í komandi kunngerðini JÚ, MEN... - Nú er ein nýggj lóg um afturlating komin og ein kunngerð á veg frá lands- stýrinum; ætlar tú tær at halda hana, spurdi Finn Ougaard, ákæri, forman- andi kiosk-eigararnar, sum stóðu fyri at fáa eina á- varing fyri at hava selt verur ólógliga. >Jú, MEN...<, var svarið frå so gott sum øllum ki- osk-eigarunum. Í hesum men -inum lá ein ivi um, hvør ábót fór at vera í nýggju kunngerðini. Eftir kunngerðini (sum ikki er liðug), skulu handlar og kioskir ikki vera saman- bundin. >Hvat vil tað siga?<, var tann afturvend- andi spurningurin. Sipað var sjálvsagt til veggirnar í summum handlum, sum kunnu dragast upp og nið- ur. Dómarin royndi at sann- føra teir spyrjandi åkærdu um, at tad skuidi rætturin ikki taka stødu til her og nú; tað gekk ikki betri enn so, at so títt og knapt ákærin var komin úr stól- inum, helt orðaskiftið fram. Ein av teimum ákærðu segði, at teir straks kunn- gerðin var lýst, fóru at biða um eina tulking, var tað ikki heilt greitt, hvat tað vil siga at vera saman- bundin. Verjin hjá einum av teimum ákærdu helt, at tað var løgi0, at ákæra eigar- arnar, nú nýggj lóg og kunngerð var ávegis. - Tað er ti, broyting er um at koma í, var dómarin skjótur at svara til. T.v.s., at meðan løgregl- an við síni uppílegging og ákærum hevur spælt bóltin yvir til landsstýri og løg- ting, so spæla hesi bóltin yvir aftur til løgregluna við eini kunngerð, ið straks fer at vera kravd eftir eini tulking, er orða- ljóðið í henni ikki púra greitt hvat sundurbýting av handlum viðvíkur. ówh Rúm fyri øllum! Ein ungur madur var i gjår dømdur sjey daga hefti fyri at hava koyrt bil, hó- ast hann hevði fingið koyrikortið frådømt i hálvtannað år. Madurin koyrdi bilin av eini ferju og nakrar kilo- metrar, har hann skuldi lata konu sini bilin. I rætt- inum greiddi madurin frå, at hann hevði ikki roynt at fåa nakran annan at koyra bilin hagar. Tå démarin spurdi, um hann hevði nakað at við- merkja ul dómin, segði maðurin, at hann visti ikki, hvussu tað var við at fara inn at sita, tí hann var lærlingur. >Teimum er eisini rúm fyri haryviri<, svaraði dómarin og mælti mann- inum til at finna eina hóskandi tíð, har tað lá fyri at fara afturum rimar- nar. ówh á staðnum Moldrúgva fyri 15 milliónir Seld fyri 10.000 krónir Tað, sum skuldi vera Før- oya mest stórsligna alipro- jekt, var seld fyri 10.000 krónur í fútarættinum í gjár. Talan er um Føroya Laks norðan fyri brúnna í Sundalagnum. Ahugin var ikki tann stóri. Kreditfelagið Dan- mark hevði biðið um tvingsilssøluna, og mest- sum áðrenn nakar vardi, hevði umboðið fyri kred- itfelagið keypt búgvið. Tað vóru fólkini aftan- fyri byggifelagið Dekkon, ið tók stig til P/f Føroya Laks, sum er stovnad i 1983. Felagið setti út »it í 1985 og 1986, men virksemið kom ong- Danska kredittfelagi ið hevði veð fyri 7,7 mið. krónum í búnum, fær valla milliónina fyri búgvið, ið umframt moldrúgvu út á midfjør eigur eitt pumpu- anlegg, tveir skúrar, tveir kompressarar, eina el- talvu og nakrar ambæting- arslangur. Upprunaliga var tað Føroya Banki, sum fíggjaði. Bankin, ið hevur fráskrivað sær ein veðrætt uppá níggju milliónir, hevur helst míst einar 20- 30 mió. krónur í sambandi við projektið. ówh Kredittfelagið Danmark hevur veð fyri 7,7 milli- ónir í moldrúgvuni við Streymin. Felagið fær valla millión fyri búgvið