Sosialurinarkiv
Sosialurin 1991-06-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. juni 1991síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 105 — 7. juni 1991 Sjónvarp Føroya Tom Cruise Friggjadagin kl. 21.25: Top Gun Hetta er amerikanskur filmur, sum i 1986 gjørdi unga amerikanska Tom Cruise kendan fyri sin leiklut. Søgan fer fram á einum elituskúla fyri flogskiparar, og hann prógvar, at hann er tann besti. Leygardagin kl. 20.30: Guinness heimsmet Po Heimsins størsta pannukøka Tatoveradar gentur, dansur å linu mill- um fjallatoppar, glasskør og flogfør — umframt siggja vit mannin, sum hevur uppskriftina til eitt væleydnad hjunalag. Hann må vita, hvat hann tosar um, ti hann hevur verið giftur 27 ferðir! Væl kendi David Frost er har, sum alt hend- ir David Frost Leygardagin kl. 20.50: Sirkus 'ramførsla úr Cirkus Hiver i Paris. Um- framt kenda Wu-Han bólkin, sum ger Wu-Han — millum heimsins bestu akro- batar kynstur uppi á 10 stólum, sum eru settir upp á hvenn annan, eru kinesiskar klovn- ir eisini við. Leygardagin kl. 22.15: Teir rændu kropparnir King Donovan, Dana Wynter, Kevin Mc Carty og Carolyn Jones Amerikanskur science fiction filmur frá 1955, ein kendur filmur. Í einum lítlum býi verða íbúgvarnir so við og við býttir um við verur, sum yvirtaka likam teirra. Filmurin er óhóskandi fyri bern. Sunnudagin kl. 19.55: Syngigentan 2:4 Syngigentan Lucinda hevur játtað at fara við drongi sínum til Stillahavið. Ed- ward roynir at fáa hana at giftast við sær, men so kemur týski vinmaður hans- ara, Hans, óvæntað Sunnudagin kl. 20.45: Manna millum Apotekið í Havn framleiðir ymisk sløg av smyrsli, eitt nú sólsmyrsl. Vit fylgja við framleiðsluni og práta við apotekaran um sólsmyrsl og hvat faktortelini standa fyri. Summarið er komið — hvussu eru ráð- ini at ferðast? Vit meta fólki á getuni við hesum spurningi og meguliga onkrum tilboði. Sjúrður Jensen, ið fylti 75 fyri stutt- um, hevur koyrt lastvogn alt sítt lív. Hann vísti porkeningum fyrsta lastvogn- "Á Fyrivarni verður tikið fyri broytingum in, ið kundi vippa. 1. juni var aftur loyvi at fiska í áum og vetnum. Vit hitta Hans Joensen, for- mann í Feroya Sílaveiðufelag. Ella Niclasen hevur vitjað kurdiska flóttalegu í Iran og ferðast fram við irak- iska markinum saman við kurdum. Hon greiðir frá steðu teirra og hvussu tað kendist persónliga at meta teimum. Í góðveðrinum sang norsk/ svenska gospel sangarinnan Inalill Waim sangin »Slåpp fångerna fri« niðan fyri viðarlund- ina í Kunoy. Sunnudagin kl. 21.30: Her er lív títt — tá Í 1984 var Otto Brandenburg í >Her er lív titt«. Har møtti hann gomlum vinum sum Jimmy Stahr, Jesper Thilo, Ib Glindemann, Lene Vasegaard, Vivi Bak, abbabarni sínum og eini gentu, sum eina- ferð hevði vunnið >Ein dag saman við Otto Brandenburg«. Gregers hyggur at hesi sendingini saman við Otto Brandenburg, sum aftan á sigur, hvussu tað var at vera við. Týsdagin kl. 21.40: Gongan Vit líta inn í framtíðina. Illa komin av hungri og turki gera nekur flóttafólk av at rýma úr Sudan og ganga móti tí ríka Europa. Men vil yvirflóðarsamfelagið lata ta neyðugu hjálpina beinanvegin? Hetta er virðislentur enskur sjón- varpsfilmur. Lagt til rættis Ella Smith Clementsen Hittist á tif. 156 16 Hósdagin kl. 22.05: Donsk lív Hjálp at doyggja »Donsk liv« kjakast um rættin sjålvi at avgera um deyða sín. Eigur eitt livstesta- menti at vera galdandi? Og eiga læknar at hava rætt til at gera, sum sjúklingurin ynskir, um tey ynskja at sleppa undan seinastu strævnu tíðini? Hósdagin kl. 21.15: Urmælingarnir Tjóvagóðs Jane Badler, Phil Morris, Tony Hamilton og Peter Graves Ein einaræðisharri frá triðja heiminun ætlar at venda aftur til heimland sítt og taka valdið. Urmælingarnir skulu forða hesum, og tað kunnu teir eisini, um teir finna útav, hvar einaræðisharrin hevur krógvað alt, sum hann í sínari tíð tók við sær úr landinum. Julien Stevenson